leygardagur 11. mai 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 88 - 11. mai 2002
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Uppi á Egg: Havið
logar undir tær, og hav-
hestarnir strúka fram-
við eggini so nær, at
væl hevði borið til at
tikið teir við stong.
Ferðalagið situr á vøll-
inum og etur mat-
pakka, sum vit hava
havt við, og alt er bara
gott.
Ein sera væl nøgdur
flokkur av gongufólki,
sum við ferðaleiðara
eru farin av Mýrum í
Sørvági tann stutta
túrin niðan á Egg.
Hotel Vágar skipar
fyri ymsum tiltøkum
gjøgnum árið. Eitt
teirra hevur seinnu
árini verið útferðir
ymsastaðni í Vágum.
Roynt hevur verið við
gongutúrum, eins og
siglt hevur verið kring
Tindhólm.
Eini 30 fólk munnu
vit vera, sum fara úr
bussinum uppi á Mýr-
um og ætla okkum
niðan á Egg. Restin, út
móti teimum 20 ella
so, eru farin oman til
Sørvágs, tí tey skulu
sigla kring Tindhólm.
Ája, vit fara so til
gongu. Ferðaleiðaran
hava vit heintað í Sørvági. Hann
var júst afturkomin av fjalli í
Gásadali, men tað ger nú ongan
mun soleiðis hjá einum, sum
vanur er at ganga, at fáa hendan
stutta túrin gjøgnum slætta
hagan.
Krígsøki
Hetta er krígsøki, vit ganga
ígjøgnum. Ikki soleiðis at skilja,
at kúlur og granatir flúgva
gjøgnum luftina, men tí, at her
hildu bretarnir til undir krígnum.
Nógvir betongstólpar stinga
enn upp úr jørðini og minna á
allar hermannabarakkirnar, sum
her uppi stóðu.
– Í dag er bara ein eftir, sigur
Høgni, ferðaleiðarin, og peikar
við stavinum móti eini hvítari
avrundaðari barakk, sum stendur
vinstrumegin, har vit ganga.
Høgni er røktingarmaður her,
so hann kennir hagan og seyðin,
og tað sanna vit, sum líður út á
túrin.
Komin niðan móti hegninum,
skulu vit ígjøgnum eitt portur við
eitt seyðahús, har stendur.
Meðan Høgni tekur hegnið frá,
standa fólk, júst sum seyður í
rætt, og bíða. Minnir nágreiniliga
um, tá menn fara at geva
kraftfóður.
Meðan fólk ganga ígjøgnum
smoguna, verður onkur varur
við, at har kemur meira fólk
niðan brekkuna aftan á okkum.
So varð kikað, og skjótt er greitt,
at tað eru nøkur teirra, sum
skuldu sigla kring Tindhólm.
– So munnu tey hava hildið tað
verið naka óslætt uttan fyri,
verður tosað, meðan vit bíða eftir
hesum fólkunum.
Tey gera skjótt av og loypa um
hegnið. Tykjast ikki hava nakran
trupulleika við at fáa okkum
aftur, og so skjótt vit hópast,
verður spurt, hvat nú er á vási.
– Nei, tað var bara tað, at
báturin, tey væntaðu - og høvdu
fingið at vita - at skula sigla við,
kom ikki, tí hann flytir fólk um
Vestmannasund, nú verkfall er.
Tað gevur helst meira enn ein
leigutúrur kring Tindholm,
verður tosað. Í staðin var so ein
útróðrarbátur úr Sørvági fingin
til vega, men hann hevði ikki
loyvi at taka øll við, sum upp
vóru møtt. So nøkur máttu bara
venda aftur.
Ymsir torvheiðar
Vit ganga niðan gjøgnum hagan
og fáa frágreiðingar um, hvussu
hetta og hatta eitur. Her vóru
bretarnir vanir at hava skjóti-
venjingar, og har lá vatnleiðingin
oman til leguna á Mýrum.
Nakað uppi síggja vit eina
vatnbrunn, sum bretarnir hava
fingið vatn úr til allan býin á
Mýrunum.
