Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 87 - 9. mai 2002 Nr. 87 - 9. mai 2002 17 REINGERÐ OG UMHVØRVI Jan Müller Beint í kjalarvørrinum á stóru orku- og umhvørvis- ráðstevenuni, sum Føroya Nátturverndarfelag helt í Norðurlandahúsinum her- fyri, verður nú skipað fyri importørstevnu á Hotel Føroyum í døgunum 9. til 13. mai. Tað er stóra eyst- urríkska reingerðarfyri- tøkan ENJO, ið ger klútar og amboð, sum eru ætlað at gera reint við - uttan sápu – og tessvegna sparir náttúr- uni í tonsavís av kemiskum evnum, sum heldur stevnu í Føroyum. Við á stevnuni verða um- boð fyri ENJO-vørur ymsa staðni í heimi, eitt nú heilt úr Japan. Eisini grannaland okkara Ísland er umboðað. Aðalumboð fyri Føroyar eru Tórharda Bláhamar og Sámal Bláhamar. Stjórin fyri ENJO, Johannes Engl, sum eisini er alheims for- setin fyri fyritøkuna, og sum saman við faðiri sín- um, hevur uppfunnið ser- staka tægratilfarið, sum er kollveltandi kjarnan í reinsivørunum, fer at standa fyri stevnuni, ið er ætlað lands- og kommunal- politikarum, skúlafyrisit- ingum, fjølmiðlafólki og øðrum, ið varða av reingerð av skúlum, stovnum, fyri- tøkum. ENJO International marknaðarførir seg undir rakstrarheitinum Clean The World og lýsir hetta aðal- mál hennara: at verja um- hvørvið og geva okkum øllum ein reinari heim á búgva í. Johannes Engl, stjóri í fyritøkuni leggur dent á týdningin at skipa fyri slík- ari stevnu í Føroyum, tí kanska er tað nettupp eitt lítið land sum Føroyar, sum kann vísa umheiminum á týdningin tað hevur at ganga undan við einum reinum umhvørvi. Hóast talan er um eina stevnu fyri innflytarar av ENJO-vørum kring allan heimin, so metir Johannes Engl, at serstaka tægratilfarið at reinsa og vaksa við átti at verið “in” og áhugavert fyri øll tey fólk, sum seta eina reina náttúru og eitt reint um- hvørvi í hásæti. - Tað er í tí smáa – í ein- støku heimunum, í skúlun- um, á fyritøkunum, á sjúkrahúsunum, í barna- gørðunum og á ellisheim- unum, at vit skulu seta skjøtil á royndirnar at fáa ein reinari heim. Kann hetta sameinast við at eitt lítið land sum Føroyar gongur á odda, kann hetta ikki verða betri sigur Jo- hannes Engl, sum heldur Føroyar eiga eina ótrúliga vakra náttúru, sum fólk eru góð við, og tí heldur hann tað eisini vera rætt at seta fokus á teir eginleikar, sum tægratilfarið, ið er grund- arlagið undir ENJO-her- ferðini, hevur. Alt hetta snýr seg í høvuðsheitum um ein vaskiklút, sum er gjørdur úr serstakum tæðrum, fibrum, og sum ger, at nýtslan av sápu kann minkast við 90% ella meira. Til reingerð við hesum klúti verður bert vatn brúkt. Tað snýr seg ikki bara um at halda náttúruna reina men er talan eisini um eina vøru, ið er betri fyri heilsuna hjá fólki. Her verður m.a. hugsað um tað ósunna ella skaðiliga árin, sum sápa kann hava á børn í heim- inum, á barnagørðum og skúlum. ENJO-ævintýrið, um man kann kalla tað so, byrjaði fyri meira enn 10 árum síðani í tí fyri okkum føroyingar kenda feriu- landinum Eysturríki, har faðir Johannes, Friedrich Engl, í arbeiði sínum til frama fyri einum reinari umhvørvi, kom fram á týdningin serstøku tægr- arnir høvdu fyri reingerð. Tað byrjaði í smáum men í dag er talan um eina heimsumfatandi fyritøku og stórídnað, sum hevur umboð í nógvum londum, eitt nú Førooyum. Talan er um 30 ymsar vørur. Johannes Engl sigur, at eftirspurningurin er nógv vaksandi og er Ísland