Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 87 - 9. mai 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Nýtist ikki oljupengar Norski ríkiskassin fekk so nógv inn í skatti í fjør, at Noreg hevði klárað seg uttan inn- tøkurnar av oljuni. Tað almenna kláraði at fíggja sína nýtslu við pengum av landi, og næstan allar oljuinn- tøkurnar fóru tí í grunn. Tey seinastu árini hava norðmenn nýtt minni og minni av pengunum, sum statur- in fær burtur úr oljuni. Í 1993 nýtti staturin 70 milliardir krónur av oljuinntøkunum, men í fjør var talið bara 1,6 milliard krónur ella tað, sum oljan gav í seks tímar. Tá Stórtingið upp- runaliga samtykti fíggj- arlógina fyri árið í fjør, var ætlanin at nýta 12 milliardir av oljukrón- unum, men tá saman um kom vórðu bara 1,6 milliard krónur nýttasr. Hetta hendi, samstund- is sum Stórtingið sam- tykti at nýta meiri av oljupengunum í kom- andi árum. Tá norska Stórtingið fór í jólafrí í desember mánað í 2000, hevði tað samtykt eina fíggj- arlóg fyri árið í fjør. Eftir henni vóru inntøk- urnar av øðrum enn olju 473 milliardir krónur og útreiðslurnar 485 milliardir krónur. Tær 12 milliardirnar í halli skuldu fíggjast burtur av inntøkunum frá oljuni, meðan av- lopið skuldi setast í oljugrunnin. Tað vísti seg kortini, at staturin fekk størri inntøku enn væntað, so tá av torn- aði, var bert neyðugt at nýta 1,6 milliard krónur av oljupengunum. Fyri tveimum árum síðani var myndin átøk teirri í fjør. Tað árið roknaði stjórnin við, at hon skuldi nýta 13 milliardir krónur av oljupengunum til at javna hallið á fíggjar- lógini, men tá saman um kom, var bert tørvur á átta milliardum krón- um. Úr Norðurlondum: Onga dokk Í Harstad í Norður- noregi eru tey í øðini inn á stjórnina í Oslo, tí hon hevur steðgað ætlaða stuðulinum til eina nýggj turrdokk í býnum. Ætlanin var, at tað almenna skuldi lata 100 mió. krónur í stuð- uli, men hetta verður av ongum, sigur stjórnin. Í Harstad eru tey so mis- nøgd við avgerðina, at fakfeløgini í býnum hava boðað frá aðal- verkfalli í næstu viku. Dýrir fundir Danska løgreglan er um at koma í rasshaft av teimum umfatandi trygdartiltøkunum, sum løgreglan noyðist at skipa fyri í sambandi við fundir, sum skulu haldast í Keypmanna- havn, meðan Danmark hevur formansskapin í ES seinna hálvár í ár. Løgreglan sigur, at tey nógvu trygdartil- tøkini fara at krevja, at nógvir løgreglumenn noyðast at arbeiða yvir- tíð, og tí hevur løg- regluleiðslan biðið stjórnina um eina eykajáttan upp á heilar 577 mió. krónur. Peng- arnir eru neyðugir, skal løgreglan veita ta neyð- ugu trygdina, verður sagt. Leiðslan í donsku løgregluni sigur, at tað verður neyðugt at hava einar 4.000 løgreglu- menn til arbeiðis, tá toppfundir verða, og at umleið 3.000 løgreglu- menn skulu á vakt í sambandi við aðrar ES- fundir. Næskur lækni Ein fyrrverandi lækni í Porsgrunn í Noegi hev- ur fingið hálvt triðja ára fongsul fyri at hava misnýtt starv sítt til at útvega sær kynsliga samveru við sínum kvinnuligu sjúklingum. Í rættinum