leygardagur 11. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 88 - 11. mai 2002
Nr. 88 - 11. mai 2002
7
– Tá ið Lisbeth og
Jóannes eru farin til
samráðingar við
Fólkaflokkin uttan at
siga okkum frá, so er
avtalan millum
okkum liðug, sigur
Jenis av Rana, sum
eisini hevur boðað
løgmanni frá hesum
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Jenis av Rana er ikki nøgd-
ur við, at Jóannes Eides-
gaard og Lisbeth L. Peter-
sen og teirra flokkar halda
fundir við Fólkaflokkin.
– Tá ið Lisbeth og Jóann-
es eru farin til samráðingar
við Fólkaflokkin uttan at
siga okkum frá, so er av-
talan millum okkum liðug.
Vit meta ikki, at vit kunnu
kalla okkum bólk longur,
sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana hevur
boðað løgmanni frá hesari
støðuni hjá flokkinum.
Hann hevur gjørt hetta, tí
løgmaður, Anfinn Kalls-
berg, áður hevur sagt, at teir
ikki vistu seg vissar í, hvørt
Miðflokkurin
enn
var
partur av andstøðuavtaluni.
Jenis av Rana heldur, at
hinar báðir partarnir í av-
taluni, Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin,
hava gjørt avtaluna til eina
vittigheit.
– Vit vilja nýta sama
frælsið, sum hinir báðir
flokkarnir hava gjørt, sigur
Jenis av Rana.
Hann sigur tó, at fer
løgmaður niðan í tingið við
16-16, so stendur andstøð-
an enn saman.
Í skrivandi stund verður
dúgliga ferðast millum høl-
ini á Gamla Apoteki. Fund-
irnir verða framvegis kall-
aðir óformellir. Anfinn
Kallsberg hevur ikki boðað
frá øðrum enn, at hann
heldur fram við sekstan
tingmonnum í sínum parti.
Enn galdandi
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
Javnaðarfloksins,
sigur við Sosialin, at hann
ikki heldur nakra avtalu
vera brotna fyri tí, at teir
hava hildið nakrar ófor-
mellar fundir við Fólka-
flokkin. Hann sigur seg
bara kunna staðfesta, at
støðan er fastlæst sum er.
Hann sigur, at andstøðan
hevur eina avtalu, ið tryggj-
ar, at teir tríggir flokkarnir,
Javnaðarflokkurin, Sam-
bandsflokkurin og Mið-
flokkurin, standa saman,
um samgongan fer niðan í
tingið við støðuni 16-16.
Hetta kann so væl enda við,
at lutakast verður um ting-
formanssessin og kanska
eisini formanssessir í løg-
tingsnevndunum.
– Vit kravdu eina for-
mansrundu, men løgmaður
stendur við sítt. Hetta
kunnu vit bara staðfesta.
Avtalan er framvegis gald-
andi, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Hann sigur, at hann ætlar
at fara at tosa við Lisbeth
L. Petersen, forkvinnu í
Sambandsflokkinum, um
hvat hendir við avtaluni
teirra millum.
Elin Lindenskov er
koyrd úr øllum
nevndum hjá Tórs-
havnar býráð. Hon
er nú “bara” van-
ligur býráðslimur,
men tað er ikki við
hennara góða vilja
TÓRSHAVNAR
BÝRÁÐ
Heri á Rógvi
Sum úrslit av avgerðini
hjá Tórfinn Smith, so er
Elin Lindenskov sett uttan
fyri allar býráðsnevndir.
Støðan í Tórshavnar bý-
ráð er broytt nakað, síðani
Tórfinn Smith gjørdi av at
siga minnilutanum farvæl
og fara upp í meirilutan
við Sambandsflokkinum
og Fólkaflokkinum.
Ein fylgja av hesum er,
at Elin Lindenskov ikki er
nevndarlimur í nakrari av
nevndum býráðsins.
Undan
eykabýráðs-
fundinum mikukvøldið
var hon limur í sosialu
nevnd, heilsu- og um-
hvørvisnevndini og Fíggj-
arnevndini.
Hesar
nevndarsessir
hevur tó mist nú.
– Tað er úrslitið av tí, ið
Tórfinn
Smith
hevur
gjørt. Býtið verður soleið-
is, at eg ongar nevndar-
sessir fái, men hetta er so
avgjørt ikki nakað, ið eg
eri glað fyri, sigur Elin
Lindenskov.
Minnilutin misti sjey
nevndarsessir við nýggju
støðuni. Tórfinn Smith
vann sær tveir nevndar-
sessir, og hetta ger, at Elin
Lindenskov ongan nevnd-
arsess fær.
