leygardagur 11. mai 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 11. mai 2002
19
18
Nr. 88 - 11. mai 2002
Todi Jónsson fekk
bara seinasta fjórð-
ingin av dystinum,
men hóast hann hesa
løtuna legði upp til
einsamalla málið hjá
FCK, so var hetta ikki
nóg mikið til forða
OB í vinna ein fult
uppibornan finalu-
sigur
DONG CUP
Jákup Mørk - Parkin
Tað var av sonnum lagt upp
til hátíðarhald, tá FCK og
Todi Jónsson Kristi himm-
alferðardag skuldu royna
seg ímóti OB í finaluni í
donsku steypakappingini.
Ein steypafinala verður
kanska í prinsippinum leikt
á uttanveltaðum vølli, men
har var so eingin, sum
ivaðist í, at Parkin er
heimavøllurin hjá FCK. Av
teimum knappliga 30.000
áskoðarunum var megin-
parturin hvíttklæddur, og
ikki minst var hetta sjón-
ligt, tá Fredgaard-tribunan
við dystarbyrjan fekk hvít-
an ham av pappíri og
ballónum. Til sammetingar
fyltu OB-áskoðararnir ikki
meira enn gott og væl
helmingin av endatribun-
uni, men teir royndu tó
kortini at geva ljóð frá sær í
summarveðrinum, sum nú
hevur rakt Danmark.
Skelkandi byrjan
Frá einum føroyskum sjón-
arhorni, so fekk finaludyst-
urin ein heldur keðiligan
farra longu undan dystar-
byrjan, tá tað var greitt, at
Todi Jónsson ikki skuldi
verða millum teir fyrstu 11
á vøllinum. Av taktiskum
ávum, men eisini fyri at
spara føroyingin, hevði
Hans Backe til dagin valt at
byrja við Peter Møller í
álopinum. Todi mátti ístað-
in taka til takkar við leik-
lutinum sum jokari.
Sum nevnt, so var tað
FCK, sum mest av øllum
var á heimavølli, men
fyrstu løtuna av dystinum
sást hetta ikki aftur í av-
rikinum á vøllinum. Uttan
at sýna nakað ovurhonds
virðing fyri mótstøðuni
royndu OB-leikararnir at
trýsta FCK langt uppi á
vøllinum, og tað spurdust
eisini einstakir møguleikar
burturúr, uttan at mál tó
komu av teirri orsøk.
Tað vardi tó bert eina lítla
løtu. So byrjaði tú spaku-
liga at síggja, hví miðvøll-
urin hjá FCK verður mettur
sum ein hin besti í land-
inum. Christian Poulsen og
Erik Mykland, sum høvdu
sentralu leiklutirnar, byrj-
aðu spakuliga at fáa fatur á
spælinum, og høvuðsstað-
arfelagið var eisini um at
skapa sær eitt yvirtak, tá
eitt stórt mistak í verjuni
brádliga gav OB leiðsluna.
Eingin vandi tóktist ann-
ars at vera á ferð, tá Martin
Albrechtsen stóð einsa-
mallur við einum longum
bólti av OB-miðvøllinum.
Helst ætlaði verjuleikarin,
at Magnus Kihlstedt skuldi
koma úr málinum eftir bólt-
inum, men hvussu var og
ikki, so kundu teir onkurs-
vegna ikki semjast um,
hvør teirra skuldi taka sær
av bóltinum. Endin av øll-
um var, at Søren Berg, ið
hevði sæð møguleikan,
fekk sett tánna á bóltin,
soleiðis at hann róliga legði
seg til rættis í manntóma
málinum, og so var OB á
odda.
Fagnaðurin um heldur
óvæntaða leiðslumálið var
sjálvandi stórur, men bert
lítla løtu seinni, fingu
odensianararnir enn meira
at fegnast um. Hesa ferð
fingu teir í FCK ikki
ruddað nóg væl burtur, tá
bóltur varð sendir innfyri.
