mikudagur 8. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 86 - 8. mai 2002
Nr. 86 - 8. mai 2002
5
VERKFALLIÐ
Áki Bertholdsen
– Hetta gongur ikki longur.
Nú má løgmaður taka um
endan.
Henrik Old, løgtingsmað-
ur fyri Suðuroynna heitir
nú á Anfinn Kallsberg, løg-
mann um at loysa verk-
fallið, sum leggur ein part
av landinum lamnan.
Hann sigur, at løgmaður
kann heilt einfalt ikki long-
ur látast sum onki ímeðan
verkfallið hjá Skipara- og
Navigatørfelagnum er í
ferð við at knúsa allan út-
jaðaran í Føroyum, sum
hann málber seg.
– Løgmaður hevur evstu
ábyrgdina av, at samfelagið
virkar og tí noyðist hann at
lata við seg koma.
Henrik Old sigur, at
støðan hjá útjaðaranum er
farin út um alt mark og tí
noyðist løgmaður at taka
stig til at fáa ein enda á
verkfallinum.
– Løgmaður eigur bein-
anvegin at heita á semings-
fólkini um at kalla part-ar-
nar aftur til samráðingar-
borðið. Samstundis eigur
hann at geva Karsten Han-
sen beinleiðis harraboð um
at fáa málið loyst, og at
tola, at tað kostar nakrar
krónur.
– Tá ið Lønardeildin og
landsstýrismaðurin
ikki
megna at loysa trupulleik-
an, má Løgmaður taka um
endan.
Nú er tað bara hann, sum
kann loysa málið, tað er
Løgmaður sjálvur og tað
eigur hann at gera. Letur
hann framvegis ikki við seg
koma, er tað ábyrgdarleyst
av honum.
Løgtingsmaðurin vísir á,
at tað, sum málið snýr seg
um, er nakrar túsund krón-
ur í løn um mánaðin til
nakrar fáar mans.
Og hann samstundis, at
yvirmenninir við Vaktar- og
Bjargingartænastuni
og
Strandferðsluni, eiga at fáa
eina góða løn.
– Tað líkist ongum, at tað
eru fleiri av manningini á
Smyrli, sum fáa hægri løn
enn skiparin, men soleiðis
er støðan, tí hann fær onga
yvirtíð, sama, hvussu nógv
hann siglur.
– Hetta eru menn, sum
hava eina servitan og eina
ábyrgd, sum ongin annar í
landinum hevur. Yvirmenn-
inir á Smyrli hava ábyrgd-
ina av fleiri hundrað fólk-
um hvønn einasta dag.
– Hendir ein vanlukka,
er tað endin á einum heilum
landsparti.
Teir
kenna
hvønn strong og hvørja íðu
á leiðini, og tí eru teir førir
fyri at føra fólk trygt um
Suðuroyarfjørð, eisini í
ringum veðri. Og tað ger
teir til serfrøðingar, sum tað
ikki eru fleiri av, og sum
eru ringir at fáa aftur.
– Tað sama ger seg
galdandi við teimum, sum
sigla við Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuni. Teir hava
eitt arbeiði, sum mangan er
ótespuligt og teir skulu
viðhvørt leggja til havs í
veðri, sum fær øll onnur
skip at leita sær í havn.
– Tí hevur tað ómetaligan
týdning fyri trygdina, at
hesir menninir fáa eina løn,
sum ger, at teir vilja vera
umborð.
Varandi loysn
Henrik Old sigur, at tað
somuleiðis er neyðugt at
finna eina varandi loysn.
– Tað kann vera, at onkur
finnur fragd í at vinna ein
sigur á Skipara- og Naviga-
tørfelagnum.
Men
tað
loysir bara trupulleikan til
næsta ár, tá verður sama
skilið aftur.
– Tí er tað neyðugt at
finna eina varandi loysn og
at leggja lønina á eitt støði,
sum sømir seg. Tá ið Lønin
er komin har upp, kunnu vit
tosa um at gera teir til
tænastumenn,
men
tað
kann ikki gerast, fyrrenn
lønin er komin upp á eitt
hóskandi støði fyrst, sigur
Henrik Old.
