Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 8. mai 2002 15 Johan Carl Dam 1. mei røða 2002 Hetta er fyrsti 1. mai og í ein lítlan mansaldur, fyrstu ferð at okkara fyrrverandi formaður, Karl Johansen, sáli, ikki er staddur á Vagli- num arbeiðaradagin. Karl fór so brádliga frá okkum, og við honum tagn- aði ein av røddunum, sum hava talað sak arbeiðar- anna. Vit eru mong, sum minnast Karl Johansen við virðing og fyri tað, hann hevur gjørt fyri verkamann- in sum heild. Hóast skiparin mynstraði av, so heldur skútan fram sína leið. Og Havnar Arbeiðs- mannafelag skal eisini í framtíðini stríðast fyri og verja sak arbeiðaranna í høvuðsstaðnum. Samráðingar verða ikki um høvuðssáttmálan í ár, kortini eru vit í samráðing- um um t.d. onkran sersátt- mála, men eiga vit beinan vegin at fara undir at fyri- reika okkum til tað, sum skal fara fram um eitt ár. Vit eiga at tryggja okk- um, at tað eru tørvir og ynskir hjá limunum, sum verða borin fram. Vit eiga at raðfesta arbeiðslag og samstarv ovarlaga, og eiga tí at rætta hinum arbeiðara- feløgunum eina hond og virka fyri samstarvi heldur enn spjaðing og sundur- lyndi. Verkafjøldin má og skal standa saman í hesum døg- um. Hetta hevur ongatíð verið meira neyðugt. Vit hava tørv á einari samlaðari og mergjaðari verkamanna- fjøld, sum skal taka við ábyrgd, men sum sanniliga eisini skal hava ávirkan. Vit bera okkara stóra part av samfelagsbyrðuni, og eiga vit tí eisini okkara sjálvsagda rætt til ágóðar og rættindi, sum samfelag- ið bjóðar. Vit hava ikki tørv á spjaddari verkamanna- fjøld, sum partvís er bundin av partapolitiskum fjeppa- ríi. Góðu fundarfólk! Vit standa uttan fyri nýum- vælda Tinghúsið, sum skal hýsa nývalda tinginum. Ein av uppgávum okkara er at syrgja fyri, at feita valflesk- ið hvørki tráðnar ella bráð- nar. Vit skulu halda vakið eyga við landsins kosnu, vit skulu vera teirra ringa sam- vitska. Vit skulu ikki krevja av løgtinginum at lóggeva okkum øll rættindi, vit skulu krevja, at løgtingið tryggjar okkum vunnin rættindi. Hetta, tá tað snýr seg um lønarhækkan, um eftirløn- arviðurskifti. Hetta tá tað snýr seg um øll rættindi og ágóðar, sum liggja óvard, útholað og niðurbrotin av kapitalistu- num og handlangarum teirra. Hetta kunnu arbeiðara- feløgini ikki lata sær lynda. Vit kunnu ikki standa hend- ur í favn, meðan okkara fólk verður afturútsilgt og niðurpínt. Verkamenn og -kvinnur, nú er stundin komin at rakna við. Vit liva í einum samfelag við alsamt vaksandi stætt- armuni. Vit mugu vekja politikar- arnar og fáa teir at skilja, hvørja vandaleið hetta sam- felagið gongur. Og fáa vit teir ikki at vakna á vanligan hátt, fara vit inn eftir teim- um og draga teir út í okkara dagligdag. Har skulu vit vísa teimum, hvussu lívsins eiðrindarleysu kreftir virka og hóreiggja sær. Hvussu ofta hava vit ikki ásannað seinastu árini, at lønarhækkanir ikki eru løn- arhækkanir allíkavæl? At tær eru uppetnar longu áðr- enn sáttmálin er undirskriv- aður. Hetta tí handilsmenn og aðrir gribbar hava kann- að sær vøksturin orsakað av neyvt útroknaðum prís- hækkingum. Ein av fáu møguleiku- num hjá verkafólki at fáa meiri í løn er yvirtíðin. Men hvat nyttar tað okkum at arbeiða yvir, tá lønin fyri hetta verður so hart skattað, at tað als ikki loysir seg. Nei, her má vend koma í. Løgtingið skal sum skjótast syrgja fyri einari rættvísari og miðvísari prísansan. Løgtingið skal sum skjótast syrgja fyri, at skattastigin lagar seg soleiðis, at