hósdagur 9. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 9. mai 2002
25
Væntandi verður
sjónvarpsrásin, TV3,
til staðar, tá føroysku
áskoðararnir sunnu-
dagin fara at hita upp
til danska stórdystin
FÓTBÓLTSFERÐ
Jákup Mørk
Flestum kunnugt hevur
Todi Jónsson saman við
øðrum fyri stuttum keypt
nýtt dansistað í Keyp-
mannahavn.
JackWays er navnið á
nýggja staðnum, og hóast
tað enn er nakað tíðliga at
siga,
hvørja
undirtøku
nýggja staðið fer at fáa, so
benda tey trý fyrstu viku-
skiftini á, at í øllum førum
leygarkvøld verður nógv
fólk at síggja.
Tey vitjandi verða helst
ikki færri í tali, nú knapp-
liga 100 føroyingar leggja
leiðina til Keypmannahavn-
ar at hyggja at stórdystinum
millum FCK og Brøndby.
Hetta hava eigararnir av
JackWays sjálvandi eisini
hugsað um, og umframt at
opið verður fríggja- og
leygarkvøldið sum vant, so
verður eisini opið sunnu-
dagin um vikuskiftið.
Tríggjar tímar undan
dystarbyrjan, altso klokkan
12.00, verða dyrnar á
JackWays latnar upp, og
eigararnir vóna, at hópur av
áskoðarum fer at nýta hetta
høvið, soleiðis at til ber at
»savna tropparnar« áðrenn
leiðin gongur yvir móti
Parkini.
TV3 verður við
Eigararnir av JackWays eru
tó ikki teir einastu, sum
rokna við, at fleiri av
áskoðarunum fara at nýta
hetta høvið. Danska sjón-
varpsrásin, TV3, roknar
eisini við nógvum fólki, og
ætlandi fara teir at hava
fólk á staðnum, soleiðis at
hetta verður ein partur í
marathon-sendingini
hjá
TV3 sunnudagin. Tá fara
teir nevnliga at nýta mest
sum allan dagin til stórdyst-
in, sum eftir øllum at døma
fer at gera av, hvørt tað
verður FCK ella Brøndby,
sum verður danskur meist-
ari í ár.
Umframt at senda frá før-
oysku upphitingini sunnu-
dagin, so er eisini møgu-
leiki fyri, at TV3 fer at hava
okkurt annað innslag frá
JackWays. Fríggjakvøldið
hava teir nevnliga í hyggju
at gera eina samrøðu við
Toda Jónsson inni á dansi-
staðnum, og er ætlanin so,
at henda samrøðan eisini
skal verða partur av send-
ingini sunnudagin, so tað er
veruliga líkt til, at føroying-
ar sleppa at seta sín dám á
alt tað, sum fyriferst kring
toppdystin. So er bara eftir
at vóna, at føroyingar eisini
fara at seta dám á tað, sum
fyriferst á grasinum í Park-
ini sunnudagin.
Føroyska fótbólts-
ferðalagið, sum um
vikuskiftið verður í
Danmark, fær fríggja-
dagin høvi at kunna
seg um umstøðurnar
á heimavøllinum hjá
Toda og teimum
FÓTBÓLTSFERÐ
Jákup Mørk
Føroyska ferðalagið, sum
um vikuskiftið verður í
Keypmannahavn á fótbólts-
ferð,
fær
fríggjadagin
møguleika at síggja heima-
vøllin hjá Toda og teimum
innan ífrá at kalla.
Tá verður nevnliga skip-
að fyri rundferð í Parkini,
og umframt eina guide frá
FCK, fer Todi Jónsson eis-
ini sjálvur at greiða frá og
sýna fram, hvussu umstøð-
urnar hjá leikarunum í
kanska fremsta fótbóltsfel-
agnum í Danmark eru.
