Sosialurinarkiv
Sosialurin 1967-01-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1967síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

28. januar 1967 SOSIALURIN Nr. 8 verður 23. februar. happadráttarseljarir: Axel Petersen, Mogens Herrid Joensen, Havnin, 23. jan. 1967 Max Catto: Lutasedlar í Happadráttinum Lutaseðlar fyri 1. hálvár 1967 í happadráttinum eru nú sendir seljarunum úti um landið. Lutaseðil er galdandi fyri allar 3 dráttirnar í hálvári- num, har drignir verða 296 vinningar fyri íalt kr. 86.500,00; Fyri at hava møguleika at vinna i øllum dråttunum må lutaseðil verða vissaður longu nú til 1. drátt, ið Seðlar kunnu fáast hjá hesum, Hans E. Johannesen, Norðdepli H. J. Matras, Viðareiði Mikkjal á Bergi, Klakksvík Óli Ellingsgaard, Eiði Norðskála Jacob Emil Hansen, Leirvík Hans í Bartalstovu, Sydrugøtu Hanna R. Jacobsen, Glyvrar Irena Johansen, Strendur Ingibjørg G. Johansen, Signabø Maria Olsen, Vestmanna Tórstein Niclasen, Miðvági Jacobsen. Sørvåg Mykines Svanhild Nybo, Hestur Niclas Jensen, Hvalba Ragnhild Hammer. Trongisvåg Erling Poulsen, Vågi E. Hauptmann, Lopra Sigrid Olsen, í Lon, Tórshavn Martina Jacobsen, N. Finsensgøta, Torshavn FØROYA LANDSSTYRI ið eru góðkendir (Happadrátturin) FEIGDARFUGLAR (Framhald) Charlie styrdi múldjórunum. Hann varskógvaði aftur eftir í myrkrið og tey illa vekraðu børnini steðgaðu. Í fylgi við faðir Doonan fór eg fram at vita, hvat ið feilti. Fyrstu varningina fingu vit av gapandi rivu í eyrinum á vegnum. Og hálvtrýss stig long- ur frammi var oll rókin farin og hevði tikið vegin við sær. Benið var nýtt, tað livdi enn í bakkanum — skriðurnar lupu skróandi oman í gjónna. Faðir Doonan bað okkum ansa okk- um. Vit vóru ov nær lopinum. Eggin rørdist — vit stóðu á ein- um leysum steini — og líkt var til, at eitt vegpetti aftrat skuldi leypa. Vit runnu aftur eftir hæli. Vit stardu sum lamd. Her vóru eingi líkindi til at sleppa longur, vit kundu ikki fara nið- ur í helvitisovnin í dalinum, vit; kundu ikki venda við ... men kundu vit kanska sloppið út- um? Táið eg sá faðir Doonan hyggja upp og eygleiða tað flokta vavi av grónum plant- um, sum hevjadu seg steyrrætt upp av jaðaranum, skilti eg, at hann ætlaði at fáa okkum at fara tann vegin. Tað sást einki annað enn berg fyri í mánalýsinum — eg fekk ikki eyga á bakkan í erva fyrr enn eg hevði start leingi, heilt upp móti Tað tykist vónleyst. stjórnunum. Charlie varnaðist hvar í fað- ir Doonan hugdi og fylgdi við eygunum. — »Muldjor kunnu (klóra seg fram næstan alla stadnis«, teskaði hann sorgar- bundin, »men hatta er teimum ovbodid«. »Nei«, helt faðir Doonan. Hann suffadi tungliga og segdi: »Men so sleppa vit teimum«. Honum tókti synd í djórunum. »Og børnini?« spurdi fyri- stødukvinnan bítsk. »Skulu vit eisini sleppa teimum? Tey eru ikki geitir.« »Tja,« segði Marcel, »men tey lamdu?« Hann stardi tóm- oygdur móti leypunum, »hvør skal bera tey?« Faðir Doonan hugdi bilsin at honum: »Vit skulu bera tey,« segði hann. Marcel lat munnin upp. Harry Frobisher fangaði eygu hansara við yvirbrá, ið ikki so lætt var at týða — men eg skilti at á fyrsta sinni hevði faðir Doonan fingið partamann í honum. Marcel hugdi niður, smáflenti murrandi og tagdi. »Vit leggja lesning harnið- an,« segði blámaðurin kvikliga við faðir Doonan. »So kunnu tey styðja seg við hann«. Hann tók knív og togrullu av sær, og hann og faðir Doonan klintr- aðu niðan eftir. Eg hoyrdi hvussu teir høgdu alt burtur, sum forðaði — teir vóru horvn- ir í myrkrinum, og bert ljóðið segði frá, hvar ið teir vóru. »Her hendir altíð okkurt. lat í fyristóðukvinnuni. Hon Fokker Friendship turbojet frá ICELANDAIR Keypmannahavn 4 tím. Bergen 2 . Reykjavík 2 » FLOGFELAG FØROYA tlf. 3200 Tórshavn tlf, 55 Sørvåg | hevdi ikki kropp til at vera | bjargamaður; men tað hevði eg heldur ikki. Hon vendi sær á móti børninum sum kenslu- kvinna, ið fer at seta børn- unum ringan setning fyri. Hatta klára vit sum einki, óvitar, halda tit ikki tað?< Nøk ur flentu uttan at fata nakað og hini svóvu. Hon fór at taka av djórunum og býta tað, ið neyðugt var, í rúgvur — nakrar váðir, heilu- våg, blikkamat. Kortini var byrðar stór. Aftur tók hon nak- að burturav, eitt sindur av klæðum og skóm og nakrar fløskur av konjakki lat hon liggja eftir. Óekta á málinum helt hon fyri: >Múldjór duga altíð at finna sær fødina.