Henrik Old sigur, at
verkføllini hesi seinastu
árini eru størsta afturstigið,
sum útjaðarin hevur verið
fyri nakrantíð, tað er líka
við at vera verri enn krepp-
an.
– Tosað verður um at fáa
fólk at búsetast í útjaðaran-
um, men hvør skal búsetast
í einum øki, sum liggur
avbyrgt fleiri vikur um
árið?
Hann minnir á, at útjað-
arin er tann parturin í
landinum, sum framaleiðir
ein stóran part av okkara
útflutningi.
– Nú liggja virkini still
og noyðast at brúka tað
mesta av árinum at vinna
missin innaftur og fólkið
gongur hendur í lumma. Tí
er hetta eitt verkfall, sum
kostar samfelagnum ein
hóp av peningi.
Vit fingu ikki orðið á
Løgmann, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
– Hetta gongur ikki
longur. Føst ikki ein
endi á verkfallinum
nú, fer Henrik Old at
taka stig til at seta
blokadu í verk ímóti
Havnina
VERKFALLIÐ
Áki Bertholdsen
– Tekur løgmaður sær ikki
um reiggj nú, mugu stig
takast til at leggja Havnina
og miðstaðarøkið í Føroy-
um lamið.
Henrik Old, Løgtings-
maður fyri Suðuroynna,
sigur at verkfallið kann ikki
góðtakast longri.
Sum hann vísir á aðra-
staðni í blaðnum, heldur
hann, at Anfinn Kallsberg
er tann einasti, sum nú
kann fáa ein skjótan enda á
verkfallinum.
– At leggja málið fyri
tingið tekur fyri tað fyrsta
langa tíð, og tað er heldur
ikki rætti mátin. Skal tingiå
loysa málið tekur tað allan
mai mánað, men tað loysir
bara trupulleikan til næsta
ár. Tí má Løgmaður taka
um endan, so at ein varandi
loysn fæst.
Blokera Havnina
Henrik Old sigur, at fæst
ikki ein loysn á verkfall-
inum nú, verður tað neyð-
ugt hjá fólki í útjaðaranum
at taka onnur stig, tí hetta
kann ikki ganga longri.
– Fólk hava stóran ampa
av verkfallinum og tað er
eitt álvarsligt bakkast fyri
vinnuna. Tí verður tað
neyðugt at vit fara til verka
og vísa, at vit góðtaka ikki
støðuna longri.
Løgtingsmaðurin sigur,
at fæst ikki ein loysn nú,
mælir hann til, at tey, sum
búgva í útjaðaranum taka
seg saman í felag og fara til
Havnar at blokera.
– Tað verður neyðugt at
lamma Føroyar á miðjuni
fyri at fáa fólk at skilja
álvaran. Tað gongur ikki, at
útjaðarin, sum hevur tað
mesta av allari framleiðsl-
uni, skal bløða í hel ímeðan
alt gongur sína vanligu
gongd í miðstaðarøkinum.
Hann sigur, at um neyð-
ugt, fer hann sjálvur at taka
stig til eina mótmælisferð
til Havnar, endar verkfallið
ikki nú.
– Eg fari at royna at
savna allar góðar kreftir í
útjaðranum og at fáa øll til
Havnar at blokera. Ein máti
kundi verið. at fingið øll
fiskiskip og onnur skip at
blokara innsiglingina til
Havnar og at blokera alla
Havnina. Og kanska eisini
at byrgja vegin í Kald-
baksbotni,
ella
onkra
aðrastaðni, av.
– Hetta má fáa ein enda.
Nú mugu vágafólk, sand-
oyingar og norðoyingar og
øll hini í útjaðaranum siga,
at nú er nóg mikið. Skal
samfelagið fara, er tað betri
at alt fer og ikki bara
útjaðarin.
