hósdagur 30. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
Tilvitað val
Ivaleysa væl er skrivað og
málað á veggin um, at
sleppa vit okkum av við rík-
isstuðulin og allar aðrar
danskar veitningar, so fer
búskapurin at minka mun-
andi, hóast vit í dag hava
avlop í almennu køssunum
og avlop í samskiftinum við
útheimin. Hesin parturin av
upplýsandi uppgávuni hjá
Landsstýrinum, sum stevnir
fullveldiskósina, er borin
greitt fram. Her er ivaleysa
nógv gjørt av, soleiðis at
myndin, vit hava av sjálv-
støðuga búskapinum, held-
ur er meira døpur enn væl
er. Danskir búskaparfrøð-
ingar hava ljóðandi meira
bjartskygda mynd enn vit av
egnu sjálvstøðugu framtíð
okkara.
Framtíðar valið er í orða-
skiftinum vorðið soleiðis, at
fyri framman stendur at
hvør einstakur sigur sítt ja
ella nei til eina einastu
stevnu, sum er at loysa Før-
oyar til sjálvstøðugan stat.
Men valla er tað nakrantíð
soleiðis í lívinum at fyri
framman okkum stendur
valið um eitt einstakt. Ong-
antíð er valið minni enn
millum tvinnar kostir, og
veljast skal annar, so at tú
sjálvstøðugt hevur valt
framhaldandi lívið, uttan
mun til um tað fer eftir øðr-
um vegnum ella hinum. Á
einum atkvøðuseðli fært tú
kanska bara valið ímillum
at skriva kross í rútarnar fyri
ja ella nei um eina einstaka
stevnu, men lívið skiftir kós
í báðum førum, og tí eru
sjálvstøðug val í báðum rút-
um at vela. Í veruleikanum
velir tú ja ella nei í báðum
rútum, hóast tað ljóðar held-
ur løgi. Tí er rímuligt at
spyrja um avleiðingarnar av
at velja aftur gomlu skipan-
ina, sum letur donskum rík-
ismyndugleikum politiskt
vald aftur fyri ríkisveiting.
Tað er ikki bara í hugaheim-
inum at tað er eitt tilvitað
val at fara aftur á gomlu
slóðina. Eisini í politisku
gongdini og sjálvari bú-
skapargongdini fer tað at
merkjast sum broytt kós, tí
tær Føroyar sum komu und-
an kavi eftir kreppuna, eru
ikki tær somu sum fóru und-
ir kav fyrra partin av nítiár-
unum. Hetta grundi eg á
tvær orsakir.
Eitt millumvaldsbil
Tann fyrra er, at vit hava nú
í nøkur ár livað í einum bili,
líkt einum interregnum —
einum millumvaldsbili - tá
ongin greið samfelagspolit-
isk stevna setir áralagið. Í
nøkur ár hava almennu
kassarnir havt avlop, sum
koma heilt upp ímóti stødd-
ini á ríkisveiitingini. Telja
vit lánsavdráttir uppí, so er
konsolideringin hjá al-
mennu køssunum eins stór
og ríkisvieitingin seinastu
árini. Tað merkir tað sama
sum at almennir kassar fáa
ríkisveitiningina, men brúka
hana bara í lítlan mun, og
økja tí lítið um innlendska
eftirspurningin.
Millum
landsins borgarar er hug-
burðurin ikki ólíkur hesum.
Síðani framgongd sást í bú-
skapinum og inntøkurnar
gjørdust frægari, bæði hjá
einstaklingum og fyritøk-
um, hevur eitt vist varsemi
verið at síggja í atburðinum.
Hóast munandi betri inntøk-
ur, hava hvørki einstakling-
anýtslan ella íløgurnar hjá
fyritøkunum gjørt nøkur
skarvslop. Tað sær út sum
bíða bæði húsarhald, fyri-
tøkur og tað almenna sjálvt
eftir einari avgerð um tær
fortreytirnar, sum vit skulu
laga okkum til.
Tilfeingismeðvit
og liberalisering
Seinna orsøkin er, at leiðin
burtur úr kreppuni hevur
verið merkt av hugtøkunum
sparing og liberalisering.