Rundferðin í Parkini er
liður í fótbóltsferðini, sum
Atlantic Airways og Sosial-
urin í felag hava skipað
fyri, og sum eftir øllum at
døma hevur fingið sera
góða undirtøku millum
manna. Ferðin er nevnliga
útseld, og verða flogførini
hjá føroyska flogfelagnum
fullfermd bæði miku- og
hósdagin til tess at flyta teir
90
áskoðararnar,
sum
høvdu møguleika at ogna
sær ferðaseðil og atgongu-
merki til dystin.
Sambært
tíðarætlanini
byrjar rundferðin kl. 15.15
fríggjadagin, og verða tey,
sum ætla sær við á hesa,
biðin um at møta í góðari
tíð á Sportscaféini hjá
FCK. Hendan er at finna á
suðursíðuni á Parkini, undir
sonevndu Carlsberg-tribun-
uni.
TV3 verður á JackWays
1. deild menn
EB/S-VB
Niklas á Líðarenda
TB-B68
Suni Johansen
HB-KÍ
Petur Skarðenni
Skála-B36
Jens Petur Brattalíð
NSÍ-GÍ
Oddmar Andreasen
3. deild menn
AB-ÍF
Johan Krogh
TB-B68
Poul Erik Jacobsen
HB-B71
Georg Rasmussen
Royn-B36
Eyðun Kjærbo
FSV-GÍ
Dia Lamhauge
Dystir
Kristi himmalsferðardag
Bæði fríggjakvøldið og sunnudagin hevur TV3 í hyggju at gera sendingar frá JackWays. Dansi-
staðið, sum Todi Jónsson saman við øðrum hevur keypt miðskeiðis í Keypmannahavn
Rundferð í Parkini
Todi Jónsson verður sjálvur
við, soleiðis at føroyska
ferðalagið kann sleppa at
síggja, hvørjar umstøður
leikararnir í fremsta danska
fótbóltsfelagnum hava á
heimavølli sínum
25
24
Nr. 87 - 9. mai 2002
Í hesi vikuni hava teir
lagt síðstu hondina á
tekning av partabrøv-
um fyri 135 milliónir
krónur
ÚTISETA FELAG
Jóannes Hansen
Tað er eingin ivi um tað.
FCK er ríkasta fótbóltsfel-
agið í Danmark. Tað hava
teir verið so leingi, og í hesi
vikuni er aftur ein stórur
sekkur við pengum lagdur
afturat
frammanundan
stóru rúgvuni.
Í rúsinum av ítróttarliga
undanvindinum í vár hava
teir teknað nýggj partabrøv.
Nú undan steypafinaluni og
spennandi landskappingar-
dystinum ímóti Brøndby
hava teir kunngjørt úrslitið.
Teir hava teknað 600 tús-
und partabrøv til kursvirði
225. Tað hevur givið 135
milliónir krónur í kassan.
– Pengarnir skulu brúkast
til at vera við til fíggingina
av teimum trimum tornun-
um í Parkini, sum vit higar-
til ikki hava átt, sigur Flem-
ming Østergaard, sum er
stóri maðurin í FCK. Torn-
ini kosta tilsaman 310
milliónir krónur.
Meiri pengar
Sigur í steypafinaluni og
sigur í kappingini um DM
fara at hava við sær, at
uppaftur meiri gull fer at
renna niður í frammanund-
an fulla pengakassan hjá
FCK. Hvussu nógv ber ikki
ítøkiliga at siga. Men um-
framt peningaupphæddir
fyri
sigrarnar,
so
ber
Europa Cup luttøkan pen-
ingaupphæddir við sær, og
tað fer eisini at verða upp-
aftur meiri populert, enn
tað longu frammanundan
er, at verða stuðul hjá FCK.
Í FCK rokna teir við, at
tað fara at vera umleið 30
túsund áskoðarar til final-
una í dag. Av teimum verð-
ur roknað við, at umleiðs
seks túsund fara at koma úr
Odense. Til dystin ímóti
Brøndby sunnudagin verð-
ur fullsett. Tað vil siga um-
leið 43 túsund áskoðarar.