Nú má løgmaður taka um endan
á Karsten og Ellinti
Nú skulu Føroyar lammast á miðjuni
– Hetta er ein innlig áheitan
á Anfinn Kallsberg,
Løgmann, um at fáa ein
enda á verkfallinum
beinanvegin, tí hann er tann
einasti, sum kann gera tað,
sigur Henrik Old,
løgtingsmaður
Flaggdagin varð
stovnandi aðalfundur
hildin í Runavík, har
felag varð stovnað,
sum skal arbeiða fyri
at byggja mentanar-
hús í Runavíkar
Kommunu
MENTANARHÚS
Edvard Joensen
Runavík: Arbeitt verður
við ætlanum um at byggja
eitt nýtt mentanarhús í
Runavíkar
Kommunu.
Felag til endamálið varð
stovnað flaggdagin.
Ætlaninar um at byggja
mentanarhús í Runavík eru
ikki nýggjar, greiðir ein av
nevndarlimunum í nýggja
felagnum,
Kenneth
Rasmussen, frá. Fundurin
flaggdagin var í grundini
ein fundur til endurstovnan
av felagnum »Bygdarhús«,
sum varð stovnað í 1975 og
virkaði fram til 1982.
Runavíkar
Kommuna
hevur saman við onkrum av
teimum, sum vóru virkin í
gamla felagnum, skundað
undir at fáa reist nýggja
felagið.
Komandi mentanarhúsið
í Runavíkar Kommunu skal
vera eitt hús, sum brúkast
kann til øll endamál, sigur
Kenneth Rasmussen. Tað
skal vera til fólk í øllum
aldri. Heilt frá smáu børn-
unum upp til pensionistarn-
ar.
– Eitt hús, sum skal brúk-
ast og vera livandi, sigur
Kennth Rasmussen.
Ein arbeiðsbólkur skal
setast at fyrireika eina
byggiætlan, eins og kostn-
aðarmeting skal gerast, sig-
ur hann. Enn er einki kon-
kret á borðinum í so máta.
Gamla felagið eigur pen-
ing standandi frá tíðini, tað
virkaði. Tann peningurin
verður fluttur til endur-
stovnaða felagið. Tað er so
mikið, at tað ger heilt góð-
an mun, sigur Kenneth
Rasmussen, og farið kundi
helst verið undir at bygt við
tí, heldur hann.
Kenneth
Rasmussen
heldur ikki, at tað at byggja
eitt mentanarhús í Runavík-
ar Kommunu nú, fer at
skaða aðrar líknandi ætlanir
í Eysturoy. Og í kommun-
uni eru eingi møguleikar
soleiðis, sigur hann.
Tað, sum liggur næst hes-
um húsinum, er nýggja
kappróðrarneystið Inni á
Bakka, men tað er mest
sum eitt veitsluhøli burtur-
av.
Hetta nýggja mentanar-
húsið skal kunna brúkast
bæði til konsertir og dans,
eins og fyrilestrar og barna-
ansing.
Serliga verður hugsað um
ungdómin, sigur Kenneth
Rasmussen. Í dag er tað so-
leiðis, at fólk koyra til
Havnar at dansa, tí einki
dansistað er í kommununi.
Ætlanin er at fara undir
ymisk tiltøk beinanveg, nú
felagið er stovnað. Ætlandi
verður farið undir at fyri-
reika eitthvørt at hava á
Skálafjarðarastevnuni
í
summar.
– Men har mugu vit ansa
eftir ikki at fara undir
nakað, sum onnur longu
eru inni á, sigur Kenneth
Rasmussen.
Hann sigur, at tey fara at
royna at fáa vinnuna í
Runavík at stuðla hesum
húsinum, eins og fók kunnu
tekna seg sum lim í felagn-
um. Til ber at tekna seg
sum einstaklingur, sum
familja, eins og tað ber til
hjá fyritøkum at tekna seg
sum lim í felagnum »Bygd-
arhús«.
Kenneth Rasmussen hel-
dur ikki, at navnið, brúkt
verður, er so heppið. Tað er
ein leivd frá gomlu tíðini,
men nógv vatn er runnið
hesi 20 árini, síðan felagið
varð niðurlagt. Og Runavík
er ikki longur nøkur bygd.