Torvheiðar hava tey havt her
uppi. Eitt sindur løgið, heldur
ferðaleiðarin, at tey eru farin her
niðan at skera, tá nógv, gott torv
var at fáa nógv nærri bygdini.
– Men tað man nokk vera tí, at
teir hava lagt upp fyri fullveldin-
um, heldur hann skemtandi fyri,
at teir hava tikið tað, sum longst
er burtur fyrst, so lættari hevur
verið at gingið eftir tí seinna.
Nøkur frágreiðing um, hvat tað
hevði við fullveldið at gera, kom
tó ongantíð.
Heldur man tað hava verið so,
verður samst um, at tey, sum
meira áttu, lógu nærri bygdini,
meðan tey, sum minni ella einki
áttu, fingu ávíst teir óhøgligu
torvheiðarnar. Tað er sær
sjálvum líkt.
Fólk eru farin at skilja seg
burturúr. Onkur er, sum gongur
skjótt, meðan onnur bara taka
tað róligt. Veðrið er so vælsign-
að, og góð tíð er, til farast skal til
borðs á hotellinum seinni á
kvøldi.
Komin nakað niðan er onkur,
sum finnur eitt tjaldursreiður, Og
mín sann um ikki eitt egg er í.
– Tað var heppið at finna eitt
egg á veg niðan á Egg, eru fók
samd um.
Krossmessa var í gjár, og so
verður tosða um, at gamalt er, at
tjaldrið skal hava fult reiður á
krossmessu, hóast ikki øll eru
samd um tað.
Minniligu bjørg
Og vit koma niðaná. Fáa at vita,
at her eru tríggjar gjáir, sum vit
skulu ansa eftir ikki at ganga
okkum í, og eitt sindur av leys-
um upsum er eisini at ansa eftir.
Haðar skulu vit ikki fara.
Men útsýnið her uppi er heilt
ófatiliga vakurt. Norður eftir
síggja vit bjørg og skorar, har
seyður gongur. Bæði hagaseyður
og eisini slíkur, sum sleptir verða
í fitilendi.
Vit fara út á eggina og síggja,
at staðið ber navnið av røttum.
Her er knívhvøss egg niður fyri
og beint í havið. Undir okkum
standa Dunnesdrangarbir leysir
úr landi, og havið er so silvur-
litað, so langt eygað røkkur.
Eini tvey skip og ein minni
bátur fara framvið nakað úti, og
meðan vit sita og fáa okkum
matpakkan, kemur flogfarið hjá
Atlantsflog strúkandi framvið.
Tey eru eisini á
sightseeing, er líkt til.
Eftir at hava notið
útsýnið og tað, vit
høvdu við, verður
farið suður við eggini,
soleiðis at vit síggja
suður við landinum
heilt at Bøsdalafossi
og Trælanípuni.
Suðuri í havi liggja
oyggjarnar allar. Suð-
uroy og Dímunar báð-
ar. Skúvoy og Sandoy.
Fyri vestan er Myki-
nes, har drangarnir
standa so klárir, leysir
úr Hólminum. Ein
sera vøkur sjón, sum
bara ger undranina og
virðingina fyri før-
oysku náttúruni størri.
Tað dregur eitt
sindur út, men vit
mugu síggja Fransa-
holuna kortini, áðrenn
vit fara til hús, heldur
ferðaleiðarin.
Hann fer út á eggina
og hyggur niður í
skorina undir okkum
her suðuri. Har ganga
eina tvær ær, sum
hann vil hava uppaftur
á slætt. Fer at blaka
grót, og tað eydnast
honum at fáa tær at
venda og ganga út
aftur eftir rásini og
oman á slætta hagan.
Men tá vóru tær
tríggjar.
Fransaholan skal hava verið
brúkt at goyma seg fyri sjórænar-
um. Bæði fólk og fæ, verður
sagt.
Heldur man hetta vera eitt
náttúrufyribrigdi, sum ikki hevur
havt nakra uppgávu sum so, tí tá
komið verður nærri holinum,
kennist týðuligur trekkur ígjøg-
num, so eingin ivi er um, at
holið er opið út aftur longri niðri
í berginum.
