hósdagur 9. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 87 - 9. mai 2002
Nr. 87 - 9. mai 2002
13
– Sambandsveljarar
eru forargaðir um tað,
sum er hent, sigur
Lisbeth L. Petersen.
POLITIKKUR
Vilmund Jacobsen
Sambandsflokkurin skuldi
á fundi í gjár kl. 13 umrøða
politisku støðuna, nú løg-
maður, Anfinn Kallsberg,
hevur boðað frá, at sam-
gongan heldur fram, og at
Javnaðarflokkurin og Mið-
flokkurin eru vælkomnir
uppí samstarvi, men ikki
Sambandsflokkurin.
– Fyribils hava vit í and-
støðuni so eina skrivliga
avtalu um, at vit standa
saman, og í kjakinum í út-
varpinum týskvøldið hefti
eg meg við, at ikki minst
Jenis av Rana legði stóran
dent á hetta, sigur Lisbeth
L. Petersen.
Hon leggur dent á, at
Sambandsflokkurin, Javn-
aðarflokkurin og Miðflokk-
urin gjørdu hesa avtalu, tá
ið tað frættist, at Fólka-
flokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin
vóru
gingnir
saman.
– Við avtaluni vildu vit
vísa á, at vit eisini eru 16,
og at samgongan ikki kann
ignorera hendan veruleika.
Mangir leikir í
longum talvi
Spurd, um hon heldur, at
hendan avtalan fer at halda,
nú Javnaðarflokkinum og
Miðflokkinum stendur í
boði at koma uppí sam-
gonguna, sigur hon, at tað
vil hon vóna, at hon ger.
– Í politikki veitst tú
ongantíð, hvat hendir, men
í mínari verð er ein avtala
ein avtala, sum eigur at
vera hildin.
Men fer andstøðan so
eisini at standa saman ímóti
samgonguni, eftir at tingar-
beiðið er tikið uppaftur, nú
tað stendur á jøvnum í ting-
mannatali, spurdu vit Lis-
beth.
– Ja, eg havi skilt, at av-
talan eisisi fevnir um tíðina
eftir, at tingið er komið
saman aftur, og tí verður
tað torført hjá samgonguni,
sum bert hevur helmingin
av tinginum aftanfyri seg,
at fremja síni mál, sigur
hon.
Lisbeth heldur, at hetta er
ein ógvuliga keðilig og
fastløst støða.
– Eg haldi avgjørt, at løg-
maður átti at latið aðrar
flokkar roynt seg, áðrenn
hann avgerð at halda fram
við ongum meiriluta aftan-
fyri seg, og tá ið hann ikki
ger tað, haldi eg, at hann
misnýtir sítt vald sum løg-
maður.
Veljarin altíð rætt
– Eg tulki valúrslitið so-
leiðis, at veljarin segði nei
til førda politikkin seinastu
fýra árini, men løgmaður,
sum valkvøldið segði, at
veljarin altíð hevur rætt,
virðir ikki, at andstøðan
fekk meira enn helmingin
av atkvøðunum á valinum,
30. apríl.
Lisbeth sigur, at hevði
samgongan fingið 51,1%
av atkvøðunum og andstøð-
an bert 48,9, ivast hon ikki
í, at hetta hevði verið brúkt
til fyrimuns fyri sitandi
samgongu og førda politik-
kin.
– Men nú tað er øvut,
virðir løgmaður ikki avgerð
Føroya fólks, sigur hon.
Atkvøðuslúkurin á løg-
tingsvalinum sigur, at sam-
bandsveljarar, sum hon
hevur tosað við, eru forarg-
aðir um støðuna og halda
ikki, at løgmaður ber seg
rætt at.
Spurd, um hon hevði
ætlað sær at verið løgmaður
í eini samgongu, har Sam-
bandsflokkurin var við, sig-
ur Lisbeth L. Petersen at
enda.
–
Sambandsflokkurin
hevur flestar atkvøður av
øllum flokkum, og komu
vit í samgongu, er tað
náttúrligt, at vit vildu havt
løgmann. Men vit hava
onga avgerð tikið um, hvør
skuldi sitið í løgmanssessi-
num sigur hon.
Á fundi mikudagin kl. 13
skuldi Sambandsflokkurin
so umrøða politisku støðu-
na.
Løgmaður misnýtir sítt vald
– Løgmaður virðir ikki
avgerð Føroya fólks, sum er
eitt nei til førda politikkin
seinastu fýra árini, sigur
Lisbeth L. Petersen.
- Eg harmist um, at
støðan er so fastløst,
men samgongan er
framvegis opin fyri
einum breiðum sam-
starvi, og enn havi eg
vónir um, at aðrir
flokkar koma við í
samgonguna, sigur
Høgni Hoydal.
POLITIKKUR
Vilmund Jacobsen
Hóast løgmaður hevur boð-
að frá, at sitandi samgonga
fer at halda fram við 16
tinglimum aftanfyri seg,
merkir tað kortini ikki, at
hurðar eru lætnar aftur fyri
einum breiðari samstarvi
við eitt nú Javnaðarflokkin
og Miðflokkin.
