Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 86 - 8. mai 2002 Nr. 86 - 8. mai 2002 17 Mikudagin fara 17 Sangarar úr Klaks- vík á eina konsert- ferð uttanlanda TÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Mikudagin 8. mai fara 17 Sangarar á konsertferð til tveir av vinarbýunum hjá Klaks- vík, nevniliga Odense og Norrkoping. Kórið er boðið til Norr- koping av Musikalska Sallskapets Kammerkor, sum vitjaði í Føroyum í 1999. Skráin á konsertferðini inniheldur norðurlenskar fosturlandssangir, anda- ligar sangir og eisini kunnu nevnast »Komm, holder Lenz!« úr Árstíð- unum hjá Joseph Haydn og »Våren« hjá Edvard Grieg. Eins og á undanfarnum konsertferðum bæði í Dan- mark og Noregi verða Monica Strauss Joensen og Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð við á ferðini, og fara tær at spæla onkur tónleikastykkir fyri viol- in og klaver. Fyrsta konsertin verður í Ansgars Kirkjuni í Od- ense mikukvøldið 8. mai, og er hetta triðju ferð, at kórið vitjar hesa kirkju. Seinni sama kvøld verður eisini sungið í Kerte Kirke. Í vikuskiftinum verður sungið ymsastaðni í Norr- koping og Soderkoping. Eisini Immanuelskirkjan í Norrkoping verður vitj- að. 17 Sangarar koma heim aftur komandi sunnudag. 17 Sangarar á konsertferð Ein av smábátunum, ið flytir fólk um Leir- víksfjørð, nú verkfall- ið er, hevur navnið Alfa Pilot. Torleif Sigurðsson er útgerðarmaður um- borð, og vit hittu hann við róðrið ein morgunin VERKFALL Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Klokkan nærk- ast 8 á morgni, og bussurin er júst steðgaður við Stat- oil-støðina í Leirvík. Úr bussinum koma fólk í øllum aldri, og ein sær týði- liga, at klokkan enn ikki er vorðin so nógv. Tey síggja troytt og lin út, men um eina lítla løtu byrjar ar- beiðsdagurin, so nú er at skunda sær. Fleiri av fólkunum renna oman á bátabryggjuna. Her liggja fleiri smærri bátar, og nú ræður um at skunda sær umborð, so ein fær pláss inni í hitanum. Um tú ert ov seinur á veg, verður tú standandi uttanfyri í sjó- rokinum. Ein av bátinum á bryggj- uni hevur navnið Alfa Pilot. Hetta er eitt stuttleikafar á 17 tons, sum hevur tveir motorar, hvør við 240 HK. Torleif Sigurðsson er út- gerðarmaður umborð á Alfa Pilot, og hann er eisini við á túrinum hendan morgunin. Flytir 200 fólk um dagin Torleif Sigurðsson greiðir frá, at Alfa Pilot hevur siglt um Leivíksfjørð, meðan verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum hevur verið. Alfa Pilot siglir eftir nýggju ferðaætlanini hjá Dúgvuni, og harafturat eru eisini fleiri áðrir bátar, sum eisini sigla um fjørðin við fólki. Norðingar hava ofta á lofti, at sambandið við meginøkið er alt ov vána- ligt, og at onkrar munandi broytingar mugu fáast í lag hesum viðvíkjandi skjótast gjørligt. Men hóast verkfallið før- di við sær, at skipini hjá Strandferðsluni góvust við siglingini, so hevur onkur tikið til, at sambandið um fjørðin ongantíð hevur ver- ið so gott sum nú. Hvørja løtu fer onkur bátur avstað, og eru teir so nógvir í tali, at tú altíð sleppur við onkrum. Torleif sigur, at teir um- borð á Alfa Pilot føra um 200 fólk um fjørðin hvønn dag, og eru teir fýra mans umborð, sum skiftast at sita við róðrið. Meiningsleyst verkfall Sjálvur vónar Torleif, at verkfallið skjótt nærkast einum enda. – Í løtuni er einans útjað- arin raktur av verkfallinum, og tað virkar meiningsleyst í mínari verð, sigur hann. Onkur hevur havt eitt sindur ilt av, at teir smærru bátarnir taka siglingina hjá Strandferðsluni upp, og onkur annar hevur skotið upp, at allir bátarnir skulu gevast við at sigla. Tí ikki fyrr enn tá kemur verkfallið at hava eina veruliga ávirk- an. Men Torleif vísir á, at fólk fara ikki um fjørðin fyri at hugna sær. Tey hava ørindir, ið tey skulu fáa av- greitt aðrastaðni, og tí skulu tey ikki líða undir verkfallinum. – Ein stórur partur av teim ungu, sum búgva í Klaksvík, skulu um fjørðin í skúlaørindum, og tey eru glað fyri henda