« Men alt fór í sor uttan um okkum, um tað ikki fór upp í loga, og hon gavst at vera hykil. Eygna- brá hennara segði djórunum deyðadómin. Tað raplaðu framvegis ein- stakar greinar oman, og tá ið løta var farin sóust so kámt nakrir koma út úr kjarrinum við togum. Tivandi av moði fóru Charlie og faðir Doonan at býta restina av góðsinum millum okkum. So hugdi svert- ingurin at teimum spitolsku børnunum í leypunum, brá sær á og tveitti annað barnið upp á ryggin av Marcelli. Maðurin var illa við, men tá hann sá, at har gjørdist einki við. gav hann seg undir við tí útlitinum í andliti, ið er frans- monnum egið. og entá legði barnið armarnar um hálsin á honum. Faðir Doonan — læi so spakuliga. Hann tók sjálvur eitt av børnunum, svertingurin tók tað triðja. Charlie dvøldi á Sleipistoð Skipasmiðja Skipsútgerð FÆRØSK MARGARINE Vita No I VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT føroyskum tógvi. Harry Frobisher. Faðir Doonan lyfti tað sein- astu, eina evurslítla gentu, upp á ryggin á honum. Charlie setti á bandið at vita. um fast var. »So lesa vit okkum,« segði hann sum tað var at fara á seiðaberg. Faðir Doonan fekk hinu børn ini á fótur, sendi tey fyrstu upp við einum bresti í rumpina. Tey otaðu seg uppeftir sum smáir apukattar og hildu væl um bandið. Óvitar vita einki um at vera bangin — fyrrenn tey vaksnu smitta tey. Tey læu og banadu sær veg gjøgn- um kjarrið niðan gjøgnum ta brøttu líðina. Einastur, ið bangin var, tað var eg — og kanska Marcel eisini. Faðir Doonan og Charlie vegaðu und an, hjálptu óvitunum har ring- ast var um, og tóku í tey, hvor- ja ferð tey vildu snáva á. Harry Frobisher = bannaði ræðuligt, hvørja ferð tað ringa beini kom okkum steðga. So tveittu vit okkum har sum vit vóru stødd og royndu ikki at hyggja niður. »Åja.« teskaði Marcel mær í oyra so syrgin (og altíð var brennivínsroykur í anda hans- ara) »og eg sum rýmdi úr góð- um nosligum fangahúsi fyri at koma mær her uppi.« »Halt munn«, segði eg. »Vit treingja til okkurt skem- tiligt«. »Eg vil ikki hava nakað. Eg eri ræddur«. Tað var hann eisini, tað sá á Harry Frobisher. »Hasin foturin, Harry ..< byrjaði hann. »Eg taki mín part< segði í. Av og á bað faðir Doonan | pf Skála skipasmiðja 8 handilsvirki SKÁLA Telefon Runavík 7260 Stálskipasmíð Spinnid i Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreidslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av v/ Ólavur Gregersen — tlf. 20 í Gøtu Mekaniskur verkstaður Elektriskar installatiónir Fiskaútflutningur Sildautflutningur Frystivirki Matvorubúð Klædnabúð Kol Nýmótans fiskavirki við kuldagoymslum FINT PRODUKT TØTINGARVIRKID meðan hann hugdi av mær yvir |eg nú. Var tað óttin, id gjørdi hann fjåkutan — ella var hann |frå upphavi bara fivil? Meðan hvílt var, lógu vit lið um lið í grasinum, og beint omanfyri lokkum sóu vit í gumpin á fyri- stødukvinnuni. Marcel varnað- ist hann og kagaði. Hann rætti hondina upp og klappaði hon- um. Fyristødukvinnan geispaði í iva og kløkkni. Marcel fór at læa og teskaði: eingin frans- maður er maður fyri at standa ímóti, táið ein so eiggiligur kvinnuendi er fyri stavn. Hesin er sum gjørdur til at kela.« »Halt hondunum frá mær,« ropti fyristødukvinnan. »Tygum eru púra ørur, madur.« »Tygum måttu verid glad vid boðið, lítla mín. Eg havi ikki sæð nakra, ið dámligari er at nema við<. Hon strevaðist við at sleppa sær burtur frá honum, men ong ar staðnis var at fara í bratt- anum. Hon rópti aftur: >Tyg- um eru tað ófólkaligasta -.-<, men helst mundi henni dáma? Eg lika sum hoyrdi tað á máli hennara. Marcel var ísakaldur í låtri, og óvitin, ið reið á herð- um hansara, helt stuttligt vera. Marcel vendi sær til mín og fortaldi mær so spakuliga, at hann hevði sera heitt blóð. Eg royndi at krøkja meg fast an í grasið, sum niðurdottin akrobatur krøkjur seg í netið. Men helst gjørdi hesin skemti- leikur, at vit ikki heilt mistu alt mót. Ovfarakæti er óivað besta lekja móti deyðaótta — tí ræð- ur um at gera sovorðið. Er tú fyri nøkrum ræðuligum, er tú vælfarin, um tú hevur fívil und- ir liðini. (Framhald)