Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 • hósdagur • 9. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Dystirnir millum HB og KÍ hava altíð verið serligir, og einki er at ivast í, at nógv verður lagt fyri av báðum pørtum, nú liðini tørna saman UPPTAKT Jákup Mørk Tað man ikki vera frítt, at kassameistarin í HB man iðra seg um, at heimadyst- urin móti KÍ er settur so- mikið tíðliga á árinum, sum hann er í ár. Tá uppgerðin millum lið- ini hevur ligið seint á árin- um, hevur talan ofta verið um avgerandi dystir, við stúgvandi fullum leikvølli sum positiv avleiðing, og tó at tað uttan iva verða nógv fólk í Gundadali hósdagin, so er spenningurin ikki heilt hin sami. Allir tøkir Enn er eisini nakað tíðliga at tosa um, hvørjir dystir millum hvørji lið verða avgerandi, men tað stendur tó undir øllum umstøðum fast, at klassikarin í før- oyskum fótbólti stendur ímillum HB og KÍ, og bara hetta í sjálvum sær ger, at hvør einasti leikari á báðum liðunum sær fram til upp- gávuna. Í HB man lagið heldur ikki gerast verri av góðu byrjanini, sum liðið fekk, tá teir í fyrsta umfarinum sóp- aðu runavíkingar av vegn- um. Ein endurtøka móti KÍ vil í hvussu so er styrkja enn meira um sjálvsálitið, tí so hevur liðið fingið fult burtur úr tveimum á papp- írinum torførum heima- dystum. Og tað er eisini líkt til, at HB er væl fyri til uppgáv- una. Úr leguni verður sagt, at allir mans eru tøkir. Eisini Jan Dam, sum annars hevur verið burturstaddur, og hetta letur so upp fyri einum positivum trupul- leika hjá venjaranum, sum skal gera av, hvørt hann so skal flyta Jóhannus Joensen úr miðverjasessinum, sum hann røkti so væl móti NSÍ. Borgar fyri undirhaldi Eisini KÍ venjarin man hava sítt høvuðbrýggj við at finna út av, júst hvussu liðið skal setast saman. Jan Andreasen, sum van- liga eigur fastan sess í mið- verjuni, er framvegis ikki tøkur. Tað er fyrrverandi HB-leikarin, Grímur Vang, heldur ikki, hóast hann kundi verið eitt alternativ at nýtt fyri Jan. Fyri hinar leikararnar er tó galdandi, at teir allir eru til reiðar at tørna út, og so er spurningurin bara, hvussu hetta verður sett saman. Seinast røktu Alexander Djordjevic og Allan Joensen miðverju- sessirnar, og hóast teir komu hampuliga væl frá hesum, so er ikki óhugs- andi, at tørvur kann vera á teimum longur frammi á vøllinum. Við tapinum í fyrsta umfarinum fekk KÍ annars eina vána byrjan upp á landskappingina, eftir at lagnan heldur ikki var teim- um serliga blíð í steypa- kappingini. Enn er sjálv- sagt ov tíðliga at gita um endaligu støðurnar, men verður liðið aftur stigaleyst hesaferð, eru longu seks stig upp í oddin, og tað kann vera tungt sálarliga hjá liðnum. So lítið og einki er at ivast í, at báðir partar fara eftir sigrinum hesaferð, og hetta saman við øllum tí, sum vanliga hoyrir til eina uppgerð av slikum slag, fer uttan iva at viðføra, at áskoðararnir, sum leita sær í Gundadal, fara at fáa ein dyst har undirhaldsvirðið í øllum førum verður høgt. Skála skal standa sína torførastu roynd í landskappingini higartil. Á heimavølli taka uppflytararnir ímóti meistarunum úr B36. Skála er full- mannað, meðan Klæmint Matras framvegis ikki er klárur hjá havnar- liðnum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Tað vóru nakrir vónbrotnir skálamenn, sum sunnudag- in fóru av vøllinum á Møl- ini á Eiði. Teir høvdu tveitt javnleikin burtur eftir eina grova verjuvillu móti end- anum av dystinum. Hesin dysturin kann vísa seg at fáa stóran týdning í botn- stríðnum, og tí var hetta ein dyggur smeitur. Lívið á toppinum kann vera kalt, hava skálamenn sannað. Í dag er tað B36, sum kemur á vitjan á Skála. Heimaliðið hevur allar leikarar tøkar, tí eingin hevur leikbann, og eingin er skaddur. Hetta gevur teimum kanska dirvi til dystin móti B36. Ronnie Hansen og Aleks- andur Johansen høvdu báð- ir leikbann til dystin móti EB/Streymi, eftir at teir fingu reytt kort móti HB í steypakappingini. Teir báð- ir eru við aftur, og væntandi byrja teir inni á liðnum. So detta tveir aðrir leikarar út á beinkin. Ronnie og Aleksandur hava spælt at kalla allar dystirnar í ár, og tí styrkir tað nógv um liðið at fáa hesar báðar við aftur. Ronnie er verjuleikari, meðan Aleksandur Johan- sen spælir í álopinum. Hóast leikararnir hava verið í kolkjallaranum síð- an dystin sunnudagin, so mugu uppflytararnir