mikudagur 8. mai 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 86 - 8. mai 2002
Nr. 86 - 8. mai 2002
19
Niðanfyri prenta vit
flaggdagsrøðua, sum
Ólavur Hátún helt í
Sørvági og á Giljanesi
Við eitt tjóðskaparligt høvi,
sum flaggdagurin er tað,
man tað ikki vera av leið at
líta aftur á søguliga støðið,
sum tjóð okkara hevur at
byggja á. Lítið er til av
skrivligum
keldum
frá
gamlari tíð, og grunna
jarðarlendi tykist ikki at
goyma nógvar fornlutir, ið
kunnu kasta glæmu á
tilveru føroyinga í forum.
Tó standa vit ikki heilt á
berum.
Føroyingasøga
greiðir
livandi frá um fólk og til-
burðir í Føroyum upp undir
fyrra túsundáraskiftið. Vit
hoyra um Gøtuskeggjar við
ættarsambandi til fremstu
høvdingaættir uttanlands,
hoyra um Trónd í Gøtu,
sum við sínum gløggskygni
rættiliga gjørdi vart við seg
á sølustevnu á Háloyri,
Helsingør.
Sigmundur
Brestisson hevði slíka tign
á kongsgarðinum í Trónd-
heimi, at hann varð kosin at
boða kristindómin í Før-
oyum, og søgan sigur, at
hann millum avrekskappar
skuldi ganga sjálvum Ólavi
kongi næstur í øllum ítrótt-
um.
Hvussu nógv av hesum er
søga, og hvat ið er søgn, er
ilt at meta; men Føroyinga-
søga ber boð um mentanar-
ligt lív her á landi frá elstu
tíðum. Vit vita, at hon er
sett saman av brotum úr
íslendingasagaum;
men
fyri okkum er tað áhuga
vert, at íslendskir gransk-
arar hava gjørt vart við, at
Føroyingasøga í sínum stíli
víkur frá øðrum sagaum.
Ongin ivingur kann tí vera
um, at hesar frásagnir um
stríð og rembingar í Føroy-
um um ár 1000 eru komnar
hiðani av landi, og sannlíkt
er, at felagsnorrønar frá-
sagnir annars hava verið
livandi
manna
millum
eisini her í oyggjunum. Tað
finst bara onki fest á blað
og er tí horvið í tíðarhavi.
Mentanarligt lív hóast
svárar tíðir í miðøld
Føroyingar hava neyvan
heldur í teim fylgjandi øld-
unum livað í mentanar-
ligum myrkri. Besti vitnis-
burður um eitt framkomið
andslív í Føroyum í miðøld
er Sverri kongur, borin í
heim stórthundrað ár eftir
føroyingasøgutíðina. Við
dugnaskapi og snildum
megnaði hesin føroyingur,
prestlærdur í Kirkjubø, ikki
bert at rudda sær ræsur
heilt fram til kongstign yvir
øllum Noregslandi, men
eisini at gerast gitnasti
statsmaður í Europa um tað
mundið. Hesin søguligi
veruleiki lýsir ikki bert eina
óvanliga persónsmensku,
men eisini tað andsjørðildi,
sum hann var runnin av.
Onnur dømi, ið vitna um
prestaskúlan í Kirkjubø
sum framkomið lærdóms-
setur, eru t.d. prýðilig
skreytbløð,
sum
kønir
menn ikki ivast í eru frá
føroyskari hond. Og enn
stendur sjálvur Kirkjubø-
múrurin við sínum byggi-
skapi og sínum listarliga
prýði sum lýsandi prógv
um valahandverk, har før-
oyingar
vóru
handliga
álitið.
At svárar tíðir í miðøld,
ikki minst Svarti Deyði, í
stóran mun hava tikið
støðið undan menning og
framburði, hava vit alla
orsøk at halda. Tó er her
ongantíð vorðið øskukalt,
og sambandið úteftir er
ongantíð heilt slitnað. Tann
dansur, sum seinni gjørdist
okkara dansur burturav, var
komin til landið um hetta
mundið, og fyrndargomlu
kvæðini hava mong sínar
røtur heilt aftur í hesa tíð.
