mikudagur 8. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 86 - 8. mai 2002
Nr. 86 - 8. mai 2002
9
Foreldrabólkurin
aftanfyri Kom og
dansa fyri ung, leggur
stóran dent á, at
dansurin fer fram í
rús- og roykfríum
umhvørvi. Dansað
verður mánakvøld í
Platform
DANSUR
Ingrid Bjarnastein
Dansimøguleikarnir
hjá
ungum í Tórshavn eru
vánaligir, men nú er møgu-
leiki fyri at dansa í Plat-
form hvørt mánakvøld.
Tilboðið er til teirra, sum
eru millum 13 og 17 ár. Tað
vil siga, til tey, sum ganga í
7-10 flokki og fyrsta árið á
miðnámsskúlunum.
Dansað verður ímillum
klokkan 19.30 tveir tímar
fram í royk- og rúsfríum
umhvørvi. Eisini hevur
umboð fyri felagið Dansi-
frøi verið við fyri at leggja
lag á.
Eisini skipar foreldra-
bólkurin fyri dansiskeiði,
har undirvíst verður í
Rock´n Roll, linju dansi og
øðrum, við Miu Cameron.
Hip Hop verður dansað við
Katrin Dal Christiansen.
Tónleikurin er sera fjøl-
broyttur. Alt frá diskotek-
tónleiki til Rock´n roll
verður spælt.
Byrjað varð uppá hetta
tiltakið í mars mánaða, og
síðani var Anna Kirstin av
Tvøroyri og undirvísti í
Losjuni í apríl mánaða.
Skipað varð eisini fyri
breakdansi við kapping.
Tað kostar 40 krónur at
vera við, og møguleiki er
eisini at keypa okkurt leski-
ligt. Lýst verður hvørjaferð
dansað verður í bløðunum
undir teignum, ið eitur
Dansur í bløðunum. Eisini
eru uppsløg á skúlagongd
og ymsa aðrastaðni í Havn.
Fyrireikararnir vóna at
síggja nógv rús- og roykfrí
ung nú mánakvøldið í Plat-
form.
Runavíkar Kommuna
hevur nú keypt
Føroya Vistarheim,
sum liggur við
Toftavatn í Runavík
ELDRAØKI
Ingrid Bjarnastein
Vistarheimið í Runavík er
nú selt kommuni, og fer
kommunan tí at yvirtaka
heimið og gera tað til eitt
kommunalt vistarheim við
10 teimum fyrstu búpláss-
unum til eldri fólk.
Runavíkar kommuna er
afturúrsigld tá tað kemur til
eldraøkið. Ongi búpláss
ella sambýli eru til tey
eldru í kommununi. Eitt
ellisheim liggur í Runavík,
men tað er eitt ellisheim
fyri alla oynna, og er vistar-
heimið nú fyrsta stigið á
leiðini at bøta um hesi
viðurskifti. Við vistarheim-
inum fylgir eitt stórt grund-
øki, sum gevur góðar
møguleikar fyri útbygging
ella aðrari bygging, tá tað
kemur til eldrarøkt.
–
Vistarheimið,
sum
kommunan hevur keypt,
eitur Føroya Visarheim, og
tí eru búfólk uttanfyri
kommununa eisini har,
sigur Marja Lamhauge, for-
maður í sosialu nevnd í
Runavíkar kommunu.
– Nú verður Vistarheimið
so gjørt kommunalt, og
harvið fáa vit 10 tey fyrstu
kommunalu eldraplássini í
Runavíkar kommunu. Sum
er nú búgva 10 fólk á heim-
inum, og tað ætla vit at
halda fast við. Vit eru í holt
við at fylgja upp á eldra-
økinum í Runavík, tí tað
hevur ikki verið gjørt so
nógv við.
Við at keypa Føroya Vist-
arheim
so
verður
eldraumráðið í Runavík so
at siga samlað á einum
staði. Eitt sindur omanfyri
liggur Ellisheimið, og um
bygt verður afturat, so
verður helst bygt á økinum
rundanum vistarheimið.