Tað er nú liðið nakað væl út á
dagin, so vit halda leiðini aftur at
húsum. Ganga mestsum somu
leið, tó vit eru eitt sindur eystari
á. Onkur finnur eina riflupatrón,
sum bretarnir ivaleyst hava lagt
eftir seg, tá teir hava havt skot-
venjingar undir krígnum. Hon
var tærd, so hol er á. Einki at
goyma, so hon verður slept í eina
tjørn og væntað verður so, at hon
søkkur niður í móruna.
Hóast túrurin ikki var langur,
var hann ein av teimu heilt
frægu, sum avgjørt er verdur at
bjóða fólki.
Ivaleyst átti ferðavinnan í
Vágum at fingið onkrar avmerk-
ingar uppi á sjálvari eggini. Eitt
nú har leysa lendið er, eins og
merkt eigur at verða, hvar
gjáirnar eru, ein skal ansa sær
fyri.
Sælir vit frælsu ferðamenn
Ein útferð niðan á Egg sunnavert Sørvág, er túrur, sum øll kunnu fara.
Tað er lætt og gott at ganga, og túrurin er stuttur. Men komin niðan,
bíðar ein sjón, sum av sonnum er verd at uppliva
Stórbært er at hyggja vestur av eggini og síggja bjørg og bláar skorar. Onkur var eitt sindur varin at byrja við, men tað gekk skjótt yvir
Mynd: Edvard Joensen
Nr. 88 - 11. mai 2002
33
Mánadagur 13. mai
Mandagsbio:
The Ghost and the Darkness
Í endanum av 1800 talinum, verður John Patterson
sendur til Eysturafriku fyri at byggja eina jarnbreyta-
brúgv. John er sannførdur um, at tíðarætlanin fyri
brúnna skal verða hildin, inn til ein røð av ræðuligum
deyðsfallum ræðir øll á byggiplássinum. Tað vísir seg,
at tvær blóðtystar leyvur standa aftanfyri drápini, og
skjótt er umráði eitt slaktarí – hvørja nátt koma leyvur-
nar og taka menniskju. Brúgvabyggjararnir seta vill-
djórajagaran, Remington í starv, sum er kendur fyri
mót og ekspertisu í at drepa leyvur. Remington noyðist
tó skjótt at innsíggja, at dreparaleyvurnar duga væl at
snúgva sær.
Leikandi: Michael Douglas, Val Kilmer, Tom
Wilkinson, John Kani, Bernhard Hill, Brian McCardie,
Emily Mortimer.
Leikstjórn: Stephen Hopkins.
