Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 87 - 9. mai 2002 Nr. 87 - 9. mai 2002 7 Politiska støðan í Før- oyum í dag er góð, sigur Jógvan Sund- stein, fyrverandi løg- maður. Løgmaður handlar fult í tráð við stýrisskipanarlógina, og nú fáa landsstýris- menninir ein verulig- an møguleika at royna síni evni, og demokratiið at vísa sítt virði STÝRISSKIPAN Edvard Joensen Støðan, sum nú er íkomin á politiska pallinum, er góð fyri demokratiið hjá okk- um, tí nú sleppur tað veru- liga at vísa sítt virði, sigur Jógvan Sundstein, fyrrver- andi løgmaður. Jógvan Sundstein, ið sum politikari var við til at gera stýrisskipanarlógina, sigur, at við hesi nýggju støðuni fær lógin veruliga høvi til at standa sína roynd. –Endamálið við lógini var millum annað at skilja millum løgting og lands- stýri. Tí verður ikki tosað um samgongu, men um løgmann, í lógini. Løg- maður er tann, sum skipar landsstýri, eins og hann loysir tað úr starvi. At loysa løgmann úr starvi eru tríggir hættir, vís- ir Jógvan Sundstein á. At hann sjálvur leggur frá sær. At hann fær avgjørdan pol- itiskan meiriluta í móti sær, ella at hann doyr. Tað ger so aftur, at í ver- andi støðu hevur løgmaður fullan rætt til at verða sit- andi alt skeiðið, um hann vil tað. Tað er nevniliga ikki soleiðis, vísir Jógvan Sundstein á, at eitt løg- tingsval av sær sjálvum loysir løgmann úr starvi. Jógvan Sundstein dylur ikki fyri, at hann helt gomlu stýrisskipanina, sum kravdi meiriluta samgongu, vera vánaliga. –Hendan skipanin, vit nú hava fingið, byggir á van- liga parlamentalismu, og kann væl loyva einum minnilutastýri, um tað skul- di verið. Tað hevði í grundini ikki verið tað ringsta, sigur Jógvan Sundstein, tí so fingu landsstýrismenn veru- liga møguleika at vísa síni evni við tingingum um tey mál, teir arbeiða við. Somuleiðis hevði andstøð- an tá eisini sloppið upp í part, tá politiskar avgerðir skulu takast, sigur hann. –Hendan støðan, vit í dag eru í, og sum er uppstaðin av nýggju stýrisskipanar- lógini, kann veruliga menna ta politisku skipan- ina, heldur Jógvan Sund- stein, fyrrveradi løgmaður. Verður avtala um KT- økið í fólkaskúlanum ikki gjørd innan stutta tíð, noktar Før- oya Lærarafelag lim- um sínum at arbeiða sum KT-vørðir frá komandi skúlaári FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Enn ein blokada rakar før- oyska fólkaskúlan. Orsøkin er, at ongin avtala er fingin í lag um KT-økið í fólka- skúlanum. Tískil noktar Føroya Lærarafelag limum sínum at arbeiða sum KT- vørðir frá komandi skúla- ári. Ábyrgdina av, at KT-økið í fólkaskúlanum ikki virkar nøktandi, eigur Menta- málastýrið. Hóast Føroya Lærarafelag fleiri ferðir hevur biðið um samráðing- ar um KT-økið í fólkaskúla- num, álit er skrivað og til- mæli er gjørt, er hetta ikki komið í lag enn. KT-vørðarnir hava í nøk- ur ár arbeitt eftir eini fyri- bilsavtalu um røkt av KT. – Hóast tørvurin er kann- aður og staðfestur, er einki hent síðani, hóast myndug- leikarnir hava havt fleiri umboð í arbeiðsbólkinum og Føroya Lærarafelag bara eitt. Vit høvdu veruliga roknað við, at eftir at niður- støður eru gjørdar og til- mæli eisini, komu samráð- ingarnar stutt eftir, men hó- ast vit hava biðið um fund fleiri ferðir hetta skúlaárið, hava vit einki hoyrt, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærara- felag. Sum er fáa KT-vørðarnir eina lítla samsýning fyri røkt av teldum. Umframt vantar ein starvslýsing ella reglugerð fyri arbeiðið hjá KT-vørðunum. Hendan skuldi verið komin beint eftir at nýggja fólkaskúla- lógin kom í gildi í 1998. – Í sambandi við røkt av søvnum, sum stríð er um løtuni, hevur Fíggjarmála- stýrið meldað út, at tey einki hava at gera við røkt- ina. Fíggjarmálastýrið stúr- ir kanska fyri, at tey við- víkjandi KT-økinum, hava undirskrivað nakað, sum hevur samband við røkt av søvnum. Har er ein teknisk síða og ein námsfrøðiliga síða, og Fíggjarmálastýrið metir seg bara hava ábyrgd- ina av teirri námsfrøðiligu. Teknisku síðuna eiga kom- munurnar, sigur Elsa Bir- gitta P. Petersen. Til savnsrøktin er fingin í rætt lag, røkja lærarar ikki søvn, amboð og einki inn- keyp av tilfari fer fram. Hetta merkir, at serliga kreativu lærugreinirnar í fólkaskúlanum eru nógv skerdar í løtuni og nógva staðni er eingin undirvís- ing. Spurd um tað ikki er óheppið enn eina ferð at niðurleggja øki innan fólkaskúlan, sigur Elsa Bir- gitta P. Petersen, at felagið hevur víst góðan vilja. – At økið ikki er fingið