Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 11. mai 2002 13 13 12 Nr. 88 - 11. mai 2002 C M Y K 12 Tað gongur ongan veg hjá klaksvíkingum at koma burturúr tøv- ingini, sum teir vóru plágaðir av í fjør. HB skinklaði í fjør, men nú gongur strúkandi hjá teimum SAMANUMTØKA Jóannes Hansen Annað umfarið í lands- kappingini í 1. deild var á skránni hósdagin. Í dag verður annað um farið í 2. deild á skránni. Tað venda vit aftur til týsdagin. Tvey umfør eru spæld í 3. deild. Vit hava einki gjørt burtur úr 3. deild enn. Vit ætla at gera eitt sindur burturúr. Tað venda vit aftur til mitt í komandi viku. Støðutalvan vísir, at HB er einasta felagið, sum hevur fingið fulla úrtøku burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum. Støðu- talvan vísir eisini, at KÍ hevur fingið soltnastu úr- tøkuna. Tað er kanska ikki rætt at tosa um úrtøku hjá KÍ, tí teir hava einki stig fingið enn, og KÍ er aftast. Bæði hjá HB og hjá KÍ gekk tað illa í fjør. Hvørki liðið var við í kappingini um heiðursmerkin i. Hesi bæði feløgini eru tey ein- astu, sum hava verið í bestu deildini øll árini, sum tað hevur verið kappast. Tey hava vunnið FM oftast, og tí var tað sjálvsagt ikki sambært tí, sum feløgini ynskja og ætla sær, tá tey í fjør komu so illa frá tí. HB venjarin fór úr starvi síðsta heyst, men hann kom skjótt í aftur heita sessin. Har er hann framvegis, og tað gongur fínt. Um venj- arin hevði havt verið skiftur út í fjør og ein annar venjari hevði havt ábyrgdina í ár, so hevði tað ivaleyst verið nevnt sum ein av orsøkunu m til, at gongdin er so nógv øðrvísi nú. Í fjør ljóðaði fleiri ferðir, at Tomislav Sivic skuldi frá sum venjari hjá KÍ. Trýstið á venjaran var stórt í Klaks- vík, og tað var illa dámt, at nevndin helt hondina yvir venjaranum. Sáttmálin við Tomislav Sivic varð ikki endurnýggjaður. Nýggjar leiðir skuldu roynast. Kurt Mørkøre tók á seg at standa á odda fyri liðnum, sum hann á vøllinum hevur vunn ið so nógvar sigrar fyri. Higartil hevur úrtøkan ikki verið góð. KÍ slapp ikki víðari úr bólkaumfar- inum í steypakappingini, og KÍ hevur einki stig fingið í tveimum teimum fyrstu umførunum í landskapp- ingini. Kurt Mørkøre eigur stóra virðing fyri síni fótbóltsav- rik millum klaksvíkingar og norðoyingar. Kreditturin er nevyan brúktur, og tað er komið fyri áður, at KÍ í sama kappingarári bæði hevur tapt á heimavølli ímóti B36 og á útivølli ímóti HB. Men tað er einki at siga til, at KÍ, Kurt og klaksvíkingar leingjast nógv eftir, at tað skal venda. Tað man vera langt síðani, at tað er komið fyri, at KÍ hevur verið niðast á støðutalvuni, og tað er enn ongantíð komið fyri, at teir hava verið aftastir, tá kapp- ingarárið er lokið. Um eina viku kemur TB til Klaksvíkar. Um KÍ ikki fær trý stig burturúr tí uppgerðini, so verður tað í hvussu so er rímuligt at tosa um kreppu. Sigur á TB fer at kennast um góður fløvi, men tað skal nógv til, at KÍ verður at finna har, sum teir fegnir vilja vera – í kappingini um heiðurs- merkini og Europa Cup plássini. Flúgvandi HB Í fjør stóð einki til, tá KÍ fór til Havnar at spæla ímóti HB. Klaksvíkingar vunnu ta ferðina 2–1. Tá bar til at staðfesta, at tað stóð upp- aftur verri til hjá HB, enn tað gjørdi hjá KÍ. HB stóð seg væl í bólka- umfarinum í steypakapp- ingini í fjør. Men so gekk illa. Í ár stóðu teir seg væl í bólkaumfarinum, men síð- ani hevur gingið væl. Jan C. Dam ætlaði sær at trappa niður, tá hann í fjør fór av Toftum. Tað hava teir í HB ikki verið samdir við hon- um í, og botnurin í HB liðnum er nú ein trygg verja við sera nógvum royn dum. At verjan er trygg og góð hevur við sær, at Jón Rói Jacobsen kann brúkast frammi á vøllinum. Har eru hann Uni Arge og Andrew av Fløtum sera hvassir. Hvørki Uni ella Andrew vóru tøkir, tá tað í fjør gekk illa. Nógvir ósvaraðir