– Ætlanin er at lata upp
kanska síðst í hesum árin-
um ella fyrst í næsta ári,
sigur Marja Lamhauge.
– Men vit hava lovað, at
tey búfólkini, ið eru har nú,
verða ikki koyrd út fyrr enn
tey hava fingið annað pláss
at vera í. Hetta verður helst
í august-september í ár.
Síðani skulu onkrar um-
vælingar gerast, men onki
dato er sett á nær heimið
letur upp.
Føroya Vistarheim liggur
í friðarligum og náttúru-
vøkrum umhvørvi í Runa-
víkar
kommunu,
beint
norðanfyri Toftavatn.
Rús- og roykfrítt tilboð til ung
Eldraøkið í Runavík:
Fyrstu 10 kommunalu plássini
... vit vilja gera
okkara besta. So-
leiðis ljóðar loysan-
arorðið hjá títtling-
unum. Og títtling-
arnir hjá KFUK
skótunum í Føroy-
um fylla 70 ár
Kristi himmalferð-
ardag. Sama dagin
eru 74 ár liðin síð-
ani KFUK skótarn-
ir byrjaðu í Føroy-
um
SKÓTALÍV
Ingrid Bjarnastein
Tað
var
Henrietta
Hansen, KFUK-ari, sum
kendi til skótaarbeiði í
Danmark, ið helt, at før-
oyskar gentur skuldu fáa
møguleikan at gerast
skótar.
9. maj, sum er Kristi
himmalferðardagur, eru
74 ár liðin síðani KFUK
skótarnir byrjaðu í Før-
oyum, og fýra ár seinni
kundu tær 8–10 ára
gomlu eisini gerast skót-
ar. Hetta var byrjanin til
títtlingarnar, sum í ár
sostatt gerast 70 ár. Av
teimum fyrstu, sum vóru
við í hesum títtlinga-
flokki kunnu nevnast
Jona Henriksen, Atlanta
Weihe og Ester Djur-
huus.
Sum nakað nýggjari,
so byrjaðu spírur fyri
tveimum árum síðani.
Hetta eru 6 og 7 ára
gamlar gentur. Tilsam-
ans eru 135 spírur, títtl-
ingar, skótar, ungdóms-
skótar, leiðarar og 4.
grein limir hjá Havnar
KFUK skótum í ár.
Nú títtlingarnir fylla
70 verður skipað fyri
serligum tiltaki sjálvan
føðingardagin.
Tann
fyrri parturin av degnum
verður fyri skótarnar,
har byrjað verður við
guðstænastu og síðani
verður farið til døgurða
á Hotel Hafnia. Aftaná
verður postarenning fyri
allar skótarnar og frá
klokkan 15.00 byrjar til-
takið alment. Tá verður
fagnaðar dagur, har øll
kunnu koma at fáa sær
kaffi og lagkøku, og har-
afturat verður ymiskt
skótavirksemi til børn-
ini. Loppumarknaður,
bomm- og køkutombola
verður eisini á skránni.
Klokkan 18.00 verður
endað við báli á KFUK-
trøðni, har felagssangur
og okkurt undirhald
verður.
Títtlingarnir:
Vit vilja standa saman...
Foreldrabólkur skipar fyri dansi í Platform fyri rús- og roykfrí
ung
Marja Lamhauge, formaður í sosialu nevnd í Runavíkar
kommunu, sigur, at vistarheimið helst letur upp seinast í
hesum árinum ella fyrst í næsta ár
Runavíkar kommuna hevur nú keypt Føroya Vistarheim, sum nú verður til eitt kommunalt vistarheim
Mynd: Edvard
Tað er stuttligt hjá einum
smádreingi
at
damla
fram við landi og fiska
reyðfisk og smáfisk eitt
góðveðurs-kvøld. Slepp-
ur hann so eisini at stýra
bátinum, er næstan einki,
sum honum dámar betur
enn tað.