Sparingin er eitt breitt hug-
tak, sum fevnir um skila-
góða og effektiva tilfeing-
isnýtslu sum heild. Tað
merkir ikki bara at brúka
minni, men at brúka við
skili, soleiðis at mest gagn
fæst
burturúr
hvørjari
krónu. Sjálvandi er ilt at
staðfesta ella prógva tilver-
una av nýggjum hugburði,
men eg váði at siga húsar-
haldini vera meira ansin í
nýtsluni og meira varin at
seta seg í skuld. Valla ivast
nakar í at tað almenna brúk-
ar minni part av inntøku-
num enn fyrr hevur verið
lagið, og avlop í almennu
køssunum ár undan ári er
ókent
fyribrigdi
undir
gomlu skipanini. Vinnufyr-
itøkurnar eru meira varligar
bæði í rakstri og íløgum, so
at virkisførið og kapping-
arførið væntandi eru batn-
aði í mun til gamlar dagar.
At allir partar av búskapi-
num eru meira ansin um at
brúka tilfeingið skilabest,
kemur ikki bara av broytt-
um hugburði, men eisini av
tí at karmarnir um búskap-
arligu tilveruna eru broyttir.
Samanlagt er farin fram ein
liberalisering av samfelags-
búskaparligu kørmunum.
Føroyar eru í dag meira at
kalla marknaðarbúskapur
heldur enn studningsbú-
skapur, sum undan krepp-
uni. At húsarhald eru meira
ansin at veðseta seg, kemst
bæði av at ískoytið til rent-
uútreiðslur minkar, at peng-
astovnarnir eru meira ansnir
um veðsetingarvirðini, at ar-
beiðsloysi ella minni vinn-
utrygd er vorðin ein meira
verulig hóttan í hugaheimi-
num hjá tí einstaka. Polit-
isku báknini um at hvør ein-
stakur skal sjálvur gjalda í
meira mun til eftirlønina,
um at rentustuðilin verður
uppaftur minni, um at priv-
atisering og kommersiali-
sering av tænastum fer at
økja um borgarakostnaðir,
gera eisini sítt til at húsar-
haldini verða meira ansin í
nýtslu og veðseting.
At fyritøkurnar ikki loypa
á leistum í stórsligin íløgu-
ævintýr, sum lagið mangan
var í gomlum døgum, kemst
heldur ikki bara av broyting
í hugburði, men í stóran
mun av at fyritøkurnar ikki
kunnu rokna við almennum
veðhaldum til lán og rakstr-
arstuðul í sama mun sum
áður. Haraftrat kemur so at
vinnuligu karmarnir um ser-
liga fiskiskap og fiskavirk-
ing eru munandi broyttir,
soleiðis at hesar vinnurnar
í dag virka í einum liberal-
iseraðum umhvørvi, eins og
politisku báknini benda á
enn meira liberalisering av
vinnukørmunum.
Liberaliseringin av vinnu-
liga umhvørvinum hevur á-
virkan á allar vinnupartar og
marknaðir. Fíggjarmarkn-
aðurin, allir vøru- og tæn-
astumarknaðir og arbeiðs-
marknaðurin eru ávirkaðir
av broyttu kørmunum og út-
litinum til meira liberalis-
ering.
Samanumtikið eru vit
hesuferð komin úr kreppuni
á annan hátt enn áður. Fyrra
størra kreppan vit eru komin
úr var heimsumfatandi olj-
ukreppan, og ta ferðina
komu vit úr henni við heilt
øðrum hugburði og heilt
øðrum áratøkum. Meðan
loysnin upp á kreppuna
fyrst í sjeytiárunum — sum
bæði var oljukreppa og fisk-
ivinnukreppa — var rakstr-
arstudningur og íløgustudn-
ingur, hevur loysnin hesu
ferð verið ein tillaging hjá
øllum pørtum at standa á
egnum beinum. Vit eru
komin soleiðis burturúr
kreppuni hesu ferð, at vinn-
uliga umhvørvið og búskap-
arpolitiska skilið er mun-
andi betri enn undan krepp-
uni.