tað landið uppá íbúgva hevur tikið best ímóti vørunum. Hetta heldur Johannes hevur nakað við hugburðin hjá íslendingum til eitt vakurt og reint umhvørvi at gera. Sjálvur heldur hann, at Føroyar og Ísland eru tvey lond og fólk, ið líkjast nógv, og tí metir hann Før- oyar, hóast smáar, at kunna blíva eitt av undangongu- londunum fyri ENJO í framtíðini. Tað kundi verið áhugavert, at ein býur sum Tórshavn gjørdist eitt slag av royndardepli fyri nýggju tægravørurnar. Hann heldur, at fólk sjálvandi skulu venja seg til hetta nýggja, hvørki at skula brúka sápu ella heitt vatn til nógv av reingerðini. Sæð frá einum globalum sjónarmiði, átti hetta eisini at verið rætta leiðin at ganga og fer Johannes Engl eisini á ráðstevnuni í Før- oyum at greiða frá júst hesum týdninginum. Hann viðgongur tó, at tað tekur sína tíð at fáa boðskapin út, tí stór kapping er frá vanligu reingerðarvørun- um, sum fólk hava vant seg við og hava ilt við at leggja av at brúka. Men tað er sum á so nógvum øðrum økjum í heiminum, eisini í rein- gerðini við atliti til reint og sunt umhvørvi, at neyðugt er við eini hugburðsbroyt- ing, og hon tekur tíð. Klútarnir oa. frá Enjo kann ikki keypast í van- ligum handlum. Tú skal hava samband við umboð- ini. Hetta er tí, at tað krevst eisini vegleiðing til at brúka vørunar rætt. –Vit hava eina framúrskarandi vøru, men hon er bert fram- úrskarandi, um tú dugur at brúka hana leggur eystur- ríkski stjórin aftrat. Sámal Bláhamar, sum saman við konuni Tór- hardu, eru aðalumboð fyri Føroyar, sigur, at hann alt sítt lív hevur verið dekk- maður og arbeitt sum danskur forhandlari. Nú sleppur hann at sita við altjóða borðið umboðandi Føroyar og tað hevur stóran týdning fyri hann og kon- una. Tað er einki nýtt, at tey bæði hava gingið undan, tá tað snýr seg um sunt og heilsuríkt menniskjansligt umhvørvi eitt nú í sam- bandi við gerandis kost. Nú vóna tey so at kunna ávirka føroyingar til eisini at gera tað meira liviligt við ikki at brúka vanlig reingerðar- evni, sum kunnu vera heilsuskaðilig umframt at dálka umhvørvið. Millum luttakararnar til ráðstevnuna í Føroyum eru Hans og Barbara, sum eiga ENJO í Australia, sum er ein tann skjótasta vaksandi fyritøka í miðalstødd í Australia. Londini, sum verða umboðað á ráðstevn- uni, eru: Avstralia, Ny Sæ- land, Danmark, Ísland, Stóra Bretland, Italia, Jap- an, Holland, Noreg, Eystur- ríki, Svørríki, Singapor, Kanada, India og Føroyar. Vaska uttan at dálka Enjostjórin Johannes Engl her saman við umboðum fyri Enjo-vørur á Hotel Føroyum í farna mánað Atgongdin er ókeypis, men møguleiki er fyri at keypa eitt serligt atgongumerki, sum kostar 100 krónur, og sum døgurði kann keypast fyri. Høvi verður eisini til at tekna seg sum vertur fyri einum ENJO kvøldi. í ár, verður ein hugnaløta á Hotel Føroyum fríggjadagin 10. mai 2002 klokkan 09 til 12. har kunnað verður um reingerðarvørurnar og alt tað nýggjasta innan umhvørvisvinarliga reingerð - v.