Ein bleytur stútari beindi
bóltin úr málteiginum út á
brotsteigarmarkið, men har
kom Denni Siim við fullari
ferð og hálvfluktaði, so
Magnus Kihlstedt í málin-
um ikki hevði nakran liv-
andi kjans at bjarga bóltin-
um, ið sum eitt projektil
helt beina kós upp í
nærmastu samankoming-
ina.
Eyðmýkingin hótti
Tað var ikki sørt, at hetta
Steypið fór til Odense
skelkaði teir á heimalið-
num. Eina løtu var líkt til,
at teir ikki somikið kundu
raka bóltin, tá teir royndu at
sparka, og tó at tað batnaði
nakað, so var framvegis
lagt upp til tað spælið, sum
hevur ført liðið til steypa-
finaluna, og samstundis
vunnið teir inn aftur í dyst-
in um DM-gullið.
Sambandið millum ket-
urnar var als ikki nóg gott,
og heldur enn at trýsta sum
lið, varð hetta meira ella
minni gjørt í sjálvdrátti,
soleiðis at OB altíð kundi
koma úr trýstinum við at
flyta bóltin til meira rúmlig
øki, og tí høvdu hvítu
leyvurnar ilt við at trýsta
OB. Tá teir so endiliga
høvdu
fingið
fatur
á
bóltinum, so gekk spælið í
allar mátar ov seint og
stirvið fyri seg. OB fekk
alla tíðina tíð til at skipa
verjuna, og aloftast varð
bólturin eisini sendir ov
seint frameftir, soleiðis at
Peter Møller hesa løtuna
mundi vera meira off- enn
on-side, tá hann skuldi
royna at herja á.
OB vísti hinvegin, at tað
helst er nakað um tosið, at
liðið nú loksins er farið at
nærkast donsku hondbólts-
tindunum aftur. Hóast teir
vóru á odda við tveimum
málum, so ætlaðu teir á
ongan hátt at grava seg
niður. Heldur royndu teir at
punkterað dysin við at herja
á illa skipaða FCK-liðið, og
við bara eitt lítið sindur av
hepni, so kundu málini verið
væl fleiri undan steðginum.
Einar tvær ferðir noyddist
Kihlstedt at prógva, hví
hann er úttikin til svenska
HM-hópin, og fleiri aðrar
ferðir fóru bóltar strúkandi
beint framvið málinum, ella
hoppaðu runt í FCK-brots-
teiginum, áðrenn onkur
hvítur fótur at enda fekk
beint vandan burtur.
Tvørtræið fyri
Í seinna hálvleiki var støð-
an kortini nakað broytt.
Fyrst og fremst tóktist FCK
nú at hava skipað seg betri,
og hóast fólkið, ið kom á
vøllin, var hitt sama, so var
hugburðurin í øllum førum
ein heilt annar.
Tá so OB samstundis
hevði tikið sítt fólk longur
aftur á vøllin, var lagt upp
til eitt langt trýst, og so-
leiðis gjørdist eisini. Longu
fyrstu minuttirnar var talan
um fleiri hornaspørk, men
einki spurdist burturúr. Tað
gjørdi tað heldur ikki løtu
seinni, tá Peter Møller ann-
ars var so nær við at skora,
sum man kann vera, uttan
tó at skora. Við rygginum
móti málinum snaraði hann
verjuleikara av sær, fyri
síðani at lata kanónina av.
Skotið fór inn um OB-
málverjan, men brast í
tvørtræið og beint niður í
svørin.
FCK helt tó á at rýma,
men hóast Zuma skoraði í
rangstøðu, so tóktist eitt
kveikjandi mál ikki at
koma. Heldur ikki tá Zuma
varð feldur á brotsteigar-
markinum, uttan at dómar-
in tó helt hetta vera nakað
at floyta fyri.
Todi á vøllin
Tvey og tjúgu minuttir vóru
lidnir av seinna hálvleiki, tá
Hans Backe loksins gav
boð um at senda Toda á
vøllin. Peter Møller, sum
ikki hevði verið serliga
heppin, varð tikin av vøllin-
um. Bert tveir minuttir
seinni gav Todi fyrsta
sprellið, tá hann sendi
Zuma avstað móti OB mál-
inum, men mál spurdist
framvegis ikki burturúr.
