leygardagur 11. mai 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 88 - 11. mai 2002
LÍVSÁSKOÐAN
Marjun Dalsgaard
Meðan skelkurin so líðandi er
við at missa takið á familjuni
Petersen í Klaksvík, gongur 25
ára gamli Rúni Kim Petersen, og
sendir smíl til høgru og vinstru í
Keypmannahavn. Meðan vit
spáka í einum av vøkru urta-
gørðunum í býnum, sigur hann
frá teimum spurningum, sum
stinga seg upp, tá ein er ætt-
leiddur. Hann sigur frá, hvat
hann hugsaði, tá hann fekk
brævið frá biologisku foreldr-
unum, og hvussu sjálvt lívið
bráddliga fær ein annan dám, tá
nakað so óvæntað, sum hetta
hann nú upplivir, hendir.
- Jamen, lívið er bara so
spennandi, flennir hann.
- Tú hugsar kanska ikki um tað
í gerandisdegnum, men í veru-
leikanum veitst tú aldrin, um júst
hesin dagurin fer at broyta títt
lív. Tað er nokk hendan fantast-
iska kenslan av, at alt kann
henda, sum hevur ávirkað meg
mest í øllum hesum, heldur hann
fram, og sendir enn eitt strálandi
smíl til umheimin.
Bræv frá Korea
Rúni Kim Petersen er føddur í
Korea, uppvaksin í Klaksvík,
men hevur búð í Keypmanna-
havn, síðan hann var 22 ár. Hann
hevur trý systkin, tveir beiggjar
og eina systir, sum øll búgva í
Danmark.
Fyri nøkrum vikum síðani,
fekk mamma Rúna eitt bræv frá
adoptiónskontórinum í Århus.
Skrivstovan sendir regluliga
kunnandi tilfar til familjurnar,
sum hava ættleitt gjøgnum tey,
so hesum var einki óvanligt í.
Hon fekk tó ein hvøkk, tá hon
læt brævbjálvan upp. Brævið var
frá biologisku foreldrunum hjá
næstelsta soni hennara, Rúna.
Tey vilja fegin hava samband við
barnið, sum tey ættleiddu burtur
fyri 25 árum síðani.
- Mamma varð skelkað, og
bleiv so rørd, at hon fekk tár
eyguni, sigur Rúni.
- Tað hevur nokk verið ringt
Hoyrt frá biologisku
foreldrunum eftir 25 ár
Í Keypmannahavn gongur ein klaksvíkingur frá Korea og smílist. Hann eitur Rúni
Kim Petersen, og hann smílist, tí lívið er so ótrúligt og spennandi. Rúni er ættleiddur
og hevur búð í Klaksvík øll barnaárini. Beint fyri 25 ára føðingardagin fekk hann eitt
bræv frá biologisku foreldrunum í Korea. Tey vilja fegin hava samband við hann
- Tíðin vil vísa, hvat sambandið førir við sær. Tað eru tó nógvir spurningar, sum hann kundi hugsað sær at fingið
svar uppá, sigur Rúni Petersen.
hjá henni, tí hon var einsamøll,
tá hon fekk brævið. Pápi var
uttanlands, hon fekk tí ikki fatur
á honum beinanvegin. Eftirsum
hon ikki vildi siga mær tað í
telefonini, hevði hon ongan at
deila nýggjheitina við. Tað hevur
nokk kenst sum ein evigheit,
leggur hann aftrat.
Tá brævið kom, var Rúni og
vitjaði systrina, sum er undir
lesnaði í Odense. Pápin kom til
Odense á veg til Føroya at siga
honum, hvat var hent.
- Hann gekk soleiðis rundan
um meg. Spurdi so, um eg ikki
kom við at keypa eplir. Nei, tað
helt eg ikki. Sat akkurát og tókst
við okkurt. Jú, kom nú við, segði
hann, men eg hevði ikki hug. At
enda segði hann: Eg skal altso
tosa við teg, fortelur Rúni.
- Eg hugsaði: Ups, hvat havi
eg nú gjørt, fortelur hann og
flennir.
Komnir útum, segði pápin
Rúna frá, at hansara biologisku
foreldur høvdu sett seg í sam-
band við tey, og gav honum
síðan brævið.
- Eg ristist á hondunum, tá eg
tók brævið. Tað fyrsta eg hugsaði
var: Hví nú? Hví eftir 25 ár?
Sigur Rúni og leggur aftrat, at
hann hvørki var serliga glaður
ella keddur. Hann var bara skelk-
aður. Hann heldur, at grundin til,
at hann hoyrir frá teimum nú, er,
at hann er vaksin nú. Haraftrat er
biologiski pápin sjúkur og er ikki
so væl fyri.
Puslispælið gongur upp
At kenna, at biologisku foreldrini
veruliga eru til, og at tey hugsa
um ein, gevur eina kenslu av, at
puslispælið endiliga gongur upp.
Tað er sum um ein deilur av
samleika tínum altíð hevur
manglað, men nú er funnin,
greiðir Rúni frá.
- Tá tú ert ættleiddur, eru
fyrstu dagarnir av tínum lívi ikki
kendir av nøkrum, sum eru
rundan um teg. Tú veitst ikki,
hvat hendi. Tú veitst ikki, hvat
klokkan var, tá tú vart føddur.