spurningar Burtursæð frá at tað gongur strúkandi hjá HB, og at tað gongur illa hjá KÍ, hava úrslitini í teimum báðum fyrstu umførunum ikki boða frá nakrari eintýðug- ari gongd. B36 hevur ikki tapt, men teir síggja ivaleyst javnleikin á Skála sum meiri enn hálvan ósigur. VB kiksaði í fyrsta útidystinum ímóti TB. Nú vunnu teir á útivølli. EB/ Streymur vann fyrst á heimavølli ímóti Skála, og so taptu teir ímóti VB. TB sigurin á VB kundi boða frá, at tvørámenn eru sera væl fyri. Men stóra tapið ímóti B68 kundi bent á, at tað heldur vóru serligu viðurskiftini, sum altíð gera seg galdandi, tá VB og TB hittast, enn tað var so mikið sannførandi TB lið, at teir kundu gera, at B68 kom í trupulleikar. Komandi vikuskifti verð- ur spælt soleiðis: B68– EB/Streymur, KÍ–TB, B36–HB, GÍ–Skála og VB–NSÍ. KÍ er einsta liðið, sum ikki hevur fingið stig, og HB er einasta liðið, sum hevur fingið fult stigatal. GÍ og Skála hava ikki roynt at vinna, og B36 hevur ikki tapt í tveimum teimum fyrstu umførunum. B36 hevur tapið í fjórð- ingsfinaluni at hevna ímóti grannunum, og í B36 vita teir eisini, at um HB vinnur, so er munurin upp til grannarnar vorðin alt ov stórur. HB hevur fingið fult og KÍ hevur einki fingið Eugen Voda er hægstur í brotsteiginum og fangar bóltin frammanfyri Jákupi á Borg og John Petersen. Skála snýtti B36, tá tað eydnaðist at javna móti endanum av dystinum Mynd: Finnur Justinussen Havnarliðið vann lættliga á klaksvíking- um Kristi Himmal- ferðardag. HB hevði tamarhald á dystin- um frá fyrsta bríksli, og sigurin var ikki ov stórur. HB er einasta liðið við fullum stiga- tali, meðan KÍ er einasta liðið við ong- um stigi FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini HB sýndi enn einaferð, at liðið er ógvuliga væl fyri og hevur tað, ið skal til fyri at gerast meistarar. Hós- dagin sendu teir KÍ av vøll- inum við einum eyðmýkj- andi 4-1 tapi, og sigurin var ikki eitt mál ov stórur. HB hevði tamarhald á dystinum frá byrjan til enda, og tá tekur blaðmað- urin ikki munnin ov fullan. Longu áðrenn fimm mi- nuttir vóru á stadionurinum hevði Jón Rói Jacobsen lagt HB framum. Hann var sendur avstað í vinstru síðu, og KÍ-verjan megnaði ikki at fylgja við. Hann gjørdist leysur við Meinhardi í málinum, og tann ungi framherjin trill- aði bóltin framvið mál- verjanum. HB hevði tá lagt tónan fyri allan dystin. HB liðið var frá byrjan av grammari, og viljin at vinna tóktist størri hjá heimaliðnum enn hjá gest- unum. Stutt eftir fyrsta málið hevði Rúni Nolsøe eina góða roynd móti mál- inum. Jón Rói legði útfrá til liðformanninum, men skotið varð væl bjargað av málverjanum. Uni økir KÍ megnaði ongantíð steðga tí ágangandi álops- spælinum hjá HB. Ferð eftir ferð sluppu HB-leikarar ígjøgnum, og verjan megn- aði einki at gera við tað. Uni Arge var nær við at skora lítla løtu eftir fyrsta málið. Andrew av Fløtum sendi ein bólt innfyri, og Uni Arge var hægstur og setti høvdi á bóltin, men Meinhard fekk tað uttarsta av fingrunum á bóltin, sum brast á tvørstongina. Uni Arge økti tó til 2-0, tá góðir tjúgu minuttir vórðu leiktir. Rúni Nolsøe fór avstað í høgru síðu og fekk ein bólt oman á baklinjuna. Hann sendi ein góðan bólt innfyri, sum fór uppum málverjan og við handaru stong kundi Uni Arge seta høvdið á bóltin og økja um leiðsluna. Rúni Nolsøe spældi væl á mið- vøllinum hjá HB. Hann orkar væl, og hann sást allastaðni á vøllinum. Tú hevði eina kenslu av, at KÍ-ararnir longu nú vóru falnir í fátt. Kí fekk enn eitt skot fyri bógvin, tá Allan Joensen mátti av vøllinum við einum vøddaskaða beint eftir málið til 2-0. HB fekk enn ein møgu- leika, tá Andrew av Fløtum slapp at leysur oman móti málinum. Hann royndi at leggja tvørturum til Una Arge, men Meinhard var vakin og fangaði bóltin. Tað var ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki, at