Minnilutin hevur sjey
nevndarsessir at ráða yvir,
og hesir eru allir mannað-
ir av tjóðveldisumboðum,
sum ikki vilja ganga við
til, at Elin Lindenskov fær
ein nevndarsess, tí Tór-
finn Smith eigur fleiri
nevndarsessir.
– Hetta ger støðuna
ógvuliga trupla, og eg
verði so noydd til at halda
meg fram at sum bý-
ráðslimur, men tað verður
strævið,
sigur
Elin
Lindenskov.
Hon
undirstrikar,
at
minnilutin
kennir
seg
sviknan av Tórfinni Smith.
– Tað undrar meg, at
Tórfinn Smith er farin
upp í eina borgarliga sam-
gongu, uttan at broyta
samgonguskjalið, sigur
Elin Lindenskov.
Elin Lindenskov sigur
seg sakna floksdisiplin, ið
hon sjálv leggur stóran
dent á.
Málið viðvíkjandi Tór-
finn Smith er ikki liðugt
avgreitt í Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag, har
málið liggur í løtuni.
Elsba Olsen, forkvinna,
sigur, at tey hava boðað
Elini
Lindenskov
og
Tórfinni Smith frá, at tað
er Elin, ið umboðar Javn-
aðarflokkin í býráðnum.
Elsba Olsen sigur seg
ikki kunna siga meira um
málið sum støðan er.
Tórshavnar býráð
hevur nú mannað tær
sjey nevndirnar av
nýggjum við býtinum
fýra til meirilutan og
ein til minnilutan.
Elin Lindenskov
hevur nú ongan
nevndarsess
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Heri á Rógvi
Tórshavn: Tórshavnar bý-
ráð hevði mikukvøldið
eyka býráðsfund. Bert eitt
punkt var á skránni: At
velja umboðini til tær sjey
nevndirnar av nýggjum.
Støðan gjørdist tann, at
Tórfinn Smith úr Javn-
aðarflokkinum
tók
seg
burturúr minnilutanum og
fór upp í meirilutan við
Fólkaflokkinum og Sam-
bandsflokkinum.
Hann segði í samrøðu við
Sosialin, at orsøkin til hetta
stigið var, at hann kendi tað
sum um, at hann lítla og
onga ávirkan hevði sum
andstøðulimur, og hann
vildi, at veljararnir skuldu
kunnu fáa ávirkan gjøgnum
sítt umboð. Hetta riggaði
best í meirilutanum, ið
hann uttan stórvegis hóva-
sták kundi fara undir at
samstarva við.
Fundurin gekk stillisliga
fyri seg og endaði eftir at
nýggju nevndirnar vóru
mannaðar. Borgarstjórin,
Jan Christiansen, gjørdi
vart við, at hetta var fyrstu
ferð, ið hann mintist, at ein
býráðslimur ongan nevnd-
arsess hevði. Hann tosaði tá
um Elina Lindenskov, ið
ikki fekk tillutaðan nakran
nevndarsess.
Harmast um tapið
Minnilutin í Tórshavnar bý-
ráð harmaðist á býráðs-
fundinum mikukvøldið um,
at Tórfinn Smith var farin í
part við meirilutanum
Leivur Hansen tók vegna
minnilutan, t.e. Tjóðveldis-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin, orðið á býráðs-
fundinum.
Hann segði, at teir í
minnilutanum harmaðust
um, at Tórfinn Smith var
farin úr minnilutanum og
upp í meirilutan.
— Vit harmast um, at
Tórfinn Smith hevur valt at
sagt okkum farvæl. Tað er
eisini soleiðis tað skal
skiljast, at hann hevur sagt
okkum farvæl. Vit meta, at
minnilutin hevur megnað at
fingið gjørt okkara ávirkan
galdandi – serliga í sam-
bandi við fíggjarætlanini,
segði Leivur Hansen á
býráðsfundinum
miku-
kvøldið.
Hann segði seg vera ser-
liga harman um, at minni-
lutin misti nevndarsessir.
Við nýggju støðuni eigur
meirilutin fýra av fimm
teimum fimm nevndarlim-
unum í teimum sjey nevnd-
unum.
Arbeiðið hjá Tórshavnar
býráð heldur nú fram við
nýggja býtinum í nevnd-
unum.
Yvirlitið yvir nevndirnar
kann síggja á
www.torshavn.fo
Miðflokkurin:
Avtalan liðug
—Tá ið Lisbeth og Jóannes eru farin til samráðingar við Fólkaflokkin uttan at siga okkum frá,
so er avtalan millum okkum liðug. Vit meta ikki, at vit kunnu kalla okkum bólk longur, sigur
Jenis av Rana
Elin koyrd úr øllum
nevndum
Nýggj støða
í Tórshavnar býráð
Jan Christiansen hevur fingið ein afturat í sín part í Tórshavnar býráð. Tórfinn Smith fær við
sínum nýggja leikluti tveir nevndarsessir afturat. Harav ein formanssess.