– Í dag er einki hent, sum
týðir uppá tað, men vit hava
framvegis ikki slept vónini
um eitt breiðari samgongu-
grundarlag, og enn eru
hurðarnar opnar til tess,
segði Høgni Hoydal, tá ið
Sosialurin tosaði við hann
fyrrapartin í gjár.
Støðan er hon, at løg-
maður hevur boðað frá, at
sitandi samgonga heldur
fram, men hon hevur bert
helmingin at nývalda løg-
tinginum aftanfyri seg.
– Sum út sær í løtuni,
verður hetta ein minniluta-
stjórn, soleiðis sum vit
kenna tær í øðrum londum,
men vit kunnu eisini kalla
hetta eina javnleikastjórn,
sigur Høgni Hoydal.
Høgni harmast
Hann ásannar, at tað var
ikki hetta, sum Tjóðveldis-
flokkurin og samgongan
annars helst vildi og harm-
ast um, at politiska telving-
in hevur ført til hesa fast-
læstu støðu.
– Eg haldi, at um Javnað-
arflokkurin óttaðist ójavnar
samráðingar, nú vit fram-
manundan eru 16 aftanfyri
samgonguna,
so
kundi
flokkurin í minsta lagi møtt
upp til samráðingar um
møguligt samstarv. Men tað
valdi flokkurin ikki at gera,
og tað skilji eg ikki, sigur
Høgni.
Hann vísir á, at hetta er
ein heilt nýggj støða, sum
flokkarnir hvør í síni lagi
tosa saman um.
Spurdur, nær Tjóðveldis-
flokkurin, Fólkaflokkurin
og Sjálvstýrisflokkurin fara
at tosa um innihaldið í ein-
um nýggjum samgongu-
skjali, sigur Høgni, at tað
helst verður áðrenn tingið
kemur saman mikudagin í
komandi viku.
– Men eingin sigur, at
hetta skal gerast fyri ta tíð.
Nú fáa vit at síggja, hvat
hendir næstu dagarnar, og
tað kemur so eisini at hava
týdning fyri arbeiði, sum
gerast skal.
Høgni sigur, at tað vóru
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin, sum gjørdu
nógv umrøddu avtaluna,
meðan Tjóðveldisflokkurin
ikki var við í nakrari bein-
leiðis »alliancu«.
– Vit mæltu til at taka
upp samráðingar við Javn-
aðarflokkin og Miðflokkin
um samstarv við sitandi
samgongu, tí vit mettu, at
støðan annars kundi lasast
føst, og tað er hetta, sum nú
er hent, sigur Høgni.
Andstøðan hevur sagt, at
avtalan millum Sambands-
flokkin, Javnaðarflokkin og
Miðflokkin stendur við, til
ein formansrunda hevur
verið. Hetta merkir iva-
leyst, at andstøðan verður
tung at »dansa« við hjá
samgonguni, tá ið tingar-
beiði verður tikið uppaftur.
Høgni ásannar, at hetta er
ein keðilig støða og vónar,
at Javnaðarflokkurin og
Miðflokkurin eru so mikið
at sær komnir, at teir vilja
verða við í landsins stjórn.
– Eg skilji ikki, hví hesir
flokkar velja at seta seg
uttanfyri, tá ið hurðarnar
eru opnar fyri teimum at
verða við í tí arbeiði, sum
gerast skal, sigur Høgni
Hoydal.
Eingin viðmerking
Tað er løgmaður, sum velir
landsstýrismenninar og ein
spurningur, sum hevur tikið
seg upp í hesum sambandi,
er, hvussu nógvar lands-
stýrismenn eitt nú Sjálv-
stýrisflokkurin fær. Flokk-
urin misti annað umboði á
valinum, 30. apríl og situr
nú bert við einum umboði á
tingi. Í verandi samgongu
hevur Sjálvstýrisflokkurin
tveir landsstýrismenn, og
fólk spyrja nú, hvussu verð-
ur framyvir.
– Handa spurningin havi
eg onga viðmerking til, sig-
ur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at nú løg-
tingsval hevur verið, hava
vit eitt nýtt grundarlag og
eitt nýtt tingmannabýti,
men hann ynskir onga við-
merking at gera hesum við-
víkjandi.
Hurðar framvegis opnar fyri breiðum samstarvi
– Eg skilji ikki, hví Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin velja at seta seg uttanfyri, tá ið
hurðarnar eru opnar fyri teimum at verða við í tí arbeiði, sum gerast skal, sigur Høgni Hoydal.
BERG
MOTORS
BILASØLAN
SCAND-
ITALIA
DAEWOO
SUZUKI
Leygardagin 11. mai kl. 10.00-20.00
Sunnudagin 12. mai kl. 14.00-20.00
ESMAR SIMONSEN · DB BILAR · BILASØLAN v/ ØSSUR JOHANNESEN · SP/F SUPERDEKK
BERG MOTORS · NORÐBIL · SUZUKI · SCANDITALIA
SKODA
KIA
AUDI
VW
MG
MAZDA
DAEWOO
Sosialurin 311820
C
M
Y
K
13
12