mikudagur 8. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 86 - 8. mai 2002
Nr. 86 - 8. mai 2002
7
Magnus Bjarnastein
er sera snøggur í
hondum. Fyri 10
árum síðan bygdi
hann fyrsta guitaran,
og nú hevur hann
latið upp handil í
Saltangará við
guitarum, hann
sjálvur byggir. – Eg
fari at byggja
standardsnið, bæði
bíligari og dýrari,
men eg fari eisini at
byggja guitarar eftir
ynski, sigur Magnus,
sum eisini hevur gjørt
alt innbúgvið sjálvur í
handlinum, bæði
borð, stólar, hillar og
lampur
HANDVERK &
HANDIL
Vilmund Jacobsen
Magnus Bjarnastein byrj-
aði sum so mangur annar
unglingi at spæla á guitar,
men sum hann sjálvur sig-
ur, so bleiv hetta ongantíð
til tað heilt stóra.
– Eg keypti mær ein
elektriskan guitara, sum eg
helt vera ógvuliga einfald-
an. Helt ikki, at tað sá so
torført út at byggja ein slík-
an. Hetta sá spennandi út,
og eg hevði hug at leita
mær fram tilfar og kunn-
leika um, hvussu ein guitari
verður
bygdur.
Einasti
møguleiki var at lesa meg
fram til ymisku funktión-
irnar, eitt nú um uppbýti at
bondum, formlar og reglur.
Magnus sigur, at eitt tað
ringasta at finna út av, var
funktiónin inni í »hálsin-
um« á guitaranum.
– Har situr ein stong inn-
an í, sum hálsurin verður
justeraður við. Tað var ikki
so lætt at finna út av,
hvussu hetta virkaði, og
hetta var illa frágreitt í tí til-
fari, eg hevði lænt á bóka-
savninum. Men at enda
skilti eg, hvussu hetta hekk
saman. Haldi, tað tók mær
tað mesta av einum ári at
finna út av samanhangin-
um.
Stór avbjóðing
Tað eru umleið 10 ár, síðan
Magnus bygdi tann fyrsta
guitaran, og tað tók honum
hálvt ár at byggja hann.
– Um hetta mundi var eg
sjómaður og fekst við guit-
aran, tá ið eg var heima. So,
hetta var meira gjørt sum
hobby.
Magnus sigur, at tað var
ein stór avbjóðing at tekna
tann fyrsta guitaran.
– Eg var jú ólærdur, men
seinni, tá ið eg hevði lært til
snikkara, gekst nógv betur
at tekna. Læran hevur
seinni verið mær ein stór
hjálp, tí her havi eg lært at
skilja eina tekning. Tá ið eg
teknaði tann næsta guitar-
an, var eg byrjaður at læra,
og tá gekst nógv betur.
Pápi Magnus, Bjarni, er
timburmaður, og tí vóru
amboð í húsinum, og hetta
gjørdi tað lættari hjá honum
at byrja.
– Seinni havi eg so útveg-
að mær betri amboð til
endamálið, og tað hevur
eisini gjørt arbeiði nógv
lættari.
Sum Magnus nevndi,
hevði hann eitt hálvt ár um
tann fyrsta guitaran, og í
dag kann hann byggja ein
uppá 6 dagar, men tá er
hann teknaður framman-
undan.
– Tað er so tað skjótasta,
eg havi bygt ein guitara,
sigur hann.
Alt er individuelt
Magnus sigur, at tað er
rættiliga ymiskt, hvussu
langa tíð hann brúkar uppá
eina tekning.
Byggir og selir føroyskar guitarar
í Saltangará
Magnus Bjarnastein situr ímillum 10 Bjarnastein-guitarar, hann sjálvur hevur bygt. Hvør er snøggari enn annar
Hjalti Joensen er óførur guitar-snillingur. – Guitararnir hjá
Magnusi eru óføra góðir, sigur hann
– Eg kann ganga og
hugsa um eitt snið leingi,
kanska í eitt heilt ár um tað
skal vera. Tá ið eg so at
enda havi funnið fram til,
hvussu eg vil hava guitaran
at síggja út, og hvussu
konstruktiónin skal verða,
kann tað taka tveir dagar at
tekna hann. Men eg kann
eisini brúka 14 dagar ella
meira til tann partin av
arbeiðinum, sigur hann.
Spurdur, um stórur mun-
ur er á tí fyrsta guitaranum,
hann bygdi og teimum,
hann síðan hevur bygt, sig-
ur Magnus.
– Jú, sjálvandi er munur-
in stórur. Næsti guitarin, eg
bygdi, var longu nógv betri
enn tann fyrsti, og síðan eru
teir bara blivnir betri og
betri, sum tíðin er gingin.
Hann sigur, at kvalitetur-
in og neyvleikin í tí fyrsta
guitaranum er ikki tann
sami sum í dag, men hesin
fyrsti guitarin kann brúkast.
– Eg havi nú bygt 12
guitarar, sum eru lidnir,
tveir eru næstan eru lidnir
og 5 eru í gerð.