Tilfeingiskreppa
ella skipanarkreppa
Frammanfyri okkum stend-
ur tí ikki bara valið fyri ella
ímóti at fara úr danska rík-
isfelagsskapinum, ella valið
fyri ella ímóti tí samráðing-
arúrsliti, sum kemur burtur
úr samráðingunum, men
eisini valið fyri ella ímóti
at venda aftur á gamla lagið.
Vit menniskju eru helst so-
leiðis, at tá vit fáa fortreyt-
irnar at vita, so fáa vit okk-
um mest møguligt gagn av
teimum. Og samfelag mill-
um menniskju ber seg ikki
annaðleiðis at. Verður úrsl-
itið av gongdini soleiðis, at
vit fara undir aftur ta skipan,
at danskir ríkismynduleikar
betala fyri at hava politiskt
vald, so ivist eg ikki í, at vit
fara at gera mest gagn av tí
skipanini. Vit fara ikki at
lata politiskt vald til eina
aðra tjóð uttan at fáa sum
mest av vælferð afturfyri, tí
søgan sigur okkum at allir
politiskir flokkar, og hvør
einstakur borgari somuleið-
is, vilja hava mest møguligt
í sín part av tí tilfeingi, sum
vit fáa uttaneftir. Tað er onki
sum bendir á at vit fara at
lata politiskt vald frá okkum
fyri at fáa sum minst aftur-
fyri.
Trýstið, sum veljarar og
vinna fara at leggja á polit-
isku flokkarnar og politiska
valdið, verður um at fáa
sum mest av tí vælferð rík-
isveitingin gevur, í sín part.
Stríð fer aftur at standa mill-
um landspartar um part í
vælferðini, danska ríkisveit-
ingin gevur, trýst fer aftur
at koma á politikarar og pol-
itiska valdið um at lata vinn-
uni studning, eins og velj-
araskarin sum heild fer at
vilja hava gagn av ríkisveit-
ingini.
Svara mær kannst tú og
siga, at sama stríðið um part
í vælferðini er í dag. Gam-
aní, men politiska valdið í
landinum hevur avgjørt at
avlopið hjá almennu køss-
unum skal vera stórt, og tí
er stórur partur av virðunum
vit skapa og gávuni vit fáa
úr Danmark, hildin uttanfyri
eftirspurningin. Og framm-
anundan tí vóru avdráttar-
skyldurnar so stórar og virð-
isskapanin so lítil, at ongi
avlop vóru at býta av.
Tá avgerðin er fallin um
ríkispolitisku viðurskiftini,
fara allir partar at laga seg
til ta framtíð, sum tá stendur
fyri framman. Verður loyst
frá Danmark, so fara vit inn
í eina kreppu, sum er ein
tilfeingiskreppa, tí tað stutt
og greitt verður minni til av
virðum í samfelagnum, enn
verið hava frammanundan.
Verða vit verandi í ríkinum,
fara vit inn í eina sonevnda
strukturkreppu, tí eftir mín-
um tykki venda vit tá aftur
frá einari mennandi liberal-
isering og skilagóðari til-
feingisnýtslu til ein studn-
ingsbúskap við almennari
uppílegging í flestu markn-
aðir.
Aftur til gamla sáttmála?
Tilfeingiskreppan er væl
lýst í kjakinum, hóast lýs-
ingin er merkt av ríviligum
bjartskygni frá øðrum part-
inum og svartskygni uttan
mýkindi frá hinum parti-
num. Burtur úr hesum hevur
vanligi lurtarin kanska fing-
ið eina skilagóða miðal-
mynd.
Hvør er so strukturkrepp-
an fyri framman? Konkretu
møguleikarnir eru óteljandi,
men meginrákið í gongdini
kann gitast um.
Samráðingarnar við ríkis-
stjórnina um nýggja heim-
astýrisskipan fara at miða
eftir at fáa so stóran væl-
ferðastyrk sum til ber, aftur
fyri tað politiska vald ið lat-
ið verður ríkisstjórnini. Illa
er hugsandi at føroyingar
góðtaka annað enn tað, ella
at danska ríkisstjórnin torir
annað enn tað. Fyrsta stigið
er tí ein ríkiliga stór ríkis-
veiting — mest trúliga av
somu stødd sum í dag.
