mikudagur 8. mai 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 • mikudagur • 8. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyri Christian
Høgna Jacobsen og
Vejle verður dyst-
urin í Silkeborg
sunnudagin av sera
stórum týdningi
SUPERLIGAN
Síðsti dysturin í triði
síðsta umfarinum í sup-
erliguni varð spældur í
Esbjerg mánakvøldið.
Silkeborg, sum er í
vanda fyri at flyta niður,
vitjaði og fór avstað
aftur við einum stigi.
Teir komu á odda stutt
undan steðginum, men
heimaliðið javnaði, tá
tað bara restaðu tveir
minuttir.
At Silkeborg megnaði
javnleik kann hava av-
gerandi týdning fyri
spurningin um niður-
flyting. Tvey umfør eru
eftir at spæla, og AGF er
framvegis
næstaftast.
Men bæði Silkeborg og
Vejle eru í niður-flyting-
arvanda. AGF hevur 25
stig, Vejle 28 stig og
Silkeborg 29 stig.
Á pappírinum er einki
at ivast í, at Silkeborg
situr við bestu kortun-
um, og at tað ikki sær so
lætt út hjá Vejle. Um
AGF og Vejle fara at
standa á jøvnum eftir
síðsta umfarið, so noyð-
ist Vejle niður, tí teirra
málmunur er verri, enn
hann er hjá AGF.
Silkeborg hevur sjálvt
møguleikan at avgera
sína lagnu. Teir skulu
sunnudagin
spæla
á
heimavølli ímóti Vejle,
sum tær seinastu ferðir-
nar ikki hevur funnið
pláss
fyri
Christian
Høgna Jacobsen millum
teir fyrstu ellivu. Og
annan
hósdag
skal
Silkeborg í síðsta um-
farinum spæla á útivølli
ímóti AGF.
Sunnudagin klossaði
Vejle í tí á heimavølli
ímóti Lyngby. Komandi
sunnudag
skal AGF
spæla í Lyngby. Tað er
neyvan nakað at ivast í,
at AGF fer at fáa øll
stigini. Vejle skal í síðsta
umfarinum
spæla
á
heimavølli ímóti Es-
bjerg. Tað er møguleiki
fyri, at úrslitini í tveim-
um teimum síðstu um-
førunum fara at laga seg
soleiðis, at tað verður
Vejle, sum fer at sita við
svarta peri.
jh
Vejle framvegis
í stórum vanda
Kvinnuliðið hjá B36
vann fyrsta dystin í
hesum kappingar-
árinum. B36 basti
B68 við einum máli
móti ongum.
Dysturin var leikliga
javnur, men B36
skapti fleiri mál-
møguleikar
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Arnbjørg Danielsen fekk
einasta málið í dystinum.
Selma Erol Dahl sendi
Arnbjørg avstað í høgru
síðu, og hon gjørdist leys
við málverjanum. Arnbjørg
hevði ikki trupult við at
skora til 1-0. Hetta var eftir
lítlan hálvan tíma í fyrra
hálvleiki.
B36 hevði kanska munin
hesa fyrstu løtuna, men
B68 kom við aftur, og
dysturin var sum heild
javnur.
Eftir steðgin legði B68
trýst á B36-málið, men
einki
spurdist
burturúr
leikligu yvirvágini. B68
tveitti nógv fólk fram á
vøllin, og hetta gav B36
møguleika
fyri
skjót-
álopum. Fleiri slík komu í
lag, og B36 skapti teir
størru málmøguleikarnar
eftir steðgin.
Arnbjørg
Danielsen
hevði tann størsta møgu-
leikan eftir steðgin. Hon
kom at standa væl fyri í
brotsteiginum, fór framvið
fleiri verjuleikarum, men
skotið varð steðgað á sjálv-
ari málstrikuni.
Annars
var
dysturin
merktur av, at liðini ikki
rættiliga
eru
komin
í
dystarvenjing, og tí var
nógv óskipað spæl at
síggja.
B36 kvinnurnar kundu
fegnast eftir dystin, sum
kundi farið báðar vegir,
men heimaliðið helt høvdið
kalt í avgerandi løtuni.
Annars verða hesi bæði
liðini mett at enda í odd-
inum í grundspælinum, og
hesi bæði liðini eru kanska
tey einastu, sum kunnu
geva KÍ harða mótstøðu.