inn- tøkan hjá verkamanninum ikki verður brandskattað. Hetta eru fyritreytir fyri, at tað skal kunna bera til hjá verkafólki, hetta er fyri- treytin fyri at tey kunnu hóra undan. Løgtingið skal eisini beinanvegin fáa skil á eftir- lønarøkið soleiðis, at tað kann bera til hjá verka- mannafeløgunum at seta í verk ta eftirlønarskipan, tey sjálvi ynskja sær. Hetta hevði m.a. havt við sær, at rættiligt lív aftur fekst í eftirlønar-grunnin hjá Havnar Arbeiðsmanna- felag, sum fekk skot fyri bógvin, tá tryggingarlógin bleiv broytt herfyri. Tað fer at vera okkara evsta krav til landsins myndugleikar, at verka- mannafeløgini verða tikin upp á ráð, tá eftirlønarskip- an skal tilevnast. Vit fara ikki at góðtaka, at almennir fultrúar og stjórar snikka eina eftirløn- arskipan til – saman við bankum og tryggingar- feløgum. Tað sigur seg sjálvt, at ein lágløntur kann ikki ganga undir somu eftirløn- artreytir sum tey, ið tjena millum hálva og heila milli- ón árliga. Tá tað um eftirløn ræður, eiga vit í álvara at fara und- ir at arbeiða fyri, at tað skal bera til hjá verkafólki at fara úr arbeiði við virðilig- ari eftirløn, hóast ein ikki hevur rokkið tey 67. Hetta ber til hjá so nógv- um øðrum bólkum, og eig- ur tað tí eisini at bera til hjá teimum, sum kanska verða mest og fyrst niðurslitin. Verkamaðurin skal ikki verða forðaður at fara av ar- beiðsmarknaðinum, áðrenn hann verður blakaður út. Hvørki av Almannastovuni ella øðrum. Hann skal hava sín sjálv- sagda rætt at fáa virðiliga eftirløn frá tí degi, hann fer til hús. Eitt verkamannafelag er felag limanna – ikki bara 1. mei, men í tí dagliga. Tað snýr seg tí eisini um, at lim- irnir fáa innlit í virksemið, at teir verða kunnaðir um tilboð av ymsum slagi, at teir verða kunnaðir um tað, sum fer fram á økinum. Sjálvur ætli eg mær at virka fyri, at Havnar Ar- beiðsmannafelag verður eitt opið og virkið felag, sum skal upplýsa um og menna øll viðurskifti lim- anna. Bæði til arbeiðis og heima. Kæru fundarfólk! Sam- ráðingar um høvuðssátt- málan verða sum sagt ikki fyrr enn 2003. Tó liggja nógvar og drúgvar fyrireik- ingar fyri framman. Komandi samráðingar fara sjálvsagt at snúgva seg um lønarhækkan, men ikki bara um tað. Eg skal ikki her nevna øll tey mál, sum protokollatið fer at fevna um, men eg kann vissa tykkum um, at nógv týð- andi stórmál koma á skrá. Eg kann eisini vissa tykkum um, at vit fara ikki at bakka frá rættvísiskrøv- um. Hetta krevur, at vit fyrireika okkum væl og í góðari tíð. Tað skylda vit ikki bert limum okkara, tað skylda vit mótpartinum, tað skylda vit øllum samfelag- num. Tað skal vera mín vón, at ein savnað og sterk verka- mannafjøld fer at seta við- komandi og neyðug krøv, og at hon fer at hava styrk- ina til at fáa hesi krøv ígjøgnum. Tað er mín sann- føring, at ein sterk og savn- að verkamannafjøld ikki bara tryggjar eitt samhalds- fast samfelag, hon tryggjar eitt sterkt og rættvísari samfelag. Takk fyri at tit lýddu á. Savnað og sterk verkamannafjøld eigur at seta viðkomandi og neyðug krøv Jóhan Carl Dam var millum røðararnar á 1. mei haldinum í Havn 15 14 Nr. 86 - 8. mai 2002 Dagfinnur Danbjørg 1. mei røða 2002 Góðu áhoyrarar. Góðu verkamenn og kvinnur! Fyrst fari eg at takka Fugla- fjarðar Arbeiðsmannafelag fyri, at teir hava víst mær tað álit og tann heiður at biðja meg um at halda røðu á altjóða arbeiðaradegnum í ár. Í fyrsta umfari helt eg, at betur hevði verið, um ar- beiðarin var sín egni tals- maður, tí politisku