Næsta stigið er at fáa gagn
av styrkinum, tí tað er ikki
hugsandi at danska stjórnir
fáa loyvi frá veljarum sínum
at lata føroyingum vælferð-
astyrk til at seta á bók. Men
hvat gagn vit gera av styrk-
inum, tað stendur í veruleik-
anum til veljararnar og
vinnuligu ávirkanina á pol-
itisku skipanina. Lítil orsøk
er til at vænta annað enna
at kravið frá veljarum og
vinnulívi vera sum undan
kreppuni, og tí er mest trú-
ligt, at ein partur fer til í-
løgur hjá tí almenna, ein
partur fer til at økja almenn-
ar tænastur, ein partur fer
til at minka nettoskattatrýst-
ið og í aðrar mátar økja um
vælferðina hjá húsarhaldi-
num og ein partur til vinnu-
ligar studningar av ymsum
slag.
Í tann mun, sum tað al-
menna brúkar pengarnar til
at økja almennu tænasturnar
og til almennar íløgur —
sum helst er mest neutrala
nýtslan av veitingini - fer
gongdin at økja um inn-
lendska eftirspurningin og
harvið at leggja trýst á inn-
lendsku marknaðirnar, so at
faktorinntøkan í innlendsk-
ari vinnu batnar í mun til
hana í útflutningsvinnu.
Somuleiðis fer tað almenna
at vaksa sum partur av bú-
skapinum.
Í tann mun, sum tað al-
Tvinnir kostir fyri framman
— hvørgin er mjúkur
Viðmerking:
Í orðaskiftinum um loysing og samband er mestsum sligið fast, at fyri framm-
an er valið eittans: at vit loysa úr danska ríkinum og koma í búskaparliga
kreppu ella so verða vit verandi í danska ríkinum og tá heldur verandi bú-
skapur fram ótarnaður. Hetta er ikki heilt beint. Heldur er tað, sum so mang-
an, at fyri framman eru kostirnir tvinnir og hvørgin teirra mjúkur. Tí ætli eg
mær at grundgeva fyri
Hermann Oskarsson skrivar
menna brúkar pengarnar til
at minka nettoskattatrýstið
og økja vælferðina hjá hús-
arhaldinum í aðrar mátar,
hevur gongdin somu ávirk-
an á innlendska virksemið,
prísir og faktorinntøkur.
Harumframt kann tað lætt-
liga fáa ávirkan á liberali-
seringstilgongdina eins og
á tilfeingissparandi hug-
burðin. Hví skulu borgarar
landsins fara at gjalda til
egna eftirløn tá tað almenna
er vorðið ríkari og meira
sinnað at brúka av pengu-
num? Hví skulu veljararnir
gjalda brúkaragjøld ella
marknaðarprís fyri tænstur,
sum áður hava verið lands-
uppgáva — so sum telesam-
skifti, postflutning, ferða-
fólkaflutning og annað
mangt. Hví skal rentuí-
skoytið til húsabygging
minkast og hví skal rentu-
inntøka skattast, um tað al-
menna kann lætta um hjá
ungum fólki at seta búgv?
Í tann mun, sum pengarnir
fara til at dugna útjaðara-
num, fer tað at fáa ávirkan
á almennu íløgurnar og ak-
tivitetin innanlands.
Í tann mun, sum pengarnir
verða brúktir til vinnustuð-
ul, fer tað at avlaga kapp-
ingina um kapital og ar-
beiðskraft, so at vit aftur
fara at hava stórar partar av
vinnutilfeinginum bundið í
vinnur, sum ikki bera seg á
vinnuligum
grundarlag.
Fiskivinnan er tann, sum í
gomlu skipanini fekk mest-
an stuðulin. Hetta kemst av
ymsum ávum.
Partvíst kemst tað av tí van-
ligu kappingini, sum fer at
verða millum allar samfel-
agsbólkarnar, og fiskivinn-
an er tann, sum hevur havt
sterkast ávirkanina á polit-
isku skipanina. Men partvíst
kemst tað av, at tað er mest
rasjonelli og í støðuni skil-
abesti politikkur, at veita
fiskivinnuni studning, tá
landið fær ríkisstuðul. Tí øll
onnur nýtsla av pengunum,
sum omanfyri er greitt frá,
fer at økja um vinnuførið
hjá heimamarknaðarvinnu-
num í mun til útflutnings-
vinnuna. Hvørja ferð ein
króna av ríkisstuðlinum
verður brúkt til at bøta um
vælferðina hjá húsarhaldi-
num, økist trýstið á útflutn-
ingsvinnurnar. Hvørja ferð
ein króna verður brúkt til
almennar íløgur ella al-
mennar tænastur, økist
trýstið
á
útflutnings-
vinnurnar.