Evnini í hesum kvæðum
boða ikki frá trongskygdum
hugburði, heldur eru tað
alheims søgur um stór-
hendingar og kappabrøgd,
sum hava veitt føroyingum
eggjandi
upplivingar
á
dansigólvi og lívsinnihald í
gerandisdegi
gjøgnum
øldir.
Onki bókmentamál,
men kortini eitt vakið
og vitandi fólk
Við trúbótini um 1540 fekk
móðurmálið
ikki
tær
sømdir her hjá okkum sum
aðrastaðni og slapp tí ikki
at menna seg sum bók-
mentamál. Seinasta skjalið
skrivað á føroyskum í hesi
fornu tíð er skriv frá einum
kongsins hirðmanni í 1479,
og tað komu sostatt at
ganga 300 ár fram til, at
Jens
Chr.
Svabo
í
1770´árunum sum tann
fyrsti aftur gjørdi skrift-
royndir á okkara máli.
Hóast hetta hava føroy-
ingar ongantíð verið fá-
kunnugir heimføðingar -
heldur tvørturímóti. Ferða-
frásagnir og aðrir skrivligir
vitnisburðir eitt nú úr 18.
øld bera boð um eitt sera
vakið og vitandi fólk her í
oyggjunum, fríborið í fram-
ferð og samskifti.
Men samfelagið hevði tá
mestsum staðið í stað í
øldir. Fólkið treivst í sínum
og visti helst lítið um tær
rembingar og broytingar,
sum fóru fram úti í heimi.
Tann gávuríki og virkisfúsi
Nólsoyarpáll mundi tí um
1800 standa rættiliga einsa-
mallur við sínum hugsjón-
um og royndum til fram-
burð og nýhugsan. Kortini
var tað ikki lítið, sum hesin
úrmælingur bæði handaliga
og andaliga fekk á skaftið,
og hansara strembanir og
avrik, sum í hansara bestu
árum komu at kosta honum
lívið, settu sær síni fyri-
myndarligu spor.
Fólkið missir sína
ávirkan á egin sam-
felagslig viðurskifti
Í 1814 komu Føroyar bein-
leiðis undir danska umsit-
ing, og tá ið kongur í 1816
tók av okkara aldargamla
løgting og seinni setti
amtmann sum yvirvøld í
staðin, var tað eitt politiskt
afturstig. Um enn teir
fyrstu amtmenninir sum
brøðurnir
Tillisch
og
Christian Pløyen royndust
føroyingum hollir, settu seg
væl inn í føroysk viður-
skiftir og vístu vegir til
vinnuligan bata, so tók seg
nú upp eitt embætismanna-
veldi, ið samanumtikið
kom at roynast føroyingum
meinasti bági í øllum
menningarroyndum.
Tá ið danir í 1840-árun-
um fóru undir at leggja
lunnar
undir
nýggjan
politiskan samfelagsbygn-
að, tá sluppu føroyingar als
ikki upp í part at taka støðu
til og bera fram ynski um
síni egnu viðurskifti. Og
hóast andbornir danskir
politikarar við sjálvum
Grundtvig á odda harðliga
mæltu frá at fara við
føroyingum, sum um teir
vóru danir, so blivu Føroyar
formliga limaðar inn í ríkið
sum annar danskur lands-
lutur. Eisini fingu vit ein
skúla, sum ikki bygdi á
heimliga grund og tí í
staðin fyri at stuðla upp-
undir gjørdist størsti vandi
fyri at týna okkum sum
serstakt fólk.
Eitt stjørnuskot á
politiska himmal-
hválvinum
Í hesi døpru tíð var tað
heppið fyri okkum, at eitt
stjørnuskot
sum
Niels
Winther tók seg upp á okk-
ara politiska himmalhválvi.
