leygardagur 11. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 11. mai 2002
15
Eftir tapið í seinastu
viku lá trýstið á VB
undan dystinum á
Mølini móti
EB/Streymi. Tað
eydnaðist VB at vinna
ein tepran 1-0 sigur,
men dysturin var
javnur og kundi farið
báðar vegir
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Í einum tøttum dysti á Møl-
ini á Eiði eydnaðist tað
vágbingum at vinna ein
tepran sigur á EB/Streymi.
VB megnaði sostatt at reisa
seg eftir dygga smeitin, lið-
ið fekk, tá tað tapti fyri TB
seinasta sunnudag. Hesi
bæði liðini hittast aftur
sunnudagin í fjórðings-
finaluni í steypakappingini.
Tað var annars EB/Streym-
ur, sum legði harðari út í
dystinum. Fyrsta hálva tím-
an hevði liðið greiða leik-
liga yvirvág og legði trýst á
VB-málið. Tað eydnaðist tó
ikki at fáa bóltin framvið
Bjarna Johansen í máli-
num.
Størsta møguleikan hesa
løtuna
hevði
Ronnie
Samuelsen. Hann kom at
standa ógvuliga væl fyri í
brotsteiginum, men hann
rakti als ikki bóltin nóg
væl, og Bjarni hevði tí lætt
við at bjarga.
Tá fyrra umfarið tók at
halla, kom VB meira við í
dystin og setti nøkur álop í
gongd. Áleyparin Robert
Cieslewicz fekk eisini eitt
mál kolldømt fyri rang-
støðu, tá hann beindi bóltin
í netið staddur í málteigi-
num.
VB fer framum
VB fekk einasta málið í
dystinum, og var tað nýggi
leikarin Nenad Zivanovic,
ið avgjørdi dystin, tá um-
leið eitt korter var farið av
seinna hálvleiki.
Ein langur bóltur varð
sendur fram á vøllin, har
innskifti Birgir Jørgensen
snittaði víðari til Nenad,
sum so gjørdist leysur við
Gunnari á Steig. Hann lyfti
bóltin uppum málverjan til
1-0. EB/Streymur iðrar seg
um hetta málið, tí verjan
skuldi havt tamarhalda á
støðuni, men áleypararnir
hjá VB vóru árvaknir og
lúrdu eftir møguleikanum.
Birgir Jørgensen var tikin
við aftur til henda dystin,
eftir at hann spældi við 2.
deild seinasta vikuskiftið.
EB/Streymur royndi sum
vera man at leggja trýst á
VB eftir hetta, men tað eyd-
naðist ongantíð at fáa tak á
aftur dystin. VB vardi sera
væl, og teir vóru eisini
vandamiklir í skjótálopum,
tí heimaliðið sendi sum
vera man fleiri fólk niðan á
vøllin.
Nenad Zivanovic hevði
enn ein málmøguleika eftir
málið, men skot hansara fór
júst framvið málinum. Vág-
bingar skaptu sum heild
fleiri málmøguleikar hesa
seinastu løtuna av dysti-
num.
EB/Streymur hevði tó
eisini onkran málmøgu-
leika.
Marni
Djurhuus
hevði eina roynd, ið fór
stutt framvið málinum.
Samanumtikið var tað ein
javnur dystur á Mølini, men
VB fór avstað við øllum
stigunum.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur – VB 0-1 (0-0)
0-1: Nenad Zivanovic
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen,
Knút Vesturtún, Alfred
Jacobsen, Kristian Carlsson
– Ronnie Samuelsen, Jákup
Martin Joensen, Marni
Djurhuus,
Hans
Pauli
Samuelsen – Sorin Anghel,
Andrzej Pacek
VB: Bjarni Johansen –
Eyðun Jacobsen, Predrag
Zivkovic, Magni Jacobsen
– Slobodan Madzar, Palli
Augustinussen, Gisli Svein-
bjørnsson, Jón Gærdbo,
Mortan úr Hørg – Robert
Cieslewicz, Nenad Zivan-
ovic
Skálamenn mugu
verða mest fegnir um
úrslitið í einum lin-
ligum dysti, sum
skjótt fer í gloymi-
bókina. B36 kendi
ikki sína vitjunartíð,
og tí fingu teir bert
tað eina stigið
LÍTIL FERÐ Á
Lítil ferð var á spælinum í
fyrra hálvleiki á Skála hós-
dagin. Fáir málmøguleikar
vóru, og tað sum var, átti
B36. Skála hevði púrt onki
at bjóða uppá henda fyrra
hálvleikin, burtursæð frá
einari roynd sum Jónhard
Frederiksberg hevði, tá
hann skeyt bóltin ov langt
frá sær.