Ein annar dystur skuldi
verið leiktur í bestu kvinnu-
deildini. Tað var millum KÍ
og VB, men vegna verk-
fallið er hesin dysturin
útsettur.
B36 – B68 1-0 (1-0)
1-0: Arnbjørg Danielsen
Tað eydnaðist HB
at fáa eitt stig við
sær úr Gøtu, tá
kvinnuliðini
møttust. GÍ hevði
kanska munin
leikliga og brendi
eisini eitt brots-
spark í dystinum,
sum endaði 2-2
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tað var heimaliðið, sum
legði seg framum í fyrra
hálvleiki. Anja Klæ-
mintsdóttir, sum var væl
fyri henda dagin, skor-
aði fyrra málið hjá GÍ.
HB svaraði tó skjótt
aftur, tá dómarin dømdi
brotsspark til útiliðið.
Eyðvør Thomsen var
ósvitaliga
trygg
frá
brotssparksblettinum, og
so var 1-1.
Hetta var eisini støðan
í steðginum, men HB
megnaði at taka leiðsl-
una stutt inn í seinna
hálvleik. Hesuferð var
tað Malan á Dunga, ið
skoraði málið. Hóast GÍ
hevði havt yvirvág í
dystinum, var tað nú
brádliga HB, sum var
frammanfyri.
Hetta var ein dyggur
smeitur fyri heimaliðið,
sum tó megnaði at reisa
seg aftur. Áðrenn GÍ fekk
útjavnandi málið mis-
nýttu tær eitt brotsspark.
Anja Klæmintsdóttir
var tó enn einaferð uppá
spæl, og hon tryggjaði
GÍ annað stigið, tá hon
skoraði til 2-2.
Hóast GÍ hevði mun-
in, so skapti HB eisini
onkran góðan málmøgu-
leika. Eitt nú rakti
Eyðfríð
Christiansen
tvørstongina í einum
undirhaldandi og mál-
ríkum dysti í Gøtu.
GÍ – HB 2-2 (1-1)
1-0: Anja Klæmints-
dóttir
1-1: Eyðvør Thomsen,
br.
1-2: Malan á Dunga
2-2: Anja
Klæmintsdóttir
Kvinnur: GÍ – HB 2-2 (1-1)
Javnt millum
GÍ og HB
Kvinnur: B36-B68 1-0 (1-0)
B36 kom væl frá byrjan
Málskjúttin Arnbjørg Danielsen úr B36 í nærdysti við tveir B68-leikarar. Arnbjørg fekk einasta málið í dystinum
Mynd: Álvur Danielsen
21
20
Nr. 86 - 8. mai 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Valdi Keyp-
mannahavn
Microsoft hevur gjørt
av at halda sína árligu
evropeisku ráðstevnu
og framsýning Micro-
soft IT Forum 2002 í
K e y p m a n n a h a v n .
Framsýningin verður í
Bella Centrinum frá 19.
til 22. november.
Leiðslan
í
Bella
Centrinum sigur, at tey
vænta umleið 8.000
fólk úr Evropa, Afrika
og Miðeystri til Keyp-
mannahavnar teir fýra
dagarnar.
Sambært
stjóranum í centrinum,
Arne Bang Mikkelsen,
hevur tað fasta sam-
bandið um Oyrasund
verið medvirkandi til,
at
Microsoft
valdi
Keypmannahavn sum
vert fyri framsýningini
í Evropa.
Statoil seldi
Eftir at donsk bløð hava
skrivað, at almenna
danska felagið DONG
skuldi keypa rættindini
hjá Statoil í danska
partinum av Norðsjó-
num, vórðu tíðindini
váttað í Noregi í gjár.
Sagt varð, at Statoil
hevði selt DONG rætt-
indini á trimum leiðum
fyri eina mia. danskar
krónur.
Sveits í
buktini
Sveits kann forða fyri,
at ein nýggj skipan um
rentuskatt kann koma í
gildi í ES-londunum.
Sveits er ikki í ES, men
tá tað lítla Luksenburg
gekk við til at taka
undir við nýggju skip-
anini, treytaði tað sær,
at eisini "bankalond"
uttan fyri ES skuldu
koma undir skipanina.
