hósdagur 9. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 87 - 9. mai 2002
Nr. 87 - 9. mai 2002
3
HEILADAGUR
Tíðindaskriv frá SMS
Eisini
verður
íslendski
happadrátturin
DAS
á
Torginum í hesi vikuni Al-
tjóða Apopleksidagur er 10.
mei, og hendan dagin verð-
ur Heilafelagið eisini 5 ár.
Heilafelagið – felagið fyri
apopleksi- og afasirakt -
heldur dagin við at vera á
Torginum í SMS fríggja-
dagin 10. mei og leygar-
dagin 11. mei.
Apopleksi er felagsheiti
fyri blóðtøpp í heilanum og
heilabløðing.
Sjúkueyð-
kennini eru tengd at tí rakta
økinum, og tey raktur
kunnu t.d. vera lamin øðru-
megin, hava talutrupulleik-
ar, kennitrupulleikar, sjón-
arórógv og broyttan per-
sónleika. Mett verður, at í
Føroyum verða uml. 100
fólk um árið rakt av apo-
pleksi.
Heilafelagið fer at hava
við sær upplýsandi tilfar
um apopleksi hesar báðar
dagarnar, og tey vitjandi
sleppa við ymiskum roynd-
um at fáa eina kenslu av,
hvussu tað er at vera raktur
av apopleksi. Eisini verður
møguleiki at fáa blóðtrýstið
kanna, tí ov høgt blóðtrýst
kann elva til apopleksi.
Jógvan Telling fer á pall-
in fríggjadagin kl. 17.00 og
leygardagin kl. 13.00 at
syngja gamlar kenningar.
Jógvan er næstformaður í
Heilafelagnum og varð
sjálvur raktur av apopleksi
fyri 8 árum síðan. Jógvan
hevur afasi (talutrupulleik-
ar), men sum hjá fleiri øðr-
um afasiraktum, gongur
væl at syngja.
Heilafelagið skipar eisini
fyri góðum mattombola.
Fríggjadagurin 10. og leyg-
ardagurin 11. mei verða so-
statt tveir spennandi dagar
á Torginum við nógvum
forvitnisligum á skránni.
Sum so ofta í SMS er
Torgið í SMS nógv upptik-
ið, og hendan vikan er einki
undantak. Týsdagin lat ís-
lendski
happadrátturin
DAS eisini eitt tiltak upp í
SMS, har teir m.a. fara at
marknaðarføra
nýggja
dráttin, sum byrjar í mei
mánaða. Eisini draga teir
lut um ymsar vinningar alla
vikuna. Men tað krevur, at
tú vitjar básin hjá teimum á
Torginum. Tiltakið
hjá
teimum er opið til leygar-
dagin.
Hjartans tøkk fyri stuðul tykkara
Eg vil veita eina
persónliga tøkk til
allar stillarar, øll
valevni og øll
tykkum sum valdu
Sjálvstýrisflokkin á
løgtingsvalinum
Eyðun Elttør
formaður
Meginfelag teirra brek-
aðu hevði aðalfund leyg-
ardagin. Á fundinum fór
forkvinnan seinastu átta
árini, Doris Hansen, frá. Í
hennara stað varð vald
Marjun Sigurðsdóttir
Í Starvsnevndini sita
nú um framt forkvinnu-
na, Leila Solmunde fyri
rørslubólkin,
næstfor-
kvinna. Randfríð Søren-
sen fyri bólkin medisinsk
brek, peningarøkil. Maria
Andersen fyri bólkin sál-
arlig-/neurologisk brek,
nevndarlimur og Maria
Ellefsen Næs fyri bólkin
samskiftisbrek, nevndar-
limur.
Fyribils verður for-
kvinnan at hitta týsdagar.
Marjun
Sigurðsdóttir
forkvinna í MBF
AMNESTY
INTERNATIONAL
Tíðndaskriv
Tveir nevndarlimir stóðu
fyri vali á aðalfundinum,
sum var á Landsbóka-
savninum 18. apríl. Hild-
ur Patursson varð aftur-
vald, meðan Anna Maria
Persson ikki stillaði upp
aftur, eftir at hon síðsta
árið hevur tikið enn eitt
tørn sum nevndarlimur.
Ongin varð valdur í
hennara stað, so í løtuni
hevur nevndin einans 4
limir. Til tiltakslimir vóru
valdar Maria Heradóttir
og Jórun Arge.
Á fundi í síðstu viku
skipaði nýggja nevndin
seg við Anniku Sølvará
sum forkvinnu, Jette
Hoydal sum næstfor-
kvinnu, Erling Isholm
sum kassameistara og
Hildur Patursson sum
nevndarlimi.
Nevndin er farin undir
at leggja arbeiðið kom-
andi árið til rættis. Á
heimasíðu
felagsins
http://www.amnesty.fo
ber til at lesa ársfrágreið-
ingina fyri farna árið,
sum varð løgd fram á
aðalfundinum, umframt
hópin av øðrum tilfari
um Amnesty Internatio-
nal og mannarættindi,
sigur Amnesty Inter-
national Føroya Deild.
Annika framvegis
forkvinna
Marjun Sigurðsdóttir bleiv
vald til forkvinnu hjá
MBF, eftir at Doris
Hansen fór frá aftaná 8 ár
sum forkvinna.
Altjóða Apopleksi-
dagurin hildin á
Torginum í SMS
Fyrisitingin hjá løg-
manni er klár við ein-
um lógaruppskoti, ið
ger ein enda á verk-
fallinum hjá Skipara-
og navigatørfelag-
num. Seinasta sem-
ingsuppskotið verður
við lóg samtykt eftir
ætlan løgmans
VERKFALL
Heri á Rógvi
Tórshavn:
Verkfallið
stendur í skrivandi stund
við. Men hendan støðan
kann lættliga broytast. Um
partarnir í trætuni ikki
loysa støðuna sjálvir, so er
løgmaður klárir at loysa
fløkjuna.
Í Sosialinum í gjár sigur
Hendrik Old, at hann
heldur, at løgmaður eigur at
leggja seg útí málið, so-
leiðis at ein loysn kann
fáast á verkfallinum.
Løgmaður er alt annað
enn glaður fyri støðuna, og
fyrisitingin hjá løgmanni
hevur fingið boð um at gera
eitt uppskot til løgtingslóg,
sum ger ein enda á verk-
fallinum.
– Eg havi biðið fyrisit-
ingina fyrireika eitt upp-
skot, sum ger tað soleiðis,
at semingsuppskotið verður
viðtikið við lóg. Mær kunn-
ugt er uppskotið longu
klárt, sigur løgmaður, An-
finn Kallsberg.
Løgmaður er av teirri
sannføring, at vilja part-
arnir í verkfallinum ikki
gera ein enda á verkfallin-
um, so vil hann gera tað
fyri teir. So leingi samráð-
ingar enn eru, vil løgmaður
ikki gera nakað.
Løgmaður veit ikki heilt
at siga, nær hann kann kalla
tingið saman, ella um hann
fer at gera tað. Tingið skal
tó hava tingfund mikudagin
15. mai, har hevur løgmað-
ur so møguleikan at leggja
uppskotið fyri tingið.
Tað er soleiðis, at løg-
maður í sínum embæti ikki
kann gera annað enn at
heita á partarnar í ósemjuni
um at seta við samráðingar
ella royna at finna eina
semju. Løgmaður ella ann-
ar landsstýris- ella løg-
tingsmaður kann leggja
uppskot fyri tingið, ið er
einasti myndugleiki, sum
við lóg at gera enda á
ósemjuni millum Fíggjar-
málastýrið og Skipara- og
navigatørfelagið.
Løgmaður hevur enn ikki
tosað við hinar flokkarnar í
Løgtinginum um uppskot-
ið, ið hann ætlar at leggja
fyri tingið. Hann hevur ikki
meiriluta fyri uppskotinum
bert við samgonguni, og
hann má tí í andstøðuna at
leita eftir stuðuli.
– Eg vil eisini virka fyri,
at vit ikki koma í hesa
støðuna aftur, tí konfliktin
er óhaldbar og drepandi
fyri útjaðaran, sigur Anfinn
Kallsberg at enda.
Løgmaður vil gera enda
á verkfallinum
Í Havn liggja skipini bundin við bryggju, og tey vera eisini liggjandi sum støðan er nú. Anfinn Kallsberg ætlar nú at fara í
Løgtingið við málinum
Anfinn Kallsberg vil gera ein
enda á verkfallinum, sum
hann heldur er drepandi fyri
útjaðaran
C
M
Y
K
3
2
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
878,-
fyri hvønn
úr einans ...
1.149,-
Gisting á
hotelli
2002
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
Shetland Cruise
Shetland Cruise
e-mail: booking@smyril-line.fo
summarið
Gisting á
vallaraheimi
Privat
gisting
746,-
fyri hvønn
Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag
Nógvir handlar
hava opið týsdag
til kl. 18.30
Á farstøðini í Lerwick
er møguleiki fyri at
lata inn viðføri til
varðveitslu til frá-
ferðina hjá Norrönu
Hvørt týskvøld frá kl. 18.30 - 24.00
verður skipað fyri útferð til m.a.
Central Mainland og Scalloway.
Vitjað verður á fleiri áhugaverdum
støðum har m.a. verður sýnt fram
hetlendskt handverk. Eisini er høvi
at njóta eina hetlendska máltíð.
fyri hvønn
(í lágárstíð)
(í lágárstíð)
(í lágárstíð)
úr einans ...
úr einans ...
Gisting á
hotelli
Gisting á
hotelli
Gisting á
vallaraheimi
Gisting á
vallaraheimi
Privat
gisting
Privat
gisting
Ring og hoyr nærri !
878,-
746,-
1.149,-
team85