hósdagur 9. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 9. mai 2002
15
Sosialurin var úti í góðveðrinum í gjár, og
spurdi fólk, hvat tey halda um politisku
støðuna í dag nú løgmaður hevur sagt, at
sitandi samgonga heldur fram, og tískil hvørki
hevur ein meiriluta ella eina andstøðu, sum er
í minniluta
Gongugøtuprát
Heðin Skarðhamar, bileigari, Havn
Eg haldi, at tað er hol í høvdið. Løgmaður
átti at lagt frá sær, tí hetta skapar eina
ótrygga støðu fyri landið. Byrjað skuldi
verið heilt av nýggjum
Beinta Øssursdóttir,
krambakvinna, Havn
Sjálv eri eg glað fyri, Sambandsflokkurin
ikki slapp upp í samgonguna. Hetta er ein
undarlig støða, men tað løgmaður hevur
gjørt hevur hann rætt til í fylgi stýris-
skipanarlógini, og eg haldi, at hann kann
verða sitandi. Allar veljarakanningar vísa
á, at hann skal halda fram sum løgmaður,
og tí hevur hann eisini grundarlag at gera
tað, sum hann ger
Bjørg Hanusson,
pedagogur á Virkni, Havn
Nú eru vit farin at síggja nógvan taktikk í
politikki. Eg haldi, at tað er líkamikið um
teir fara í gongd við eina formansrundu
ella ikki, tí flokkarnir kunnu bert gera eina
undirhondsavtalu frammanundan. Sjálv
velji eg Tjóðveldisflokkin, og seinast vóru
vit størsti flokkur, men vit fingu ongan
løgmann. Eg haldi, at samgongan skal
royna hetta, og síðani síggja um Javnaðar-
flokkurin ella Miðflokkurin kemur uppí.
Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkur-
in hava jú púra ymiskar meiningar, og eg
haldi ikki, at tað kann vera rætt, at Fólka-
flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin melda út,
at teir standa saman. Og tað, sum hinir
flokkarnir hava gjørt, ger bara, at tað verð-
ur blokkur ímóti blokki. Eftir míni uppfat-
an, so er tað bara Tjóðveldisflokkurin, sum
stendur við sítt. Men, at samgongan og
andstøðan hava sama tal av tingmonnum er
spennandi, og tað ger, at teir verða noyddir
at arbeiða saman. Men nú skuldu teir farið
í gongd við vallyftini, sum teir hava dyrgt
við undan valinum, tí har er nógv at tríva í.
Benny Ejdesgaard, sølumaður, Havn
Eg haldi, at tað, sum løgmaður hevur gjørt
er nakað tvætl. Hann skuldi lagt frá sær,
og gjørt sum fólkið vil. Tá tú hyggur eftir
atkvøðubýtinum, so sært tú, at meiriluti
var fyri, at verandi samgonga skuldi fara
frá. Tí skuldi løgmaður eisini farið frá og
lova onkrum øðrum framat, og har hevði
ein formansrunda verið eitt gott hugskot.
Gissur Patursson, Havn
Teir skulu taka seg saman, og gera eitt for-
rætningslandsstýrið. Tá meini eg við, at
teir skulu gera eitt samgonguskjal, har teir
leggja dent á Føroyar tey næstu fýra árini,
og ikki hugsa so politiskt. Teir eiga at
hugsa um, hvat er best fyri Føroyar og fáa
landið upp at koyra aftur. Løgmaður var
noyddur at gera tað, sum hann hevur gjørt,
og tað er júst tí, at teir nú skuldu skipað
eitt forrætningslandsstýrið.
Rannvá Thomsen,
krambakvinna, Tvøroyri
Eg haldi, man fær góðar upplýsningar um
politikk í dag, og tí veit man, hvat man
skal velja. Men eg dugi ikki rættiliga at
svara uppá, hvat eg haldi um politisku
støðuna sum hon er nú.