Sveitsisku bankarnir
eru alt annað enn fegnir
um at geva skattamynd-
ugleikunum í ES upp-
lýsingar um rentuinn-
tøkurnar hjá teimum
ES-borgarunum
ella
ES-fyritøkunum, sum
hava konti í Sveits. Tí
krevur
sveitsiska
stjórnin at fáa ymsar
ágóðar afturfyri, skal
hon áleggja bankunum
at lata upplýsingarnar.
Higartil er tey sveits-
isku krøvini so mikið
stór, at fleiri ES-lond
sýta fyri at góðtaka tey,
og tískil kann eitt land
uttan fyri ES beina fyri
einari nýggjari rentu-
skattaskipan í sam-
veldinum.
Úr Norðurlondum:
Lýggjur
apríl
Tað hevur verið sera
lýtt í Noregi í vár - so
lýtt, at apríl var tann
næstlýggjasti,
síðani
norska veðurtænastan
fór undir at máta hitan
fyri 136 árum síðani.
Verður alt Noreg tik-
ið undir einum, var
meðalhitin í apríl 2,7
stig, og so lýggjur hev-
ur apríl ikki roynst
síðani 1921, tá meðal-
hitin var 2,9 stig. Í
Norðurnoregi var með-
alhitin 3,6 stig, og tað
er tað sama sum gamla
metárið 1937. Har suð-
uri í Noregi var munur-
in týðiligur. Í Oslo
máldu tey í meðal 6,9
stig, meðan gamli með-
alhitin hevur ligið um
4,5 stig. Best kendist
munurin tó í Trónd-
heimi. Í apríl í ár var
meðalhitin har 7,2 stig,
og tað er júst tvær meiri
enn tann gamli meðal-
hitin í býnum hendan
mánaðin.
Skal frá
Tann umstríddi borgar-
stjórin í Farum í Dan-
mark, Peter Brixtofte,
verður nú settur úr em-
bætinum. Tað avgjørdi
innanríkisráðið mána-
dagin.
Borgarstjórin
hevur hesa vikuna til at
gera viðmerkingar til
avgerðina, men kemur
einki nýtt fram, stendur
avgerðin við makt, sigur
innanríkisráðharrin Lars
Løkke Rasmussen.
Russari
tikin
Norska sjóverjan tók
mánadagin ein russisk-
an trolara, tí hann
royndi á einari stongd-
ari leið sunnan fyri
Bjarnoynna. Russiski
skiparin segði seg ikki
vita,
at
leiðin
var
stongd, men tað hjálpti
ikki. Russiski trolarin
fekk boð um at fylgja
við sjóverjuskipinum
til Hammerfest, hagar
skipini komu í gjár.
Seinastu tíðina hava
fólk við tilknýti til
fiskivinnuna í Mur-
mansk mótmælt, at
norðmenn revsa russisk
skip munandi harðari
enn norsk, sjálvt um
talan er um sama brot á
veiðireglurnar.
Ein
kanning hjá starsadvo-
katinum í Norðurnoregi
staðfesti herfyri, at
russisku atfinningarnar
eru rættar.
Ísraelski forsætis-
ráðharrin, Ariel
Sharon, vil hava USA
at vraka Yasser Arafat
sum palestinskan
leiðara
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Ísraelski forsætisráðharrin,
Ariel Sharon, leggur ikki
fingrarnar
ímillum,
nú
hann er í USA og tosar við
George W. Bush, forseta og
aðrar amerikanskar leið-
arar.
Longu áðrenn hann fór úr
Ísrael, segði Sharon, at
amerikanska stjórnin eigur
at vraka Yasser Arafat sum
umboð fyri palestinska
fólkið. Talsmenn hjá Shar-
on hava sagt, at Ísrael er til
reiðar at samráðast við
palestinar - ikki við Arafat,
men við aðrar palestinskar
leiðarar. Sharon sjálvur
hevur fyrr sagt, at tað hevði
verið gagnligt við einari
ráðstevnu um Miðeystur,
men hann legði eina við, at
hann fer ikki til sam-
ráðingarborðið saman við
Arafat.