Ætlanin er, at føroying-
arnir, sum saman við Sosi-
alinum og Atlantic Airways
fara til Keypmannahavnar
at
hyggja
at
fótbólti,
fríggjadagin skulu hyggja
seg um í Parkini.
– Tað verður skipað fyri
rundvísing seinnapartin, og
tá fari eg at hitta føroying-
arnar og greiða teimum frá,
hvussu tað gongur fyri seg,
tá vit spæla á heimavølli,
sigur Todi Jónsson úr
Keypmannahavn. So mugu
fótbóltshugaðir føroyingar
vóna, at tað verður ein av
steypavinnarunum,
sum
teir fara at hitta fríggjadag-
in!
Hóast FCK í dag er
annar parturin í
steypafinaluni og
sunnudagin fer at
spæla finalu um
danska meistara-
skapin, so gongur
lívið hjá Toda og
teimum sína vanligu
gongd
TINDURIN HJÁ
ÚTISETA
Jóannes Hansen
Todi Jónsson skal í dag og
aftur sunnudagin til størstu
próvtøkurnar, sum hann
nakrantíð hevur verið til í
sínum langa fótbóltslívi.
Seinnapartin í dag verður
finalan í DONG steypa-
kappingini beinleiðis sjón-
varpað á TV3 rásini, og
sunnudagin verður aftur
sjónvarpað, tá mest avger-
andi dysturin í kappingini
um DM í hesum kappingar-
árinum verður spældur í
Parkini.
Í dag er OB í Parkini, og
sunnudagin verður mót-
støðuliðið Brøndby.
Tað eru stórar og spenn-
andi uppgávur, sum standa
fyri framman, men í FCK
gera teir nógv fyri, at ger-
andisdagurin í felagnum og
ikki minst millum spælar-
arnar skal vera so vanligur,
sum tað á nakran hátt ber
til.
Hóskvøldið
var
stórt
FCK tiltak í Cirkusbygn-
inginum í Keypmannahavn,
sum FCK eigur. Har var ein
rúgva av fólki. Málið við
tiltakinum var at fáa pengar
til vega til Reyða Kross.
Tað eydnaðist væl, tí Reyði
Krossur fekk 128.900 krón-
ur burturúr. Millum tiltøk-
ini var uppboðssøla av
pakkum, sum bóru nøvnini
á nøkrum fáum spælarum.
Ein pakki nevndist Todi
pakkin, og hann fór fyri
góðar sekstan túsund krón-
ur.
– Í tí pakkanum var ein
ferð til fyrsta Europa Cup
dystin hjá okkum á útivølli
eftir summarsteðgin, og ein
annar lutur var troyggjan,
sum eg spældi síðsta lands-
dystin í, sigur Todi Jónsson
úr Keypmannahavn.
Jarðbundnir
Tá vit tosaðu við føroyska
álopsessið hjá FCK var ikki
greitt, hvussu liðið fór at
síggja út í steypafinaluni,
men eingin ivi tykist vera
um, at Todi Jónsson verður
millum teir fyrstu ellivu. Í
hvussu so er hava teir í OB
víst FCK álopinum serligan
áhuga. Og tá rokna teir við,
at tað verða Todi Jónsson
og Sibusiso Zuma, sum
verða tveir teir fremstu
menninir hjá FCK. Í donsk-
um fjølmiðlum verður aftur
nú tikið til, at einki felag
hevur so vandamikið álop
sum FCK, og so verður lagt
afturat, at Peter Møller er
vorðin jokarin, sum aftur
og aftur hevur víst, at hann
er førur fyri at fara á vøllin
og skora avgerandi málið.
– Venjarin ger av, hvørjir
fara at spæla, og hvørjir
skulu sita á beinkinum. Eg
havi kent meg væl seinastu
tíðina, og eg kann ikki ann-
að enn siga, at tað hevur
gingið hampuligt. Eingin
ivi skal vera um, at eg sera
fegin ynski at vera millum
teir fyrstu ellivu – bæði í
steypafinaluni og ímóti
Brøndby sunnudagin, sigur
Todi Jónsson.