Weather
22.30 Earth Report
Hi-Tech
Harvest
23.00 BBC News - followed by
Weather
23.30 World Business Report (r)
23.45 Asia Today
5.00 Garfield og venner
5.25 Børnehjørnet
7.00 TV-Shop
8.00 Lassie på nye eventyr
8.25 Ricki Lake
9.15 Ricki Lake (G)
10.10 Horton-sagaen (G)
11.00 Horton-sagaen
11.50 Once & Again
12.45 Time of Your Life
13.40 Popular
14.35 Med på moden
15.05 Bette
15.35 Ricki Lake
16.30 Simpsons
17.00 Alle elsker Raymond
17.30 Vild med dig
18.00 Sjov og Spas
18.30 Blossom
19.00 Fear Factor
20.00 Mandagsbio: The Ghost and
the Darkness
22.05 Bag Facaden (G)
23.05 Seinfeld
23.35 Simpsons (G)
0.05 Ti tommelfingre
0.35 Walker Texas Ranger
1.30 Ricki Lake (G)
2.20 Træneren
2.50 Træneren
3.20 Ti tommelfingre (G)
3.45 Sunset Beach
4.30 Godnat
7.00 Tíðindi
7.05 Morgunlestur - Jónsvein
Bech, prestur, lesur
7.15 Barnaløtan - Jonna og Kári
leggja til rættis
7.30 Tíðindi
7.35 Morgunrásin - Bjarni Mohr
og Hilmar Jan Hansen leggja
til rættis
8.00 Tíðindi
8.03 Morgunrásin
9.00 Tíðindi
9.03 Sunnudagsløtan (e) - Jonna
og Kári leggja til rættis
9.35 Dagsins tónar
9.50 Morgunlestur (e) - Jónsvein
Bech, prestur, lesur
10.00 Tíðindi
10.03 Fimleikaløtan 2
10.10 Tit skriva, vit spæla - Øssur
Egholm leggur til rættis
11.00 Tíðindi
11.03 Løg mær dámar (e) - 1.
sending hjá Ivani Eginsson
11.35 Undir døgurða
12.00 Veðurtíðindi
12.02 Middagstónleikur
12.15 Skráin og lýsingar
12.20 Tíðindini
12.40 Døgurðatónar
13.00 Tónatímin
14.00 Spurnarkapping millum
framhaldsskúlar (e) - Fyrra
hálvfinala. Suni Merkistein
leggur til rættis
15.00 Tíðindi
15.03 Nýtt og gott gamalt - Magn-
us Johannesen velur løgini
16.00 Tíðindi
16.03 15 tær bestu (e) - Heðin
Arge stílar fyri
17.00 Tíðindi
17.05 Hvat nú? - Elis Poulsen
skipar fyri
18.00 Barnaløtan (e) - Jonna og
Kári leggja til rættis
18.25 Skráin og lýsingar
18.30 Tíðindini
19.00 Stýrivolt - Mentanarlig brúk-
arasending. Birgir Kruse
leggur til rættis
19.30 Rák - Tónleikasending hjá
Kim Hansen
20.00 Løg mær dámar - 2. sending
hjá Ivani Eginsson
20.30 Mark - Stuttsøga eftir Hanus
Kamban. Egi Dam lesur
21.00 Tíðindi
21.05 Dagsetur - Øssur Egholm
leggur til rættis
22.00 Estudio 2000 -
Tónleikasending hjá Kára
Annand Berg
23.00 Tíðindi
9.45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju
Hansen
10.00 Leysaløtan (e) - Endursend-
ing frá fríggjadegnum - Inn-
sløg, prát og tónleikur -
Sonne Smith og Sunneva
Petersen leggja til rættis
11.00 Fólk á rásini (e) - Endursend-
ing frá leygardegnum -
Vagnur Michelsen prátar við
Sjúrður Poulsen, uppvaksin í
Skúgvi
12.00 Tíðindi og kunngerðir
12.15 Tónleikur
13.00 Ynskiløtan - Heilsur frá lurt-
arum - Sunneva Petersen er
vertur - Send heilsanir um
(www.ras2.fo) ella á fax.
359990
14.00 Lýsingar
14.05 Ynskiløtan (framhald)
15.00 Tíðindi og kunngerðir
15.15 Leysaløtan - Innsløg, prát og
tónleikur - Sonne Smith og
Sunneva Petersen leggja til
rættis
16.00 Tónleikur
18.00 Tíðindi og kunngerðir
18.15 Tónleikur
19.00 Orð á Leiðini (EvR) (e) - End-
ursending frá hósdegnum -
Jeremias profetur - 4:12 -
Zacharias Zachariassen
leggur til rættis
19.40 Tónleikur
21.00 Tíðindi og kunngerðir
21.15 Orðið (e) - Endursending frá
í morgun - Bíbliulestur v/
Anju Hansen
21.30 Halleluja - Andalig tónleika-
sending v/ Heina Lützen og
Jógvan Poulsen
22.30 Liðugt
13.00 Byrjan – Dagsskráin verður
lisin
13.05 Bankabók Trúarinnar – eftir
C. H. Spurgeon
14.30 »Jesus og eg« barnasending
v/ Stellu Zachariassen (e)
15.00 Bønarlinjan frá hósdegnum
verður endursend
17.00 Bønartænastan byrjar. Tlf.
321377, tilber at senda fax
nr. 321379
17.55 Dagsins orð eftir Svenning
av Lofti
18.00 Bønartænastan – Biðji
verður fyri bønarevnunum
19.00 Brot & Bitar, ørvísi
tíðindasending
20.55 Bankabók Trúarinnar – eftir
C. H. Spurgeon
21.00 Teldan velur tónleik fyri
tilkomin
22.55 Dagsins orð eftir Svenning
av Lofti
23.00 Dagsskráin fyri týsdag verður
lisin
23.10 Blandaður tónleikur, Dagsins
Orð, o.a.