kom fram, at læknin noyddi eina kvinnu til samlegu, og at hann fleiri ferðir tók film av kvinnunum, uttan at tær vistu av tí. Tann 55 ára gamli mað- urin hevur mist rættind- ini at arbeiða sum lækni. Fyri fyrstu ferð í søg- uni varð ein ameri- kanskur kardinalur í gjár kravdur í rættin at greiða frá tí, sum hann veit um tær nógvu sex-gølurnar hjá amerikanskum prestum USA Árni Joensen Ovastin fyri katólsku kirkj- uni í USA, kardinalurin Bernard Law, varð í gjár avhoyrdur í einum rætti í býnum Boston. Maðurin, ið verður roknaður sum fremsta umboð pávans í USA, skal greiða rættinum frá, hví hann flutti prestin John Geoghan í annað starv, sjálvt um hann visti, at presturin fleiri ferðir hevði misnýtt børn og ung kynsliga. Í Boston verður sagt, at avhoyringin av kardinalin- um fer væntandi at taka fleiri dagar, tí umframt samband sítt við John Geoghan skal Bernard Law greiða rættinum frá tí, sum hann eftir øllum at døma veit um fleiri aðrar prestar í katólsku kirkjuni, sum eisini eru lagdir undir at hava misnýtt børn og ung. Boðini um at krevja kardinalin fyri rættin komu bert tveir dagar eftir, at katólska kirkjan í USA veik frá einari avtalu, sum segði, at 86 fólk, sum John Geog- han hevur misnýtt, skuldu fáa 30 milliónir dollarar í endurgjaldi. Bernard Law, kardinalur hevði góðtikið avtaluna, men fíggjarráðið hjá kirkjuni vrakaði hana. Avgerðin fekk dómaran Constance Sweeney at krevja kardinalin til av- hoyringar. Hon segði tað vera neyðugt at boðsenda kardinalinum, tí hon bar ótta fyri, at hann kundi rýma av landinum. - Sigur pávin, at hann skal koma til Rom, so fer hann, segði dómarin. Hon hevur givið boð um, at avhoyringin av kardinal- inum skal takast upp á sjónband, og hon fer seinni at taka støðu til, um sjón- bandið skal almennakunn- gerast. Bernard Law, kardinalur hevur fyrr viðgingið, at hann visti um levnaðin hjá John Geoghan, men hann sigur, at hann gjørdi eftir tilmæli frá sínum ráðgev- um. Hóast nógvar atfinn- ingar hevur hann sýtt fyri at leggja frá sær. Ísraelski ráðharrin Limor Livnat segði í gjár, at palestinska sjálvmmorðsbumbua tsóknin í Tel Aviv týsdagin kann bera í sær, at Yasser Arafat verður sendur í útlegd MIÐEYSTUR Árni Joensen - Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at koma til ta niðurstøðu, at vit halda okkum ikki hava annað í at velja enn at koyra Yasser Arafat í útlegd, segði Limor Livnat, kenslumálaráðharri við útvarpið hjá ísraelska herinum í gjár. Kenslumálaráðharrin hevur verið í USA saman við Ariel Sharon, forsætis- ráðharra seinastu dagarnar. Sharon gjørdi í gjár av at bróta vitjanina í Washing- ton av eftir ta ógvusligu bumbuatsóknina í Tel Aviv, sum kostaði 15 mannalív. Áðrenn hann fór úr USA, segði Sharon, at Ísrael fer at halda fram við bardag- anum ímóti yvirgangi, og at teir, sum halda seg til yvirgang sum eitt amboð, verða fyribeindir. - Arbeiði okkara er ikki liðugt. Bardagarnir fara at halda fram, segði ísraelski forsætisráðharrin. Hann fanst eisini hvassliga at teimum palestinsku