tals- menn arbeiðaranna hava einki – og hava í longri tíð einki trúvirði havt. Men tá nevndin vildi hava tað á henda hátt, standi eg her og fari at gera mítt til, at 1. maidagurin – altjóða ar- beiðaradagurin – eisini skal verða hildin her hjá okkum í Fuglafirði í ár. Rithøvundurin, arbeið- arayrkjarin Carl Scharn- berg sigur um áðurnevndu politisku og svikafullu tals- menn í yrkingini: Trúgv teimum ikki: Teir siga við teg: Um tú ikki kanst annað enn finnast at, so eigur tú at tiga Eg sigi: Trúgv teimum ikki. Tí einhvør broyting byrj- ar, tá onkur varnast, at mál kunnu loysast øðr- vísi, og tá tey tora at siga tað hart. Tú skalt trúgva, at tú ert nakað. Hesum eiga vit øll sjálv- andi at taka fult undir við. Ein annar arbeiðarayrkjari skrivar um »trælatokið«, ið flytir seg fram gjøgnum tíðirnar: Tá eg síggi fyri mær, hvussu óteljandi mill. hava livað upp gjøgnum søguna – sum slavir og trælir og lívegnir og margi- naliseraðir og kúgaðir – ja, bara eg minnist vilkorini í mínum barnadøgum, so upplivi eisini eg, hvussu ættarlið eftir ættarlið hevur strítt seg til betri kor, eitt sindur størri frælsi, eitt sindur meira av tryggleika - við tógvi stríð og strev, tí tey á »niðastu« rók í sam- felagspyramiduni fingu ongantíð nakað givið úr erva. Á stovnandi aðalfundi- num hjá 2. Internationala í París í 1889 avgjørdu lut- takararnir, at 1. mai fram- yvir skuldi vera ein altjóða kravgongu- og festdagur, har arbeiðarar í øllum lond- um skulu stilla krøv um batar av teirra sosialu og fíggjarligu livikorum. 1. mai steðga arbeiðarar kring allan knøttin upp eina løtu og gera status, og ógvuliga ymist er frá landi til land, hvat status vísir. Stríðið fyri rættvísiskrøv- um arbeiðaranna hevur verið hart og er hart manga- staðni. Menn, kvinnur og børn hava verið trælkaði, pínd og dripin, tá tey hava stríðst og stríðast fyri sjálvsøgdum rættindum. Ongi vápn hava verið ella eru ov skitin at brúka móti arbeiðarastætt- ini, tá tey virði – arbeiðara- stætturin hevur skapt – av kapitalistsins ørindasvein- um verða rænd. Í Onglandi vórðu fyrst børn og síðani kvinnur sendar til arbeiðis í kola- námunum, tí tey fingu min- stu lønina. Nógv av børn- unum náddu ikki ferming- araldrinum, fingu ensku sjúkuna, tí tey – fyriuttan lítla og onga føði – einki sólarljós fingu, tí tey fóru í og komu úr aftur kolanám- unum í myrkri. Heimini vóru heilsuskaðilig, og læknahjálp var ikki at fáa. Kapitalistarnir ymsa staðni kring heimin nýta enn barnaarbeiði, trælkan og kúgan í eyðræning teirra, og teir skipa soleiðis fyri, at 40.000 børn doyggja í hungri hvønn dag. – Eisini 1. mai 2002. Stættarmunurin var og er framvegis øgiligur, og hann økist dag um dag. Náðin er og var ongin. Mong av tykkum kenna ivaleyst søguna um fronsku drott- ningina, sum, tá hon frætti, at fólkið í París svøltaði, tí tey manglaði breyð, spurdi: »Hví eta tey ikki kaku?« Hon og hennara á Ver- saillesslottinum – við teirra levnaði – kundu ikki vita betur enn, at man át kaku ella líknandi, um man var svangur, og um breyð ikki var fyri hondina. Í dag – 1. mai 2002 – liva millum 1 og 2 mia. menn- iskju í Heiminum fyri minni enn 1 dollara um dagin, sjálvt um ríkidømið ongantíð hevur verið størri á okkara klótu. Um øll kríggj og útreiðslur til her- menn og til vápnaídnaðin vórðu steðgaði í bert tríggj- ar vikur, so høvdu øll fólk – fyri sparda peningin – kunnað fingið tak yvir høvdið, mat á borðið, læknahjálp og skúlagongd. Og hvussu mongum líðing- um