2:00 Møti (e)
3.00 Blandaður tónleikur, Dagsins
Orð, o.a.
6.00 Vit gevast
18.25 DV í kvøld
18.30 Fres e
19.00 Miðlingurin Malcolm 12
19.25 Urtagarðurin verður
broyttur 1:6
20.00 Dagur og Vika
20.20 Læknin hevur orðið
20.50 Bláa gongustjørnan 3:8 -
náttúrurøð frá BBC
21.40 Mamma var persisk
prinsessa - svensk sending
22.30 Krígsfelagar 3:10 - amerik-
onsk dramarøð - Óhósk-
andi fyri børn
23.35 Brúðarkjólin - kanadiskur
stuttfilmur
23.45 Gev mær tað! - pólskur
stuttfilmur
00.00 Liðugt
7.30 All Sports - Watts
8.00 Football - World Cup Road
to
9.00 Football - Youth Festival
Toulon
10.30 Football - Youth Festival
Toulon
12.00 Tennis - WTA Tournament
Rome Italy - Live
15.00 Cycling - Tour of Italy -
Live
16.30 All Sports - Watts
17.00 Football - Youth Festival
Toulon - Live
18.45 Football - World Cup
Stories
19.00 Football - Youth Festival
Toulon - Live
20.45 Football - Asian Culture
Cup
21.00 Football - Eurogoals
22.00 Football - Youth Festival
Toulon
23.00 News - Eurosportnews
report
23.15 All Sports - Watts
23.45 Football - The Match of the
Century
0.15 News - Eurosportnews
report
0.00 TLZ: »A History of Britain –
Beginnings«
1.00 TLZ: »The Human Body –
Raging Teens«
2.00 TLZ: »Giotto – The Arena
Chapel«
2.50 TLZ: »Ever Wondered?«
3.00 TLZ: »Rich Mathematical
Activities«
3.25 TLZ: »Tales of the Expected
- Coders«
3.30 TLZ: »Containing the
Pacific«
4.00 TLZ: »Trouble at the Top –
Carry on Caravanning«
4.40 TLZ: »Megamaths – Tables
– Eight Times Table«
5.00 TLZ: »Greek Language and
People – Getting Around«
5.30 Follow Through
6.00 The Story Makers
6.15 Step Inside
6.25 The Further Adventures of
Superted: »Leave it to
Space Beavers«
6.45 Playdays: »Tent Stop«
7.05 Blue Peter
7.30 Ready Steady Cook
8.15 House Invaders
8.45 Bargain Hunt
9.15 Violent Planet: »Inferno«
10.15 The Weakest Link
11.00 Teen English Zone
11.30 Great Writers of the 20th
Century: »Primo Levi«
12.30 Bergerac: »The Waiting
Game«
13.30 Ready Steady Cook
14.15 The Story Makers
14.30 Step Inside
14.40 The Further Adventures of
Superted: »Leave it to Space
Beavers«
15.00 Playdays: »Tent Stop«
15.20 Blue Peter
15.45 Martin Chuzzlewit
16.45 Wildlife: »Uninvited Guests«
17.15 Animal Hospital
17.45 The Weakest Link
18.30 Doctors
19.00 Eastenders
19.30 The Brittas Empire: »Mr
Brittas falls in Love«
20.00 In A Land of Plenty
21.00 Coupling: »Inferno«
21.30 Parkinson: »Kevin Spacey,
Judi Dench, Rory Bremner«
22.30 Animal Police
23.00 The Cops
0.00 BBC News - followed by
Weather
0.30 Correspondent: »My Brother
The Taliban Fighter« (r)
1.00 BBC News - followed by
Weather
1.30 The Car's The Star (r)
2.00 BBC News - followed by
Weather
2.30 Dateline London (r)
3.00 BBC News - followed by
Weather
3.30 Asia Today (r)
3.45 Reporters (r)
4.00 BBC News - followed by
Weather
4.30 HARDtalk
5.00 BBC News - followed by
Weather
5.30 World Business Report
6.00 BBC News - followed by
