Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 11. mai 2002 17 17 16 Nr. 88 - 11. mai 2002 C M Y K 16 Hóast TB kom á odda, so var ongantíð ivi um, at toftamenn høvdu tamarhald á, og so fingu teir mál- ini, sum bóru sann- førandi sigurin við sær TB-B68 Jóannes Hansen TB vann á heimavølli í fyr- sta umfarinum. B68 meiri enn hálvkiksaði á heima- vølli í fyrsta umfarinum, tá teir vóru hepnir at fáa 1-1 móti GÍ. Annað umfarið skuldi á Sevmýri vísa, hvussu styrkismunurin millum hesi bæði liðini er. Og tað var eingin ivi. B68 vann 4-1, og teir vóru leik- liga omaná, so at siga alla tíðina. TB spruttaði eina løtu í 2. hálvleiki, og Dan Mortensen arbeiddi nógv á toppinum, men Hans Fróði Hansen og liðfelagarnir í B68 verjuni høvdu tak á tí. Næstsíðsta sunnudag var B68 í 3-4-3 uppstilling. Hesa ferð hevði Frank Skytte broytt til 4-3-3. Hetta saman við sera góð- um hugburði í fagurt leikt- um dysti vóru við til at leggja botn undir skilagóð- um avriki. Heppið leiðslumál TB hevði ikki nógvar mál- møguleikar, men teir komu kortini á odda, tá eitt korter var farið. Dan Mortensen royndi móti málinum, men royndin tóktist lítið vanda- mikil, tá bólturin umvegis ein verjuspælara var á veg inn til málverjan. Tað gjørdist kortini vandamik- ið, og tí støðuni var mál- verjin upphavið til. Hann helt seg ikki hava rætt at taka bóltin við hondunum. Í staðin royndi hann at temja við lærinum, og tá hann sparkaði út aftur, kiksaði royndin. Bólturin fór út aftur til Dan Mortensen, sum takkaði fyri tilboðið og sendi í málið. 1-0 til heimaliðið, og so vóru møguleikar kanska fyri, at teir skuldu taka yvir, og at B68 fór at fara niður við nakkanum. Men soleið- is gekk tað ikki. Vladimir var tryggur aftasti skansi hjá TB, sum var í 3-5-2 uppstilling, og Nebosja royndi á verjukenda mið- vallarplássinum at syrgja fyri, at Fróði Benjaminsen ikki var so nógv við í spæli- num. Men B68 hevði størri breidd, teir spældu seg til møguleikar, og tað var bara ein spurningur um tíð, nær tað fór at eydnast teimum at javna. Anders Nygaard var óheppin, tá hann við høvdi- num sendi í tvørtræið, og fleiri skotroyndir úti frá fóru dygst framvið stólpa- num hjá Lars Müller, sum í TB málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Eina løtu undan steðgi- num eydnaðist tað B68 at javna. John Heri Dam, sum kom ofta ígjøgnum í vinst- ru, royndi seg við skoti, men verjan blokeraði. Bólt- urin stakk til Anders Ny- gaard, sum sendi framvið málverjanum. Breiddin var góð Í 2. hálvleiki hevði B68 takið mest sum allatíðina. Eina løtu hevði TB hug at trýsta, men tað var skjótt, at tað sást, at gestirnir høvdu størri breidd. Bæði tá tað ráddi um spælararnar, og tá tað ráddi um at brúka breiddina á vøllinum. Arn- old Joensen og Øssur Han- sen togaðu spælið langt út, og so yvirlappaðu og Mar- lon Jorge og John Heri Dam í borðunum. John Heri Dam átti eisini innleggið til leiðslumálið. Hann sendi innfyri, Anders Nygaard var ágrýtin og um reppið at skora, men tað slapp hann frá, tí ein tvørá- fótur syrgdi fyri, at bólturin fór framvið málverjanum. B68 leiðslan var leingi tepur. Tað hevði kanska eitt sindur av ampa við sær á gestandi liðnum. Í fyrra hálvleiki høvdu teir verið vitni til, at heimaliðið fekk eitt heppið mál, og møgu- leikin fyri endurtøku kundi ikki útilokast. Men tað boð- aði frá størri B68 leiðslu, tá Fróði Benjaminsen sendi beinleiðis fríspark á tvør- træið. Tá tað leið móti enda- num, fekk B68 tey bæði málini, sum staðfestu stór- sigurin. Arnold Joensen átti innleggið, sum Øsssur Hansen við høvdinum um- setti til 3-1, og Arnold Joensen átti eisininnleggið, tá Øssur Hansen skoraði til 4-1. Dysturin í tølum TB – B68 1-4 (1-1) 1-0: Dan Mortensen 1-1: Anders Nygaard 1-2: Sjálvmál 1-3: Øssur Hansen 1-4: Øssur Hansen TB: Lars Müller – Tórur Mortensen, Vladimir Matijivic, Andras Morten- sen – Bárður Dimon, Einar Petersen, Nebosja Urtajl, Zoran Mancic, Rasmus Nolsøe – Dan Mortensen, Aleksandar Radosavljevic. B68: Michal – Marlon Jorge, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam – Jann Ingi Petersen, Oleif Joensen, Fróði