Ein hevði væntað, at
meistararnar frá í fjør fóru
at leggja eitt stórt trýst á
skálamenn frá byrjan, men
tað hendi ikki. Til tess gekk
tað alt ov seint fyri seg.
Sjálvt um B36 hevði
bóltin nógv mest, skuldi tað
ganga eitt korter áðrenn teir
fingu sín fyrsta málmøgu-
leika. Magni á Lakjuni
verður spældur púra leysur,
men skotið frá honum end-
ar á stongini.
Nógv spæl gekk fyri seg
á miðjuni, og ein saknaði
meiri beinleiðis spæl fram-
eftir vøllinum. Nógv var
spælt uppá tvørs og aftur-
eftir, og tí kom eisini at
ganga long tíð millum mál-
møguleikarnar.
Tá hálvur tími er spæl-
dur, sleppur Jákup á Borg
leysur inni í brotsteiginum
hjá Skála, men beint sum
hann skal skjóta, verður
hann taklaður av einum
verjuleikara.
Beint áðrenn hálvleik,
fær Magni á Lakjuni ein
møguleika aftrat at leggja
B36 á odda. Hann sleppur
at seta høvdið á eitt innlegg
úr høgru síðu, men mál-
maðurin hjá Skála Eugen
Voda bjargaði meistarliga.
So varð hálvleikur, og
liðini høvdu nakað at tosa
um. Fyrri hálvleikur hevði
meira mint um ein venjing-
ardyst í summarsteðginum,
enn um ein landskappingar-
dyst, har liðini kundu fáa 3
stig.
Liðini vaknaðu
Og at liðini høvdu tosa um
tingini, sást beinanveg eftir
steðgin. Meira ferð kom á.
Bólturin bleiv fluttur skjót-
ari, eins og nærdystirnir
gjørdist harðari. Og tað var
sum
áskoðarnar
eisini
vaknaðu, og fóru at heppa
sítt lið.
Tá 5 minuttir vóru leiktir,
sleppur Kenneth Jacobsen
ígjøgnum í høgru síðu og
spælir Jákup á Borg frían,
men hann skýtur við síðuna
av. Her átti B36 at lagt seg á
odda.
B36 tók nú yvir, og spæl-
di nú sum ein hevði væntað
av teimum frá byrjan.
Skálamenn blivu trýstir
longur og longur aftur á
vøllin, og viðførdi hetta eis-
ini, at B36 kom til fleiri
møguleikar.
Tá lítið korter var leikt av
seinna hálvleiki, fær B36
fríspark. Bólturin kemur
væl innfyri, og John Peter-
sen sleppur ótarnaður at
seta høvdið á, men bólturin
fer beint við síðuna av.
B36 kom tættari og tætt-
ari einum máli, og tá um-
leið 20 minuttir vóru leiktir
eydnaðist tað so. Egil
Zachariassen spælir av egn-
ari hálvu Jákup á Borg
leysan við einari góðari av-
levering, men í staðin fyri
at skjóta sjálvur, spælir
Jákup tvørturum til John
Petersen, sum stendur enn
betri fyri. 1-0 til B36, og
sum seinni hálvleikur hevði
verið, var tað uppiborið at
B36 kom framum.
Men Skála fekk møgu-
leikan at javna stutt eftir.
Jónhard
Frederiksberg
verður spældur fríur av
Alexandur Johansen, men
skýtur beint við síðuna av
málinum.
Næstu løtuna stýrdi B36
dystinum. Teir vóru tryggir
í verjupartinum, og fingu
ofta spælt seg ígjøgnum í
síðunum. Niels Joensen
sum var innskiftur mið-
skeiðis í seinna hálvleiki,
spældi væl og stóð aftanfyri
nógv uppspæl.
Tá hálvur tími er farin
kundi John Petersen avgjørt
dystin. Áki Mørk sendir
innfyri úr høgru síðu, men
skotið frá John fer á yvir-
leggjarin og niður. Linju-
dómarin meinti ikki at bólt-
urin hevði verið innanfyri.
Løtu seinni fekk Bárður
Mortanson
ein
góðan
møguleika at økja fyri B36,
men heldur ikki hann fekk
bóltin í mál.
Skála javnar
Tað var B36 sum var betra
liðið í seinna hálvleiki.