Í tann mun, sum pengar-
nir verða brúktir til vinnu-
ligan studning, fer tað at
avlaga tað liberaliseringstil-
gongd, sum er grundarlagið
undir gongdini móti sunnari
og sterari fyritøkum. Fáa
fiskiskip á heimaleiðum á
onkran hátt kapitalstyrk frá
tí almenna, fer tað at ávirka
prísirnar á skipum og prís-
irnar á døgum, uttan at tað
avgjørt fer at gera fyritøk-
urnar sterkari. Fáa virkini
studning, fer tað at økja um
fiskaprísin, uttan at tað av-
gjørt fer at gera fyritøkurnar
sterkari. Fiskivinnan er í tí
støðu, at hon illa kann fáa
studning uttan at venda aft-
ur til eitt annað slag av reg-
ulering, enn hana vit hava í
dag, og satt at siga dugi eg
illa at hugsa mær hvussu
fiskivinnan kann fáa part av
øktu vælferðini av donsku
ríkisveitingini, uttan at tað
fer at spilla alla liberaliser-
ingsgongdina, sum verið
hevur.
Men fær fiskivinnan ikki
studning, kemur hon eisini
í trupulleikar, tí meðan allar
aðrar vinnur kunnu luttaka
í innlendsku inflasjónini,
kann fiskivinnan tað ikki,
og tí fer henni at mangla
bæði kapital og fólk. Ilt er
at hugsa sær annað, enn at
vendast má aftur til eina
skipan, har tað almenna let-
ur studning við aðrari hond-
ini, og við hinari stýrir til-
gongd og frágongd í vinn-
uni.
Útgangur
Her er stutt nortið við nakrar
av teimum skipanarligu
trupulleikunum, sum vit
koma okkum útí, um vit
venda aftur til eina ríkis-
studningsskipan. Málið er
ikki lýst eins væl og teir
vælferðatrupulleikarnir eru
lýstir, um vit sleppa okkum
undan ríkisstudningunum,
men tó skuldi fegin staðið
greitt, at valið ikki stendur
millum eina lættgongda og
eina illgongda leið, men at
valið heldur stendur millum
tvær leiðir inn í framtíðina,
sum báðar hava sínar íbornu
trupulleikar.
Sannleikin er tann, at vit
eru vaxin fleiri tummar
gjøgnum kreppuna. Vegurin
úr kreppuni hevur verið
merktur av skilagóðari til-
feingisnýtslu — kanska av
neyð, men ikki minni væl-
eydnað kortini. Vegurin úr
kreppuni hevur eisini verið
merktur av búskaparliga
heimsrákinum, sum er libe-
ralisering av marknaðum og
áðurnevnda neyvstýring av
tilfeingisnýtsluni. Og enn
hava vit so langt í frá troytt
allar møguleikarnar.
Og ein afturvending til
gomlu skipanina — ella
rættari full nýtsla av rætt-
indunum og ríkidøminum í
gomlu skipanini — fer at
koma í andsøgn til rákið,
sum í er komið síðani
kreppuna. Uttan at hugsa
um hvørjar konsekvensir
tað hevði fyri ríkisrættarligu
støðuna, eru føroyskir,
danskir og aðrir analytikarar
komnir til hesar liberaliser-
ingsloysninrnar og tilfeing-
issparandi gongdirnar. Og
ein kúvending fer at føra til
nýggjar konfliktir, tí tilvax-
andi búskapargongdin hev-
ur undirtøku tvørtur um rík-
ispolitisk mørk í Føroyum.
Tá um ræður ríkispolitisk
viðurskifti og tá um ræður
búskaparpolitisk viðurskifti
ganga mørkini ikki eins
millum fólk. Tú finnur lib-
eralistiskar sambandsmenn
eins snilt og liberalistiskar
loysingamenn.
