leygardagur 11. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 88 - 11. mai 2002
Nr. 88 - 11. mai 2002
9
Summi vilja vera við
at tað hevur ongantíð
verið so gott ferða-
samband um firðir-
nar sum nú meðan
verkfallið hjá Skipara
og Navigatørfelag-
num hevur verið.
Men harvið er ikki
sagt, at tað gongur so
leikandi lætt fyri tað.
Tað mátti ferðalagið,
sum fór til Scilly
oyggjarnar sanna
VERKFALL
Solby A. Eliasen
Ferðalagið, sum taldi átjan
fólk, skuldi flúgva úr Før-
oyum
sjálvan
valdagin
klokkan ellivu. Av hesum
átjan vóru átta úr Klaksvík.
Tey gjørdu av at fara úr
Klaksvík mánakvøldið fyri
at tryggja sær, at øll sluppu
yvir á fastlandið í senn. Av
tí at onki buss samband er
til teir seinastu túrarnar
yvir um Leirvíksfjørð, so
noyddust tey at fara úr
Klaksvík longu klokkan
sjey. Og tá tey komu til
Havnar, komu boð frá
Róðrarsambandinum, at tey
høvdu frætt, at Vágoyggin
fór at verða blokerað dagin
eftir.
So ferðalagið fór úr
Havnini til Vestmanna við
bussi klokkan hálvgum
seks týsmorgunin. Tá helt
onkur fyri, hvussu gott tað
var, at klaksvíkingarnir
vóru farnir kvøldið fyri. Úr
Vestmanna var farið við
báti yvir um til Oyrargjógv
og tað gekk upp á stás. Men
nú var ferðalagið í Vágu-
num longu klokkan gott
sjey
og
flúgvarin
hjá
Atlantsflog fór ikki fyrr enn
klokkan ellivu. Men gott
fólk var tíðliga á fótum í
Sandavági henda morgun-
in, so tey átjan fingu ein
góðan morgunmat í SÍF
húsinum, sum RSF bjóð-
aði.
Um hálvgum tíggju tíð-
ina fór ferðalagið so víðari
til Flogvøllin, og har frá
gekk leiðin so til Kastrup
og ein sera drúgvur túrur
vestur í Vágarnar var kom-
in at enda.
Ferðalagið var burtur í
eina viku, og tá tey komu
aftur gekk ferðin betur úr
aftur Vágoynni. Men tey,
sum skuldu yvir um Leir-
víksfjørð, fingu enn eina-
ferð fylgjurnar av verkfalli-
num at føla, tá tey komu til
Leirvíkar.
Tí
bussurin
steðgaði við Statoil støðina,
og bussførarin segði, at boð
vóru komin úr Havnini, at
bussarnir ikki skuldu koyra
inn í bygdina til fiskarí
havnina undir Tavuni, har
Alfa Pilot leggur at.
Sum vera man kom øgi í
onkran, men bussførarin
segði, at ferðalagið ikki
skuldi skelda hann, men
heldur Regin Vágadal, tí
tað var hann, sum hevði
givið boðini.
Ferðafólkið fór so suff-
andi úr bussinum og drag-
andi til gongu við tí nógva
og tunga viðførinum. Tá
tók onkur til, at fyri tað, um
Regin Vágadal megnar at
bera fleiri bingjur, so er
harvið ikki sagt, at øll klára
tað.
Regin Vágadal, fólka-
flutningsleiðari hjá Strand-
ferðsluni, sigur, at orsøkin
til at bussarnir ikki skulu
koyra inn í Leirvíksbygd er
fyri tað fyrsta, at tað er
kommunalt øki, og har hava
bussar hjá Bygdaleiðum
onki at gera.
– Onkrir bussførarar siga
seg eisini ikki klára at halda
ferðaætlanina, sum framm-
anundan er sera knøpp, sig-
ur hann.
– Tí hava vit valt at hava
eina greiða linju til hetta og
siga, at bussarnir koyra
oman til ferjuleguna í Leir-
vík og ikki inn í bygdina,
sigur Regin Vágadal.
Verkfallið:
Trupult at ferðast
-Við einum manni
verður tað ógvuliga
tungt at sita í and-
støðu, sigur nývaldi
Kári Højgaard, ein-
asti tingmaður sjálv-
stýrisflokksins og
hann vil gera nógv
fyri at sleppa í sam-
gongu
POLITIKKUR
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Sjálvstýrisveljarin er í eini
serstøðu í Føroyum, tí ong-
in onnur atkvøða hevur so
stóra makt sum sjálvstýris-
atkvøðan. Tað vísir seinasta
løgtingsvalið,
tað
vísa
undanfarin val. Sjálvstýris-
flokkurin hevur við avtalu-
ni við Fólkaflokkin verið
annar bólkurin, sum hevur
hildið politisku skipanina í
Føroyum niðurbundna við
einum hvørkrataki seinastu
dagarnar. Við bara 1349 av
teimum 30537 atkvøðu-
num, sum vóru latnar við
seinasta løgtingsval, hevur
sjálvstýrisflokkurin útilok-
að aðrar møguleikar enn at
fáa javnaðarflokkin við í
eina
breiða
samgongu.
