Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 87 - 9. mai 2002 Nr. 87 - 9. mai 2002 9 – Skipanin riggar fínt. Hetta er stórtsæð sama støða sum í Danmark fyri fýra árum síðani, sigur Annfinn V. Hansen, sum var við til at gera Stýrisskipanarlógina STÝRISSKIPAN Heri á Rógvi Løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya hevur fingið nógva umrøðu seinastu tíðina. Tað er hendan lóg, ið Føroya Løgting hevur samtykt, sum gevur Føroya løg- manni, Anfinni Kallsberg, heimild til at halda fram sum løgmaður við sekstan tingmonnum í sínum parti. Støðan er tann, at hann ikki hevur ein meiriluta ímóti sær, og kann hann tí halda fram. Anfinn V. Hansen, ad- vokatur, var ein teirra, ið var við til at gera Stýris- skipanarlógina. Hann held- ur, at skipanin virkar væl. – Initiativið liggur hjá løgmanni. Er eingin meiri- luti ímóti honum, so eigur hann rættin til at halda fram sum løgmaður, staðfestir Annfinn V. Hansen. Anfinn V. Hansen greiðir frá, at hetta er meinlík skip- an, ið vit kenna úr Norðan- londum og nógvum londum í Evropa. Talan er um parla- mentariska skipan, har sitandi løgmaður kemur í eina lyklastøðu, og hann hevur møguleika at halda fram. Einasta treytin er, at hann ikki hevur ein meiri- luta ímóti sær, t.e. minst seytjan tinglimir. – Løgmanssessurin er av- gerandi. Valdið liggur hjá løgmanni, sigur Annfinn V. Hansen. – Við teirri gomlu skip- anini, so skuldi tað absolut vera ein meiriluti, og tann seytjandi maðurin varð avgerandi, sigur Annfinn V. Hansen. Danir komu í eina líkn- andi støðu fyri góðum fýra árum síðani, veit Annfinn V. Hansen at siga. Annars eru tað lítil sannlíkindi fyri, at ein tílík støða kemur fyri, sigur Annfinn. – Veljarin fær framvegis tær tinglimir, ið hann ynsk- ir, sigur Annfinn V. Hansen, sum ikki heilt veit at siga, hvørt tað er rætt ella skeivt, at flokkarnir ikki hava lagt dentin á, at sitandi sam- gongu kann halda fram í valstríðnum. Tingformaðurin avgerandi Løgmaður, Anfinn Kalls- berg, hevur boðað frá, at hann heldur fram, til hann fær ein meiriluta ímóti sær. Leggur hann sessin frá sær, so verður tað talan um eitt sokallað tingformansumfar, har umboð fyri allar flokkar á tingi skulu velja nýggjan samgonguleiðara. Her kann løgtingsfor- maðurin koma í lyklastøðu. Løgtingsformaðurin hevur ávísar heimildir í sambandi við skipanina av arbeiðin- um í tinginum, og hann kann eisini fáa avgerandi orðið í spurninginum um samgonguleiðara. Stendur á jøvnum millum tveir í einum tílíkum for- mansumfari, so er tað ting- formaðurin, ið ger av, hvør samgonguleiðarin verður, sigur Annfinn V. Hansen. Annfinn V. Hansen: – Skipanin virkar Løgmanssessurin er avgerandi. Valdið liggur hjá løgmanni, sigur Annfinn V. Hansen, sum var við til at gera Stýrisskipanarlógina í sínari tíð – Við verandi støðu, so kunnu vit ikki halda fram við verandi sjálvstýris- tilgongd. Sjálvstýri Føroya fólks er parkerað, og tað verður ómøguligt at fremja niðurskurðir í blokkinum sum støðan er nú, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður POLITIKKUR Heri á Rógvi Tórshavn: Anfinn Kalls- berg hevur avgjørt at halda fram sum løgmaður við sekstan tinglimum í sínum parti. Hann ætlar sær at halda fram, til hann fær ein meiri- luta ímóti sær. Tað er soleiðis at verandi