Mynd: Finnur Justinussen
Mánadagin fyllir elsta
bóltfelag í landinum
runt og tað verður
hátíðarhildið við
ymsum tiltøkum
FØÐINGARDAGUR
Áki Bertholdsen
Mánadagin verður elsta
bóltfelag í landinum 110 ár.
Tað er sjálvsagt TB,
Tvøroyrar Bóltfelag, sum
talan er um. Aldursforsetin
í føroyskum bóltleiki varð
settur á stovn 13. mai í
1892 og føðingardagurin
mánadagin verður hátíðar-
hildin við ymsum tiltøkum,
men tey verða øll í dag og i
morgin.
Jens Johannesen, sum er
ein av fyrireikarunum, sig-
ur, at tað eru TB, og ein
annar, gamal stovnur í
bygdarmyndini á Tvøroyri,
Klubbin, sum skipa fyri
ymsum tiltøkum í felag.
Klokkan átta í kvøld
verður kvøldseta í Klubb-
anum. Har verður okkurt til
matna, sungið verður úr TB
sangbókini og ymiskt ann-
að, lokalt verðurá skránni.
Eitt nú fara gamlir spælar-
ar at fortelja frá ymsum
hendingum í fótbóltslívi
teirra. Teir, sum siga frá,
verða Hans Pauli Holm,
Delmar
Joensen,
Petur
Hammer, Dan Nielsen og
Arne Petersen.
Aftaná verður dansur í
Klubbanum, har íð plátu-
vendarar frá tí gamla Tvør-
oyrar Disklubba, sum var
fastur táttur í náttarlívinum
á Tvøroyri fyrst í sjeyti-
árunum, verða við og teir
fara at spæla plátur frá
seksti- og sjeytiárumum.
Hesin dansurin verður
fyri tey meiri tilkomnu og
prísurin fyri alt tiltakið í
klubbanum er 80 krónur
Men tey ungu eru ikki
gloymd, tí í TB húsimum
verður dansur fyri tey ungu,
har ið “Ein blanding” fer at
spæla.
Men tað verður eisini
fótbóltur á skránni.
Klokkan eitt sunnudagin
fara dreingjaliðini hjá TB
og VB at sparka og aftaná
hittast piltaliðini hjá somu
feløgum. Og klokkan trý
tørna 1. deildarliðið hjá TB
og 2. deildarliðið hjá
Sumba, saman.
Allir dystirnir eru steypa-
dystir.
Í hálvleikinum fáa áskoð-
ararnir kaku og kaffi, og
børnini Sun Kist í TB- hús-
inum.
Seks meistaraheiti
Spælararnir, sum fara at
minnast gamlar dagar í
klubbanum leygarkvøldið,
hava óivað nógv at siga frá,
tí hesi árini hevur tað bæði
gingið upp og niður hjá TB.
Gyltu árini hjá TB voru í
sjeytiárunum og áttatiárun-
um, tá ið liðið var Føroya-
meistari og steypavinnari
fleiri ferðir. Tilsamans hevur
TB verið føroyameistari
seks ferðir, í 1943, 1951,
1976, 1977, 1980 og í 1987.
Fimm ferðir hevur liðið
vunnið føroyska steypa-
kappingina, í 1956, 1958,
1960, 1961 og í 1977, tá ið
teir sostatt vunnu greipuna.
Men hesi seinastu árini
hava verið meiri soltin, tí í
fleiri tíðarskeið hevur liðið
verið í 2. deild, men í fjør
vunnu teir sær aftur rættin
at spæla í bestu deildini.
Halda 110 ára
føðingardag
Hetta vikuskiftið verður kvøldseta, dansur og fótbóltur fyri at hátíðarhalda 110 ára føðingardagin hjá elsta bóltfelagi í landinum
Seinastu vikuna hava
øll børnini í kommu-
nalu ansingarskip-
anini í Klaksvík
arbeitt saman um eitt
evni. Evnið hesu ferð
var Fjøra, og í sama
sambandi varð eisini
skipað fyri fyrilestri,
felags tónleikaløtu og
framsýning
ANSINGARSKIPAN
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Endamálið við
felagstiltakinum var mill-
um annað at menna og
virðismeta skapandi evnini
hjá børnunum, at arbeiða
við einum felags evni á
ymiskan hátt og at onnur
fáa innlit í, hvat arbeitt
verður við í kommunalu
ansingarskipanini.