Hermann Oskarsson
Viðmerking:
Føroya Landsstýri
Stílað: Signari á Brúnni,
landsstýrismanni í undirvís-
ingar- og mentamálum.
Undirritaðu skúlaleiðarar í
Eysturoynni, sum umboða
1700-1800 næmingar, hava
viðgjørt støðuna, nú sátt-
málasettu lærararnir hava
verið í verkfalli síðan 8.
mars.
Av tí at sáttmálasettu lær-
ararnir undirvísa í miðal
umleið ein triðing av pults-
tímunum, verður undirvís-
ingin skerd so munandi, at
skúlin als ikki virkar sum
undirvísingarstovnur. Fleiri
flokkar hava lítla og onga
undirvísing fingið, síðan
verkfallið byrjaði.
Heldur hetta lagið fram í
langa tíð afturat, verður
drúgt at byggja tað uppaftur,
sum nú verður brotið niður.
Í løtuni er støðan í skúl-
anum ótolandi, og tí verður
inniliga heitt á tygum sum
landsstýrismann í skúlamál-
um og ábyrgdarhavandi at
taka stig til, at málið verður
loyst beinanvegin.
Viðvíkjandi støðuni í skúl-
anum í samb. við verkfallið
hjá lærarunum
Nú allir sáttmálasettir lær-
arar eru í verkfalli, er Koll-
afjarðar skúli sera hart
raktur, við tað at undirvíst
verður undir 40% av van-
ligu tíðini. Hetta hevur við
sær, at næmingarnir missa
nógvar undirvísingartímar,
men av tí at uppmøtingin
eisini er óreglulig, missa
teir enn meir, tí ringt er hjá
lærarunum, sum ikki eru
partur av verkfallinum at
leggja undirvísingina til
rættis, tá teir ikki vita, hvør
er í skúla. Harafturat verð-
ur undirvísingin sera nógv
órógvað, við tað, at teir
næmingar, ið hava frí mitt
í skúlatíðini ganga í skúla-
garðinum ella inni í skúla-
num.
Dømi eru um, at børn,
ið ikki eru von at ganga
einsamøll millum skúla og
heim, hava gjørt tað, og
kundi stórur vandi staðist
av hesum. Sum øll vita, er
sera nógv ferðsla á økinum
við skúlan í løtuni.
Skúlanevndin hevur við-
gjørt støðuna og hevur um-
hugsað at steingja skúlan,
men av tí at vit ikki hava
myndugleika til tess, letur
hetta seg ikki gera.
Vit fara tí at heita á
foreldur at hava børn
teirra heima til verkfallið
er av.
Velja tygum at gera eftir
áheitanini, má hetta frá-
boðast skúlaleiðaranum.
Vinarliga
Kollafjarðar
Skúlanevnd
Arnbjørn Kristiansen,
formaður
Kollafjarðar Barnavernd
410 Kollafjørður
23. mars 1000
Til øll foreldur at børnum
í Kollafjarðar Skúla
Vísandi til skriv frá Skúla-
nevndini um hvussu hætt-
islig støðan er við skúlan
nú meðan verkfalli er,
mælir Barnaverndin eisini
til, at foreldur ikki senda
børnini í skúla.
Vit meta at í Kollafirði
gera serstakar umstøður
seg galdandi, av tí at bygd-
in er so long og at tað fyri
tíðini er serliga nógv og
tung ferðsla, vit hugsa um
teir mongu lastvognarnar,
sum júst í hesum døgum
koyra útgrevstur frá bygg-
ing av ítróttarhøll við skúl-
an og grót til bátahyl á
Signabø.
Av tí at undirvísingin er
skerd við 60% sigur tað
seg sjálvt, at tað er nógv
frítíð, og teir lærarar sum
undirvísa kunnu ikki eisini
ansa børnunum, sum hava
frítímar.
Hettar er ein roynd at
binda um heilan fingur.
Vinarliga
Kollafjarðar
Barnavernd
Til foreldur at næmingum
í Kollafjarðar Skúla
Fuglafjørður, tann 23.
mars 2000.
