leygardagur 11. mai 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 88 - 11. mai 2002
– Tað loysir seg ikki at
taka nakran kjans,
nú Todi endiliga er
komin fyri seg aftur.
Tí valdi eg Peter
Møller fram um,
segði Hans Backe
DONG CUP
Eyðun Klakstein – Parkin
Venjarin hjá FC Keyp-
mannahavn gjørdi av at seta
Toda Jónsson á beinkin, tá
FCK spældi steypafinaluna
hósdagin.
– Tað loysir seg ikki at
taka nakran kjans, nú Todi
endiliga er komin fyri seg
aftur. Tí valdi eg Peter
Møller fram um Toda til
hendan dystin, segði Hans
Backe, tá hann hitti pressu-
na eftir tapið móti OB.
– OB hevur eina sera
kropsligt sterka verju, og
tað hugsaði eg eisini um, tá
eg tók Peter Møller fram
um Toda.
1 metur og 90 høgi Peter
Møller spældi út til mið-
skeiðis í seinna hálvleiki, tá
Todi kom á vøllin fyri
hann. Tá hevði Brøndby-
Møller ikki gjørt nógv um
seg, men hevði runnið í
rangstøðufelluna hjá OB
einar fimm ferðir. Hann
hevði tó eitt skot á tvør-
stongina stutt fyri, at hann
varð tikin út.
Avgerðin bíðar
Todi hevur fyrr í ár biðið
um at verða spardur til onk-
ran dystin, men tað hevði
hann ikki gjørt hesaferð.
Tað var tí avgerðin hjá
FCK-venjaranum
sum
gjørdi, at Todi sat á beinkin
meginpartin av tí avgerandi
steypadystinum.
– Sjálvandi vildi Todi
ikki sparast nú, tí hetta var
ein finala. Todi venur nú á
hædd við hinar spælarar-
nar, og hann spælir væl, tí
vildi eg ikki taka nakran
kjans. Eg má eisini hugsa
um, at Todi hevur verið
nógv skaddur, og at spæla
tveir so harðar dystir innan
fáar dagar, kann kosta,
segði Hans Backe.
– Tað er heldur ikki stór-
vegis munur millum Toda
og Peter Møller. Báðir hava
skotið avgerandi mál fyri
okkum í ár.
Byrjar Todi so inni ímóti
Brøndby sunnudagin?
– Tað kann eg ikki siga.
Vit venja fríggjadagin og
leygardagin, og aftaná taki
eg støðu til tað.
Tað verður tó mett sann-
líkt, at Todi verður á vølli-
num frá fyrsta bríksli í stór-
dystinum ímóti Brøndby.
Peter Møller gjørdi í øllum
førum ikki stórvegis rekla-
mu fyri sær sjálvum í
steypafinaluni, meðan Todi
hinvegin legði upp til málið
hjá FCK.
Fyrrverandi
venjarin hjá Toda
Jónsson ivast ikki í,
at føroyska
álopsessið er til
reiðar, tá
stórdysturin móti
Brøndby verður á
skránni sunnudagin
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Ein av mongu áskoðaru-
num, sum sunnudagin
fara í Parkini, kennir fót-
bóltsleikaran,
Toda
Jónsson, betri enn tey
flestu.
Manne
Høgnesen
hevur í mong ár verið ein
av berandi kreftunum í
ungdómsarbeiðinum hjá
KÍ, og sum venjari hevði
hann í nógv ár gleðina av
at hava Todi í leikarahópi
sínum. Í árunum frá 1985
til 1989 var Manni
venjari hansara, og hann
var alt fyri eitt fúsur til
eitt lítið prát um piltin,
sum
nú
er
størsta
føroyska
fót-
bóltsstjørnan.
Óimponeraður
Og hóast Todi saman við
liðfeløgunum
var
vónbrotin hósdagin, so
ivast fyrrverandi venjarin
ikki í, at hann fer at verða
á toppinum aftur, tá farið
verður
í
gongd
sunnudagin.
- Tað eri eg ikki í iva
um. Hann hevur altíð
verið tann, sum gekk á
odda, tá tøk skuldu taka.
Ábyrgdarfullur
og
álítandi og hann kann
gerast í øðini, um alt lið-
ið ikki stendur saman, tá
á stendur.
Og hóast tað er talan
um stóra stórdystin í
Danmark við 40.000
fólkum uttan um vøllin,
so ivast Manne heldur
ikki í, at Todi er maður
fyri at spæla væl kortini.
- Tað hevur altíð verið
so, at hann bara hevur
hugsað um tað, sum
fyriferst
á
vøllinum.
Hóast tað onkun tíð
kundu vera nóg so nógv
fólk og hyggja, tá vit
spældu, so var tað ongan
tíð nakað, sum hann
hugsaði um. Hann var
altíð
fullkomuliga
óimponeraður, og tað
verður hann eisini sunnu-
dagin, sigur Manne at
enda um leikaran, sum
fyri tað mesta spældi á
miðvøllinum í yngru
deildunum, men sum
varð fluttur niðan í álopi,
tá
koyrilærarin
í
Klaksvík helt, at evnini
vórðu betri gagnnýtt har
frammi.