samgonguflokkar, Tjóð- veldisflokkurin, Fólka- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin halda fram við sínum sekstan tingmonn- um. Tað vil so siga, at tað stendur á jøvnum millum samgonguna og andstøð- una, og talan er ikki um nakran meiriluta í sam- gonguni, men talan er heldur ikki um nakran minniluta - tað stendur púra á jøvnum. Løgmaður stendur fast við, at hann fer ongan veg úr sessinum um ikki so er, at hann fær ein meiriluta ímóti sær. Tískil kunnu tvær støður ávirka støðuna sum er: Ein andstøðulimur fer úr andstøðuni í samgonguna, og samgongan fær parla- mentariskan meirilutan. Hin møguleikin er, at ein limur í samgonguni fer úr samgonguni, og talan verð- ur sostatt um ein støða, har løgmaður sigur seg vilja fara til løgtingsformannin og biðja hann um at loysa seg úr starvi. Trong støða Anfinn Kallsberg ásannar, at hann er komin í eina tronga støðu í tinginum, og hetta var als ikki ein støða, ið hann hevði ynskt sær. – Eg havi roynt og eg royni framvegis at fáa eitt breitt parlamentariskt grundarlag, sigur Anfinn Kallsberg. Hann sigur, at hann hevði tveir møguleikar: at halda fram sum løgmaður við sín- um sekstan tingmonnum, ella hann kann velja at biðja um eina formans- rundu og harvið siga seg úr sessinum sum løgmaður. – Tá eg ikki havi nakran meiriluta ímóti mær, so havi eg valt at halda fram, men í tí løtu, at eg havi ein meiriluta ímóti mær, so fari eg til løgtingsformannin, sigur Anfinn Kallsberg. Sum støðan er nú, skal Anfinn hava stuðul úr and- støðuni fyri at fáa uppskot samtykt í Løgtinginum. Hetta fær tó ikki at fara til tingformannin, og biðja hann taka ein tingformans- rundu. Hann valdi at royna Javnaðarflokkin afturat sitandi samgongu, men hann avvísir ikki, at hann vil royna aðrar flokkar. Inn- bjóðingin til Javnaðar- flokkin stendur eisini við. Løgmaður helt, at Javn- aðarflokkurin passaði best inn í myndina – serliga í sjálvstýrisspurninginum. Løgmaður vildi helst hava breiða samgongu, og valdi tí ikki at biðja Jenis av Rana koma til realitetssam- ráðingar og Sambands- flokkurin kann ikki vera í samgongu við Tjóðveldis- flokkinum. – Í prinsippinun fært tú nógv meira demokrati við hesari støðuni við 16-16, sigur Anfinn Kallsberg. – Tað mesta av hesum sum hendir millum flokk- arnar er taktiskt spæl, og soleiðis eigur tað eisini at vera, sigur Anfinn Kalls- berg. Andstøðan hevur tosað um, at teir ynskja at fáa eitt slætt borð, men løgmaður kann ikki heilt taka undir við hesum tosinum. – Slætt borð hevur tú ikki, tá tú hevur ein løg- mann, sum hevur eitt man- dat til at skipa samgongu, sigur Anfinn Kallsberg. Spurdir, um hann ikki er meira ein fólkafloksløg- maður enn Føroya fólks løgmaður, svarar hann, at hann hevur ikki fingið mandatið frá Fólkaflokk- inum, men frá samgonguni. Trupult við sjálvstýri Verandi samgonga hevur serliga lagt dentin á sjálv- stýris/fullveldis politikk. Á hesum økinum verður tað ógvuliga torført at fáa nakað á skafti við verandi blokkum í Løgtinginum. – Við verandi støðu, so kunnu vit ikki halda fram við verandi sjálvstýris- tilgongd. Sjálvstýri Føroya fólks er parkerað, og tað verður ómøguligt at fremja niðurskurðir í blokkinum sum støðan er nú, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður vísir á, at Sjálvstýri Føroya fólks er eitt uppskot til samtyktar í løgtinginum, og tað er