Hendan myndin er
tikin síðsta fríggjakvøld
út fyri Saltnesi. Tað er
stilli og slætt sum á gólv-
inum. Eina løtu andar
hann av landnyrðingi, og
tá er eitt sindur kølið.
Lýggjan er ikki komin í
luftina enn.
Onkur reyðfiskur og
brondingur er fram við,
men ikki er tað nógv.
Agnið er fesk gágga og
sild, sum Páll og Jógvan
Hans Jakku áttu niðri í
skúrinum.
Deydligt er fram við
landinum. Minni er at
fáa, enn tað onkuntíð
plagar at vera, men tað
ger einki. Smádrongin-
um dámar best at sigla
uppaftur, tí tá sleppur
hann at stýra.
Roynt verður fyrst á
sandeygunum út fyri
Saltnesi, síðan á sand-
botni heiman fyri vitan á
Garðsenda, inni í taran-
um undir húsunum hjá
Frits og at enda stutt inn-
an fyri bátahylin í Oyr-
unum.
Tá ið siglt verður inn
aftur í Oyrahavnina, er
smádrongurin troyttur og
kanska eitt sindur kaldur,
men væl nøgdur við
hesar báðar tímarnar á
floti.
-v.
Skipari á
reyðfiskatúri
VERKFALLIÐ
Eirikur Lindenskov
Nú er tolið hjá borgarstjór-
anum á Tvøroyri uppi í
sambandi við verkfalli hjá
Skipara- og Navigatørfe-
lagnum. Hann hevur í dag
sent Fíggjarmálastýrinum,
Føroya
Skipara-
og
Navigatørfelag og Strand-
faraskipum Landsins skriv,
har hann krevur, at loysn
fæst á málinum, og at
sersáttmáli verður gjørdur
fyri Smyril, so hann ikki
verður lagdur, hvørja ferð
verkfall er.
– Tá eingi útlit eru til, at
arbeiðssteðgurin
skjótt
heldur uppat og vísandi til
tíðindasendingar í útvarpi
og sjónvarpi, har hvørki
fíggjarmálaráðharrin ella
formaðurin í Skipara- og
Navigatørfelagnum
vilja
taka ábyrgd fyri at fáa
sambandið við útjaðaran í
rættlag aftur, krevur Tvør-
oyrar býráð hervið av
pørturnum, at teir geva tey
neyðugu undantøkini bein-
anvegin, soleiðis at ferjur-
nar kunnu taka sigling sína
uppaftur í stunduni, so
serliga útflutningurin, sum
øll liva av, men so sanniliga
eisini
fólkaflutningurin,
verður tarnaður sum minst,
sigur Finnleif Guttensen.
– Framhaldandi verður
kravt, at Smyril fær sersátt-
mála sum skjótast, soleiðis
at hendan støðan ikki kem-
ur fyri aftur, men at skipið
altíð siglir óansæð trætur av
ymsum slag á arbeiðsmark-
naðinum, tí Suðuoyggin er
altíð allarringast fyri av
slíkum trætum og slíkt
góðtaka vit ikki longur.
Tolið er uppi.
Endar verkfallið ikki
skjótt, kann tað gerast
ein vanlukka hjá
nógvum bóndrum
kring landið
VERKFALLIÐ
Áki Bertholdsen
Endar verkfallið hjá Skip-
ara- og Navigatørfelagnum
ikki rættiliga skjótt, kann
tað gerast ein fíggjarlig
vanlukka
hjá
nógvum
bøndrum kring landið.
Nógv hevur verið tosað
um
ferðamannasigling,
oljutrot og ølflutning undir
verkfallinum, men tann
samfelagsbólkurin,
sum
verkfallið kann fáa álv-
arsligast avleiðingar fyri,
eru bøndurnir.
Og einaferð enn eru tað
bøndurnir í útjaðaranum,
sum eru harðast raktir.