KÍ fór at bíta frá sær. Erling Fles fekk tann besta møguleikan hjá KÍ. Allan Mørkøre royndi seg við beinleiðis frísparki, sum rakti ein HB-leikara. Bólt- urin datt fyri føturnar á Erlingi, sum stóð væl fyri tætt undir málinum. Hann rakti tó ikki bóltin væl, og hann fór langt uppum. Eisini Hjalgrím Elttør royndi seg við einum skoti frá brotsteigarmarkinum, men Bárður Johannesen kom væl niður og bjargaði. Linligt eftir steðgin Dysturin var at kalla av- gjørdur fyri steðgin, tí eing- in dugdi at síggja, hvussu KÍ skuldi hótta HB av álvara. KÍ kom tó eitt sindur fyri seg beint eftir steðgin. Klaksvíkingar høvdu nakað av spæli, men tað eydnaðist ongantíð at spæla seg fram til teir stóru málmøguleik- arnar. HB-verjan stóð stinn allan dystin. Serliga Hans á Lag spældi væl yvirfyri fyrrverandi liðfelaganum Allani Mørkøre. Hann hevði altíð ein fót fyri og var sera sterkur í luftspæl- inum. Allan Mørkøre hevði eitt vandamikið innlegg, sum Jan Dam var um at beina í egið mál, og Hjalgrím Elt- tør hevði eisini eitt vanda- mikið skot, sum tó varð blokerað. Kurt Mørkøre setti síðani seg sjálvan á vøllin nakað seinni fyri Bárð á Lakjuni, ið ikki fekk nógv burturúr, men henda útskiftingin setti ikki nakað merkisvert í gongd. Rógvi Jacobsen møtti henda dagin gamla felag- num, og hann var nær við at skora fyrsta mál sítt í landskappingini í ár. Rúni Nolsøe legði ein góðan bólt inn í brotsteigin til Rógva, ið var púra leysur. Hóast hann hevði góða tíð, skeyt hann beint á málverjan, sum ikki kom út ímóti beinanvegin. Eftir fleiri málmøguleik- ar bragdaði endiliga aftur hjá HB miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað var Uni Arge, sum vann bóltin eftir út- spark frá málverjanum. Hann legði bóltin út til Jón Róa í høgru síðu. Hann dró móti málinum, men ístaðin fyri at skjóta, sendi hann tvørturum til Andrew av Fløtum, sum hevði eitt gap- andi mál fyri sær, og so stóð 3-0 til HB. Tað var Jón Rói Jacob- sen, sum setti hol á mál- skjótingina, og tað var eisini hann, sum fekk síðsta málið hjá HB. Jan Dam legði ein góðan bólt inn í brotsteigin. Jón Rói snýtir hegnisliga tann fyrsta verjuleikaran og ger eina skotfintu við tann næsta. Staddur við brotssparks- blettin langar hann til uttan møguleika hjá Meinhardi at bjarga. HB hevði annars gjøg- num dystin fleiri vanda- mikil álop, har einki spurd- ist burturúr. KÍ pyntaði tó um úrslitið, tá dysturin nærkaðist leik- loki. Hjalgrím Elttør sendi eitt hornaspark innfyri. Bólturin fór uppum mál- verjan, og Kurt Mørkøre stóð við handaru stong og beindi bóltin inn. Nú tveir dystir eru leiktir í landskappingini, hevur HB sum einasta lið fult stigatal. Liðið hevur skotið átta mál móti NSÍ og KÍ, og tað kundi bent á eitt meistaralið. KÍ er hinvegin einasta liðið við ongum stigi. Næsta vikuskiftið tekur KÍ ímóti TB á heima- vølli, meðan HB skal spæla ímóti B36 í eini granna- uppgerð. Dysturin í tølum: HB – KÍ 4-1 (2-0) 1-0: Jón Rói Jacobsen 2-0: Uni Arge 3-0: Andrew av Fløtum 4-0: Jón Rói Jacobsen 4-1: Kurt Mørkøre HB: Bárður Johannesen – Jan Dam, Jóhannus Joen- sen, Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen – Hallur Daniel- sen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen – Andrew av Fløtum, Uni Arge, Jón Rói Jacobsen KÍ: Meinhard Joensen – Er- ling Fles, Harley Berthold- sen, Allan Joensen, Alek- sander Djordjevic – Allan Mørkøre, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Jan Joen- sen – Bárður á Lakjuni, Ove Nysted HB-KÍ 4-1 (2-0): HB er ikki at koppa Hjalgrím Elttør hevur gott tak á Rúna Nolsøe. Annars var tað heldur hinvegin, tí HB vann sera sannførandi á KÍ í Gundadali hósdagin Mynd: Álvur Haraldsen Uni Arge fegnast um málið til 2-0, og Jón Rói Jacobsen, sum fekk tvey mál, er ikki minni fegin Mynd: Álvur Haraldsen