eyð- sæð, at tað verður trupult at fylja hesum í verandi støðu. Hvør yvirtøka og hvør niðurskurður í blokkinum skal samtykjast av Løgting- inum, og hetta heldur løg- maður verður ómøguligt við verandi andstøðublokki ímóti sær og sitandi sam- gongu. — Tað kann enn nógv henda. Eg ynski stabil forhold fyri Føroyar, men eg dugi at síggja, at tað kann fara at gerast trupult, sigur Anfinn Kallsberg, sum sær út til at kunna kalla seg fyri Føroya løg- mann eina tíð enn. Landsstýrið Núverandi landsstýrið heldur fram sum støðan er nú. Tað verður ein semja innanhýsis í samgonguni, ið ger av, hvussu lands- stýrið skal skipast. Løg- tingið hevur ikki ávirkan á hetta, men tingið velur løg- tingsformannin. Hann vil einki siga um, hvussu landsstýrið fer at vera mannað ella skipa í framtíðini. — Einki er avgjørt við- víkjandi landsstýrismonn- um, men eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at Sjálv- stýrisflokkurin heldur fram við einum løgtingsmanni og tveimum landsstýris- monnum, sigur Anfinn Kallsberg. Enn er ógreitt, nær støð- an verður tikin til spurn- ingin um landsstýrismenn- inar. Anfinn Kallsberg: – Sjálvstýrið er parkerað – Við verandi støðu, so kunnu vit ikki halda fram við verandi sjálvstýristilgong. Sjálvstýri Føroya fólks er parkerað, og tað verður ómøguligt at fremja niðurskurðir í blokkinum sum støðan er nú, sigur Anfinn Kallsberg Tað, sum nú hendir á politiska økinum, leiðir okkum burtur frá demokratinum, sigur Atli Dam, fyrr- verandi løgmaður, í viðmerking til politisku støðuna í Føroyum í dag STÝRISSKIPAN Edvard Joensen – Andin í tí, sum nú hendir, førkar okkum burtur frá demokratinum á sama hátt, sum vit hava sæð í samband við ta tilgongd, sum roynt hevur verið at ført ígjøg- num undir hesi samgong- uni, sum sitið hevur. Soleiðis metir fyrrver- andi løgmaðurin, Atli Dam, støðuna í føroyskum poli- tikki í dag, nú Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur boðað frá, at hann ætlar at verða sitandi, til hann fær ein meiriluta í Løgtingin- um í móti sær. Atli Dam sigur, at for- melt hevur løgmaður rætt til at gera tað, sum hann ger. – Men tað er torført at fáa tað at sampakka við veru- leikan, um samstundis verður tosað um demokrat- iska tilgongd, heldur hann. Atli Dam sigur, at hann sjálvur ávaraði í móti hes- um, longu tá fyrsta viðgerð av nýggju stýrisskipanar- lógini var fyri á Løgtingi. Hann vísti tá á veikleikar, sum kundu vera í lógini, og ein teirra vísir seg nú at vera júst, sum hann tá sá fyri sær. Hann sigur, at tann avtal- an, sum gjørd er millum Fólkaflokkin og Sjálv- stýrisflokkin, minkar mun- andi um samráðingarmøgu- leikarnar. Og tá so ein kom- binatión við Sambands- flokkinum og Tjóðveldis- flokkinum eisini er útihýst, verður lítið eftir. Atli Dam dylur ikki fyri, at hann er ósamdur við tí, sum løgmaður ger, og tekur fult undir við støðuni hjá Jóannesi Eidesgaard, for- manni Javnaðarfloksins. Tað er uttan fyri alt mark, at tað skulu vera somu fólkini, sum verða rakt av verkfalli hvørja ein- astu ferð, ein arbeiðs- ósemja er í landinum. Tað líkist púra ong- um, at eingin fiskur sleppur av Sand- oynni, meðan alt annað kann flytast til oynna, sigur borgar- stjórin í Skopun VERKFALL Edvard Joensen Tað er forkastiligt, sum nú gongur fyri seg. Sandoygg- in tolir hetta ikki nógvar dagar