Benja- minsen – Arnold Joensen Anders Nygaard, Øssur Hansen TB – B68 1-4 (1-1) B68 hevði tamarhald á Sevmýri Øssur Hansen fekk tvey mál á Sevmýri móti TB. Hóast TB kom á odda, vendi B68 dystinum til 4-1 Bæði NSÍ og B68 eru eftir sigrar hósdagin væl fyri undan fyrru hálvfinaluni í kapp- ingini um løgmans- steypið LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Telvingin, um hvør skal vera løgmaður, er ikki liðug enn. Tí er ikki greitt, hvør skal ganga fremstur í s k r ú ð g o n g u n i ólavsøkudag, og hvør skal rætta steypið til vinnaran í steypafinaluni, sum aftur í ár verður spæld ólavsøkudag. Verkfallið hevur órógv- að, men í morgin verður fyrra umfarið í stríðnum um, hvør skal vera annar parturin í finaluni. Tað stríðið stendur millum NSÍ, sum eigur heimavøll í morgin, og B68, sum verð- ur á heimavølli, tá seinni dysturin verður spældur. Grannauppgerðirnar eru altíð spennandi og tættar, og dysturin í morgin, tá Jógvan Martin Olsen fyri fyrstu ferð skal standa and- lit til andlit við barndóms- felagið hjá sær, verður ein- ki undantak. Kanska fer tað kortini at síggjast, at talan er um fyrra hálvleik í stríði, sum fevnir um tvær ferðir 90 minuttir. Sambært skránni skuldi fyrra hálvfinalan verið spæld 28. apríl og tann seinna í morgin. Hetta for- purraði verkfallið, og vit hava ikki frætt, nær seinni dysturin verður. Bæði NSÍ og B68 eru eins væl fyri, sum tey vóru hósdagin. Eingin spælari noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur, og eingin spælari sá reytt. Gul kort í landskappingini telja ikki við í steypakappingini. NSÍ vann hósdagin á heimavølli 3–2 ímóti GÍ, og B68 vann á útivølli 4–1 ímóti TB. Tí kunnu vit við øðrum orðum siga, at bæði liðini fara á vøllin við sjálvsáliti. HB skal spæla um hitt finaluplássið ímóti vinnar- anum av uppgerðini millum VB og EB/Streym. Hvør skal handa løg- manssteypið á ólavsøku verður gjørt av í politisku telvingini á gamla apoteki- num. Um tað verður greitt, áðrenn tað verður greitt, hvørjum vinnarin av hálv- finaluni NSÍ–B68 skal spæla ímóti kunnu vit bara gita um. Eysturoyggin stríðist um ólavsøkuna Ítróttarstjórin í FCK helt eftir dystin, at var hugburðurin hjá einstøku leikarunum, sum avgjørdi steypafinaluna DONG CUP Jákup Mørk - Parkin Ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, kundi sjálvandi hugsað sær eitt øðrvísi úrslit í donsku steypafinaluni. Men eins og flestu av hinum áskoðar- unum í Parkini, so mátti eisini hann ásanna, at OB snøgt sagt var betra liðið. – Tað er nokk eingin sum helst ivi um, at tað var rætta liðið, sum vann dystin, helt hann fyri, tá vit í meldrin- um millum leikarar, venjar- ar og tíðindafólk fingu orð- ið á hann. Tá tosið fall á, hvat gjørdi munin í dystinum, var hann skjótur at svara, at tað so avgjørt var hugburð- urin hjá leikarunum. – Tá liðið hjá tær skal spæla ein somikið týdning- armiklan dyst, so hevur tó sjálvandi eina vón um, at leikararnir bróta upp ermar, og fara inn á vøllin at geva alt, sum teir hava. Tað var tó bara annað liðið, sum gjørdi tað í dag. Okkara leikarar sóu heldur út, sum um teir royndu at gera onkrar venjingar á vøllin- um. Onkrar venjingar, sum teir dugdu illa. Órógvaði ikki Fleiri av heimligu lesarun- um hava ivaleyst lagt til merkis, at seinastu tríggjar- fýra dagarnir hava donsku dagbløðini skriva rættuliga nógv um FCK. Hetta tí ein bók um felagið kemur á marknaðin sunnudagin. Sama dag sum FCK skal spæla avgerandi dystin móti Brøndby. Sjálvur helt ítróttastjórin tó ikki, at hetta var nakað, sum hevði órógvað fyri- reikingarnar til steypafinal- una. – Eg havi sjálvandi frætt okkurt um, at bløðini hava skrivað, men eg havi so ikki sjálvur lisið tað. Snøgt sagt tí eg havi havt alt ov nógv at hugsa um sjálvur. – Men eg kann gott stað- festa alt fyri eitt, at tað so ikki hevur ávirkað okkum. Eg kann ikki ímynda mær, at nakað, sum vit ikki kenna til, stendur í bókini, so har er helst einki at óttast fyri okkara viðkomandi, sigur Holmstrøm, áðrenn hann at kortini letur eitt skot av móti donsku miðl- unum, sum komu við tíð- indunum. – Tað er ikki tað. Eg haldi