møguleika, ið vit kunnu bjóða teimum, sigur Torleif. Hann nevnir eisini fólk, ið arbeiða inni á meginøki- num, og harumframt eru eisini nøkur frá meginøki- num, ið starvast í Norð- oyggjum. – Tey flestu av teimum halda eisini, at tað er púra meiningsleyst, at verkfallið rakar tey, sigur Torleif. Umframt at flyta vanlig fólk um fjørðin, so hevur Alfa Pilot eisini gjørt onk- rar sjúkraflutningar. Torleif greiðir frá, at tað gjørdu teir eisini áðrenn verkfallið rakti oyggjarnar, men nú hevur verið eitt sindur meir at gjørt. Harafturat hava teir eisini í langa tíð siglt við fólki, sum hava leigað bátin, tí ferðaætlanin hjá Strand- ferðsluni ikki hevur passað nóg væl inn í teirra ætlanir. Av tí sama heldur hann tað ikki verða nakað undarligt í, at teir nú flyta enn meir fólk um fjørðin. – Tað eru ikki øll, sum eru so glað fyri, at vit sigla, sum vit gera. Men tey, sum sigla, eru glað fyri at vit eru her, endar Torleif samrøðu- na, meðan við leggja at kei- uni í Klaksvík. Umborð á Alfa Pilot: – Fólk halda, at verkfallið er púra meiningsleyst! Hvønn dag flytir Alfa Pilot um 200 fólk um fjørðin Torleif Sigurðsson situr við róðrið umborð á Alfa Pilot, tá Sosialurin fer við um Leirvíksfjørð Roynt hevur verið at fingið eitt farmaskip hjá Smyril Line at lagt at í Klaksvík, so skip- ið kundi taka eitt sindur av farmi av oynni. Men strand- faraskipið Scania liggur soleiðis fyri, at farmaskipið ikki slapp framat, og tískil mátti fara avstað VERKFALL Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Mánamorgunin kom ein sleipibátur hjá Tórshavnar Skipasmiðju til Klaksvíkar. Endamálið var at fáa flutt strandafaraskip- ið Scaniu, soleiðis at Clare hjá Smyril Line slapp fram- at. Fekk ikki lagt at Rani Nølsøe, stjóri á Klaks- víkar Havn, greiðir frá, at ætlanin var, at Clare skuldi koma norð til Klaksvík við farmi, og síðan skuldi skip- ið eisini takað nakað av førningi frá vinnuni av oynni. Men fyri at Clare kundi sleppa framat, mátti Scania fyrst flytast. Men illa gekst í hond, og Clare mátti fara avstað aftur uttan at hava fingið lagt at nakrastaðni. – Hóast vit ringdu til øll, sum hava nakað við verk- fallið at gera, so fingu vit einki gjørt, sigur Rani. Starvsmannafelagið vildi als ikki hoyra talan um, at Scania skuldi verða flutt, og tá hon liggur soleiðis fyri, at einki størri skip fær lagt at, so var einki at gera. Clare mátti venda við aftur. – Úrslitið av øllum var, at ein rúgva av tíð og orku fór til spillis, sigur Rani Rakar skeivt – Verkfallið er vorðin ein faklig konflikt, sum rakar fullkomiliga skeivt, heldur Rani. – Eg skal ikki siga, hvørt tað er rætt ella skeivt, at skipini hjá Standfaraskip Landsins eru farin úr sigl- ing. Men tað kann als ikki vera rætt, at skipini skulu nýta pláss, sum vinnan hev- ur brúk fyri, sigur Rani og sipar til Scaniu, sum í løtu- ni liggur á einum plássi, sum Klaksvíkar Havn hev- ur tørv á at nýta. – Harumframt ávirkar verkfallið vinnulívið her norðuri. Vinnan liggur inni við allari produktión av ymsum slag, og hetta kostar teimum eiga rúgvu av pen- ingi, greiðir Rani frá. Klaksvíkar Havn um verkfallið: – Ein faklig konflikt, sum rakar skeivt! Clare hjá Smyril Line mátti venda við aftur Starvsmannafelagið vildi ikki hoyra talan um, at Scania skuldi flytast, soleiðis at Clare kundi leggja at C M Y K 17 16 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o úr bara 750,- Mini Cruise Mini Cruise SMYRIL LINE Tel 34 59 00 til Bergens 750,- e-mail: booking@smyril-line.fo Á ferðini verður skipað fyri bingo! Í sølubúðunum umborð eru ! nógv góð tilboð team85 Fráferð av Havnini mánamorgun kl. 8.30 við komu á Havnina mikudag kl. 15.00 Ferðaætlan fyri Seig 1000 vikuskiftið 10-12 mai Sørvág 10. mai kl. 21.00-23.00 Sørvág 11. mai kl. 09.00-12.00 Runavík 11. mai kl. 14.00-18.00 Tórshavn 11. mai kl. 20.00-23.00 Tórshavn 12. mai kl. 09.00-11.30 Klaksvík 12. mai kl. 14.00-18.00 Fyrivarni skal takast um veðrið ikki er til vildar