ø.o. hvussu tú kanst vaska uttan at dálka. Tað ljóðar kanska sum ein andsøgn, men tíverri er tað ein sannroynd, at hvørjaferð vit vaska inni, dálka vit úti - í náttúruni. Sápulúturin verður skolaður út til stóran ampa fyri umhvørvið og, sum frá líður, til óbótaligan skaða fyri áir, vøtn og havið og tað, ið har livir. Vit ugga okkum við, at eitt húsarhald dálkar kanska ikki so nógv og royna at ansa eftir, men leggja vit øll tey milliard húsarhaldini, ið eru á jørðini, saman, so er tað ikki smávegis dálking, talan er um. Vit øtast og hugsa, hvussu í viðu verð vit skulu sleppa undan hesum, og vit síggja ongan útveg, tí vit noyðast jú at gera reint. Nú er ljós fyri stavn! tað ber nevniliga til at vaska uttan sápu, bert tú hevur røttu amboðini, og tað er júst hetta, hendan ráðstevnan snýr seg um - at vaska - uttan at dálka! Nú er møguleikin fyri at hava tað reint bæði inni og úti - bæði heima og í náttúruni. Tygum hava longu hoyrt um og roynt hesa einastandandi nýskapanina, sum eitur ENJO, men komið kortini niðan á Hotel Føroyar og hoyri serfrøðingarnar greiða frá øllum tí nýggja og um, hvussu ENJO hesi seinastu árini hevur gingið sína sigursgongd kring knøttin. Hoyrið hvussu m.o. Avstralia hevur tikið sápufríu reingerðina til sín, og hvussu ENJO er millum skjótast mentu fyritøkurnar í Avstralia; hvussu Eysturríki hevur ment ein stórídnað við tægraklútum og reingerðar vørum av ymsum slagi, sum vaska - uttan sápu; og um royndirnar, sum umboðini úr hinum 20 londunum vita at siga frá um nýggja háttin at gera reint - við vatni eina. Lættari, høgligari og, fram um alt, reinari - bæði so og so. Ótrúligt? Kom og síggj og hoyr. Tú fært ein kunnandi, mennandi og spennandi dag saman við fólki, ið veruliga vita, hvat tey tosa um og eru fegin um at kunna bera boðskapin higar, so vit eisini kunnu sleppa at verja okkara umhvørvi og ikki minst havið, sum hevur so ómetaligan týdning fyri okkum. Stovnarin av ENJO, 34 ára gamli Johannes Engl úr Eysturríki, sum er sonur hansara, sum uppfann serliga tægratilfarið, ið brúkt verður, er við í ferðalagnum og fer at siga eina spennandi søgu um eitt pinkalítið virki í Eysturríki, sum eftir fáum árum er vorðið ein stórfyritøka í alheimshøpi. Barbara de Corti, avstralska húsmóðirin, sum hevði nakrar tægraklútar við heim í viðførinum, einaferð hon og maðurin høvdu verið og vitjað heima í føðilandinum Eysturríki, sigur frá risafyritøku teirra í Avstralia, har tey nú hava 1500 fólk í arbeiði. Filmur, kunning um vørurnar, skemt, snøgt sagt, ein hugnaløta, sum fer at geva nýggjan íblástur til gamla hugtakið: at gera reint. ENJO CLEAN THE WORLD JÚ, TAÐ BER TIL AT VASKA - UTTAN AT DÁLKA! INNBJÓÐING Í sambandi við at ENJO-aðalumboðini fyri 22 lond koma at halda altjóða ráðstevnu í Føroyum í døgunum 9. - 12. mai Eisini verður drigið millum hesi atgongumerkini, og hepni vinnarin fær eitt úrval av ENJO vørum (virði uml. 2.000 krónur). Vinarliga sigið frá, um tygum skulu hava ein av hesum atgongulutaseðlunum, so vit vita, hvussu mong skulu hava døgurða ENJO FØROYAR Tjarnarlág 41 FO-100 Tórshavn tel 31 43 53 far:22 66 03 www.tora.fo/enjo enjo@tora.fo C M Y K 17 16 – Støðan er við at vera pínlig og vit skylda fólki meiri enn hetta enn at sita í hvør sínari skotgrøv. Men nú løgmaður hevur gjørt greitt, at samstarvsav- talan við sjálvstýrisflokkin ikki verður søgd upp, er andstøðan farin at umhugsa at siga sína samstarvsavtalu upp. – Sjálvur eri eg mest sinnaður til tað, nú hon ikki fær løgmann at broyta støðu. Jenis av Rana sigur, at andstøðan nú fer at viðgera spurningin um at siga avtaluna upp. Men miðflokkurin fer ikki einsamallur at siga av - taluna upp, tí so bróta vit avtaluna og tað vilja vit ikki. Eru flokkarnir samdir um at taka hana av, er tað nakað annað og tað fari eg at arbeiða fyri. Ongir trupulleikar Jenis av Rana sigur, at endar hetta politiska talvið við, at samgongan heldur fast um, at hon heldur fram við 16 tinglimum, tvs uttan meiriluta, fer miðflokkurin at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk. – Vit fara ikki at leggja okkum í buktina og blokera alt, sum kemur við sam- gonguni. Vit fara at taka støðu frá máli til mál og at atkvøða fyri tí, vit halda vera skilagott. – Men vit fara ikki at gera nakra bindandi avtalu, tí antin eru vit í samgongu, ella eru vit í andstøðu. – Sjálvsagt fer tað at bera til hjá samgonguni at sam- ráðast við miðflokkin um at fáa ymisk mál loyst. – Hinvegin fer tað so eis- ini at bera til hjá miðflokk- inum at samráðast við sam- gonguna um at fremja nøk- ur av okkara hjartamálum. Annars sigur Jenis av Rana, at útfrá teimum sam- røðum, hann hevur havt við Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal, heldur hann ikki, at nakrir sum helst trupulleikar skuldi verið at samstarva við samgonguna um nógv mál, eisini um tað skuldi verið at farið í sam- gongu. – Eftir teimum fyrireik- andi samrøðunum, vit hava havt, høvdu vit ikki havt trupulleikar at farið undir veruligar samgongusam- ráðingar. – Vit høvdu verið sera fegnir um at útlitini fyri at koma uppí samgonguna, tí tað hevði verið eitt greitt tekin, at vit meina tað í álv- ara, tá ið vit tosa um sjálv- ræði. – Vit kunnu saktans taka undir við, at sjálvstýristil- gongdin heldur fram og hevði hon kunnað gjørt tað eitt valskeið afturat, hevði tað verið eitt greitt tekin til danir um, at vit meina tað í álvara. Jenis av Rana sigur, at tað hevði heldur onki verið í vegin fyri at gjørt ta fíggj- arligu uppgerðina við danir, sum miðflokkurin vil hava og at samantvinnað blokkin við NATO-støðina. – Í samrøðu við Anfinn Kallsberg, lovaði hann okkum, at tað er onki í vegin fyri at biðja danir um eina slíka uppgerð. Vit halda nevniliga, at vit hava fullan rætt til blokkin, tí danir fáa endurrgjald frá NATO fyri støðirnar í Føroyum. – Anfinn lovaði okkum eisini, at vit høvdu fingið eina loysn á málinum um at skerja blokkin. Vit tosaðu um at skerja blokkin 50 milliónir um árið. Men vit halda ikki, at tað er nøkur orsøk at senda tær aftur til Danmarkar, tí vit hava rætt til hann. Vit eru heldur sinnaðir at leggja tær til síðis og tað skuldi ikki ver- ið nakar trupulleiki, segði Anfinn Kallsberg. Jenis av Rana sigur, at í samrøðu við Anfinn Kalls- berg komu teir eisini inn á so eym mál sum fosturtøku. – Miðflokkurin heldur at tað er neyðugt at gera meiri fyri at hjálpa teimum, sum koma í ta støðu, at tey vilja hava fosturtøku, so at tey ikki hava tørv á tí. Men vit ætla ikki at banna fostur- tøku, tí viðhvørt er tað neyðugt fyri at bjarga mammuni. – Jenis av Rana sigur, at eitt mál, teir ætla at fremja, er at seta eina skipan á stovn í Føroyum sum líkist donsku »Mødrehjælpen« sum skal hjálpa kvinnum, burturúr teirri støðu, sum ger, at tey ætla at fáa fostrið tikið. Ístaðin fyri at taka eitt fostur, vilja vit heldur loysa trupulleikan, sum kann fáa eina kvinnu at velja fosturtøku. – Tær samrøður, vit hava havt, vísa, at bæði tjóðveld- isflokkurin og fólkaflokk- urin skilja hetta. – Fær miðflokkurin ávir- kan, verður lógin um fost- urtøku sostatt broytt, so at talið á fosturtøkum hevði lækkað úr næstan 50 um árið, niður í fimm, seks, sigur Jenis av Rana. Framhald av síðu 4