Men sum so ofta hendir, tá
eitt lið ikki brúkar sínar
møguleikar, so kemur hitt
liðið og skorar uppá eitt av
sínum fáu alopum. Tá 3
minuttir eru eftir av dysti-
num, fær Skála innkast í
vinstru síðu. Bólturin verð-
ur kastaður langt inn í
brotsteigin. Verjan fær í
fyrstu syftu bóltin burtur,
men bert út til Paula Han-
sen, sum saksasparkaði
bóltin í mál. Eitt vakurt
mál.
Fyri B36 var hetta sum
at fáa ein framaná. Teir
høvdu stýrt stóran part av
dystinum, og høvdu ikki
duga at brúkt sínar møgu-
leikar, sum stóðust av tí
yvirvág teir høvdu, serliga í
seinna hálvleiki.
John Petersen fekk ein
góðan møguleika til síðst,
men málmaðurin hjá Skála
bjargaði.
Dysturin endaði sostatt
1-1, og skálamenn vóru
fegnir um tað eina stigið.
Og tað høvdu teir alla orsøk
til at vera.
Dysturin í tølum:
Skála-B36 1-1(0-0)
0-1: John Petersen
1-1: Pauli Hansen
Skála bjargaði eina stiginum í síðstu løtu
Tá bert 3 minuttir vóru eftir av dystinum javnaði Skála móti B36, hóast B36 hevði stýrt stóran
part av dystinum.
EB/Streymur – VB 0-1 (0-0):
VB reistist aftur
Í einum tøttum dysti á Mølini á Eiði eydnaðist tað vágbingum at vinna ein tepran sigur á
EB/Streymi.
15
14
Nr. 88 - 11. mai 2002
C
M
Y
K
14
Brotssparksmál eitt
korter undan leikloki
avgjørdi tætta
uppgerð heima-
liðnum til fyrimunar
NSÍ–GÍ
Jóannes Hansen
Tað var tætt, ferðin var á
góðari leið, og málini vóru
fimm í tali. Tí var talan
sjálvandi um undirhaldandi
uppgerð í góðveðrinum við
Løkin. NSÍ sat eftir við
øllum stigunum. Teir vóru
sjálvandi fegnir um fyrsta
sigurin í hesum árinum.
GÍ fór fyri aðru ferð í
fimm dagar inn um Gøtu-
eið uttan sigur. Teir fingu
eitt stig á Toftum, og teir
fingu einki í Runavík. Teir
skoraðu tvey mál. Tað fyrra
skoraði miðvallarin Sámal
Joensen, og tað seinna varð
miðverjin Bartal Eliassen
skrásettur fyri. At tað ikki
vóru teir fremstu hjá GÍ,
sum skoraðu, boðar frá
veruleikanum, at GÍ hevur
ikki nakra serliga tyngd í
fremstu røð. Súni Fríði
Johannesen og Krzystof
Popczynski vóru báðir á
vøllinum. Hvørgin teirra
tóktist vera eitt hundrað
prosent klárur, og tað var
sjáldan ella ongantíð, at teir
vóru í støðum, sum mál
kundi komið burturúr.
Tá NSÍ í fyrsta umfarin-
um var í Gundadali og tapti
4–0 ímóti HB, var tað týðu-
ligt, at verjan var ikki nóg
tøtt. Tað hevði Jógvan
Martin Olsen tikið avleið-
ingarnar av. Pól Thorsteins-
son var hesa ferð í mið-
verjuni saman við Arnfinni
Langgaard, og avrikið var
væl betri, enn tað var hjá
NSÍ miðverjuni sunnudagin
ímóti HB. Jens Martin
Knudsen, sum ímóti HB
var mest eyðsýndi NSÍ
maðurin, hevði hesa ferð
lítið annað at gera enn at
stýra sínum liði (tann upp-
gávan skal avgjørt ikki
undirmetast).
Bara eitt mál
Í fyrra umfarinum vóru
møguleikar báðar vegir,
men tað kom bara eitt mál.
Sámal Joensen var meistari
fyri tí, tá hann úr stuttari
fjarstøðu
setti
framvið
fyrrverandi liðfelaganum í
GÍ og íslendska Leiftri
málinum.
Sámal Joensen var aftur
hesa ferð eyðsýndur. Sam-
an við Magna Jarnskor og
Jóan Peturi Olsen fylti hann
væl á miðvøllinum. Tá Jóan
Petur fekk bóltin var skil í
spælinum – hvørja ferð.
Gøtumenn vita at siga, at
hann hevur vant millum
lítið og einki. Avrikið í
tveimum teimum fyrstu
umførunum vísir, at ein,
sum næstan ikki venur,
megnar at standa seg í
kapping við teir, sum síðsta
stóra fjórðingsárið hava
vant fýra og fimm ferðir
um vikuna.