OB venjarin, Troels
Bech, sum er giftur
føroyskari konu,
hevði ikki væntað, at
Peter Møller fór at
vera á vøllinum frá
fyrsta bríksli
DONG CUP
Jákup Mørk - Parkin
Hóast tað ikki eydnaðist
Toda at fáa hendur á steypi-
num frá DONG, so verður
kortini okkurt føroyskt
íkast í steypinum.
Troels Bech, venjarain
hjá OB, er nevnliga giftur
føroyskari konu, so um ikki
annað, so verða tað helst
føroyskar
hendur,
sum
komandi árið fara at ansa
steypinum.
Konan
hjá
Troels er Malan Zacharia-
sen úr Havn.
Bilsin um Toda
Tá vit eftir dystin hittu
Troels, var tað ikki meira,
enn at røddin hóraði undan,
nú hann í 90 minuttir hevði
koyrt á leikarar sínar, men
hann gav sær kortini góðar
stundir at tosa við føroysku
umboðini.
- Sjálvur helt eg, at hatta
var ein góður dystur at
hyggja at. Ikki minst tá vit
so eisini vinna dystin, men
eg má tó siga, at nógv verð-
ur avgjørt fyrsta korterið
ella so. Vit høvdu undan
dystinum avtalað, at vit alt
fyri eitt skuldu royna at
trýsta, men uttan at vit tóku
ov nógvar vágar í uppspæli-
num, so FCK slapp at kon-
tra, og tað má eg bara siga
eydnaðist til fulnar.
Um føroyska íkastið til
dystin, Toda Jónsson, segði
OB-venjarin, at hann var
bilsin um, at Todi ikki byrj-
aði á vøllinum.
- Nú hevði eg helst vitað
tað, um eg legði í at lesa
morgunbløðini, tí tey vistu
jú øll, at Møller skuldi
byrja inni á vøllinum.
Sjálvur kann eg bara siga,
at eg ikki hevði roknað við
hesum. Zuma og Todi ar-
beiða somikið væl saman,
og skilja hvønn annan so-
mikið væl, at eg ivaðist ikki
í, at teir skuldu byrja í
álopinum.
Einki skerpikjøt
í kvøld
At enda, eftir at hava tosað
nakað aftur og fram um
vinir um kenningar í Føroy-
um, noyddist OB-venjarin
at fara til døgurðan, sum
leikarar á báðum liðum
skuldu til eftir dystin.
Spurdur um tað kanska
skuldi verða føroyskur mat-
ur á skránni, segði hann at
enda skemtandi.
- Tað kann væl vera, at eg
havi ilt í búkinum í morgin,
men tað verður so neyvan
skerpikjøt, sum verður at-
voldin til hetta, segði ein
flennandi OB-venjari at
enda.
FCK-venjarin:
– Eg mátti spara Toda
Hans Backe spardi Toda í steypafinaluni, men hann vil ikki siga, um føroyski áleyparin byrjar
inni í stórdystinum ímóti Brøndby
Mynd: Jonhard Hammer
Todi er
til reiðar
Tað hevur altíð verið so, at hann bara hevur hugsað um
tað, sum fyriferst á vøllinum, sigur Manne, nú Todi skal
spæla fyri fullsettari Park
Føroyskt íkast í OB
OB venjarin var bilsin um,
at Todi Jónsson ikki
byrjaði dystin í álopinum
Frá fríggjadegi 10. mai til hósdagin 16. mai
Fólk og frítíð
Botnurin
Onside Special
Eldsløkking, bjarging
úr gummibáti, flóta á
sjónum og fyrstuhjálp
eru bert nakrar av
lærugreinunum, sum
næmingarnir á Ziska-
trø sluppu at royna á
einum 4-daga trygdar-
skeiði á Trygdarmið-
støðini í Klaksvík.
Hetta er ein liður í
royndini at brynja
komandi sjófólk til
nýggju krøvini at
mynstra umborð á før-
oyskum skipum. Nú er
neyðugt við trygdar-
prógvi, undantøk verða
bert givin eldri sjófólki
fram til 1.januar 2003.
Ein øðrvísi og spenn-
andi skúlavika stóð
fyri framman, tá SvF
vitjaði norðuri í størsta
fiskivinnubýinum í
landinum.
Lagt til rættis:
Zacharias Hammer.
Klipt: Alexander
Gaard Joensen. Foto-
grafur: Zacharias
Hammer.
Tryggir skúladagar
Fres – Býlingshúsið
á Ternuryggi
Gamla apotekið
Hvat hendir í tí gamla bygn-
inginum, har tað einaferð
var apotek? Hesin er tann
stóri spurningurin, sum
hevur herjað um rásir og
varp hesa seinastu vikuna.