tað vera í fínasta lagi, at FCK kann brúkast til at selja avísir uppá. Ikki minst, tá ein hending her í felagnum frá 1995 er so- mikið áhugaverd, at blaðið, sum sigur seg vera fyrst við tí seinasta, kann seta hana á spísiseðlarnar í handlunum. Nýggjur dystur Sum nevnt, so var Holm- strøm heldur keddur um, at leikarar hansara ikki høvdu sýnt rætta hugburðin fyrstu løtuna av dystinum. Sunnu- dagin er aftur talan um stór- dyst, men ítróttastjórin óttaðist á ongan hátt, at søgan fer at verða hin sama til ta tíð. – Tað geri eg so als ikki. Eingin veit hví tað gekst so illa í hond í dag, men eg ivist ikki í, at leikararnir fara við fullari ferð inn á vøllin móti Brøndby. Teir vóru kanska vónbrotnir í dag, men eitt sindur av hvíld og løtt venjing verður á skránni í morgin, og so verða tankarnir hjá øllum vendir móti sunnudegnum, segði Niels Christian Holmstrøm at enda. Hóast vónbrotin um tapið og plássið á beinkinum, so eru Todi og liðfelagarnir longu nú farnir undir fyrireikingarnar til stórdystin móti Brøndby DONG CUP Jákup Mørk Sjálvsagt var tað ein vón- brotin Todi Jónsson, sum føroysku tíðindafólkini hittu eftir dystin í Parkini. Vónbrotin um úrslitið, og kanska eisini um tað, at hann ikki slapp at byrja millum teir fyrstu ellivu á vøllinum. Spurdur um hetta segði hann, at hann fekk boðini frá venjaranum dagin fyri dystin, men í aðrar mátar vildi Todi ikki gera nakrar viðmerkingar um, hví hann varð settur á beinkin. Held- ur ikki var nakað at frætta, tá vit spurdu, um hetta var gjørt fyri at spara hann, soleiðis at hann ístaðin kundi byrja inni sunnudag- in. Frustrerandi Um sjálvan dystin mátti Todi sjálvandi viðganga, at tað var ógvuliga frustrer- andi at sita á beinkinum. Ikki minst tá tað gekst so- mikið illa í hond hjá liðfel- øgunum. – Nú veit eg ikki, um tað hevði broytt nakað, um eg var við, tí í fyrra hálvleiki var snøgt sagt einki skil á hjá okkum. Teir fáa eitt heppið mál til 1-0, og tá teir so beint eftir hetta skora til 2-0 við einum annars flott- um máli, so steðgaði alt upp hjá okkum. Fyri stuttum hevði FCK annars vundið burtur úr OB. 4-0 endaði dysturin millum liðini í landskapp- ingini, men Todi helt tó ikki, at hetta hevði nakað at týða. – Tað er í øllum førum ikki soleiðis, at vit undir- mettu teir ella nakað. Teir vóru bara betri enn vit í dag. Klárir sunnudagin Eitt er vónbrotið, sum hós- dagurin kastaði av sær. Annað er, at longu sunnu- dagin skulu FCK-leikararn- ir aftur í eldin, tá stórdyst- urin móti Brøndby er á skránni. Ein dystur, sum uttan iva fer at gera av, hvat lið kann rópa seg danskan meistara, tá kappingarárið er liðugt. At hava tveir somikið týdningarmiklar dystir inn- an fýra dagar, kann sjálv- andi órógva, men í FCK halda teir tó ikki, at hetta er so. – Eg skal ikki siga, at onkur innast inni hevur hugsað eitt sindur um báðar dystirnar. Men vit eru yrk- isleikarar, sum skulu duga at taka ein dyst í senn, og so mugu vit bara gloyma alt annað. – Men tað skerst ikki burtur, at talan er um stór- dyst sunnudagin. Í dag taptu vit so steypafinaluna, men meistaraheitið er hóast alt størri, so tann dystin skulu vit vinna. Men við tveimum somik- ið týdningarmiklum á rað. Er tað tá ikki vandi fyri, at tit ikki fáa løtt battaríini til sunnudagin? – Ikki í hesum førinum. Eg skal ikki siga, at tað hevði ringt at sett seg upp, um vit skuldu hitt Viborg á útivølli, men tá talan er um dyst móti Brøndby, so er tað eingin trupulleiki. Tá verða vit allur 100% klárir, segði Todi at enda, áðrenn hann saman við liðfeløgun- um fór inn til døgurðan, sum DBU skipaði fyri. Ein døgurði, har tað uttan iva var stórur munur á, hvussu huglaðið í teimum báðum fótbóltslegunum var. Hugburðsbroyting krevst Frustrerandi á beinkinum Eg skal ikki siga, at tað hevði ringt at sett seg upp, um vit skuldu hitt Viborg á útivølli, men tá talan er um dyst móti Brøndby, so er tað eingin trupulleiki, sigur Todi um tað, at spæla tveir somikið týdningarmiklar dystir Niels Christian Holmstrøm hevði vónað, at leikararnir fóru at stríðast nakað meira, men hann mátti bara ásanna, at OB var betri á degnum