GØTUPRÁT
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
15
14
Nr. 87 - 9. mai 2002
Komandi vikuskifti
bjóðar liðfelagin hjá
Pæturi við Keldu í Hit
med Sangen føroying-
um í dans við sær
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Nú
fríggja-
kvøldið fer Jeanett Debb at
trína pallin í KÍ- høllini í
Klaksvík. Saman við henni
verða eisini dansarir, og
kemur hon at undirhalda
klaksvíkingum og øðrum
við góðum og løttum popp-
tónleiki.
Flest føroyingar munnu
minnast Jeanett frá donsku
sjónvarpsrøðini Hit Med
Sangen, har hon kappaðist
saman við Pæturi við Keldu
fyri eini tíð síðani.
Jeanett luttók á Danska
Melodi Grand Prixnum,
men meir kend man hon
vera sum tann, ið átti eyð-
kennislagið til fyrstu Big
Brother-sendirøðina.
Tað er Jan Gardar, sum
hevur fingið Jeanett henda-
vegin.
Hittust til FCK-dyst
Jan greiðir frá, at alt byrj-
aði, tá hann var í Danmark
og hugdi eftir seinasta
Super Liga dystunum í fjør,
sum var millum OB og
FCK. Úrslitið av dystinum
varð, at Todi Jónsson, sam-
an við hinum í FCK, gjørd-
ist danskur meistari. Men
eisini okkurt annað úrslit
spurdist burtur úr hesum
degi.
Jeanett Debb undirhelt í
hálvleikinum, og eftir dyst-
in kom Jan á tal við hana.
Tá visti hann ikki, at hon
seinni eisini skuldi luttaka í
Danska
Melodi
Grand
Prixnum.
– Vit prátaðu um tónleik
og annað, og eg spurdi hana
so, um hon ikki hevði hug
at koma til Føroya at fram-
føra, greiðir Jan frá.
Og áhugin var beinan-
vegin til staðar. Síðani hava
tey tosað saman fleiri ferð-
ir, og Jeanett er sera spent
til túrin her á klettunum.
– Fyri nøkrum døgum
síðani fór hon enntá út og
keypti sær fleiri bøkur um
Føroyar, so áhugin er í lagi,
sigur Jan.
Tvær konsertir
Tvær konsertir eru á skrán-
ni hetta vikuskiftið. Tann
fyrra verður í KÍ-høllini
fríggjakvøldið
klokkan
23.00, meðan tann seinna
verður í høllini á Kambs-
dali leygarkvøldið, eisini
klokkan 23.00.
Konsertirnar byrja við
klaksvíksbólkinum Chain,
sum skal hita áhoyrarnar
upp til kendu donsku song-
kvinnuna.
Jan sigur, at longu nú
hevur hann merkt til ein
stóran áhuga millum fólk,
so hann ivast ikki í, at talan
verður um tvey væleydnaði
konsert-tiltøk.
Nógv rok hevur verið á tí politiska
pallinum teir seinastu dagarnar.
Spurningurin um, hvør skal manna
komandi samgongu, hevur nærum uttan
steðg verið viðgjørdur av fjølmiðlunum
her á landi, men mánadagin varð greitt, at
sitandi samgongan fer at halda fram hetta
valskeiðið eisini. Vit hava hitt fýra fólk á
gøtuni fyri fregnast um, hvat vanligi
føroyingurin heldur um hetta
FÓLK Á GØTUNI
Ragnhild Ellingsgaard
Hvat halda tit
um politisku støðuna?
Erland Frederiksberg,
sølumaður
Mær hevði dámt best
ABC-samgonguna, tí so
høvdu vit samstundis
fingið eitt nýtt stýri. Nú
koyra vit jú við júst tí
sama, sum áðrenn valið.
Fólkið hevur jú eisini
talað við yvir 50 %, so
tað skuldi havt okkurt at
sagt.
Harumframt haldi eis-
ini, at løgmaður skuldi
havt eina formansrundi,
áðrenn avgerðin varð tik-
in. Tað hevði verið meira
demokratiskt.
Randi Sivertsen,
skrivstovulærlingur
Nú fylgi eg ikki so øgi-
liga væl við á politiska
økinum. Men tá støðan
er so jøvn, sum hon er í
dag, haldi eg tað vera
gott, at verandi sam-
gonga verður sitandi.
