mikudagur 8. mai 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 86 - 8. mai 2002
Triathlon
verður
sunnudagin
Komandi sunnu-
dag skipar Føroya
Triathlonfelag,
FTF, fyri ársins
fyrstu triathlon
kapping. Hetta
verður eitt so-
nevnt sprint
triathlon
TRIATHLON
Stefan í Skorini
Í triathlon skulu íðk-
ararnir kappast í svimj-
ing, renning og súkkl-
ing. Kappingin sunnu-
dagin er tann triðja,
sum FTF skipar fyri í
ár, og tað er tann triðja í
Grand
Prix
2002.
Kappast hevur verið
tvær ferðir í duathlon,
sum er svimjing og
renning, men hesuferð
skulu íðkararnir súkkla
eisini.
Lagt verður fyri við
at svimja, síðani verð-
ur súkklað og at enda
fara luttakararnir í
renniskógvarnar. Tein-
urin í hylinum í Havn
er 750 metrar, súkklað
verður 20 kilometrar
og at enda verður
runnið 5 kilometrar.
Súkklað verður frá
svimjihøllini,
oman
eftir Eystara Ringvegi,
eftir vegnum Yviri við
Strond til rundkoyr-
ingina við Skansan,
har
luttakararnir
venda. Leiðin gongur
síðani
niðan
til
rundkoyringina
við
R.C. Effersøes gøtu og
Eystara
Ringveg.
Hesin teinurin skal
koyrast tríggjar ferðir.
Renningin byrjar við
Plantusøluna og runn-
ið verður yvir til Før-
oya Sparikassa Yviri
við Strond og niðan
aftur til Plantusøluna,
har málið er.
Nú tvey umfør í
Grand Prix 2002 hava
verið, liggur Hallur
Stakksund á odda hjá
monnum, og Rannvá
Jacobsen er fremst hjá
kvinnum. Hallur var
næstfremst í fyrstu
kappingini og vann ta
næstu. Hann hevur tí
72
stig
tilsamans.
Rannvá vann fyrstu
kappingina
og
var
nummar tvey í tí næstu
kappingini. Hon hevur
tí somuleiðis 72 stig.
Kappingin
verður
sunnudagin klokkan
13, og luttakararnir
skulu møta klokkan
12. Tilmelding er hjá
Evald Rasmussen á tlf.
31 65 52.
Sjáldan hevur FM kappingin fyri lið
verið meir jøvn og spennandi enn
hesu ferð. Undan finalu-umfarinum
høvdu liðini helvtina av stigunum
vunnin í innanhýsisdystunum við sær,
og har lógu trý av teimum fýra
liðunum púra jøvn
BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen
Sum úrslitini háttaðu seg í Bridgehúsinum um
vikuskiftið, varð heldur einki avgjørt, fyrr enn
seinasta spæl var liðugt leikt. Uppgerðin vísti tá,
at Junior Buss Taxa liðið við Boga Simonsen,
Róa á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og
Arnbjørn Sivertsen var vorðið føroyameistari
við bara einum stigi niður til nr. 2, sum vóru
føroyameistararnir frá í fjør, liðið hjá Allan Dal-
Christiansen. Triðja pláss fór til liðið úr
Eysturoynni, Símin Lassaberg, og liðið hjá Carl
Mikkelsen endaði sum nr 4.
Úrslitini frá finaluni:
Símin Lassaberg - Carl Mikkelsen
20-10
Junior Buss Taxa - A. Dal-Christiansen 18-12
A. Dal-Christiansen - Símin Lassaberg
20-10
Carl Mikkelsen - Junior Buss Taxa
05-25
Junior Buss Taxa - Símin Lassaberg
15-15
A. Dal-Christiansen - Carl Mikkelsen
25-05
Endaliga støðan í finaluni:
1. Junior Buss Taxa
106
2. Allan Dal-Christiansen
105
3. Símin Lassaberg
93,5
4. Carl Mikkelsen
52
Jóna Grunnveit verandi í 1. deild
Í kappingini um at fáa tað seinna uppflytingar-
plássið til 1. deild komandi kappingarár eydnað-
ist liðnum hjá Jónu Grunnveit at fara við
sigrinum. Við á liðnum hjá Jónu leiktu eisini
Henriette Svenstrup, Jógvan Juel Rasmussen,
Eyðun Jensen og Pól Joensen. Liðið hjá Jórun
Johannesen, sum fyrr í vetur vann 2.deild,
hevði longu frammanundan tryggjað sær hitt
uppflytingarplássið til 1. deild.
