Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mai 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 88 - 11. mai 2002 Hanus Kamban FYRRI PARTUR Árla sunnumorgun streyma fólk inn í Alexander Nevski kirkjuna í Tallin, gomul, børn og ungdóm- ar, mest kortini eldri brosandi konur við blonkum, svørtum hári. Tey hava greinar í hondini, innkomin fáa tey sær logandi kertuljós og royna at ota seg gjøgnum trunkan innar í kirkj- una. Frammi í kóri standa tveir prestar og murra og messa, við síðum svørtum skeggi og høgum svørtum kollum, ikki ólíkir myndum, ein hevur sæð av eitt nú Makarios erkabiskupi ella Sigerti Patursson. Henda griksk-katólska dóm- kirkjan er ein av teimum fáu livandi leivdunum frá tí russiska valdinum í Estlandi. Bara russar- ar koma higar, bara russiskt mál hoyrist, og allar bókmentir, ið eru til sølu, eru á russiskum. Kirkjan varð bygd árini 1894- 1900, ivaleyst sum ein roynd — nú tjóðskaparrørslur fingu minnilutar um alt tað russiska ríkið at kvaklast við — at geva zarveldinum dyggari festi. Dómkirkjan er prýðilig uttan. Men innan er dámurin óektaður, her er ov nógv av skarti og ógvisligum litum. Seytjan ár eftir at henda kirkj- an varð bygd, lógu zarveldið og øll tann gamla skipanin í sori. Tjóðskaparligir nýlingar – Finn- land, Estland, Lettland og Litava – grulvaðu blunkandi út undan tí zarrussiska skjúrtufaldinum. Estland gjørdist eitt tjóðveldi í 1918. Landsins tjóðardagur er framvegis tann 24. februar. Guds spælipláss Uttan fyri Alexander Nevski er Tallin, tann gamli høvuðsstaður- in í tí gamla Estlandi. Á slættan- um út ímóti Eysturhavi, Rigavík- ini og Finsku Víkini hava fólk velt, havt neyt og á annan hátt búleikað í o.u. 7000 ár. Estiska lyndið tykist milt og spakført, men tað sprettur úr eini mentan, sum er forn og harðvunnin og torfør at basa hjá illa beintum uppstrembingum sum Týsklandi ella Russlandi. Hetta umráðið var heilt aftur í miðøld eitt av støðunum, har vesturlendingar, sum ætlaðu sær til Russlands, ella kanska víðari suður til Miklagarðar, í handils- ella trúarørindum, nomu land. Estar seldu loðskinn, við og hunang og fluttu inn metal. Soleiðis vaks býurin Tallin, fyrstu ferð umrøddur og kort- lagdur í 1154 av tí arabiska landafrøðinginum Idrisi, fram á hesum stað. Tá ið tempulriddar- arnir í seinnu helvt av 12. øld vóru við undirlutan í stríðnum um Palestina, varð farið undir at gera krossferðir eystureftir, m.a. til Estlands. Árini 1219-20 legði danski kongurin Valdemar II Norðurestland undir seg. Honum á baki komu teir týsku svørð- riddararnir og seinni hansakeyp- menninir. Líkasum Pólland og hini bæði baltisku londini bleiv Estland sum frá leið “Gud spælipláss”, kastibløka hjá teimum stórveld- um — Danmark, Týsklandi, Svø- ríki ella Russlandi — sum skift- ust um at hava valdið í londunum fram við Eystrasalti. Trúbótin Búskaparliga var støðan í mið- øldini tann, at týskir góðseigarar ella lensbarónar áttu at kalla alla jørð í Estlandi. Estar vóru upp- sitarar ella húskallar. Men trúbótin hevði við sær eina andiliga menning, sum spakuliga rein við hetta trælkaða fólkið. Í 1535 varð ein Luthers katekismus prentað í Wittenberg, á lágtýskum, men við estiskari umseting. Savnað og skipað hana hevði Simon Wanradt, prestur í Ólavskirkjuni í Tallin. Umsetari var estin Johann Koell, prædikumaður í Pühavaimu, Kirkju halga Andans í Tallin. Við hesi bók vórðu estiskar bókmentir bornar í heim. Sviar fingu sína fyrstu bíbliu- týðing í 1541, danskarar í 1550 og íslendingar í 1584. Í Estlandi var hetta arbeiðið seinkað, m.a. av tí, at ósemja var bæði um stavseting og um, hvat málbrigdi skuldi verða brúkt. Rakárini aftan á Tað norðurlendska stór- kríggið (1700-21) breiddi pietisman seg úr Týsklandi til Estlands. Eitt hjartamál hjá hesi rørslu var at geva bíblina út á estiskum. Anton Thor Helle, prestur og kønur í estiskum sum fáur (hann hevði í 1732 skrivað eina drúgva estiska mállæru) fór nú saman við øðrum undir at umseta halgubók. Tann fyrsta estlendska bíblian varð prentað í Tallin í 1739. Málið var norðurest- lendskt, sum síðani hevur verið ríkismál í Estlandi. Við útgávuni av bíbliuni varð grundarlagið lagt undir tí estiska bókmenta- lívi, sum blómar í dag. Tey fjúrtan føllini Undirritaði eri, saman við lands- Leysasøkk úr Tallin Estar venda sær í hesum árum við vaksandi forvitni móti Norðurlondum og Europa. So skjótt múrurin var fallin, vórðu Baltalond tikin við upp í tað norðurlendska mentunarliga samstarvið Útsýni av heygnum í Tallin. Aftast Ólavskirkjan, upprunaliga bygd í 1267 Mynd: Hanus Kamban Sosialurin Nr. 88 - 11. mai 2002 7 manni mínum Oddfríði Rasmus- sen, boðin á skaldskaparfestival í Tallin frá 25. til 27. apríl í ár. Hjástødd eru umframt okkum m.a. Erlend Loe úr Norra, Eva Runefelt úr Svøríki, Håkan Sandell úr Skåne, Sjón úr Íslandi og Inger Christensen úr Dan- mark. Av trappuni í Tjóðarbóka- savninum hava vit hoyrt yrkingar bornar fram á m.a. finskum, estiskum, kurdiskum, russiskum – og føroyskum. Henda fleirmálsliga, skald- skaparliga konsertin er hugtak- andi og gandakend, einum rennur í huga, at yrkjarin kann eisini vera shaman. Onkursvegna rímar hon eisini við estiskt lyndi, hetta málsliga næmið, sum ofta eyð- kennir tjóðir, sum hava verið settar í skammikrók av søguni og tí hava nógv at taka aftur. Estlendskt er partur av tí finsk- ugrisku málættini, sum eisini fatar um finskt, ungarskt og ein hóp av málum, sum verða talað av finsk-ugriskum tjóðarbólkum í Russlandi. Málið er klingandi og melodiskt, øll ljóð neyv og klár, so tað má vera munandi lættari at læra hjá einum føringi enn hjá eitt nú einum danskara ella einum fraklendingi. Eingin skyldskapur er millum ta indoeuropeisku málættina og tey finsk-ugrisku málini, sum verða søgd at hava ein agglutinativan (samanlímaðan ella ketumynd- aðan) bygnað. Har eitt nú før- oyskt hevur fyrisetingar, brúka estar fallbending. Føllini verða tí munandi fleiri, heili 14 í bending av navnorðum. Sum dømi kann nevnast, at orðið barn – á estisk- um laps – bendist soleiðis: laps lapse lapst lapses lapsesse lapsest lapset lapsele lapselt lapsega lapseta lapseks lapsena Nú má eingin halda, at undir- ritaði er kønur í estlendskum. Tað er Eha Vain, tann dugnaligi og nærlagdi fyriskiparin á tí norðurlendsku upplýsingar- stovuni í Tallin, sum bendir orðið laps fyri mær. Hon minnist ikki tað fjúrtanda fallið. Heldur enn ikki smoykin um mína støðu — eg eri hóast alt, í hesum ketumyndaða málgildi, ikki annað enn ein bendingarligur rakdirðil - takki eg fyri tey trettan føllini og sigi meg vera nøgdan. Ein er vanur við minni. Firvaldadalurin Endamálið við hesum fáu hug- leiðingum er ikki at greiða frá sjálvum skaldskaparfestivalinum, men at tekna eina strikumynd av søgu og mentan í Estlandi, sum hon dagar kámliga fyri einum skundmiklum ferðamanni. Tó skal sigast, at hetta tiltakið var sera væl fyriskipað. Estar venda sær í hesum árum við vaksandi forvitni móti Norður- londum og Europa. Í hesum sam- bandi kann verða nevnt, at so skjótt múrurin var fallin, vórðu Baltalond tikin við upp í tað norðurlendska mentunarliga samstarvið. Skipanin við norðurlendskum týðingarstyrki varð t.d. rúmkað, so at eisini baltisk forløg kundu søkja um stuðul úr NORDBOK til at geva út norðurlendskar bókmentir týddar til estiskt, lettiskt ella litavskt. Samstarvið, hesum tiltaki við- víkjandi, við Føroyar