Tað kundi kanska hugs-
ast, at tað varð gjørt nógv
hóvasták burturúr í FCK,
nú teir standa fyri tveimum
so sera týdningarmiklum
dystum. Men Todi Jónsson
sigur okkum, at alt gongur
sína vanligu gongd.
– Dagurin undan finalu-
degnum gongur sína van-
ligu gongd við venjing og
tí, sum hongur uppií. So
halda vit frí, inntil vit skulu
møta í Parkini hálvan ann-
an tíma undan dystarbyrj-
an. Uttan mun til hvussu
tað fer at ganga í finaluni,
so fara vit at halda rútm-
una. Vit mugu vera væl fyri
sunnudagin. Tí verður venj-
ing á skránni fyrrapartin
fríggjadagin, sigur Todi
Jónsson.
Todi toppskjútti
FCK hevur tvær ferðir sein-
astu árini verið í steypafin-
aluni. Tá teir í 1997 vunnu
2–0 á Ikast, var Todi Jóns-
son
framvegis
Lyngby
spælari. Tá teir í1998 taptu
4–1 ímóti Brøndby, var
Todi á liðnum.
Todi Jónsson er ikki hvør
sum helst í FCK. Av spæl-
arunum, sum nú eru í hóp-
inum, er hann tann, sum
hevur skorað flest mál til-
saman. Hann er skrásettur
fyri 44 mál í týdningar-
miklum dystum. Næstur
honum er Sibusiso Zuma,
sum hevur skorað 30 mál.
So koma Christian Lønst-
rup (18), Peter Møller (16),
Christian Poulsen (11) og
Thomas Røll (10 mál). Í
hesum
kappingarárinum
hevur Todi skorað sjey mál
(seks í landskappingini og
eitt í steypakappingini).
Helmingin av málunum í
landskappingini
skoraði
hann í síðstu viku.
Millum spælararnar á
vøllinum í dag, sum í 1998
vóru á FCK liðnum saman
við Toda Jónsson, verður
Karim Zasa. Í 1998 var
hann málverji hjá FCK. Nú
er hann málverji hjá OB.
– Vit báðir tosa viðhvørt í
telefon saman, og tað kem-
ur eisini fyri, at vit hitta
hvønn annan, sigur Todi
Jónsson, sum sjálvandi ikki
fer at hugsa um vinarlag og
gamalt samstarv, tá hann
seinnapartin fer at standa
andlit til andlit við OB mál-
verjan.
– FCK er greiður favor-
ittur. Tá vit spældu ímóti
teimum fyri hálvum øðrum
mánað síðani, vunnu teir
4–0. Um vit skulu hava
nakran møguleika hesa
ferð, so skulu vit halda tætt
í verjuni, og tað megna vit
bara, um álopsspælararnir
verða hildnir í stuttum
tjóðri, sigur OB málverjin.
– Vit mugu finna okkum
í at vera favorittar. Men ein
finala er nakað serligt. Tá
spæla allir sum fyri lívin-
um. Tað eru so nógv dømi
um, at tað í finalum ikki
hevur gingið, sum tað varð
roknað við. Tað vita vit
væl, og tað er heilt víst, at
vit fara ikki at undirmeta
OB, sigur Todi Jónsson,
sum seinnapartin í dag
kann gerast fyrsti føroying-
urin, sum vinnur donsku
steypafinaluna.
Størsta avbjóðingin nakrantíð hjá Toda
Todi avmyndaður eftir DM-sigurin í fjør. FCK hevur tveir sera
týdningarmiklar dystir fyri framman. Steypafinalan móti OB
Kristi Himmalferðardag og landskappingardysturin móti
Brøndby sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
FCK svimur í pengum
C
M
Y
K
24