afturat. Øll fram- leiðslan hjá fiskavirkjunum liggur á goymslu og sleppur ikki av oynni, meðan alt annað kann flytast ímillum. Skip sigla við øli og sovorðnum til oynna, men sleppa ikki at flyta fisk av oynni aftur. Tað líkist svart- asta ongum, sigur Gerhard Lognberg, sum bæði er borgarstjóri í Skopun og løgtingsmaður. Hann heldur, at nú mugu partarnir í trætuni koma saman aftur og fáa ein enda á verkfallinum, sum rakar heilt við síðuna av. Um teir fáa eina lønaravtalu ella ikki, má so koma í aðru røð, tí landið tolir hetta ikki. Skipini mugu fáast aftur at sigla. Tað er meira týdningarmikið enn alt annað í løtuni. Sjálvt sam- gongusamráðingarnar eiga at víkja fyri hesum, sigur Gerhard Lognberg. – Tað verða ikki nógvir dagar aftur at við hesum lagnum, til fiskavirkini i oynni bukka undir, og tað verður ein vanlukka, sigur Gerhard Lognberg. Eisini hava bøndurnir í Sandoynni trupulleikar við at fáa fóður til kríatúrini, og tað er ikki minni vanlukku- ligt. – Steðgar øll hendan vinnan upp um nakrar dagar, sum vandi er fyri, so er oyggin illa farin, sigur Gerhard Lognberg. Tað er eingin ivi um, at tað er tað reina spott at bjóða skiparum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni hasa lønina, teir fáa. Tann sum er ósamdur við mær í tí, er ikki í ordan, sigur Gerhard Lognberg og vil harvið leggja dent á, at tað er landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, sum eftir hansara meting eigur høv- uðsskuldina fyri støðuni, sum hon er í dag. Tað hevur víst seg sein- astu árini, at tað er Lønar- deildin hjá Fíggjarmála- stýrinum, sum er felags- nevnarin fyri flestu av teimum verkføllunum, sum seinnu árini regluliga hava verið, vísir hann á. Gerhard Lognberg hevur kortini ikki hug til í óðum verkum at fara undir at seta í verk blokadur móti tí, sum til oynna kemur, tí tað rakar bara tey í halan, sum eru rakt frammanundan. Hann vísir eisini á, hvussu út av lagi ring støðan er við ruskinum í Sandoynni. Har liggur jú alt eftir, eins og alla aðra- staðni, har verkfallið rakar. – Eitt verkfall skal raka allastaðni, sigur Gerhard Lognberg, men soleiðis er tað ikki her. Á miðstaðar- økinum vita fólk ikki av hesum verkfallinum. Tey taka tað ikki upp á tungu, tí tey vita ikki, hvat eitt verk- fall er fyri nakað, sigur borgarstjórin í Skopun. Hann er ikki í iva um, at hetta er uppstaðið av berum kleyvarkapi, tí hetta átti at verið loyst longu áðrenn valið, um nakar vilji var til tess. Á veg burtur frá demokratinum Hetta er forkastiligt Alveldi Løgmaður í stólinum man so fastur sita eingin hevur klárað enn hann úr sæti flyta Roynt tey hava megi alla javnaður og miða sambandið er komið til at best tað er at tiga Tykist sum í Afrika støðan vera vorðin hóast tú ei valið vinnur út mást verða borin Fólkaræði tosa vit um á hvørjum degi onkur heldur tó at hetta mest er veldisgreði Stýrisskipan sigur okkum løgmaðurin ræður sum tað nú sær út hann kann sita allar ævir edvard Andin í tí, sum hendir í føroyskum politikki í løtuni, førkar okkum burtur frá demokratinum, sigur Atli Dam, fyrrverandi løgmaður Ruskið rúgvar seg upp og kann gerast beinleiðis heilsuskaðiligt, tí ikki slepst burtur við tí, samstundis sum tað tykist alneyðugt at leiga skip at flyta øl í oynna, sigur borgarstjórin í Skopun um støðuna á Sandoynni C M Y K 9 8