Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 86 - 8. mai 2002 Nr. 86 - 8. mai 2002 13 Eg vil her skriva nakrar tankar til minnis um mammu mína Birthu Olsen, f. 24/11- 1926 d. 5/4-2002, og vermammu mína Áslu Berg f. 5/8-1936 d 29/3-2002. Mamma og Ásla vóru báðar føddar og uppvaksnar í Leirvík. Mamma var dóttir Elspu og Tummas Justinussen, úti á Garði. Tey vóru 10 systkin, har mamma var triðja barnið. Hon fór sum blaðung til Havnar at tæna í nøkur ár, og giftist seinni við pápa, Magnus Olsen, úr Rituvík, har tey eisini búðu tey fyrstu árini. Í 1964 fluttu vit til Runavíkar. Tey fingu okkum fýra børnini, Regin, Marjun, Tórhild og Eilen. Ásla var dóttir Olgu og Dánjal Tofta- nes, og búðu tey á Longini inni á Tofta- nesi. Av fimm systkjum var Ásla eisini triðja barnið. Ásla fór eisini sum ung til Havnar og síðani eisini til Klaksvíkar at arbeiða. Hon giftist við Arna Berg úr Klaksvík. Tey búðu í Klaksvík tey fyrstu árini, og fluttu so fyrst í trýssunum til Havnar. Tey fingu fimm børn, Eilev, Oddmar, Eydnu, Dagfinn og Páll. At skriva minningarorð um mammu er ikki lætt, hvat skal eg skriva? Alt minnir um hana. Hon hevur altíð verið har, alt síðan eg varð til. Tað hevur altíð verið hon sum hevur ugga og uppmuntra tá ið á stóð. Sakni so, at kunna deila sorgina við hana. Siga henni hvussu alt gekk, og hvussu nógv fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her. Men, hon er ikki meir; tað er jú tí eg gráti. Stundum tá íð eg eygleiði fuglarnar, øvundi eg teimum teirra frælsi. Nú ein morgunin sá eg eitt svanapar fara flúgvandi inn eftir fjørðinum, okkurt var ikki so sum teir ynsktu úti á vatninum, so fóru teir. So er ikki við okkum menn- iskjum, vit eru sett at vera her eina ávísa tíð; tá so trupuleikarnir stinga seg upp, kunnu vit ikki bara rýma. Tann saknur og tómleiki ið er, eftir at hava mist mammu og vermammu innan eina viku, er so stórur, at tað mest sum kann takast í hann. Hesin saknur sum vit við tíðini kunnu læra at liva við, men ongantíð sleppa av við, tí okkara kæru eru framvegis ein partur av okkum, sjálvt um tey eru flutt, og vit leggja likamið í moldina. Hetta er fyri mær enn eitt prógv um at vit eru ein ævigur skapningur, vit skulu liva víðari eftir hetta lívið. Mamma vísti mær á at hetta æviga lívið kann livast saman við Harranum, og at valið er okkara egna. Nú er gott at eiga hesa trúgv. Og ein dag skal eg møta bæði mammu og Áslu aftur, heima hjá Honum sum valdar øllum og eigur alt. Honum sum tær høvdu sett sítt álit á, á ungum árum. Mamma var glað fyri lívið og nøgd við tilveruna. Hon hevði altíð tíð til okkum og ommubørnini. Um tað vóru smá ella stór, sum komu inn á gólvið, var líka mikið. Hon legði tað frá sær sum hon tókst við, og fór at gera drekkamunn. Mamma hevði lætt lyndi, og dugdi væl at siga frá. Vit sótu mangan rundan um borðið og flentu, tá mamma segði frá um gamlar dagar inni í Leirvík. Hon setti kulør á tilveruna. Hon var góð í ráðum, um tað so vóru andaligir ella tímiligir spurningar. Tá eg so lærdi Áslu at kenna fyri meira enn tjúgu árum síðani, var hon so nógv øðrvísi. Hon var yngri, gekk á kvøldskúla har hon seymaði og vevaði myndir. Seinru árini fekst hon meir við at mála, bæði á silki og lørift. Áslu dámdi so væl alt sum vakurt var, hevði altíð ein vasa við avskornum blómum standandi á borðinum, ella kanska hongdi hon nakrar rósur í gardinstongina. Hon málaði øllum ommudøtrunum myndir við rósum