Hjá NSÍ stóð Helgi L.
Petersen sera sterkur ímóti
gomlu
liðfeløgunum
í
Gøtu. Hann arbeiddi sum
ein hestur, vann nógvar
nærdystir og megnaði ikki
so sjáldan at sneiða fleiri av
mótstøðumonnunum
av
sær, og harvið gjørdust
støðurnar vandamiklar.
Í miðverjuni hjá GÍ hevði
Bartal Elissen, sum tykist
eitt sindur plágaður av
fótskaða, fyri tað mesta
gott tak á Óla Hansen. Men
Óli vann eina duell, og tað
var við til at avgera, at
stigini vóru í Runavík.
Málríkt seinna umfar
NSÍ hevði í 1. hálvleiki eins
nógv spæl og møguleikar
sum gestirnir, og í 2. hálv-
leiki vóru teir oftast leik-
liga omaná. Upprunin til
útjavnandi málið var dia-
gonalsending úr vinstru.
Ian Højgaard, sum alla tíð-
ina var uttasti miðvallarin í
høgru, sneiddi ein av sær,
áðrenn hann sendi innfyri
málið. Helgi L. Petersen
tamdi, men fekk ikki sent
móti málinum. Bólturin fór
til innskifta Gert Lang-
gaard, og hann sendi flatt
inn um Hallur Hansen, sum
alla tíðina var stórt álit í GÍ
málinum.
NSÍ kom á odda, tá
seinna umfarið var næstan
hálvrunnið. Áslakur R.
Petersen var um at beina
innleggi úr høgru í egið
mál, men bólturin fór út til
horna. Tað sendi Sjúrður
Jacobsen innfyri, og Óli
Hansen var hægstur og
stútaði dygst inn undir
samankomingina. Eitt fínt
mál.
GÍ svaraði aftur, og út-
javnandi málið var heppið.
Sámal Joensen sendi frí-
spark uttanvert brotsteigin í
manngarðin, bólturin stakk
út aftur til GÍ liðformannin,
sum royndi ímóti málinum.
Bólturin tók høvdið á
Bartali Eliassen og fór í
málið.
So sá tað út sum um, at
tað skuldi ganga NSÍ, sum
tað so mangan hevur gjørt á
heimavølli. Men teir fingu
sigursmálið
eitt
korter
undan leikloki. GÍ verjan
gav í høgra borði púra
óneyðugt fríspark. Jónstein
Petersen sendi innfyri, og
dómarin
bríkslaði
fyri
brotssparki, tí GÍ verjan
skuldi hava hildið. Tað vóru
gøtumenn á og kring vøllin
ikki nøgdir við. Sjúrður
Jacobsen var tryggur úr
ellivu metrum.
GÍ royndi at trýsta, men
tað var ov lítil tyngd og
broddur í. Við væl arbeið-
andi og skilagóða Helga L.
Petersen sum krumptappi á
miðvøllinum og við Pól
Thorsteinsson
og
Jens
Martini
Knudsen
sum
køldum stýrimonnum í
verjuni eydnaðist tað at
halda tætt. Og so var tað
týðuligt, at stóra byrðan,
sum tað var hjá NSÍ at tapa
4–0 í fyrsta umfarinum,
ikki tyngdi so nógv longur.
NSÍ: Jens Martin Knudsen
–
Brynjolvur
Nielsen,
Arnfinn Langgaard, Pól
Thorsteinsson,
Jónstein
Petersen – Ian Højgaard,
Helgi L. Petersen, Sjúrður
Jacobsen, Eddie Mikkelsen
– Óli Hansen, Sonni L.
Petersen
GÍ: Hallur Hansen – Ás-
lakur R. Petersen, Bartal
Eliassen, Leivur Hansen,
Magnus Skoralíð – Hans
Pauli
Petersen,
Magni
Jarnskor, Jóan Petur Olsen,
Sámal Joensen – Súni Fríði
Johannesen,
Krzystof
Popczynski
GÍ kiksaði
enn eina ferð
í Runavík
Óli Hansen skoraði móti fyrrverandi liðfeløgum, tá hann skoraði til 2-1 móti GÍ. Her er hann leysur við málverjanum
Mynd: Finnur Justinussen
Sonni L. Petersen fekk avgerandi brotssparkið, tá hann varð feldur í brotsteiginum móti endanum av dystinum. Her er hann í
nærdysti við Leiv Hansen hjá GÍ