høvdu vit tá ikki kunn- að sloppið undan? Annars fari eg at biðja tykkum um, at líta tykkum íkring og kanna, um nakað virði er at síggja, sum ar- beiðararnir ikki hava skapt. Nei, har finnast eingi. Men hvussu ber tað so til, at kapitalistarnir og teirra ørindasveinar eiga megin- partin? Kapitalistarnir siga, at pengarnir vaksa og yngla. Men hví vísa teir ikki okkum vakstrarstøðini og yngliplássini? Av tí simplu orsøk, at tað er lygn. Tí uttan arbeiði og sveitta arbeiðaranna verða eingi virðir til. Og teir, ið vilja lækka realløn tykkara, so teir sjálvir kunnu tilræna sær fleiri av arbeiðaranna virð- um enn teir gera framman- undan, hvussu nógv for- vinna teir, sum er? Mangir av hesum hava eina tíma- løn, ið liggur væl omanfyri eina arbeiðara dagløn. Sjálvt søguundirvísingin er falsað, so einstakir stór- menn standa sum teir, ið hava skapt virðini, og eina tílíka falsaða søguuppfatan er meiningin børn okkara skulu tilogna sær, so tey skulu føla og uppliva, at tey skulu standa við hattinum í hondini og liva av stór- manna náði, ístaðin, sum sannleikin er, at tað til allar tíðir hava verið teir stóru, ið hava stolið ágóðan frá tí ar- beiðandi stættini. Bertold Brecht letur arbeiðara spyrja: Hvør bygdi Theben við teimum sjey grindunum? Í bókunum standa nøvn konganna. Hava kongarnir knossað helligrótið saman? Og tað fleiri ferðir oyði- lagda Babylon. Hvør bygdi tað upp aftur tær mongu ferðirnar? Í hvørjum húsum í tí gullglitrandi Lima búðu bygningsar- beiðararnir? Hvar fóru múrararnir tað kvøldið, tá tann kinverski múrurin var liðugur? Tann stóra Rómaborg er full av sigursboðum. Hvør bygdi teir? Hvørjar sigrar gleddust Cæsararnir yvir? Tann ungi Alexandur her- tók India. Hann einsamallur? Cæsar sló gallararnir. Hevði hann í minsta lagi ikki ein kok við sær? Hans Pauli í Hvanna- sundi fiskaði fyri eina milliard. Hann einsamallur? Hevði heldur ikki hann bara ein kok við sær? Á hvørjari síðu ein sigur. Hvør fyrireikaði sigurs- máltíðirnar? Hvørt tíggjunda ár ein stórmaður. Hvør rindaði kostnaðin? So mangar søgur. So mangir spurningar. Í okkara tíð hevur m.a. stríðið í Kili, har hin fólka- valdið forsetin, sosialistur- in og arbeiðaravinurin Salvador Allende varð myrdur við stuðli frá USA/ CIA, víst okkum, hvussu vandamikið, tað kann verða, tá stríðst verður fyri arbeiðararættindum. Tað er ikki einans har, at altjóða kapitalurin hevur tikið til vápnaðan uppreistur, tá hann hevur følt seg gingnan ov nær. Eitt ótal av arbeið- arum – menn, kvinnur og teirra børn – vórðu pínd eftir øllum kunstsins regl- um og fyribeind av bøðlum, sum sami altjóða kapitalur- in hevði havt á skúlabonki fyri at læra raffinimentini. Mong av teimum, ið yvir- livdu tann organiseraða Devulskapin, havi síðani fingið bústað og sálarhjálp m.a. í hinum Norðurlond- unum. Í løtuni eru stórir partar av Europa á veg aftur ímóti facsismuni. Lond sum: Eysturríki, Italia, Portugal, Danmark, Norra, Belgia og nú eisini Frankaríki. spæla við eldin. Hesin eldur hevur fyri 60 – 80 árum síðani í Europa kosta 10-tals mil- liónum arbeiðarum og børnunum lívið og koyrt aðrar 10-tals milliónir í svárastu armóð. Eisini før- oyingar guldu sín stóra part av høgravenda ørvitis- knokkapolitikkinum, men tað sær svart út, tá vit skulu meta um, hvussu nógv søg- an hevur lært okkum. Okk- urt klókt høvd hevur gjørt spurningin: »Hvat er tað, tú keypir dýrt, letur gratis frá tær, men sum eingin vil hava?