í rætt lag, er ikki okkara skyld. Tað vísir seg hvørja ferð, at tað er Føroya Lærarafelag sum má ganga á odda fyri at fáa niðurskifti í rætt lag, uppgávur sum myndugleikarnir annars eiga. Politikararnir hava kroyst eina lóg niður yvir okkum uttan at hava gjørt neyðugu fyrireikingarnar. Einasta vit kunnu gera fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag, er at heita á myndug- leikarnar, og tá ið tað ikki hjálpir, eru vit noydd at langa nevan í borðið. So leingi sum KT-økið í fólkaskúlanum ikki er fing- ið í lag, er ongin grund til at seta í verk eina nýggja út- búgving av KT-vørðum, heldur Føroya Lærarafelag. Samstundis krevur felagið, at starvslýsingin fyri KT- vørðir í fólkaskúlanum verður góðkend og sett í verk. Hóast tyrlan sum einki verður fylt nú um dagarnar á túri- num til Fugloy og Svínoy, ger hon ikki eykatúr, hóast nógv fólk standa eftir VERKFALLIÐ Turið Kjølbro Ringast fyri í verkfalli- num eru smæstu útoyggj- arnar, har fá fólk búgva. Sambært bygdaráðsfor- manninum í Fugloy, Zacharias Zachariasen í Hattarvík, hevur tyrlan gjørt færri túrar í oynna, enn hon eigur og plagar. – Tað vísir seg, at størri áhugi er at flúgva til sunnaru oyggjarnar. Um hon setir ferðaætlanina til viks, skal eg ikki siga, men vit kunnu í øllum førum staðfesta, at fáir túrar hava verið hesar tríggjar vikurnar, meðan verkfall hevur verið. Veðrið kann vera ein or- søk, sigur Zacharias Zachariasen. Hóast tyrlan sum einki verður fylt nú um dagar- nar á túrinum til Fugloy og Svínoy, ger hon ikki eykatúr, hóast nógv fólk standa eftir. – Tað verður hildið at vera at taka verkfalsrakt arbeiði upp, skilja vit á lagnum, men tað sum er meiri harmiligt er, at vit, sum búgva á útoyggj og sum eiga framíhjárætt til tyrluna, ikki sleppa upp í part sum vit eiga, sigur Zacharias Zachariasen. Leigaður bátur er kom- in í oynna við fóðri til kríatýrini, og mánadagin í vikuni fóru fólk av oynni inn í Sund at keypa mat. Beint fyri verkfall- ið, fekk oyggin olju út. – Eitt er at leiga bát á henda hátt, men vit eru so illa mannað, at tað í sjálvum sær er ein trupulleiki at fara við báti av oynni. Betri hevði tað verið um tyrlan kundi gjørt eykatúrar. Verkfall kemur altíð ringast við hjá okkum, sum búgva á útoyggj. Ikki fyrr enn flogvøllurin, vegir har í nánd og Oyragjógv verða stongd, hendir nakað í verkfallinum, sigur Zacha- rias Zachariasen. Meira avskornar enn neyðugt Leigaður bátur er komin í oynna við fóðri til kríatýrini, og mánadagin í vikuni fóru fólk av oynni inn í Sund at keypa mat Ongin undirvísing í kunningar- tøkni í fólkaskúlanum – Tað vísir seg hvørja ferð, at tað er Føroya Lærarafelag sum má ganga á odda fyri at fáa viðurskifti í rætt lag, uppgávur sum myndugleikarnir annars eiga, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag Nú skal demokratiið vísa sítt virði Politiska støðan í dag er góð fyri demokratiið, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður Sosialurin - 311820 Citroen Xsara 2,0 HDi Stc. 5H km. 83.000, árg. juni 1999 140.000,- Citroen Xsara 1,9TD 5H km. 83.000, árg. des. 1998 120.000,- Citroen Jumpy 1,9TD 8 fer andi km. 28.200, árg. mars 2000 190.000,- Citroen Jumper Ch. v/last árg. aug. 1998 139.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Lancer 1,5 GLXi 5h km. 145.000, árg. mai 1992 52.000,- Mitsubishi Lancer 5h km. 124.000, árg. juni 1992 50.000,- Fiay Tipo 5H km. 109.000, árg. mai 1989 26.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Mazda E2200 Vøruvognur km. 91.500, árg. mars 1997 85.000,- Peugeot 306 1,9D 4H km. 150.000, árg. apr. 1995 80.000,- Seat Cordoba 1,9SDi STC. 5h km. 35.500, árg. aug. 1999 115.000,- Toyota Camry 2.2 GL km. 143.000, árg. jan. 1993 80.000,- Ford Escort 1,8D CLX 4 h km. 187.000, árg. nov. 1995 45.000,- Ford Sierra 2,0i CLX 4h km. 110.000, árg. nov. 1991 45.000,- www.ivan.fo Leygardagin 11.05 hava vit opið frá kl. 10.00 til 15.00 Í hesum sambandi hava vit nógv góð brúktbilatilboð m.a. hesi: Møguleiki er eisini fyri at royna nýggjar bilar Fyrr 150.000 Fyrr 85.000 Fyrr 65.000 Fyrr 52.000 Fyrr 95.000 Fyrr 125.000 Upp til 15.000 kr. í avsláttri Citro Citroën Xsara 1,6i Prestige n Xsara 1,6i Prestige 110 hk 5 hur 110 hk 5 hurðar ar Útgerð 6 airbags Aircondition El-spegl v/hita Veloursetur Hæddarstillandi førarasetur Hita í setrum framman Hæddar og d pdar stillandi róður Fløguspælari v/ 6 hátalarum Tónaðar rútar Fjarðstýrt sentrallás Tokulyktir framman Einans 169.000,- C M Y K 7 6