Teir bøndur, sum hava
mjólkneyt kring landið, har
onki ferðamannasamband
er, hava ikki nógv fóður
eftir.
Petur Karl av Rana á
Tvøroyri, sum hevur 80
neyt, sigur, at hann nøkur
tons av fóðuri suður sjálvan
valdagin, so hann er ikki
tann ið er ringast fyri, tí
hann klárar seg í einar 10
dagar afturat.
Hjá nógvum øðrum er
støðan nógv verri, tí teir
hava bara fóður til nakrar
heilt fáar dagar afturat.
– Hetta er ein ruðulleiki,
verður stutt staðfest á
fóðurdeildini hjá MBM í
Kollafirði.
Haðani verður sagt, at tey
gera, hvat tey kunnu, fyri
fáa fóður út til bøndurnar,
men tað gongur strævið og
tað er ongin trygd fyri, at
tað eydnast.
Bjørn Patursson, formað-
ur
í
Bóndafelagnum,
ásannar, at støðan er við at
gerast rættiliga álvarslig hjá
nógvum
bøndrum
við
mjólkneytum.
– Koma teir at mangla
fóður, so at kúnnar ikki fáa
tað ískoyti, tær skulu hava,
missa tær mjólkina.
– Men tað ringasta er, at
missa tær fyrst mjólkina,
fáast tær ikki at mjólka líka
nógv aftur, fyrrenn tær
hava kálvað, hvussu so
roynt verður.
Hann sigur, at tað tí
rættiliga skjótt kann gerast
ein fíggjarlig vanlukka fyri
bøndurnir kring landið,
sigur Bjørn Patursson.
Hann sigur, at nú fer
Bóndafelagið at seta seg í
samband við MBM at vita,
um tað er nakað, felagiuð
kann gera fyri at bøta um
støðuna. Men, hvat tað
skuldi verið, veit hann ikki.
Útoyggjafelagið
hevur
ikki viðgjørt verkfallið,
hóast tað mestu eru út-
oyggjarnar, verkfallið rak-
ar. Óla Jákup úr Dímun,
sum er fyribils formaður í
felagnum, sigur, at tað
hevur ikki verið serliga
virkið seinastu tíðina, bæði
av sjúku og øðrum orsøk-
um.
Men felagið er heldur
ikki formliga stovnað enn,
tað er ætlanin at gera í
næstum.
TÍÐINDASKRIV
Í mong ár hevur Kristiligt
Lurtara- og Hyggjara-
felag, KLH, havt aðal-
fund Krists himmals-
ferðardag. Í ár verður
aðalfundurin hildin í
Gøtu kirkju kl. 15.00.
KLH er ópolitiskt og
hevur til endamál at virka
fyri kristiligum sending-
um í almenna útvarpin-
um og sjónvarpinum, og
at styðja útvarpið og
sjónvarpið í góðum og
sømiligum sendingum.
KLH vil forða fyri, at
útvarpið og sjónvarpið
verða nýtt til ósømiligar
sendingar og annað, sum
ikki er kristnum siði og
kristnari trúgv verdugt.
Á aðlfundinum fer Er-
land Rasmussen at kunna
um arbeiðið við andligu
sendingunum, sum verða
sendar í SVF.
Í sambandi við aðal-
fundin verður eisini al-
ment møti í kirkjuni í
Gøtu um kvøldið kl.
18.00, har øll eru væl-
komin.
Kristiligt Lurtara- og
Hyggjarafelag aðalfund
Onkur reyðfiskur og onkur brondingur eru fram við
Uni Næs, prestur í
Fuglafirði, er formaður í
Kristiligum lurtara- og
hyggjarafelag
Tolið uppi á Tvøroyri
– Nú er tolið uppi, sigur
Finnleif Guttesen
Klára seg nakrar
dagar afturat
Bøndurnir kring landið
kunnu koma skjótt í neyð, tí
nú er vandi fyri, at neytini
missa mjólkina
C
M
Y
K
9
8