Heldur ikki tá Lønstrup
stutt eftir hamraði eitt frí-
spark úr 25 metra fjarstøðu
á tvørtræið.
OB kundi og skuldi
kanska avgjørt alt, tá
Dalgas slapp leysur í einum
kontra-álopið, men eftir at
hava drigið framvið mál-
verjanum, heilkiksaði hann
seinasta skotið, og ístaðin
gjørdist tað FCK, sum
seinastu løtuna fekk skapt
nakað av spenningi í.
Carsten Fredgaard sendi
Toda avstað í vinstru. Før-
oyski álopsmaðurin fór við
fullari ferð oman móti
baklinjuni, higani hann
sendi eina flata sending inn
fyri málið, og við handaru
stong
kundi
Christian
Lønstrup senda í kassan.
FCK sendi nú alt fólkið
fram í eini seinasu roynd at
venda dystinum. Todi kundi
kanska fingið ein góðan
møguleika, tá hann og
Fredgaard royndu at spæla
saman, men seinasta send-
ingin varð send upp í lofti,
heldur enn í føturnar á
føroyska álopsmanninum,
sum hevði runnið seg
leysan.
Hóast nógv trýst og
nógvar sendingar innfyri,
so kom FCK ikki nærri enn
tað sama. Teir máttu bara
ásanna, at teir gjørdust ov
stuttir.
Samanumtikið, so var
sigurin hjá OB eisini fult
uppiborin.
Serstakliga
fyrstu trý korterini megn-
aðu teir at stressa favoritt-
arnar úr høvuðsstaðnum,
og tó at trýstið vendi hin-
vegin eftir steðgin, so hevði
tú alla tíðina varhugan av,
at teir fóru at hóra undan.
Teir stríddust ein fyri allar
og allir fyri ein, soleiðis
sum roknast kann við, at lið
gera í slíkum dystum. Tað
gjørdu teir í FCK bert í ein
hálvleik, og tað var ov lítið.
Og so vóru 23 minuttir
eisini ov lítið hjá Toda
Jónsson, til at hann kundi
broyta støðuna, tó at hann
við upplegginum til málið
gjørdi eina ítøkiliga roynd.
Dysturin í tølum:
Finala í DONG-cup
Parkin, keypmannahavn
FCK-OB 1-2 (0-2)
0-1: Søren Berg, 10.
0-2: Dennis Siim, 12.
1-2: Christian Lønstrup,
82.
Áskoðarar: 28.481
FCK: Magnus Kihlstedt –
Peter Christiansen, Martin
Albrechtsen, Bo Svensson,
Tomas Antonelius – Thom-
as Røll Larsen, Erik Myk-
land, Christian Poulsen,
Christian Lønstrup – Sibu-
siso Zuma, Peter Møller
OB: Karim Zaza – Fernan-
do Derveld, Lars Jacobsen,
Michael
Hemningsen,
Dennis Siim – Morten Ras-
mussen, Carsten Hemn-
ingsen, Andrew Tembo,
Kasper Dalgas – Søren
Berg, Mwape Miti
Alt skuldi verða so gott, men
kortini kiksaðu favorittarnir í
summarhitanum. Vónbrotið
var eisini sjónligt, tá teir eftir
dystin máttu hyggja at, tá
gullmerkini og steypið vóru
handað OB-leikarunum
Umstøðunum bilti einki.
Fredgaard tribunan var
hvítklødd, tá dysturin
byrjaði, og leingi royndu
trúføstu áskoðararnir at
díkja liðið longur fram á
vøllin
Sibusiso Zuma, sum her verður steðgaður av OB verjuni, tóktist als ikki at trívast eins væl í álopinum, nú vanligi liðfelagin var á beinkinum
Todi fær silvur
C
M
Y
K
18