Veljarakanningar áðr-
enn valið vísti jú eisini,
at meirilutin av føroyska
fólkinum vildi hava An-
finn sum løgmann. So
støðan í dag er, eftir mín-
um tykki, í lagi.
Karl Birgir Isaksen,
stjóri
Fólkaflokkurin má ikki
gevast, og geva skarvin
yvir. Teir mugu ómøgu-
ligt loyva Sambands-
flokkinum framat, tí før-
oyingar ynskja at halda
áfram við sjálvstýristil-
gongdini og tí búskapar-
liga vøkstrinum, ið vit
hava havt tey seinastu ár-
ini.
Hetta gera vit einans
við at halda somu kós,
sum vit hava gjørt higar-
til.
Erikka Elttør,
handilskvinna
Eg haldi ikki, at hetta
líkist nøkrum. Fólkið
hevur talað, men varð
ikki hoyrt, og demokrati-
ið verður als ikki virt í
hesum føri.
Sjálv haldi eg, at løg-
maður skuldi lagt frá
sær.
Jeanett Debb kemur til Føroya
Jeanett Debb, upphavskvinnan til Big Brother eyðkennislagið,
kemur hetta vikuskiftið til Føroyar
Klaksvíkar Kommuna
skipar nú aftur fyri
tiltakinum »Planta
eitt træ«. Hetta er
fjórðu ferð, at kom-
munan fer undir
hetta, og hvørja ferð
hevur áhugin verið
framúr góður fyri til-
takinum
PLANTA EITT TRÆ
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Mánadagin fer
Klaksvíkar Kommuna at
býta trø út til allar klaksvík-
ingar, sum ynskja at fríðka
um urtagarð teirra.
Hetta er nú vorðið eitt
afturvendandi tiltak, og
hvørja ferð hevur áhugin
verið rættiliga stórur.
Ein grønari býur
Hans Hjalti Skaale, býar-
gartnari, sigur við Sosialin,
at Klaksvíkin tey seinastu
árini hevur tikið seg alsamt
meir fram á tí grøna øki-
num. Fólk fáa størri og
størri áhuga í urtagarðsar-
beiði, og fyri at stuðla upp-
undir hesum hevur Klaks-
víkar Kommuna avgjørt, at
fara undir tiltakið »Planta
eitt træ«, sum vónandi eis-
ini fær Klaksvíkin at gerast
ein grønari bý.
– Trø geva lívd, og lívd er
sera týðandi í nærum-
hvørvinum. Tað er gott hjá
børnum at spæla, har lívd
er, og harafturat gerst býur-
in vakrari og hugnaligari,
sigur Hans Hjalti Skaale.
300 pakkar
Leygardagin millum klokk-
an 10 og 13 kunnu allir
klaksvíkingar fara oman í
hølini hjá býargartnarinum,
sum liggja undir skýlinum
við vøllin.
Her fært tú útflyggja eitt
útflyggingarskjal, og mána-
dagin millum klokkan 15
og 18 fert tú so aftur á sama
stað við skjalinum og fært
síðan útflyggjað ein pakka
við fimm trøum.
Trøini í pakkanum eru
tvey Siktagrann, ein Loyni-
viður (ahorn), ein Yllini-
viður (hyll) og ein vanlig
Rønn.
Klaksvíkar
Kommuna
hevur fingið útvega 300
pakkar, sum tey síðani býta
út millum klaksvíkingar-
nar.
Bert ein pakki er til
hvørt húski.
Hans Hjalti sigur eisini, at
hvørt ár eru allir pakkarnir
givnir eftir eini stuttari løtu,
so tað ræður um at skunda
sær, um ein ynskir at fríðka
um urtagaðin við trøum frá
kommununi.
Planta eitt træ í Klaksvík
Klaksvíkar Kommuna ynskir við hesum tiltaki at gera Klaksvíkar bý til eitt grønari umhvørvi.
C
M
Y
K
14
frá kl. 23.00 - 03.45