So hann heldur, at hósk-
andi hevði verið at havt
eina navna- búmerkjakapp-
ing.
Nevndin, sum vald varð á
fundinum flaggdagin, er
mannað av Kára Thorst-
einssyni, Eyðuni Gaardbo,
Sólrun Jónson, Hansi Taus-
en og Kennethi Rasmussen.
Mentanarhús í Runavíkar Kommunu
Kenneth Rasmussen, nevndarlimur í felagnum »Bygdarhús«, heldur, at skipast skal fyri eini
navna- og búmerkjakapping
Mynd: Edvard Joensen
Nýggi ferðamanna-
báturin, sum AWI
Boats í Runavík hevur
gjørt til Grønlands, er
flotaður og eitur Ketil
BÁTASMÍÐ
Edvard Joensen
Runavík: Ketil er 35 føtur
til longdar, innilokaður og
hevur tveir motorar, sum
geva honum eina ferð upp á
umleið 20 míl.
Skrokkurin á nýggja bát-
inum er tann sami, sum á
nýggja AWI Star 35 útróðr-
arbátinum
»Tvíburðar«
sum latin varð í seinastu
viku.
Ketil er gjørdur til grøn-
lendska felagið Nanortalik
Tourist Boats, sum skal
nýta hann at sigla við ferða-
fólki í Suðurgrønlandi. Eis-
ini skal báturin brúkast sum
læknabátur har uppi, greið-
ir Lasse Klein á AWI Boats,
frá.
Royndartúrin gekk Ketil
23 míl, sum hann fekk frá
tveimum Perkins motorum,
sum hvør hevu 265 HK.
Krvið var, sigur Lasse
Klein, at hann skuldi ganga
í minsta lagi 19 míl. Kostn-
aðurin fyri bátin er knøpp
hávtriðja millión krónur.
Báturin verður avskipað-
ur við farmaskipi til Aal-
borg í aðru viku. Haðani
verður hann so fluttur, eis-
ini við farmaskipi, til Grøn-
lands, og er ætlanin, at
hann skal verða í Nanorta-
lik umleið fyrsta juni.
Lasse Klein greiðir frá, at
grønlendingar hava rætti-
liga víst áhuga fyri bátin-
um. Nógvir fyrispurningar
eru komnir, men enn er
eingin konkret avtala gjørd
kortini.
Eisini í Føroyum tykist
áhugi vera fyri hesum
nýggja
bátinum,
sigur
Lasse Klein. Men heldur
eingin føroyingur hevur tik-
ið nakara endaliga avgerð
um at fáa sær ein slíkan.
Tað hava teir hinvegin, tá
talan er um vanligu útróðr-
arbátarnar. Eitt nú eru
tríggir AWI Star35 bátar
ávegis, umframt at aðrir
fyrispurningar eisini eru.
Tann stóri marknaðurin
hjá AWI Boats seinnu
nógvu árini hevur verið i
Grønlandi. Fleiri enn 60
bátar hevur smiðjan gjørt til
Grønlands, og í løtuni verð-
ur ein av teimum stóru, ein
AWI 39, bátur gjørdur til
Grønlands.
Lasse Klein fegnast um,
at føroyski marknaðurin nú
tykist vera vaknaður aftur,
tí har hevur einki lív verið í
eini tíggju – tólv ár, sigur
hann.
Hinvegin er fyritøkan
farin at gera umvælingar nú
einaferð. Tær hava líkasum
ligið á láni, sigur Lasse
Klein, tí so nógvir nýbygn-
ingar hava verið. Men nú er
gjørt av at taka umvæling-
arnar fram um nýbygning-
arnar, sigur hann
Tað arbeiða einir 20
mans hjá AWI Boats, og har
er nokk at gera, letur Lasse
Klein at.
Ketil við bryggju í Runavík
Nýggi ferðamannabáturin til
Nanortalik, Ketil, lá við
bryggju í Runavík í gjár
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4