Hóast handverkið hjá
Magnusi er sera snøgt og
væl úr hondum greitt, held-
ur hann ikki, at tað at
byggja ein guitara, er nakað
kunstverk sum so.
– Nei, eg vil heldur siga,
at hetta er eitt handverk.
Kanska kunnu vit kalla tað
kunstverk at byggja klass-
iskar guitarar ella violinir.
Havt framsýning
Nú Magnus hevur latið upp
handil, hevur hann havt
framsýning í hølunum við
10 guitarum, hann sjálvur
hevur bygt.
Handilin, sum ber sama
heitið
sum
guitararnir
»Bjarnastein«, er í húsun-
um hjá pápanum, Bjarna.
Opið er vanligar dagar frá
13.00-17.30, fríggjadag frá
kl. 13.00-18.30 og leygar-
dag frá kl. 9.00-13.00.
Tá ið Sosialurin vitjaði inni
á gólvinum í síðstu viku,
hevði Magnus vitjan av
navnframa guitarspælaran-
um, Hjalta Joensen, sum sat
og spældi á ein »Bjarna-
stein«. Hjalti hevur alt gott
at bera guitarunum, sum
Magnus byggir og legði
dent á, at hann gevur teim-
um besta viðmæli.
– Hetta eru frálíkir guit-
arar, segði hann avgjørdur.
Spurdur, hvørju kend
nøvn spæla á føroysku guit-
ararnar, sigur Magnus, at
Jens Marni Hansen í Kolla-
firði er ein og Rói Christi-
ansen ein annar.
– Niclas Johannesen hev-
ur lænt fleiri guitarar til
nýtslu í studio, og Hjalti
plagar eisini at læna mínar
guitarar, sigur hann.
Av teimum 10 Bjarna-
stein-guitarunum,
sum
vóru við á framsýningini,
eigur Magnus teir 5 sjálvur.
Hesar ætlar hann ikki at
selja, men hava teir stand-
andi, so høvi verður hjá
fólki, sum støkka inn á
gólvið, at royna teir.
Ymiskir prísir
Magnus sigur, at hann fer at
byggja standardsnið, bæði
bíligari og dýrari, men hann
fer eisini at byggja guitarar
eftir ynski, sum ikki eru
teknaðir frammanundan.
– Tað eru ikki øll, sum
hava ráð at keypa ein dýran
guitara. Hesi skulu eisini
hava høvi at ogna sær ein
»Bjarnastein«. Eg vænti, at
tann bíligari guitarin fer at
kosta einar 6.000 krónur,
men hann verður ikki verri
enn tann dýrari. Tað er hátt-
urin, guitarin er gjørdur og
tilfarið, hann verður gjørd-
ur burtur úr sum avgerð,
hvussu nógv hann kostar,
sigur Magnus Bjarnastein,
sum annars hevur gjørt alt
innbúgvið í handlinum
sjálvur, bæði borð, stólar,
hillar og lampur.
Hjalti og Magnus skoða tekningina av fyrsta guitaranum, sum
Magnus bygdi
Magnus inni á verkstaðnum. Amboðini eru vorðin betri og
betri, og hetta hevur gjørt arbeiði lættari
C
M
Y
K
7
6
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1997, 151.000 km.
94.000
Nissan Primera 1,6 LX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1995, 126.000 km.
69.000
Nissan Primera 1,6 Nordic
gráur, 4 hurðar,
árg. 1999, 24.000 km.
125.000
Nissan Primera 2,0
reyður, 4 hurðar,
árg. 1991, 121.000 km.
47.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel
gráur, 2 hurðar,
árg. 1996.
78.000
Peugeot 306 XS 2,0 St. Car
ljósa bláur, 5 hurðar,
árg. 1999.
130.000
Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut.
bláur, 4 hurðar,
árg. 1994, 230.000 km.
120.000
Peugeot 306 Diesel Aircon
bláur, 4 hurðar,
árg. 1999, 47.000 km.
125.000
Peugeot 206 XR 1,4
svartur, 3 hurðar,
árg. 1999, 88.000 km.
100.000
Peugeot 106 Diesel
gráur, 3 hurðar,
árg. 1996, 110.000 km.
72.000
Opel Astra 2,0 Dti Wagon
gráur, 5 hurðar,
árg. 1998, 76.000 km.
130.000
Opel Astra 1,7 Dt Wagon
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 142.000 km.
55.000
Opel Astra 1,7 Dt Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 99.000 km.
65.000
Opel Vectra 1,4
hvítur, 4 hurðar,
26.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Opel Astra 1,6
reyður, 5 hurðar,
árg. 1999, 52.000 km.
119.000
Opel Astra 1,4
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 97.000 km.
70.000
Opel Astra 1,7dt Wagon
reyður, 5 hurðar,
árg. 1995.
67.000
Opel Combo 1,4 Van
hvítur, 3 hurðar,
árg. 1997, 52.000 km.
52.000
Opel Astra 1,7Dtl
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 108.000 km.
99.000
Gevið gætur: Bilarnir á
listanum kunnu verða seldir