Fuglafjarðar skúli, Súni í
Hjøllum
Leirvíkar skúla, Ólavur
Sjúrðarberg
Gøtu skúli, Hans Mourits
Foldbo
Runavíkar kommunuskúli,
Osmund Lamhauge
Tofta skúli, Marita Dals-
gaard
Stranda skúli, Richard Jo-
hansen
Skála skúli, Súni Kristian-
sen
Oyndarfjarðar skúli Hallur
Ellingsgaard
Funningsfjarðar skúli, Emil
Jacobsen
Funnings skúli, Tórhild
Bjarkhamar
Gjáar skúli, Jan Thomsen
Eiðis skúli, Vagn Foldbo
Norðskála/Oyra skúli, Arn-
old Joensen
Felagsskúlin á Oyrarbakka,
Hans Erland í Brekkunum
Fimleikaárið er farið at
halla, og Havnar Fimleika-
felag endar árið við tveim-
um framsýningum.
Nú várið er á veg, fara
fimleikafeløgini kring land-
ið at sýna fram tað, tey hava
vant í vetur. Størsta fimleik-
afelagið í landinum Havnar
Fimleikafelag fer, sum vant,
at hava tvær framsýningar.
Í vetur hava einir 1200
fimleikarar íðkað fimleik
hjá Havnar Fimleikafelag,
bæði rútmiskan fimleik og
amboðsfimleik,
og
til-
gongdin veksur hvørt ár.
Sjálvt um tað eru flest gent-
ur, sum gera fimleik, eru
dreingirnir eisini komnir
fyri seg, og tað er at fegnast
um. Veturin hjá Havnar
Fimleikafelag hevur í ár
verið serligur, við tað at fel-
agið fylti 90 ár í desember
1999. Í hesum sambandi
skipaði felagið fyri eini
gallasýning í Norðurlanda-
húsinum í desember í fjør,
sum bæði felagið og áskoð-
ararnir vóru sera væl nøgdir
við.
Av tí, at fimleikararnir eru
so nógvir í tali, verða tvær
sýningar, ein við yngru lið-
unum og ein við eldru liðu-
num. Fyrra sýningin verður
leygardagin 1. apríl kl.
16:00. Á hesi sýningini fara
vit at síggja tey 3 til 9 ára
gomlu, umframt hesi liðini,
verða eisini tey yngru grand
prix liðini hjá felagnum,
pinkurnar og smágenturnar.
Seinna sýningin verður
mánakvøldið 3. apríl kl
19:00 og her fara vit at
síggja eldru barnaliðini og
vaksnamanna liðini.
Til báðar framsýningar-
nar verða ídnaðarprógv og
nálir handaðar. Ídnaðar-
prógv fáa tey, sum hava
møtt best og eru ídnast á
sínum liði. Tað er ikki ó-
vanligt, at fleiri á einum liði
kvalifisera seg til eitt ídn-
aðarprógv, og í slíkum før-
um verður lutakast. Teir
fimleikarar undir 14 ár, sum
eru við í lutakastinum um
ídnaðarprógv, men ikki fáa
tað, fáa ein vatndunk, sum
Havnar
Fimleikafelag
stendur á. Hesir dunkar vera
eisini til sølu á báðum sýn-
ingunum, fyri einans 50,-
krónur. Ein fimleikari, sum
einaferð hevur fingið eitt
ídnaðarprógv, kann ikki fáa
eitt aftrat. Fimleikafelagið
letur eisini 5 -, 10- og 15
árs nálir.
Ein trupulleiki, sum ofta
er, tá ið fimleikaframsýn-
ingar eru, er at tað tekur
langa tí at fáa amboðini
fram og beina tey burtur aft-
ur, alt ov ofta verða ov
langir steðgir millum liðini.
Henda trupulleika hevur
Havnar Fimleikafelag roynt
at gjørt nakað við. Leiðar-
arnir hava arbeitt nógv sam-
an, um at skipa sýningina
til eina heild uttan óneyð-
ugar steðgir. Hvussu hetta
fer at eydnast, fáa vit at
síggja í Høllini á Hálsi leyg-
ardagin 1. apríl kl 16:00 og
mánakvøldið 3. apríl kl
19:00. Kostnaðurin til sýn-
ingarnar eru 70,- kr fyri
vaksin og 10,- kr fyri børn.
Fimleikaframsýningar