Úrslitini frá upp- og niðurflytingarbólkinum:
Jóna Grunnveit - Øssur Winthereig
14-16
Hanus Bærentsen - Hans Egil Joensen
11-19
Hans Egil Joensen - Jóna Grunnveit
03-25
Øssur Winthereig - Hanus Bærentsen
13-17
Hanus Bærentsen - Jóna Grunnveit
09-21
Hans Egil Joensen - Øssur Winthereig
22-08
Endaliga støðan í upp- og
niðurflytingarbólkinum
1. Jóna Grunnveit
60
2. Hans Egil Joensen
44
3. Hanus Bærentsen
37
4. Øssur Winthereig
37
Vit skulu her síggja eitt av spølunum, ið spælt
var í upp- og niðurflytingarbólkinum.
2kl er krav, 3kl er positivt við kleyvara, 4ut spyr
eftir essum, og 5kl sigur frá ongum essi.
Tá makkarin einki ess hevði, mátti tað positiva
hjá honum vera í onkrum øðrum liti. Tað dámdi
Jógani Juel væl, so hann valdi at fara í slemm.
Við trumfi út, fer kontraktin niður, men Vestan
valdi at spæla hj9 út. J.J. tók við essinum,
trumfaði ein rútara á borðinum, trumfaði ein
kleyvara á hondini, trumfaði enn ein rútara og
trumfaði síðan enn ein kleyvara. Tá hann nú tók
spA og K, sá hann, at har var ein trumftapari.
Men kontraktin kundi vinnast, um bara antin
kleyvarin ella hjartarin sótu 3-3. Jógvan spældi
hj10 til dreingin og trumfaði ein kleyvara.
Kleyvarin sat javnt, og Jógvan Juel spældi hjQ
til hjK og kundi kasta tann síðsta rútaran uppá
tann góðspælda kleyvaran. Nú sat hjartarin
eisini 3-3, men J.J. økti um møguleikarnar hjá
sær við at spæla uppá kleyvaran eisini. Væl
spælt.
Tá EM landsliðini vóru í
Danmark fyri nøkrum vik-
um síðani, vórðu vit boðin
til Týsklands við einum liði
at taka lut í tí stóru upp-
hitangarkappingini til EM,
teir nevna Nationen Cup.
Teir, ið fara avstað, verða
Jóannes Mouritsen, Heðin
Mouritsen, Hans Jacob
Petersen og Arnbjørn Si-
vertsen. Kappingin verður
spæld í Bonn mikudagin og
hósdagin 8. og 9. mai. Hjá
teimum, sum hava hug at
fylgja við, hvussu tað
gongur í kappingini, ber til
at fara inn á heimasíðuna:
www.bridge-club-
bonn.de/main/ncup2002/
Junior Buss Taxa føroyameistari
Landsliðið til kapping í Týsklandi
S/Øll
_
_
_
_
96
KJ63
-
Q1086532
_
_
_
_
QJ8
985
10742
AJ4
_
_
_
_
4
742
AJ9865
K97
_
_
_
_
AK107532
AQ10
KQ3
-
Vinnandi liðið og føroyameistarar í bridge. Við á liðnum, sum nevnist Junior
Buss Taxa, eru Bogi Simonsen, Rói á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og
Arnbjørn Sivertsen
Liðið hjá Jónu Grunnveit flutti upp í 1. deild. Við á liðnum eru eisini Henriette
Svenstrup, Jógvan Juel Rasmussen, Eyðun Jensen og Pól Joensen
V
N
E
S
Eyðun
Jensen
Jógvan Juel
Rasmussen
-
-
-
2kl
pass
3kl
pass
3sp
pass
4sp
pass
4ut
pass
5kl
pass
6sp
pass
pass
pass
C
M
Y
K
22
Nr. 86 - 8. mai 2002
23
TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
11. mai verður seinasta
innleiðandi umfar áðrenn
finaluna, sum verður 29.
juni
í
kappingini
um
”Ársins songrødd 2002".