kom í lag, tá ið undirritaði fyri fáum mán- um síðani var á rithøvundavitjan í Estlandi. Á festivalinum las Oddfríður Rasmussen, av trapp- uni á Tjóðarbókasavninum í Tallin, yrkingina “Dreymar skulu turkast fyri at tulkast”, ið er partur av hansara amerikonsku suitu. Yrkingin kom á prent í estlendskari týðing í Sirp (Líggjanum), einum estiskum mentunarblað. Forkunnugt var seinni at hoyra yrkingar eftir Oddfríð og brot úr søgusavninum Pílagrímar eftir undirritaða borin fram á estlendskum. Annars er Inger Christensen, lágvaksin, stillfør, við vaknum, gløggum eygum, tann óalmenna prestinnan á hesum skaldatingi. Av bókasavnstrappuni las hon fyrsta ørindi úr savninum Sommerfugledalen frá 1991, sum fevnir um fimtan fullkomnar, kynstrugt samanflættaðar sonettir. Tann tólvta sonettin byrjar við hesum ørindi: Mit øre svarer med sin døve ringen, mit øje med sit indadvendte blik, mit hjerte ved, at jeg er ikke ingen, men svarer med det kendte lille stik. Eg eri so heppin at fáa fatur á eini týðing av Firvaldadalinum – ikki til estiskt, men til lettiskt, sum eins og litavskt er málsligur fermenningur hjá føroyskum. Bókin eitur á letlendskum Taurinu ieleja, umsetari er Knuts Skujenieks. Sum prentlutur er bókin eitt listarverk, dømi um kínan fyri prenti og útsjónd, ein ikki vanliga sær í Norðurlondum. Og soleiðis ljóðar sama ørindi á hesum máli: Auss atbild dobja duna zvanidama, un acs ar skatu, verstu ieksa tur; nekas es neesmu, velti jautadama, - sirds zin, bet atbildot man viegli dur. Hygg inn í køkin Men aftur til mentanina. Tallin- búgvar býta vanliga sína søgu sundur í fimm partar. Tann danska tíðin vardi frá 1219, tá Danabrók fall av himli, til 1346, tá Valdemar Afturdagur seldi Norðurestland til Týskland. Eitt minni frá hesi tíðini er Oleviste ella Ólavskirkjan, bygd uppruna- liga í 1267, nú kirkja hjá Brøðra- samkomuni. Gulløldin vardi frá 1346 til 1561. Sum týskur keypsstaður, limur í Hansaveldinum, við blóm- andi handli og sterkum verjumúri, var Tallin um hetta mundið ein tann størsti býurin í Norðureuropa. Frá hesi tíð er Ráðhúsið og somu- leiðis eitt apotek, upprunaliga bygt í 1422, sum enn verður brúkt, og sum eisini er fornminnissavn. Í 1561, eftir tað livoniska kríggið, tóku sviar Tallin, og frá 1625 var Estland partur av tí svenska ríkinum. Skúli og út- búgving tóku seg fram í hesum tíðarskeiði. Fyrst í 18. øld kemur tað størsta paradigmuskiftið í estisk- ari søgu. Svøríki og Russland stríddust um hetta mundið um at hava valdið yvir Eysturhavinum. Pætur Mikli tráaði vestureftir, móti tí europeisku siðmenning- ini, og við síni ísfríu havn var Tallin portrið til Europa. Russar sigraðu við Poltava, og í 1710 gav Tallin seg yvir. Nú kom zartíðin, sum vardi til 1917. Í hesum tíðarskeiði blivu est- lendskir bøndur lívogn hjá teim- um týsku góðseigarunum, sum framvegis høvdu tað veruliga valdið í Estlandi. Í torninum Kiek in de Koek í Tallin kann ein síggja, hvønn týdning býurin hevur havt sum skansi. Trappur ganga upp á ovastaloft, og á hvørjari hædd eru framsýningar av kúlum, goturstykkjum, gomlum kortum, búnum osfr. Navnið “Kiek in de Koek” sipar helst til, at ein gjøgnum gluggar og skjótihol kundi hyggja inn í grannans køk ella, í fluttari merking, kanna eftir, hvat fíggindin hevðist at uttan fyri býarmúrin. Hetta er tann fyrra av tveimum greinum við hugleiðingum úr Tallin. Í tí seinnu greinini verður greitt frá Estlands søgu í 19. og 20. øld. Eisini verður nomið við málfrøðingin Nurmekund, sum í tríatiárunum hevði samskifti við føroysk mentafólk í Keypmanna- havn. Býarmynd úr tí gamla Tallin Mynd: Hanus Kamban Apotekið við ráðhústorgið, bygt í 1422 Mynd: Hanus Kamban C M Y K 31 30