« Erfaringar. Rætt. Facisman verður endurtik- in, um arbeiðarastætturin ikki organiserar seg og stáplar ta neyðugu mót- maktina á føtur aftur – eis- ini á hesum sinni. Hjá okkum verður nú løgreglan sett inn við pistólum, lurkum og schæfarahundum meðan sjúkrabilar standa klárir at føra ofrini burtur, og ofrini eru føroyskir arbeiðarar í verkfalli fyri sámuligum lønar- og arbeiðskorum. Samstundis hóttir løgting og landsstýri við at fastseta arbeiðaranna kor við lóg, makka teir ikki rætt og ganga frívilliga undir ar- beiðsgevaranna treytir. Hetta er í dag vorðið kor ar- beiðaranna í Føroyum. Hvør skuldi trú tí??? Samstundis føra somu politikarar fram í fjølmiðlu- num, at arbeiðararnir bert fáast at arbeiða, um lønin verður sett niður, meðan teir samstundis hevda, at kapitalurin og kapitalistar- nir bert tíma at arbeiða um teirra skattur fer niður. So- leiðis er rákið anno 2002, – hevði tú trú tí??? Arbeiðarayrkjarin Jóan- nes Nielsen kallar hesar: Vinnulívsins Djengis Khan’ar og yrkir: Uttan tykkum vóru Føroyar støv. Fiskavirkini niðurdottin sum rotin neyst. Hevði hagin grógvið yvir traktorar og hoyggjhús. Skipasmiðjurnar verið tómir gapandi skálar. Tað er spurningur um tað hevði regnað. Í tykkara stovum hanga orginalarnir. Eftir Mykines. Av Reyni Bundnir í leður standa Svabo – Martin Joensen – William Heinesen. Sum hyllaprýði. Sum idiotar. Men tit viðurkenna Guð og fyri hansara ásjón eru vit øll sunnudagsskúla- børn. Fegnir drógu tit hann upp í tykkara nevndir og hvør veit kanska sendir hann eina umsókn. At síggja tykkum góð – endamálskvøldini bros- andi um eydnuhjólið í bátsmannatroyggjum og proletariskum topphúgv- um. Slík kvøld eru vit øll før- oyingar. Friður valdar millum stættirnar. Ongin snýtir í skatti. Yvirskotið er skúgvað til viks. Samvitskan spraklar, eina krónu seðilin slær nøkur flikk flakk – øll klappa. Tit elska lógina serliga undirfullu holini verða røkt sum eiggiligar fryllur. Tá tit krúpa uppá ringla eistrini sum pengapung- ar. Men soleiðis eru tit. Snildir. Gerst neyðugt óreinir. Og summir eisini skít- býttir. Men uttan tykkum var ongin at lovprísa í skaldskapi. Moralurin tveittur fyri bakka sum ein tóm altarvínsfløska. Og grómutu framtíðar- skýggini, ið hanga sum síðir frunt- ar fyri tykkara eygum høvdu horvið sum roykur frá sløktum ljósi. Uttan tykkum vóru vit rætt og slætt leverað. Høvdu verið sum eitt sirkus uttan klovnir ein matvørubúð uttan pengakassa. Stutt sagt: Eitt samfelag bara droymarar og útlendingar teska um í loyndum. Tað er tí alneyðugt, at tit sjálvir taka tey neyðugu stigini fyri at fasthalda vunnin rættindi og fyri at náa málinum: Somu rætt- indi og somu skyldir fyri tað fólk her býr. Lat okkum – áðrenn vit enda – senda eina solidar- iska brøðra- og systrakvøðu til alheims arbeiðarafjøld- ina og lova teimum mongu, at vit eru við í teirra stríði, eins og tey eru við í okkara. Ósjónlig solidarisk bond eru knýtt okkara millum í okkara rættvísisstríði fyri somu rættindum og somu skyldum óansæð kyn, trúgv ella húðalit. Lat okkum tí standa saman við alheims- arbeiðarastættini og so til allarseinast taka undir við Scharnberg, tá hann í yrkingini: Víðari - skrivar: Vit, ið eitt lítið bil lógu niðri: Latið okkum reisa okkum. Vit, ið eitt lítið bil vóru lamin: Latið okkum fara til gongu. Vit, ið bert eru ein dropi í havinum. Latið okkum verða til reiðar at blíva tann dropin, ið fær bikarið at flóta yvir. Tøkk fyri, at tit í tolni lýddu á. Somu rættindi og skyldur fyri øll C M Y K 14