Landsins kosnu eru farnir at
»skipa« seg í samgongu, og
alt hetta spælið gongur fyri
seg á staðnum, har tað altso
einaferð var apotek.
Eg gekk satt at siga
gjøgnum skránna fyri vik-
una fleiri ferðir fyri at vita
eftir, um eg ikki hevði
gloymt onkra sendingina í
vikuni, men gakk, tað hevur
fyri tað nógva verið poli-
tikkur, val og samráðingar.
Tað er heldur ikki so und-
arligt, tá hugsað verður um,
at hetta er ein avgerandi
løtu fyri føroyska fólkið.
Hvørja leið skal hetta land-
ið hjá okkum ganga?
Tað er tó nakað undarligt
nakað, hetta gamla apotek-
ið. Søgan veit at siga um
nógvar og drúgvar samráð-
ingar, ið hava havt sítt at
siga fyri landið og fólkið.
Nú kunnu vit so aftur eina
ferð seta okkum framman
fyri skíggjanum ella leggja
oyrað til útvarpstólið fyri at
frætta um, hvat og hvussu í
teimum innanhýsis dystu-
num, ið verða leiktir á
Gamla Apoteki.
Roynt verður at senda frá
bæði innleiðandi umføru-
num
eins
endaspælið.
Hyggjararnir og lurtararnir
skulu heldur ikki snýtast
fyri nakað mál.
Leikurin tykist eisini í
fleiri førum at vera serfør-
oyskur.
Eina hædd upp, onkur
eina hædd niður. Kanska
ein túr runt í húsinum og so-
leiðis gongur hesin politiski
valsurin, ið jú hevur verið
einasta
týdningarmikla
punktið á dagsskránni hesa
seinastu vikuna. Vit hava
eitt verkfall, men tað meira
spøkir enn dregur.
Spælið verður spælt á
Gamla Apoteki, og so er tað
heldur ikki annað enn rími-
ligt, at mikrofonir og upp-
tøkutól eru tilstaðar.
Tað er tó hvørki høvd ella
haliðá hesari skipanini.
Sum best ber til kemur onk-
ur politikari við einum út-
talilsi og ógvuliga óvinar-
ligu karmarnir fyri miðlar-
nar – so søguligir sum teir
einaferð eru – skapa eitt
undarligt umhvørvi til nakr-
ar undarligar dystir.
Barnavarp
Tað stendur við og versnar.
Hetta er eitt orðafelli, sum
vit mangan hava lagt oyra til.
Sama spor og alt annað enn
hækkandi góðsku.
Í so máta var tað eisini
hetta, ið eg rætt og slætt
hevði roknað við, tá eg kom
at tendra fyri útvarpstólinum
og barnaútvarp var á skránni.
Sjálvur minnist eg, hvussu ó-
føra stuttligt tað var at lurta
eftir útvarpinum, men eg
kom ongantíð so langt sum
at ringja inn.
Men tað eru tað onnur, ið
fáa møguleikan til, og eg
haldi rætt slætt, at tað kann
ikki annað enn frøða ein, tá
útvarpið ger tað so gott við
hesum yngsta hyggjara-
skaranum.
Sendingarnar eru lættar og
óivað eisini stuttligar hjá
børnunum at lurta eftir. Tað
er veruliga alla rós uppiborið
soleiðis sum vertirnir megna
at fáa nakað burturúr ongum.
Tað vil so siga, at tað er ikki
neyðugt við tí heilt stóra
aparatinum, men hugflogið
ger, at vit fáa spennandi
sendingar, ið heilt vist raka
rætta plássið hjá málbólki-
num. Tá nøkur duga væl at
finna uppá, so verður tað
skjótt ein fragd. Tað ljóðar
gott.
HM
Ikki bara hevur mai mánað
higartil megnað at hita okk-
um nakað stórvegis, og
hann hevur eisini verið
karmur um politiskan leik.
Mai mánað verður eisini
mánaðurin,
har
flestir
hyggjararnir byrja at savna
seg framman fyri skíggju-
num. Tíðin er vorðin búgv-
in til HM-endaspælið í fót-
bólti.
Størsta sjónvarpshend-
ingin í heiminum fer av
bakkastokki síðst í hesum
mánaðinum, og fólk eru far-
in at leggja frítíðina tilrættis
eftir hesum – ella tey áttu.
Kring allan heim fara
fólk at sita rúnarbundin
frammanfyri skíggjanum, tí
her skal nógv henda. Tann
sanna
hyggjaramentanin
rakar eitt nýtt høgt stað teir
dagarnar, endaspælið er.
Vónandi fáa vit eisini fylgt
væl við.
Heri á
Rógvi
ummælir:
Sunnukvøldið kl. 20.00
Mikukvøldið kl. 19.30
Fríggjakvøldið kl. 18.30
Leygarkvøldið kl. 20.50
Sunnudagin kl. 11.00
C
M
Y
K
21
20