Hesa ferð er tað song-
røddir úr Vágunum og
Vestmanna, sum skulu hava
tvey umboð við til finaluna
í badmintonhøllina 29.
juni. Stóra tiltakið veður í
Ítrottarhøllini í Vestmanna
11. mai kl. 11:30.
Fyrireikararnir siga, at
ikki
minni
enn
seks
”duettir” verða við, so
nógv fólk skulu á pallin
hetta kvøldið. Er áhugi fyri
at fylgja við í kappingini,
er møguleiki at lurta eftir
sendingini ”Ársins Song-
rødd 2002” á Rás 2. Send-
ingin verður send hvønn
mánadag kl 17.00 aftan á
eitt innleiðandi umfar hev-
ur verið og endursend leyg-
ardagin kl 15.00. Finalan
verður send beinleiðis, og
Rás 2 fer at gera eina ser-
staka sending hetta kvøld-
ið. Tær boðar Ruth Reinert
og Súsanna Clementsen
hava gjørt sendingina.
Aftan á kappingina verð-
ur stórt DJ-SHOW við
Martin
Kjærbo,
James
Olsen og hannsara dansi-
gentur. Eitt einastandandi
kvøld við tónleiki, sangi,
royk- og ljósshowi, har
áskoðarin m. a. eisini fær
møguleika
at
syngja
”karaoke”.
Luttakararnir eru:
Ása Kathy Dam
Mariann Ivansdóttir
Durita Poulsen
Una Siggertsdóttir/Siri
Joensen
Finnur/Elisa Joen-
Jacobsen
Laila J.Jacobsen/ Tóra
Gudmundsen
Torkil Joensen/Lina
Hansen
Vanja S. Jacobsen/Tanja
Johansen
Alice Simonsen
Sunneva /Jona
Miðskeiðis í mai
mánaði verður
Brandur Enni við í
helst best umtóktu
barnasendingini í
donskum sjónvarpi
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakkstein
Um vikuskiftið var Brand-
ur Enni í Danmark fyri at
gera upptøkur til sending-
ina »Snurre Snups Søn-
dagsklub«, sum verður
send á TV2 sunnumorgnar.
Sendingin verður roknað
sum ein tann besta barna-
sendingin í donskum sjón-
varpi, og tað kemur millum
annað av, at væl umtókti
Bubber er vertur í send-
ingini.
Nógvir kendir tónleikar-
ar hava vitjað í sendingini,
men hetta er fyrstu ferð, at
føroyskt navn verður við.
Brandur skal saman við
dansigentunum
syngja
nøkur løg, og sjálvandi
verður eisini prátað við
føroyska tannáringin.
Framførslan í danska
sjónvarpinum er ein liður í
at fáa Brandur fram uttan-
lands. Sendingin verður
send sunnumorgunin 16.
mai millum frá klokkan
9.00 føroyska tíð. Send-
ingin varðar í stívliga tveir
tímar.
Seinasta inn-
leiðandi umfar
í Ársins Songrødd
Brandur vitjar
Bubber
23
Hjartaliga tøkk til tykkum øll
sum stuðlaðu Tjóðveldisflokkinum
til valið 30. apríl
Ein serlig tøkk til tey sum
stuðlaðu mær persónliga
Heini O. Heinesen
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum stuðlaðu
Javnaðarflokkin í Norðstreymoy
Serliga vil eg takka tykkum, sum úr øllum
bygdunum úr Tjørnuvík til Vestmanna, stuðlaðu
mær persónliga
Hans Pauli Strøm
Tøkk
Øllum tykkum eysturoyingum, sum stuðlaðu
Sambandsflokkinum til hetta løgtingsvalið
takki eg hjartaliga.
Serliga takki eg teimum, ið atkvøddu fyri
mær persónliga
Tummas Eli Høj Joensen
Hjartaliga tøkk til øll tykkum sum
stuðlaðu flokkinum og okkum
persónliga á løgtingsvalinum 30. apríl
Katrin & Kristian