Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 9. mai 2002 27 FM í reiðskapsfimleiki Um vikuskifti hevur Føroya Fimleikasamband skipað fyri FM kappingum í reiðskapsfimleiki fyri yngru liðini í bólki 1 og 2 FIMLEIKUR Luttakandi feløgini vóru Støkk, HF og Ljósið, og fimleikararnir vóru 41 í tali. Leygardagin var einstaklingakapping og sunnudagin var so kappast í einstøku amboðunum. Hetta er á fyrstu ferð, at FFS skipar kappingina yvir tveir dagar. Hetta eydnaðist somikið væl, at avgjørt er at halda fram á henda hátt. Kappingarnar báðar dagarnar gingu væl. Dreingir bólkur 1 á gólvi. Vinnari var Kári Carlsen úr Støkk, á øðrum plássi var Olivur Eiriksfoss úr Havnar Fimleikafelag og nummar trý var Viljormur Davidsen úr Støkk Dreingir bólkur 2 í lopi. Vinnari var Jann Martin Mortensen úr Støkk. Nummar tvey var Jákup Dam úr HF, og á triðja plássi var Jákup Svøðstein úr Støkk Gentur bólkur 1 gólv og biti. Vinnari var Silja Højgaard úr Støkk. Kristina Toftegaard endaði á øðrum plássi og Brynhild Nielsen gjørdist nummar trý Gentur bólkur 2 biti. Vinnari var Elinborg Durhuus úr Ljósinum, Bjørg Ellendersen var á øðrum plássi og Annika Dimon endaði sum nummar trý 27 26 Nr. 87 - 9. mai 2002 Stevna Málsetningur Stevnan fyri Fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði vinnuligar og vísundaligar, ið kunnu verða við til at menna føroyska fiskivinnu, fiskiskap, fiskavirking og fiskasølu við atliti til burðardygga gagnnýtslu av okkara havtilfeingi og at trygd og nøgdsemi brúkarans verður sett í hásæti. Raðfest økir 1. Fiskiskapur við ábyrgd (Responsible fishery) Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu: • at gagnnýta fisksløg,sum ikki verða gangnýtt í dag • at menna skynsaman trolreiðslap, soleiðis at ávirk- anin á botnin verður sum minst, at menna rist- teknologiina og onnur selektiv inntriv • at menna línutøkni sum heild (línu,agn og egning, umframt brúk av KT í menningini) 2. Gagnnýtsla av øllum (Responsible utilisation) Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu: • at økja um hjáframleiðslupartin, sum fer til matna og finna tekniskar loysnir fyri hesum • at finna tekniskar loysnir uppá, hvussu garnarnar best kunnu koma til høldar, • at finna loysnir í sambandi við sølu av gørnum til matna, men eisini til annað brúk 3. Sjómatartrygd og nøgdsemi brúkarans Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu: • at finna loysnir, sum kunnu skjalfesta betri sporføri av vøruni og upplýsing til endaliga brúkaran. • at finna loysnir fyri fyribyrging og niðurberjing av dálking og smittu av fiskavøruni. Herí eisini vísundaligar metingar av sannlíkindum og vanda- num fyri dálkingini / smittuni. 4.Virðisøking av upsatilfeinginum Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar,sum kunnu hava við sær,at virðið á upsatil- feinginum verður økt. Hetta kann verða: • at finna nýggjar og betri hættir at virka upsan • at finna nýggjar og betri sølumøguleikar Umsóknir: Vinnuligar fyritøkur,almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um pening úr Fiskivinnuroyndum. Søkt verður á serligum umsóknarblaði. Umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst frá Samskiparanum/Vinnuhúsinum.Tilfarið liggur eisini á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo, sí kunningartilfar – fiskivinnugransking. Umsóknir skulu verða Samskiparanum í Fiskivinnu- gransking,sum hevur adressu í Vinnuhúsinum,í hendi mánadagin 3. juni 2002. Áhugaði eru eisini vælkomin at venda sær til Ásmund Guðjónsson, samskipara við møguligum spurningum og øðrum. Ásmundur Guðjónsson, samskipari Vinnuhúsið Postrúm 1038 RC Effersøesgøta 30 110 Tórshavn tel: 311864 faks: 317278 t-postur: asmundur@industry.fo Fiskimálastýrið Fiskivinnuroyndir 2002 Lýsing eftir verkætlanaruppskotum Av játtanini til Fiskivinnuroyndir fyri 2002 er møguleiki hjá vinnuligum fyritøkum, almennum stovnum og ein- staklingum at fáa fígging til royndir og verkætlanir, sum liggja innanfyri virksemisøkið hjá Fiskivinnuroyndum og við fyrimuni liggja innanfyri raðfestingarnar niðanfyri. Dentur verður lagdur á, at royndirnar og verkætlanir- nar, sum fáa fígging, skulu gerast í 2002. Virksemisøkið hjá Fiskivinnuroyndum: Í viðmerkingunum í fíggjarlógini til játtanina til Fiskivinnuroyndir verður sagt: »Fiskimálastýrið umsitur Fiskivinnuroyndir, sum verða fyriskipaðar í samstarvið millum Fiskirannsóknarstovu- na, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna. Vinnan luttekur eisini í hesum arbeiði. Játtanin er til fiskiroyndir og kanningar,herímillum vørumenning og hvussu sum mest fæst burtur úr øðrum fiskasløgum« Stýrisbólkur, sum fevnir um umboð úr nevndu stovnum og fólki úr fiskivinnuni, hevur gjørt eina stevnu fyri Fiskivinnuroyndir umframt umsóknarbløð, vegleiðingar og tilfar, sum greiðir frá ynskjunum og krøvunum til einhvørja verkætlan, áhugaði kunnu fara undir. søkir eftir einum skrivstovufólki Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum – At hava um hendi stovnsins skrivstovuarbeiði.Tað verður seg bókhald, lønir, flytingar, brævskriving, ymiskar skrásetingar og arkiveringar; eitt nú post, hagtøl, góðskumappur og eftirmetingar, og annað. Arbeiðstað Skrivstovan í Smiðjugerði,har nýtt virksemi teimum arbeiðstarnaðu at frama, er undir uppbyggjan. Førleikakrøv: • Viðkomandi útbúgving og skrivstovuroyndir • Duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð sam- starvsevnir Bókhaldi verður ført í Lundanum.Lønir verða fluttar við Com-Data skipanini og flytingar avgreiddar um heimagreiðslu. Vit bjóða: • Spennandi uppbyggingar arbeiði, við atliti til at góðskustýra • Møguleika fyri skiftandi arbeiðstíðum Løn og setanartreytir: • Starvið verður sett við beinleiðis tilvísing til fyri- støðufólki • Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. • Starvið verður at seta 1.august 2002, ella skjótast tilber. Meira fæst at vita um starvi við at venda sær til Kristinu Larsen, fyristøðufólk á tlf. 211135. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2002. Umsókn saman við prógvið,royndarváttan v.m skal sendast til: Sjálvsognarstovnin ALV Smiðjugerð 6, kj Postboks 301 110 Tórshavn Viðmerk á brævbjálvan: »umsókn skrivstovufólk« Í Býin - Hvønn hósdag C M Y K 26