Saman við donskum hug-
sjónarmonnum gjørdi hann
sítt til, at einahandilin varð
avtikin, og at vit fingu løg-
ting aftur. Tað harmaði tó
ongan meira enn Niels
Winther, at nýggja tingið
ikki bleiv tann trygd fyri
borgarligum
rættindum,
sum gamla løgtingið hevði
verið. Amtmaður og próstur
vóru nú føddir tinglimir, og
við amtmanninum sum for-
manni royndist nú Føroya
Løgting mangan meira sum
valdsamboð
í
hansara
hondum heldur enn sum
fólksins umboðsstovnur.
Men við fríum handli og
vaksandi
samskifti
við
útheimin fóru nú samfe-
lagsliga
broytingin
og
vinnuliga menningin rætti-
liga at taka dik á seg. Tað
bjartskygni, sum nýggja
tíðin bar við sær, betri
skúlaviðurskifti - um enn
ikki gróðursett í egnari jørð
- saman við vaksandi með-
viti um egin mentanarvirði
førdi alt við sær eina
vaknandi tjóðskaparkenslu
og ynski um í størri mun
sjálvur at ráða fyri borgum.
Jólafundurin 1888
tekin um vaknandi
samfelagsligt og
mentanarligt medvit
Hesi sjónarmið komu greitt
fram á søguliga jólafundin-
um í 1888, har aðalniður-
støðan gjørdist, at føroy-
ingar áttu at ganga fram í
øllum lutum til tess at
gerast sjálvbjargnir, og at
føroyskt mál átti at fáa
fullar sømdir í skúla, í
kirkju og á tingi. Fundurin
vakti ótta og vreiði hjá
donskum embætismonnum,
og hóast stigtakararnir viss-
aðu um, at her einans var
talan um framburð í heim-
ligum viðurskiftum, so
bleiv slíkt sum skilnaðar-
sótt og óvinsemi móti øll-
um donskum kastað teim-
um fyri.
Men tá ið Jóannes bóndi í
1901 møtti á danatingi sum
nývaldur fólkatingsmaður
og fór at greiða frá um
føroysk viðurskifti, fekk
hann góða móttøku, og
menn lurtaðu við opnum
sinni eftir tí, sum hann
hevði at bera fram. Ja, so
mikið vann hann sær ljóð
fyri sínum hugsjónum, at
hann í 1905 hevði heim við
sær eitt tilboð til Føroya
Løgting, einmælt samtykt í
fólkatinginum, um størri
ræði á og meira ábyrgd av
egnum samfelagsmálum.
Søguligar hugleiðingar
í sambandi við flaggdagshald
Fyri og ímóti frælsi og
framburði í Føroyum
Men heima í Føroyum
menti seg nú ein andstøða,
sum rættiliga fór í hernað
ímóti øllum broytingum í
landsumsitingini og ímóti
øllum sjálvbjargnisroynd-
um.
Framtakshugsjónin varð
fyri álvarsligum bakkasti
lagnuárið 1906; men tjóð-
skaparrørslan viknaði ikki
av tí. Slíkt sum tað, at ein
sambandsmeiriluti á tingi í
1912 fór so langt sum at
samtykkja, at føroyskt mál
ongar sømdir skuldi fáa í
føroyskum skúla, kundi
bert herða stríðið fyri
føroyskum rættindum, og
t.d. gjørdist nú ynski um
føroyskt tjóðarmerki meira
og meira átroðkandi.
Eins og í 1880-árunum
vóru tað nú aftur stud-
entarnir í Keypmannahavn,
sum tjóðskaparliga gingu
undan. Eg minnist, at far-
bróðir mín, Emil Joensen,
Míl prestur sum tey kallaðu
hann, greiddi frá, at stu-
dentarnir
sínámillum
høvdu
tosað
um,
at
føroyingar áttu at fingið
sær krossmerki eins og hini
norðurlondini í staðin fyri
veðramerkið ella tjaldurs-
merkið. Høvuðsmenninir
vóru Jens Oliver Lisberg og
Janus Øssursson. Ein dagin
komu teir báðir inn á
kamarið hjá Emil á Garði,
og á skriviborðinum hjá
honum varð tá endalig
støða tikin til, hvussu teir
mæltu til, at føroyska
flaggið skuldi síggja út.