royna at reisa seg aftur, tí tað nyttar ikki at gráta um spilta mjølk. Spennandi verður at síggja, hvussu dygga mótstøðu skálamenn megna at geva B36. John heimaftur Hetta er fyrstu ferð, at Skála er við í 1. deild, og nú vendir ein av synum felags- ins heimaftur. Talan er sjálvandi um liðformannin hjá B36, John Petersen, sum endiliga sleppur at spæla 1. deildar fótbólt á Skála. Annars er B36 hampu- liga væl fyri við leikarum. Tann einasti av føstu monn- unum, sum ikki verður við á Skála, er Klæmint Matras, sum enn ikki er sloppin av við skaðan í fót- inum. Hetta er ein stórur missur fyri B36, men í Klaksvík riggaði miðvøll- urin til fulnar, hóast Klæm- int ikki var við. Tá spældu Kenneth Jacobsen, Magni á Lakjuni og Din Sandu á miðvøllinum. Venjarin hevur somu manning við inn á Skála, sum hann nýtti í Klaksvík. Spurningurin er so, um hann velur at fremja nakrar broytingar millum teir leik- arar, sum hann hevur í hóp- inum. HB-KÍ: Stóri klassikarin Skála í kolkjallaranum Í dag er ein av klassikar- unum í føroyskum fótbólti á skránni. HB tekur ímóti KÍ í Havn. Her dystast Jón Rói Jacobsen úr HB og Jan Joensen úr KÍ um bóltin NSÍ, sum ikki sýndi gott avrik í Gunda- dali, hevur trýstið á sær, tá GÍ kemur til Runavíkar NSÍ-GÍ Jóannes Hansen Fyrsta royndin hjá NSÍ gekk ikki væl. Í Gundadali løgdu teir ímóti einum væl uppløgdum HB liði rygg til 4–0 tap. Í dag fáa teir í Runavík vitjan av grannun- um úr Gøtu. Um NSÍ ikki skal detta niður ímillum beinanvegin, so er alneyð- ugt, at teir fáa nakað burtur úr hesa ferð. Jógvan Martin Olsen er venjari hjá NSÍ. Hann var ikki nøgdur við tað, hann var vitni til sunnudagin, og hann ásannar, at tað skulu aðrir bollar á suppuna ímóti GÍ, um nakað skal fáast burturúr: – Ímóti HB var tað bara Jens Martin Kndusen, sum vísti tað, hann megnar. Vit vóru ikki nóg ágrýtnir. Verjuparturin var ov lítið avgjørdur, og tað hevði við sær, at vit alla tíðina vóru undir trýsti og ongantíð fingu álopsspæl í lag. GÍ hevur nógvar sera rutiner- aðar spælarar. Teir eru støð- ugir í sínum avrikum, og tað er altíð torført at spæla ímóti teimum, heldur Jógvan Martin Olsen. Kári Hansen noyddist at fara av vøllinum longu tá fyrra umfarið var hálvrunn- ið í Gundadali. Hann hevur trupulleikar við rygginum, og hann verður ikki við ímóti GÍ. Gøtumenn eru væl nøgd- ir við javnleikin á Toftum, og teir vóna í hvussu so er sama úrslitið í Runavík. Liðformaðurin, Sámal Joensen, sigur, at manning- arliga eru teir eitt sindur betri fyri hesa ferð, enn teir vóru sunnudagin: – Súni Fríði Johannesen var ikki við á Toftum. Hann hevur havt trupulleikar við beininum, men nú hevur hann vant aftur. Popczynski hevur framvegis trupulleik- ar við knænum. Hatta er ein skaði, sum hann fekk tíð- liga á árinum í venjingar- dysti ímóti KÍ. Hann spælir verri enn so við fullari ferð, men hann verður ivaleyst eisini við ímóti NSÍ, sigur Sámal Joensen. Henning Jarnskor var ikki við ímóti B68, og vit skilja á lagnum, at hann verður heldur ikki við ímóti NSÍ. Súni Olsen er á veg aftur til GÍ, men hann verð- ur ikki við í dag. Hugburðurin skal vera øðrvísi 23 22 Nr. 87 - 9. mai 2002 Luksus úttgávan av Mazda 626 eitur TOURING og her eru nøkur dømi um útgerðina Eykalyktir framman, alu-felgur, traction control, Radio/fløguspælara við 6 fløgum, fjarstýrd sentrallás við dupultlæsing, el-rútar, el-spegl við hita, el-antennu, el-sóltak, økonomicomp., teakpanelir, klimaanlegg, fartpilot, metallakk, arbeiðs-/picnicborð o.a. 626 Sedan 2,0i Touring - ein bilur fyri tann kræsna! ger luksus bíligari kr. 258.700,- BERG MOTORS · Tlf. 313535 C M Y K 22 MAZDA PREMACY 1,8i 100 HK GLX Mazda Premacy - fyri tey aktiviu! Mazda Premacy - fyri tey aktiviu! BERG MOTORS · Tlf. 313535 · Fax 317735 187.700,- Bilurin við 5 chaufførstólum Fjarstýrt sentrallás dupultlæsing, ABS- bremsur, el-rútar, el- spegl, powersteering, 4 airbags, lyktavaskarar, hitaði forsetur, aircondition, TC-traction control, tokulyktir, fleksibul setur, borð aftan og framman o.a. Bilurin við 5 chaufførstólum Fjarstýrt sentrallás dupultlæsing, ABS- bremsur, el-rútar, el- spegl, powersteering, 4 airbags, lyktavaskarar, hitaði forsetur, aircondition, TC-traction control, tokulyktir, fleksibul setur, borð aftan og framman o.a. At koyra Premacy er sum at sveima á skýggjunum At koyra Premacy er sum at sveima á skýggjunum