á, sum tær fingu vakurt innrammaðar nú til jóla. Hon var so kreativ og farvurík. Mamma og Ásla vóru tvær hugnaligar konur, sum fyltu ótrúliga nógv í okkara lívi, og sum tað verður tómt at liva fyriuttan. Friður verið við minninum um tær báðar. Mátti Gud hjálpt og styrkt okkum øll sum høvdu tær so ómetaliga kærar. Ein dag savnast øll í ein skara Og ferðast til fjarskotin lond frá sorg og frá stríði vit fara og lenda á sólljósu strond. Marjun Til minnis um Birithu Olsen og Áslu Berg Áhugaverd vitjan úr Skien TÍÐINDASKRIV Í døgunum 8. - 13 mai fáa vit eina áhugaverda vitjan úr Noreg. Talan er um eitt norskt barnakór ið kallast GLA’VOX, ið er samansett av 45 børnum í aldrinum 9 - 13 ár. Tey koma úr Skien og hoyra til Gulset Kirke. Umframt at tey syngja nógv í kirkjum, skúlum og nógva aðra staðir í Noreg, hava tey vitja bæði Finn- land, Svøriki og fleiri ferð í Danmark. Á heimasíðini skriva tey: "GLA’VOX er et av landets mest kjente barnekor. Under sin diri- gent Odd Jakobsen har de turnert store deler af Norge og også besøkt Danmark flere gange." Hugtikin av Føroyum. Nú ber leiðin so til Føroyar at hava 3 konsertir. Tað er skjótt eitt ár síðani at fyri- reikarnir fyrstu ferð fingu samband við Odd Jakob- sen, sum er kórleiðari hjá GLA’VOX. Tey vístu bein- anvegin stóran áhuga og í august 2001 kom Odd til Føroyar at hyggja eftir um- støðunum. Hann var, sum verða man, ógvuliga hug- tikin av landinum og skjótt var avgjørt at hann kom aft- ur í mai saman við GLA’VOX. Nýggj fløga við í kuffertinum. GLA’VOX hevur fleiri út- gávur aftan fyri seg. Tey hava givið 2 bond og 3 fløgur út, umframt eina jólafløgu. Hesir sangir hava verði nógv nýttir av teimum sum hava barnakór í Føroy- um og eru fleir sangir týddir til føroyskt. Við á ferðini hava tey eina spild- urnýggja fløgu, sum kemur út í Noreg í hesum døgum. Vit koma at hoyra fleiri løg av hesi fløgu á konsertini, men sjálvsagt eisini nøkur gomul - og so verður eisini møguleiki fyri at ogna sær hesar fløgur eftir konsert- ina. Føroysk barnakór luttaka. Nógv barnakór eru runt í teimum ymisku samkom- unum í Føroyum, og tey koma eisini at seta sín serliga dám á hesa vitjan. Skriv var sent til allar samkomur í landinum og hava 13 kór við uml. 320 føroyskt børnum boða frá at tey ynskja at verða við. Kórini koma úr Vágum, Tórshavn, Eysturoynni og Klaksvík, og eru kórini úr Heimamissiónini, Brøðra- samkomuni og Hvítu- sunnusamkomuni. Hesi 320 børnini hava havt tvær felagsveningar, tann fyrra í Libanon í Sørvági og tann seinna í Filadelfia í Gøtu, umframt at hvørt kórið hevur vant sangirnar hvør í sínum stað. Konsertskráin. GLA’VOX kemur, sum áður nevnt, at hava 3 kon- sertir. Tann fyrsta verður í Ítróttarhøllini í Giljanesi 9. mai kl. 15 - og til hesa konsertina luttaka øll tey 5 Vágakórini, tilsamans eru tey uml. 120 børn. Leygar- dagin 11. mai kl. 16 verður Ítróttarhøllin í Runavík so karmur um tað seinnu og heilt stóra konsertin, har GLA’VOX luttekur saman við uml. 320 føroyskum børnum. Sunnudagin 12. mai verður so tann seinasta konsertin í Vesturkirkjuni kl. 16.00 og tá kemur GLA’VOX at eiga alla konsertina. Føroyskt & Norskt. Tey føroysku børnini hava vant 5 sangir, sum tey koma at syngja saman við GLA’VOX - tríggjar før- oyskar sangir, ein norkan og ein á latín. Fyri tey før- oysku børnini er ikki nakar trupuleiki at læra ein norsk- an sang, men tey norsku ynsktu eisini at læra onkran føroyskan sang - so nú