Teir fóru so oman á Nord-
isk Fane- og Flagfabrik og
fingu bílagt lítið flagg, sum
Louis Zachariassen undir
stórum fagnaði bar fram á
føstugangsveitslu Føroy-
ingafelags sunnudagin 2.
mars 1919. Tá ið teir seinni
fingu flaggið gjørt, sum nú
hongur í kirkjuni í Fámjin,
heimbygd Jens Olivers,
bleiv tað hongt út av vind-
eyganum hjá Emil. Nakrir
íslendskir studentar, sum
gingu niðri í garðinum,
róptu tá hurrá og ynsktu
føroyingum tillukku við
fagra merkinum.
Broyting í hugburðin-
um til føroysk
viðurskifti
Ímeðan var nú broyting
komin í hugburðin til før-
oysk viðurskifti í Danmark.
Mangur danskur politikari,
sum kendi Jóannes bónda
og
hansara
hugsjónir,
mundi undrast, tá ið eftir-
maður hansara í fólkating-
inum í 1906 í sínari jom-
frútalu
legði
fyri
við
orðunum:"Vi
færinger
føler
os
ganske
som
danske". Sum frá leið, fóru
slíkir tónar tó at festa røtur
í danskari tilvitan, og tá ið
Jóannes Patursson í 1918
aftur kundi møta sum
føroyskur umboðsmaður á
danatingi,
mátti
hann
ásanna, at har rættiliga var
vent í holuni. Hugstoytt
mundi hetta vera hjá hon-
um, sum í sínari Danmark-
ar-tíð 12 ár frammanundan
hevði fingið tokka til og
virðing fyri landi og fólki
har.
Ongin
føroyingur
hevur borið hesari okkara
frændatjóð og føðilandi
hennara eina so vakra og
inniliga
kvøðu
sum
Jóannes bóndi, tá ið hann í
1902 yrkti:
Eg veit eitt land, so lágligt sett
við havumgirdum strondum,
sum er og hevur verið mett
við prís í norðurlondum.
Tað landið Danmørk nevnist
svá,
so vænt sum ungmoy er at sjá,
tá brosið leikar vørrum á,
og kínið berst í hondum.
Men ein óbótalig spilla
var nú komin í viðurskiftini
Danmarkar og Føroya mill-
um. Ein fylgja av hesum
broytta hugburði var tann
skamm-iliga viðferð, sum
føroyska flaggið fekk av
danska forsætisráðharran-
um á Tingvøllum í Íslandi í
1930, sum so aftur gjørdist
orsøkin til flagggøluni her í
Havn á ólavsøku sama ár. Í
bókini hjá Niels Juul Arge
um flaggsøguna eru so
mong onnur dømi um,
hvussu tjóðskaparmenn á
sjógv og landi til fánýtis
stríddust fyri at vinna
flagginum rættindi.
Merkið fær viður-
kenning, men enn ikki
er komið á mál
Stórur var tí gleðisrómurin
um landið alt, tá ið tað í
dag fyri 62 árum síðani, 25.
apríl 1940, frættist, at
merkið okkara hevði fingið
altjóða viðurkenning. Frá
barnaárum í Kvívík minn-
ist eg fyrsta flaggdagin, tá
fløgg vórðu seymað næstan
í hvørjum húsi, stásiligar
flaggstengur vórðu reistar,
mastrar og árar við smærri
fløggum á settar upp fram
við vegnum, og bygdin øll
skygdi í hvítum, bláum og
reyðum. Flagglitirnir sóust
eisini aftur í gerandis-
degnum. Tá ið menn móti
sumri fóru at mála bátar-
nar, mundi meira enn annar
hvør bátur gerast hvítur við
bláari rim ella stokkum og
reyðari rond.
Men við flaggi okkara er
ikki enn komið á mál. Vit
eru mong, sum umboðandi
land okkara uttanlands
hava verið fyri tí eyðmýkj-
andi uppliving, at okkara
flagg ikki hevur verið at
síggja millum onnur sam-
leika-merki. Okkara støða
er jú tann, at vit í altjóða
tilvitan als ikki eru til sum
serstøk tjóð. Tí er tað
umráðandi, at vit nú í
lagnutíð ikki liggja sjóvar-
fallið av okkum, men
standa saman um eitt ríkis-
rættarligt krav, sum m.a.
veitir okkum stangarpláss
allastaðni, har tjóðir hittast
- at enda eisini á altjóða
háborgini í New York.