Á vitjanini í USA ætlar
Sharon at sannføra ameri-
kanarar um, at heldur ikki
teir eiga at hava nakað við
Arafat at gera. Við sær til
USA hevði Arafat eina
rúgvu av skjølum, sum
sambært
ísraelsmonnum
prógva, at Arafat í fleiri
førum játtaði pengar til
felagsskapir, sum skipaðu
fyri yvirgangsatsóknum í
Ísrael.
Skjølini
vísa
sambært
ísraelsmonnum
eisini, at trygdartænastur-
nar hjá Arafat fylgdu gjølla
við virkseminum hjá fe-
lagsskapum sum Hamas,
Islamskum Jihad og Al-
Aqsa, men tað er ógreitt,
um Arafat eisini góðkendi
atsóknirnar hjá felagsskap-
unum.
Tá hann kom til USA
mánadagin, hitti Sharon
fyrst Colin Powell, uttan-
ríkisráðharra, og í gjár
skuldi hann so tosa við
Bush forseta.
Politikarar um allan
heim fordøma morð-
ið á niðurlendska
høgrapolitikaran Pim
Fortuyn
NIÐURLOND
Árni Joensen
Tilburðurin
seinnapartin
mánadagin, tá niðurlendski
høgrapolitikarin Pim For-
tuyn varð myrdur á gøtuni í
býnum Hilversum, hevur
skelkað tað niðurlendska
fólkið. Allir teir politisku
flokkarnir steðgaðu alt fyri
eitt valstríðnum upp undir
tjóðartingsvalið, sum ætl-
andi skal haldast tann 15.
mai, men sum stjórnin í
gjár umhugsaði at útseta
orsakað av morðinum.
Tann 54 ára gamli Pim
Fortuyn varð rakstur av
seks skotum í høvdið,
nakkan og bringuna. Morð-
ið hendi um seks-tíðina
seinnapartin, tá Fortuyn var
á veg úr útvarpshúsunum í
Hilversum, har hann hevði
verið til eina valsending.
Ein sjúkrabilur kom alt fyri
eitt á staðið, men allar
royndir at fáa lív í tann illa
særda mannin miseydn-
aðust.
Niðurlendska løgreglan
boðaði seinni frá, at hon
hevði tikið ein mann, sum
var undir illgruna fyri at
hava skotið høgrapolitik-
aran. Løgreglan vildi ikki
siga, hvør maðurin var,
men upplýsti bert, at hann
var niðurlendingur.
Politikarar um allan heim
fordømdu
mánakvøldið
morðið og søgdu tað vera
eina álvarssama hóttan
ímóti teimum demokrat-
isku grundreglunum.
Kendi seg hóttan
Vinmenn hjá Pim Fortuyn
greiddu mánakvøldið frá,
at hann hevði kent seg
hóttan eftir lívinum. M. a.
hevði hann greitt frá, at
fremmandafólk høvdu ringt
til hansara og hótt hann.
Pim Fortuyn var høgra-
politikari. Hann hevði av-
gjørdar hugsjónir um tey
nógvu fremmandu í Niður-
londum og var m. a. tals-
maður fyri, at tey, sum eru
komin ólógliga til landið,
eiga at verða koyrd av
landinum. Hann hevði eis-
ini avgjørdar hugsanir um
muslimarnar í Niðurlond-
um og segði herfyri, at tann
muslimska trúgvin er tann
størsta
hóttanin
ímóti
mannaættini. Kortini vildi
Pim Fortuyn ikki verða
borin saman við franska
Jean-Marie Le Pen ella
eysturríkska Jørg Haider.
Veljarakanningar sein-
astu dagarnar hava víst, at
flokkurin hjá Pim Fortuyn
fer at fáa millum 16 og 20
prosent av atkvøðunum á tí
komandi tjóðartings-valin-
um. Eitt tílíkt úrslit hevði
gjørt flokkin til tann trið-
størsta í Niðurlondum og
hevði helst havt við sær, at
flokkurin hevði skipað
stjórn saman við kristiligu
demokratunum.
Niðurlond skelkað av
politiskum morði
Arafat skal útihýsast
Hóast Pim Fortuyn hevði avgjørdar hugsanir um innflytarar og muslimsku trúnna, vildi hann ikki verða
borin saman við Jean-Marie Le Pen ella Jørg Haider
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
20