ar- beiða tey hart við at læra seg føroyskt - so tíðin fer at vísa um tey klára roynd- ina!! Konsert við ferð á. GLA’VOX hevur longu havt nógvar konsertir í Noreg í ár og koma at hava nógvar eftir at tey hava verði í Føroyum. Tey hava nógv spennandi við á kon- sertferðinum, men tað vilja vit ikki avdúka alt enn. Úr Norra verður sagt, at tað hendir alla tíðina okkurt og fyri at fáa børnini orduliga við, ætla tey eisini at fáa børnini at syngja við. For- søla av atgongumerkjun er byrjað og í lýsing í blað- num í dag sæst hvar tey eru at fáa. Sangur um Jesus. Endamálið við konsertun- um er at boða gleðiboð- skapin um Jesus. Hesi børnini, bæði tey norsku og føroysku, syngja við hesum sama endamálið: At siga øðrum frá barnavinum Jesus - og hann er sannliga verdur at syngja um. Gleði- boðskapurin kann berast fram á nógvar ymiskar mát- ar - og tað fara konsertinar eisini at bera boð um. Á heimasíðini hjá GLA’VOX skriva tey soleiðis: "GLA’VOX har sin basis i Gulset Kirke i Skien og har som mål at spre livsglede og kristentro gjennom fengende sang og musikk". GLA’VOX og 320 føroysk børn syngja um Jesus Í sambandi við, at tað mánadagin vóru liðin 80 ár síðani, at fyrsti bilurin kom til Før- oya, hevur Ferðslu- trygd sent okkum hetta tíðindaskriv: BILAR Í 80 ÁR Ráðið fyri Ferðslutrygd Mánadagin vóru 80 ár liðin, síðan fyrsti bilur kom til Føroya. Uttan iva hevur bilurin verið okkum føroy- ingum hentur á sama hátt, sum hann hevur verið tað fyri aðrar íbúgvar í heim- inum. Men bilurin hevur kravt síni offur og ger tað fram- vegis. Bara í Evropa doyggja fleiri enn 40.000 fólk hvørt ár av ferðsluvan- lukku. Hóast nógv kríggj hava verið síðan seinna heimsbardaga, hevur bila- ferðslan í sama tíðarskeiði tó kravt fleiri mannalív enn øll hesi kríggj tilsamans. Fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum, sum kravdi mannalív, hendi í 1928. Fram til dagin í dag hava 243 fólk látið lív í ferðsluni í Føroyum. Í fyrilestri, sum landslæknin helt í februar í 1984, verður ført fram, at roknað verður við, at fyri hvønn tann, sum doyr í ferðsluni, verða 25 skadd - og av hesum 25 eru eini 10%, sum fáa varandi mein. Eftir hesum at døma hava tí 6075 fólk fingið skaða í ferðsluni í Føroy- um, og av teimum hava 608 fingið varandi mein. Ferðsluvanlukkurnar í Føroyum byrjaðu at taka dik á seg fyrst í sjeyti árun- um. Tá byrjaði talið av bil- um at vaksa í stórum tali. Hetta stóðst óivað av, at tá var eisini verulig gongd komin á at útbyggja vega- sambandið: vit fingu brýr og tunlar, og bilaferjur fóru at sigla millum oyggjarnar. Í sjeyti og áttati árunum doyðu støðugt fleiri og fleiri av ferðsluávum. Hægst var talið í 1986, tá ið 14 fólk doyðu í ferðsluni. Síðan tá hevur talið verið fallandi. Her er vert at nevna, at í 1986 varð lóg sett í gildi, har kravt varð at sita í bilbelti, og hevur henda lógaráseting uttan iva gjørt mun. Sama gongd var í grannalondum okkara, tá ið tey 10-15 ár framman- undan settu samsvarandi lóg í gildi. Í seinnu helvt av áttati árunum, tá ið ringast stóð til, doyðu í miðal 10 fólk um árið í ferðsluni í Føroy- um, og sammett við onnur lond vóru vit tá millum ringaststaddu lond í Evropa á hesum øki, tí bara Portu- gal og Grikkaland høvdu hægri tøl, enn vit tá høvdu. Í níti árunum fór hetta talið niður í helvt, og taka vit 5 tey síðstu árini fyri seg, so er miðaltalið farið niður í 4. Henda positiva gongd hevur gjørt, at vit nú eru beint aftan fyri norður- lendsku grannar okkara, sum saman við Bretlandi hava frægastu ferðsluviður- skifti í heiminum. Men tað kann tó als ikki verða góðtikið, at 4 fólk skulu doyggja um árið í ferðsluni í Føroyum, tí hugsa vit okkum um 10 ár, so hava tá helst eini 40 fólk látið lív í ferðsluni í Føroy- um – um vit bara lata standa til! Og harumframt hava tá o.u. 1000 fólk aftrat fingið skaða, og 100 av teimum hava fingið varandi mein, um vit nýta umrødda roknistykki hjá landslækn- anum at miða okkum eftir! Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur seinastu 5 árini ar- beitt fyri Null-hugsjónini, sum í stuttum er, at »eingin skal doyggja ella fáa álvars- ligan skaða í ferðsluni«. Men hóast tað gongur rætta vegin, so má ásannast, at enn er langt á mál. Bilurin 80 ár í Føroyum: 243 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum Hendan myndin er tikin millum Leirvík og Kambsdal – helst í tríatiárunum. Lastbilurin er farin út av Leirvíksvegnum. Á vegnum sæst eingin kavi, men á bakhjólunum hevur bilurin ketur, so helst er hann farin út av í hálku. Leirvíksingar hava fingið hjálparfólk og amboð úr Havnini at taka bilin uppaftur við. Maðurin í ljósa frakkanum er Vilhelm Nielsen úr Havn. Tá vit síggja, hvussu vegurin sær út, kunnu vit betur ímynda okkum, hví so trupult var at koyra millum bygdri fyrr – og hví bilarnir ikki hildu eins leingi, sum í dag… Nú er bilurin fingin á rættkjøl aftur, men enn vantar nógv í, til tess at bilurin er fingin uppaftur á vegin… Á Kongabrúnni í Havn sæst enn farvegurin eftir skráanum, har fyrsti bilurin í Føroyum trillaði á land fyri 80 árum síðani BILAR Í 80 ÁR Eirikur Lindenskov Mánadagin vóru liðin 80 ár síðani, at fyrsti bilurin kom til Føroya – og hetta setti sjálvandi dám á fundin hjá limunum í Føroya Ellisak- førum, sum hittast í felags- hølunum yvir við Strond í Havn hvørt mánakvøld. Hetta mánakvøldið var einki undantak í so máta, og fóru limirnir ein túr oman á Kongabrúnna í Havn, har fyrsti bilurin varð skipaður upp á land leygardagin 6. mai í 1922. Ætlanir vóru frammi um at hátíðarhalda dagin m. a. við at Ford T bilurin hjá Hans Elmari Poulsen á Vatnsoyrum skuldi verða við. Hesin bilur er neyvt sama slag bilur, sum Ford T bilurin, sum Júst Sivertsen og Johannus Olsen keyptu frá Vilhelmi Nielsen og Wenzeli Petersen í 1922. Men alt hetta varð av ongum, tí Ford T bilurin hjá Hans Elmari er á Vatnsoyr- um, og úr Vágum til Havn- ar slepst ikki við bili í hes- um døgum vegna verkfall- ið. Nógv er sjálvandi broytt á Kongabrúnni í Havn øll hesi 80 árini. Men tó so: Bryggjukanturin er tann sami, og farvegurin eftir skráan, ið bilurin var drigin uppeftir, sæst enn í bryggjukantinum. Hesin skrái varð brúktur, tá teir skipaðu vøru av skipum við prámi. Hendan minniliga leyg- ardagin í mai í 1922 varð nógv fólk samankomið á bryggjuni, men eingin dugdi at koyra bilin. Tískil varð hann skumpaður niðan í Quillingsgarð, har Wenzel og Vilhelm høvdu smiðju. Bilurin kostaði 4.800 krónur at keypa, og farma- gjaldið var 500 krónur. Mintust 80 ára dagin Limir í Ellisakførum á Kongabrúnni í Havn. Á bryggjukantinum sæst týðuliga farvegurin eftir skráan, sum fyrr varð brúktur at skipa vøru í land eftir. Upp eftir hesum skráa trillaði fyrsti bilur í Føroyum á land, leygardagin hin 6. mai í 1922. Fremstur á myndini er 80 ára gamli Sverri Mortensen á Argjum, sum er elsti virkni limurin í Føroya Ellisakførum C M Y K 13 12