Ólavur Hátún
C
M
Y
K
19
18
GER KVETTIÐ!
Fyrstafloks seyðahegn
50 m X 90 cm
6 tráða
Einans kr. 375,-
Yvir og undirtráður 3mm
Millumtráður 2,5mm
Meskavídd
B. 15cm H. 14cm til H. 22cm
Galvanisering 240 g/m2
Fa. H.J. Michelsen
tlf. 314414 - 263707
Arbeiðseftirlitið
Occupational Safety and Health Administration
Vegna farloyvi er eitt sera áhugavert og spenn-
andi starv sum
eftirlitsfólk
innan arbeiðsumhvørvi og alt, ið hartil hoyrir,
leyst at søkja, til setan 1. juni, ella sum skjótast.
Starvið er tíðaravmarkað til 15. januar 2003.
Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar og
kemur viðkomandi, umframt vanligt eftirlitsvirk-
semi, eisini at taka sær av evni og tilfari og øllum
inniklima mátingum og sundurgreiningum av
hesum.
Rætti umsøkjarin við tøkniligum førleika,roynd-
um innan evnafrøðiligar mátingar, við góðum
evnum at málbera seg skrivliga á føroyskum og
teldukunnleika hevur fyrimun.
Setanartreytir. Løn og setanartreytir sambært
sáttmála millum landsstýrið og viðkomandi
yrkisfelag.
Upplýsing og umsókn. Nærri upplýsingar fáast
við at venda sær til arbeiðseftirlitið,tlf.317811 og
tosa við Karl Joensen, stjóra. Skrivlig umsókn, við
avriti av prógvi og møguligum ummælum skal, í
seinasta lagi 13.mai 2002 (Longd freist) sendast
til:
Arbeiðseftirlitið
Boks 1134
110 Tórshavn
Aðalfundur
verður leygardagin 11. mai 2002 kl. 15.00 í MBF-
húsinum, Íslandsvegur 10C, Tórshavn. Á skránni
verður m.a. referat av skeiði í Danmark.
Landsfelagið fyri autistar – Nevndin
Venjarar í fimleiki
·
Tímir tú at læra frá tær?
·
Tímir tú at arbeiða við børnum?
·
Tímir tú at menna førleikan hjá
børnum (fysiskt, motorisk, socialt)?
·
Tímir tú at arbeiða við vaksnum?
·
Tímir tú at gera fimleik?
So er hetta nakað fyri teg. Havnar Fimleikafelag
sóknast eftir venjarum M/K til komandi fimleikaár.
Hevur tú royndir, sum fimleikavenjari so er tað
gott, og hevur tú ongar, ja, so kanst tú fáa tær hjá
okkum.
Skriva nøkur orð um teg og send tey til Havnar
Fimleikafelag, postboks 3145, 110 Tórshavn. Tú
er eisini vælkomin at ringja til Karinu Nattestad á
tlf. 319327.
Havnar Fimleikafelag er eitt sera virkið
ítróttarfelag. Havnar Fimleikafelag hevur í dag
yvir 1000 íðkandi limir í aldrinum 2 til 70 ár. Vit
hava 40 ymisk fimleikalið, harav 7 lið eru
kappingarlið burturav. Hesi kappast bæði í
rútmiskum og í amboðsfimleiki. Vit hava 6
dreingjalið og 1 manslið. Størsti parturin av
liðunum eru gentulið, 19 í tali, og tey eru býtt í
rútmiskan og í amboðsfimleik. Øll liðini undantikið
tey 7 "kom í form" liðini fara til framsýning.
Nevndin er í løtuni ein 4 manna nevnd, og tær
eru Anni Kyster Durhuus, formaður, Karina
Nattestad, næstformaður, Erla Mikkelsen,
kassameistari og Ann-Mari av Skarði er skrivari.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo