hósdagur 9. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 87 - 9. mai 2002
Nr. 87 - 9. mai 2002
5
– Samgongan ímillum
fólkaflokkin, tjóð-
veldisflokkin og
sjálvstýrisflokkin er
til reiðar at ganga
okkum á møti á fleiri
økjum, eitt nú við at
endurskoða lógina
um fosturtøku og at
fáa eina fíggjarliga
uppgerð við danir,
sigur Jenis av Rana í
miðflokkinum
SAMGONGU-
MØGULEIKAR
Áki Bertholdsen
– Tað hevði ikki verið nakar
sum helst trupulleiki hjá
okkum at farið undir sam-
ráðingar um at farið upp í
samgonguna
ímillum
fólkaflokkin, sjálvstýris-
flokkin og tjóðveldisflokk-
in, so at vit fáa eina meiri-
lutasamgongu við 17 ting-
limum.
Einsamalli tingmaðurin
hjá miðflokkinum, Jenis av
Rana, er til reiðar at fara
upp í 16 manna samgong-
una hjá teimum trimum
samgonguflokkunum, so at
hon fær reinan meiriluta í
tinginum.
Hann sigur, at eftir at
hava tosað við Anfinn
Kallsberg, løgmann, og
Høgna Hoydal formann
tjóðveldisfloksins, er tað
skilligt, at samgongan er
sinnað at ganga miðflokk-
inum á møti í fleiri hjarta-
málum, eitt nú í spurning-
inum um fosturtøku, í
spurninginum um fíggjar-
ligu viðurskiftini við Dan-
mark og í spurninginum um
heilsumál og sosialmál.
Hann er sostatt eisini
sinnaður at avtaka sam-
starvsavtaluna ímillum teir
tríggjar andstøðuflokkar,
sambandsflokkin, javnað-
arflokkin og miðflokkin
sjálvan.
– Tað eru nú fleiri dagar,
síðani vit gjørdi samstarvs-
avtaluna, men vit mugu
ásanna, at hon hevur ikki
havt ta ávirkan, vit ætlaðu,
nevniliga at fáa Anfinn
Kallsberg at leggja frá sær,
so at samgongusamráðing-
ar kundu byrja á sløttum
borði.
Jenis kundi fingið fleiri ynski eftirlíkað
Samrøður við Anfinn
Kallsberg og Høgna Hoydal
hava víst, tað hevði ongin
sum helst trupulleiki verið
hjá miðflokkinum atfarið
undir samraðingar um at
komið upp í samgonguna,
sigur Jenis av Rana
Jóannes Eidesgaard
sigur, at í hesum
valskeiðnum má
vallógin broytast, so
at vit aldrin aftur
kunnmu koma í somu
støðu, sum vit eru í
nú
SAMGONGU-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
– Vit mugu aldrin koma
aftur í eina støðu sum hesa.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
javnaðarfloksins
harmast um, at samráðingar
um at skipa samgongu full-
komiliga eru rendar fastar.
Men hann heldur, at hetta
er ein støða, sum vit eiga at
læra av.
– Hendan støðan, at vit
hava javnleik ímillum and-
støðu og samgongu við 16
tinglimum í hvørjum bólki,
má ikki henda aftur.
Tí sigur hann, at í hesum
valskeiðnum verður tað
neyðugt at broyta vallógina,
so at tað ikki ber til at hava
líka tal av tinglimum.
– Eg haldi, at øll londini
rundanum okkum, hava
ólíka tal av tinglimum og
tað mugu vit eisini hava í
Føroyum.
– Vit mugu altíð hava
eina arbeiðsføra stjórn og tí
eigur støðan, sum nú er, at
geva okkum at hugsa um.
Men hann heldur, at or-
søkin til støðuna, sum er
íkomin, er fyrst og fremst
tí, at at løgmaður hvørki
virðir úrslitið av løgtings-
valinum ella tær folkaræði-
ligu spælireglur, sum eru.
– Úrslitið av valinum vís-
ir, at andstøðan fekk 51,1%
av atkvøðunum og at sam-
gongan fekk 48,9 %. So tá
ið løgmaður tvíheldur um
valdið, setir hann fólkaræð-
ið til viks og sostatt er úr-
slitið av valinum heldur
ikki virt.
Hann viðgongur, at eftir
stýrisksipanini hevur Løg-
maður fullan rætt at gera,
sum hann ger, men sam-
bæriligt við fólkaræðið
heldur hann ikki, at tað er.
– So leingi løgmaður tví-
heldur um støðuna, ger, at
vit sleppa ikki undir opnar
samráðingar og tískil fáa
vit heldur ikki roynt hvørjir
møguleikar eru.
Konstruktivur
Jóannes Eidesgaard sigur,
at endar hetta við tveimum
blokkum í tinginum uppá
16 í samgongu og 16 í and-
støðu, so at samgongan ikki
hevur meirilutan, fer javn-
aðarflokkurin at føra ein
konstruktivan
andstøðu-
politikk fyri at fáa mál
loyst.
– Vit fara ikki at blokera
samgonguna, men fara at
taka støðu frá máli til mál,
tað er ongin ivi um, sigur
hann.
Men teir flokkar, sum
skulu stuðla samgonguna
fáa væl eisini eina ávísa
ávirkan?
– Ja, sum er dámligt við
eini minnilutastjørn, hóast
eg ikki kalli hetta eina
minnilutastjórn, er, at sam-
gongan noyðist at gera
semjur við samgonguna
fyri at fáa mál framd. Tað er
ein fyrimunur fyri andstøð-
una. Í eini minnilutastjórn
koma málini ikki ígjøgn-
um, uttan at tey eru væl
undirbygt. Í eini meiriluta-
stjórn koma málini ígjøgn-
um, bara samgongan er
samd um tað.
Og Jóannes Eidesgaard
heldur eisini, at ein minni-
lutastjórn kann fáa minst
líka nógv á skaftið um
undanfarna samgonga, sum
hann heldur var týðiliga
merkt av innanhýsis ósemj-
um og stríði og sum ikki
fekk fleiri av sínum málum
framd av tí sama, eitt nú
eftirlønarskipanina. Men
tað vóru eisini onnur mál,
sum landstýrismenn løgdu
fram, men sum teir síðani
noyddust at taka aftur, ella
sum vórðu feld, tí tingmenn
úr samgonguni tóku ikki
undir við teimum. So sam-
gongan hevur víst at hóast
hon hevur meirilutan, er tað
als onki prógv fyri, at vit
fáa eitt virkisført landsstýr-
ið.
– Men tað merkir, at Løg-
maður skal leggja frá sær.
Men tað kann væl henda, at
hann fær samráðingarheim-
ildina aftur, men so sam-
ráðast vit á jøvnum føti.
Men so leingi hendan
støðan stendur við, er
Jóannes Eidesgaard ikki
sinnaður at taka samstarvs-
avtaluna ímillum javnaðar-
flokkin, sambandsflokkin
og miðflokkin av.
– Tað er rætt, sum Jenis
av Rana sigur í aðrari blað-
grein í dag, at vit hava um-
røtt málið at taka hana av.
Men hendan samstarvsav-
talan er eitt svar uppá av-
taluna, sum fyrst varð gjørd
ímillum fólkaflokkin og
sjálvstýrisflokkin, so fyrr-
enn tann avtalan er søgd
upp, kunnu vit ikki siga
okkara upp, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hetta má aldrin henda aftur
Jóannes
Eidesgaard
heldur, at allir
partar vilja
koma burturúr
hesi støðuni,
men hann
heldur eisini, at
løgmaður eigur
útspælið
Framhald á síðu 16
C
M
Y
K
5
4