Weather
6.30 World Business Report
7.00 BBC News - followed by
Weather
7.30 World Business Report
7.45 Sport Today
8.00 BBC News - followed by
Weather
8.30 Euro Brief
9.00 BBC News - followed by
Weather
9.30 HARDtalk (r)
10.00 BBC News - followed by
Weather
10.30 Correspondent: »My Brother
The Taliban Fighter« (r)
11.00 BBC News - followed by
Weather
11.30 Asia Today
11.45 World Business Report
12.00 BBC News - followed by
Weather
12.30 HARDtalk (r)
13.00 BBC News - followed by
Weather
13.30 World Business Report
13.45 Sport Today
14.00 BBC News - followed by
Weather
14.30 Clarkson's Car Years:
»Family Car« 6: 6 (r)
15.00 BBC News - followed by
Weather
15.30 Asia Today
16.00 BBC News
16.30 HARDtalk (r)
17.00 BBC News - followed by
Weather
17.15 World Business Report
17.30 Click Online (r)
18.00 BBC News - followed by
Weather
18.30 World Business Report
18.45 Sport Today
19.00 BBC News - followed by
Weather
19.30 HARDtalk (r)
20.00 BBC News - followed by
Weather
20.30 Holiday
21.00 BBC News - followed by
Weather
21.30 World Business Report
22.00 BBC News - followed by
Stýrivolt
Bløð og list
Spælt verður út við tveimum stýrvoltum á hesum sinni.
Teir eru danska listakvinnan Pia Schutzmann og bóka-
vørðurin Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð.
Pia Schutzmann, sum er grafikari og limur í Koloris-
terne, greiðir frá listarligum arbeiði og teknikki, nú
hon sýnir fram í Listaskálanum.
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð er bókavørður á Lands-
bókasavninum og er við í Útnorðurverkætlan, ið hevur
til endamáls at talgilda bløð, so tey gerast betur at-
komulig hjá almenninginum. Byrjað verður við elstu
bløðunum, sum í Føroyum eru Færingetidende, ið
fyrstu ferð komu út hin 13. mai 1852, í dag fyri 150 ár-
um síðani. Birgir Kruse leggur »Stýrivolt« til rættis.
Urtagarðurin verður
broyttur 1:6
Dreymur ella veruleiki… Urtagarðsfólk og DR-TV
hava verið í sving og gjørt ein nýggjan urtagarð – uttan
at eigarin veit av. Hvat munnu tey fara at halda um
úrslitið?
Mamma var persisk
prinsessa
– Svensk sending
Farzone varð fødd í Iran, men sum smágenta varð
hon ættleidd til Svøríkis.
Øll barnaárini droymdi hon um biologisku mammu
sína, og tá ið hon er vaksin, finnur hon út av, at mamm-
an er á lívi í Iran. Hóast tær nú ikki longur tosa sama
mál og hava ymiska mentan, gleðir hon seg ótrúliga
nógv at møta mammuni aftur.
Krígsfelagar 3:10
– Amerikonsk røð
Danin Mikael Salomon hevur leikstjørnað hesum
partinum. Nú eru tveir dagar eftir D-Dagin og
amerikanska E-deildin skal taka bygdina Carentan,
sum hevur stóran hernaðarligan týdning. Hertøkan
verður ógvuslig, teir noyðast at berjast hús úr húsi og
nógvir hermenn hava ilt við at sætta seg við
ræðuleikarnar, sum kríggj hevur við sær.
Mánakvøldið kl. 20.00
Mánakvøldið kl. 19.25
Mánakvøldið kl. 19.00
Mánakvøldið kl. 21.40
Mánakvøldið kl. 22.30
C
M
Y
K
33
32