sjálvs- stýrismyndugleikunum og segði, at bumbuatsóknin í Tel Aviv prógvar veruligu ætlanina hjá palestinska leiðaranum. Sharon nevndi tó ikki Arafat við navni. Palestinsku sjálvstýris- myndugleikarnir hava for- dømt sjálvmorðsbumbuat- sóknina, sum tann víð- gongdi felagsskapurin Hamas hevur átikið sær ábyrgdina av. Í einari kunn- gerð frá høvuðsskrivstov- uni hjá Arafat í Ramallah stóð, at atsóknir sum tann í Tel Aviv gagna ikki frið- inum. Arafat kann enda í útlegd Kardinalur kravdur í rættin Sjálvmorðsbumbuatsóknin uttan fyri Tel Aviv týskvøldið, sum kostaði 15 mannalív, kann hava við sær, at Yasser Arafat verður koyrdur í útlegd Mynd: Reuters Fráfarandi stjórin í VW konsernini, Dr.Ferdinand Piëch, lovaði í fjør, at ein VW bilur, ið kláraði at koyra 100 km uppá ein litur av dieselolju, skuldi verða veruleiki áðrenn hann legði frá sær í vár. Hann helt orð og kom á sín seinasta fund sum stjóri hjá VW, koyrandi í einum VWL1, ið hevði koyrt 112 km/l í miðal BILAR Magnus Gunnarsson VW konsernin er ein av heimsins fremstu fram- leiðarum av orkusparandi bilum.Fyrst komu teir við VW Lupo 3L og síðan við Audi A2 TDI, sum báðir koyra 33 km pr. litur í miðal. Nú er so 1 liturs bilurin, ið klárar at koyra 100 km fyri hvønn litur, gjørdur sum prototypa. Vigar 290 kg Bilurin hevur einans 2 siti- pláss og er gjørdur sera úr løttum tilfari, aluminium, magnesium og titan. Luft- mótstøðan er einans 0,159 cw. Michelin dekkini hav sera lága rullimótstøðu og felgurnar viga 1,8 kg og upphangið er gjørt úr aluminium. Motorurin, ið er ein 0.3 litur 1 syl. SDI við 8,5 hk. Motorurin vigar einans 26 kg. Talan er um ein bil, har alt er gjørt úr løttum tilfari. Stop & Go skipanin Viðvirkandi til at bilurin er so orkusparandi er Stop & Go skipanin, har motorurin støðgar, hvørja ferð bilurin stendur stillur og startar aftur tá bilførarin sleppur bremsupedalini. Hóast VW L1 er lættur, skal tað ikki ganga út yvir trygdina, og bilurin hevur t.d. airbag og ESP bremsukipan. Talan er her um eina prototypu, men ætlanin at 1 litur bilar frá VW koma á marknaðin um eini fýra fimm ár. Bilurin hevur einans tvey sitipláss og er gjørdur úr sera løttum tilfari, aluminium, magnesium og titan VW 1L – 100 km uppá ein litur av dieselolju Nr. 87 • hósdagur • 9. mai 2002 • 76. árg. VW 1L (prototypa) Motorurin 0,3 litur 1 syl. 3V DOHC 8.5 hk 0-80 km/t 24 sek Oljunýtsla 101 km/l Toppferð 120 km/t Dekkstødd Framman: 95/80-16 Aftan: 115/70-17 Stødd og vekt Longd 364,6 cm Breidd 124,8 cm Hædd 110,0 cm Eginvekt 290 kg Dieseloljutangin 6,5 litrar Viðførisrúm 80 litrar Inngongdin inn í bilin er vinstrumegin. Hurðin og takið, ið eru hongslaði høgrumegin, verða lyft av í einum. Á myndini eru fráfarandi VW stjórin og eftirmaður hansara, Bernd Pischetsrieder VW 1L er so streymlinjaður sum ein bilur kann verða. Hóast henn er ein bilur, minnir 1L mest um kabinuskutara Fráfarandi VW stjórin Ferdinand Piëch er ein av eftirkomarunum hjá stovnaranum av VW fyritøkuni, Dr. Ferdinand Porsche C M Y K 19 18