Sambandsflokkurin er úti í
kuldanum. Blokkurin Sjálv-
stýrisflokkurin,
Fólka-
flokkurin telir 7612 at-
kvøður. Andstøðublokkur-
in,
Sambandsflokkurin,
Javnaðarflokkurin og Mið-
flokkurin telja 15.605 at-
kvøður.
Kári Højgaard einasti
tinglimur sjálvstýrisflokk-
sins, vil gera nógv fyri at
sleppa í eina samgongu.
-Sum einsamalt umboð
fyri flokkin á tingi fáa vit
lítla ávirkan, enda vit í and-
støðu. Tað hevði verið
ógvuliga óhugaligt at siti í
andstøðu næstu fýra árini,
sigur Kári Højgaard.
Tit fingu ikki góða undir-
tøku frá veljaranum til sein-
asta løgtingsval. Sjálv-
stýrisflokkurin og fólka-
flokkurin
vóru
einastu
flokkar sum misti mann á
tingi. Er tað tá rætt at fara í
alliansu við ein annan flokk
soleiðis beinanvegin, nú
veljarin hevur sagt sín
dóm?
- Eg haldi ikki vit kunnu
siga, at tað er politikkurin
hjá
sjálvstýrisflokkinum
sum er orsøkin til vánaliga
valið. Vit fingu eitt vánaligt
val av innanhýsis trupul-
leikum. Tað kann vera, at
okkara veljari helt, at tað
gekk dekan og skjótt trý tey
fyrstu árini í seinasta valið,
men seinasta árið hevur
verið hóvligari og hóskaði
betur til politikk sjálv-
stýrisflokksins, sigur Kári
Højgaard.
-Vit eru bara farnir í bólk
við fólkaflokkin fyri at
skipa stjórn. Ongar samráð-
ingar hava verið um hvør
politikkur skal rekast í eini
komandi samgongu. Saman
við fólkaflokkinum eru vit
eisini ein bólkur upp á átta
og tí fáa vit ávirkan, sigur
Kári Højgaard.
Men hava tit ikki læst
tykkum fastar við at fara í
bólk við einum flokki?
-Vit hava arbeitt saman
við fólkaflokkinum sein-
astu fýra árini, tú veit hvat
tú hevur saman við honum,
og tú veit ikki hvat tú fær
saman við øðrum. Løg-
maður hevur breiða undir-
tøku millum veljararnar
sum løgmaður, betri enn
formenninir í javnaðar-
flokkinum og sambands-
flokkinum. Hann er diplo-
matur, so standa enn vit við
okkara. Tað eru eisini nógv
vallyfti sum kunnu fáast í
gjøgnum við einum minni-
lutalandstýrið. Okkara av-
gerð um at vera saman við
fólkaflokkinum byggir á, at
hetta er tryggasti mátin hjá
okkum at fáa ávirkan, sigur
Kári Højgaard.
Ekslusivar sjálvstýrisatkvøður
Kári Højgaard vil gera nógv
fyri at sleppa í samgongu
Kristi Himmalferðar-
dag fyltu títtlingarnir
hjá KFUK skótunum í
Føroyum 70 ár. Í
hesum sambandi var
skipað fyri ymsum
tiltøkum
FØÐINGARDAGUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Skótarnir vóru fyrrapartin í
kirkju, og síðani ótu teir
døgurða á Hotel Hafnia.
Dagurin varð eisini hildin
fyri almenninginum, og
skipað var fyri ymsum til-
tøkum uppi í KFUK í
Havn. Heilt fitt av fólki var
komið saman at hátíðar-
halda dagin saman við
skótunum, og var tað eitt
hugnaligt umhvørvi uppi í
KFUK seinnapartin hós-
dagin.
Títtlingarnir hátíðarhildu dagin
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Týskvøldið 7. mai, var ein
55
ára
gamal
maður
óhaldsin, og datt í trapp-
unum uttanfyri Ebenezer í
miðbýnum í Havn. Frá
politistøðini í Havn verður
sagt, at alt bendi á, at
maðurin var ávirkaður av
rúsdrekka. Hann datt og
smekkaði høvdið í, og varð
síðani innlagdur á Lands-
sjúkrahúsið. Maðurin varð
stabiliseraður, men fekk
eitt tilbakarfall og doyði.
Hildið verður, at hetta var
av fallinum, men tað er ikki
vist.
Datt og doyði
Jona Henriksen var ein av fyrstu títtlingunum, sum vórðu til
fyri 70 árum síðani
Børn grillaðu popcorn
Skipað varð eisini fyri
felagssangi á KFUK trøðni
Eisini varð bál
kynt
Týskvøldið datt ein 55 ára gamal maður í trappunum
uttanfyri Ebenezer í Havn. Maðurin doyði, men ikki er vist
um tað var av fallinum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8
www.clinique.com
Transparente farvestrejf lægger sig smukt
på læberne. Beskytter med solfaktor 15.
Tolv delikate farver i hver deres slanke etui.
Det uimodståelige lille farvekys, som altid er
så fristende.
Forkæl dig selv.
Moisture Sheer Lipstick SPF 15, kr. 135,-
Clinique.
100% uparfumeret.
Kom forbi eller ring og bestil tid til en gratis demonstration.
(Forhandler)
En helt igennem delikat oplevelse.
Cliniques Moisture Sheer Lipstick SPF 15.
100 % uparfumeret.