Ein arbeiðsbólkur fyri
dagrøktina og ymsu barna-
garðarnir í Klaksvík hevur
samskipað tiltakið, og vóru
eini 500 børn við í felags
verkætlanini.
Fjøra
Øll ansingarplássini skuldu
arbeiða út frá evninum
Fjøra.
Arbeiðið
skuldi
verða gjørt útfrá, hvat hvørt
einstakt
ansingarpláss
hevði hug til.
Verkætlanin bar nógvar
fjøruvitjanir við sær, og
børnini fingið kunning um
fuglar, fiskar og alt tað, ið
ein annars kemur fram á í
fjøruni.
Síðan hava tey arbeitt
víðari við hesum, tá tey eru
komin heimaftur, og úrslit-
ið av hesum arbeiðið vístu
tey fram á eini framsýning í
Lognbrá.
Inni í Lognbrá hevði
hvørt ansingarpláss sítt
stað, har fólk kundu síggja,
hvat júst hesi børnini
høvdu fingið burturúr.
Og mangt var at síggja.
Allastaðni í hølinum var
fiskanet hongt upp, og á
hesum neti hingu fiskar,
krabbar, sjóstjørnur, gággur
og annað.
Eisini høvdu børnini
framleitt ymiskt afturat,
sum síðan varð stillað fram
á borðum runt í hølinum.
Tónleikur og
fyrilestur
Fyrst í vikuni varð eisini
skipað fyri eini felags sang-
og tónleikaløtu fyri børn-
unum í Mentunnarhúsinum
Atlantis.
Navnframi Karl Martin
Samuelsensang fyri, og væl
gekst at fáa børnini við í
sangin.
Umframt sangir, sum tey
øll kenna, vóru eisini ymsir
sangir um fjøruna og havið.
Eftir sangløtuna varð ein
fyrilestur á skránni fyri øll
tey, ið hava børn í ansing.
Felagstiltak hjá Kommunualu
Ansingarskipanini í Klaksvík
Í Norðlýsinum
fríggjadagin heitur
borgarstjórin í
Klaksvík, Stein-
bjørn Jacobsen,
staðiliga á partar-
nar í verkfallstrætu-
ni um at fara aftur
til samráðingar-
borðið við tí neyð-
uga viljanum til at
finna eina semju
VERKFALL
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Í Norðlýsi-
num fyri fríggjadagin
hevur borgarstjórin í
Klaksvík skrivað eitt
bræv til avvarðandi part-
arnar av verkfallinum,
sum herjar alt landið hes-
ar dagarnar.
Í brævinum heitir hann
staðiliga á teir um aftur
at setast við samráðing-
arborðið og finna eina
loysn.
Rakar útjaðaran
Í brævinum sigur Stein-
bjørn Jacobsen millum
annað, at sum borgar-
stjóri í næststørstu kom-
munu í landinum, er tað
hansara skylda at gera
vart við, at Klaksvíkin og
Norðoyggjar saman við
hinum útjaðaraøkjunum í
Føroyum enn einaferð
eru í eini vanlukkuligari
støðu, orsakað av verk-
fallinum, sum hevur lagt
farleiðina um Leirvíks-
fjørð lamna.
Hendan leiðin er ein-
asta farleiðin úr Norð-
oyggjum, og tí eisini ein
lívsæðr hjá økinum her
norðuri.
Umframt at verkfallið
er en dyggur smeitur hjá
familjum og ungdómi í
Norðoyggjum, so rakar
tað eisini vinnulívið sera
meint.
Umhvørvisliga er tað
eisini ein hóttan, tí ruskið
verður heldur ikk tikið,
og Steinbjørn sigur, at
longu nú kann staðfest-
ast, at verkfallið hevur
havt umhvørvisligar av-
leiðingar við sær.
Tikin sum gíslar
Steinbjørn Jacobsen sig-
ur víðari, at hendan støð-
an als ikki er til at liva
við.
– Vegna Klaksvíkar
Býráð vil eg harðliga
mótmæla, at ein ósemja á
arbeiðsmarknaðinum enn
einaferð tekur okkum í
útjaðarinum til gíslar –
hetta kann undir ongum
umstøðum
góðtakast,
sigur
Steinbjørn
við
Norðlýsið.
Víðari sigur hann, at
ein skipan má og skal
finnast, sum tryggjar, at
henda gíslatøka av einum
minniluta í samfelagnum
verður steðgað og ongan-
tíð aftur endurtikin.
Steinbjørn Jacobsen:
– Útjaðarin avskorin
frá landinum
Millum alt hitt á framsýningini funnu vit eisini eina útgávu
av viðarlundini úti í Grøv. Hesa høvdu børnini sjálv framleitt,
tó í minni útgávu enn tann upprunaliga
C
M
Y
K
7
6