Hetta er sovorðið, sum øll onnur
taka fyri givið. Tað er ein partur
av teirra lívssøgu, at tey vóru
fødd har og har, klokkan tað og
tað, sigur Rúni. Tí kennist tað,
sum um eg eri ein annar per-
sónur í dag. Tann dagin eg fekk
brævið, var fyrsti dagurin í
einum nýggjum lívi. Eg kenni
tað, sum eg skal byrja mína lívs-
søgu umaftur, fortelir hann.
Týdningarmesta svarið
Rúni veit nú, at hann hevur tveir
brøður í Korea. Ein yngri, sum
er 20 ár og ein eldri, sum er 28
ár. Í brævinum frá biologisku
foreldrunum stendur, at Rúni
varð ættleiddur, tí tey fóru frá
hvørjum øðrum, ímeðan mamm-
an var við barn. Hon skuldi nú
vera einsamøll við tveimum
børnum, og megnaði ikki at
breyðføða tey. Hon gjørdi tí av at
ættleiða barnið burtur, sum hon
gekk við. Nøkur ár seinni komu
foreldrini tó saman aftur, og
fingu enn ein son. Tað týdningar-
mesta fyri Rúna var at fáa svar
uppá, hví hann varð ættleiddur.
- Eg havi altíð hugsað um hví
— og nú veit eg hví. Uttan mun
til, hvussu hetta spælir av, havi
eg fingið svar uppá spurningin,
sum hevur plágað meg mest,
sigur Rúni.
Hann hevur eisini hugsað
nógv um, hvussu tey hava tað,
hvat tey gera, og um tey hava eitt
gott lív. Spurningar, hann endi-
liga hevur fingið svar uppá.
Tá foreldrini, Jana og Jaspur
Petersen, ættleiddu Rúna, valdu
tey, at biologisku foreldur
hansara skuldu hava møguleika
fyri at seta seg í samband við
hann, um tey ynsktu tað. Tað er
tó sera sjáldsamt, at hetta hendir,
og av tí sama er tað aldrin fallið
Rúna inn, at hann skuldi hoyra
frá teimum. Hann hevur heldur
ikki hugsað um at leita eftir
teimum. Tað hevur hann ikki
havt brúk fyri.
- Orsøkin er sera einføld, eg
havi eina familju, sigur hann.
Hann hevur heldur aldrin kent
nakað serligt tilknýti til Korea,
men hevur onkuntíð hugsað um,
hvussu lív hansara hevði verið,
um hann ikki var komin til Før-
oya. Hann hevði tó ikki viljað, at
tað var annaleiðis, leggur hann
aftrat.
Lært nógv um seg sjálvan
Fyri Rúna, er tað hendingin í sær
sjálvum, sum er tað mest fantast-
iska. Hann svav ikki nógv fyrstu
vikuna, tí tað var so ótrúligt, og
hann hevur lært nógv um seg
sjálvan hesa tíðina.
- Eg kenni meg sjálvan betur
nú, sigur hann.
- Eg hevði aldrin væntað, at eg
kundi vera í villareiði á hendan
hátt. Eg visti ikki míni livandi
ráð, tá eg skuldi taka støðu til,
hvat eg skuldi svara teimum. Og
um eg skuldi svara teimum yvir-
høvur. Tú hevur ongan møgu-
leika at vita, hvussu tað heila
spælir av, óansæð hvat tú velur.
Onkuntíð torir tú ikki reiðiliga at
trúgva tí. Tankar nema við teg, at
tað kanska ikki er veruligt. At
tað ikki eru tíni foreldur kortini.
Tú hugsar um, hvat tey vilja tær,
hvat tey vænta av tær og so
framvegis, sigur Rúni, sum hevur
gjørt av at seta seg í samband við
Koreafelagið har møguleiki er
fyri at tosa við onnur, sum hava
verið úti fyri tí sama.
Nógvar spurningar
Hóast í villareiði, hevur Rúni
gjørt av, at hann vil hava sam-
band við biologisku foreldrini.
Hann hevur nú skrivað eitt bræv,
sum verður sent gjøgnum
adoptiónskontórið í Århus.
- Fyrst skrivaði eg eitt langt
bræv, har eg segði teimum alt um
meg. Hvat eg tókst við, og so
framvegis, flennir hann.
- Men eftir, millum annað,
ráðum frá systur míni, kom eg
fram til, at tað nokk er best at
byggja eitt álit upp yvir eina tíð.
So skrivaði eg eitt nýtt bræv, har
eg bara segði, at eg vil hava
samband við tey. At eg havi tað
gott, og eri uppvaksin í einari
lítlari bygd hjá einari familju,
sum hevur stuðlað mær í øllum,
eg havi gjørt, sigur Rúni. Hann
veit enn ikki, um hann ynskir at
hitta tey.
- Tíðin vil vísa, hvat sam-
bandið førir við sær, sigur hann.
Tað eru tó nógvir spurningar,
sum hann kundi hugsað sær at
fingið svar uppá.
- Tú hugsar eisini um, um
nakrar arvaligar sjúkur eru í
familjuni og tílíkt, sigur hann.
Og so eri eg sjálvsagt øgiliga
forvitin eftir at vita, hvussu tey
síggja út. Um vit munnu líkjast,
mann eg vera pápabeiggi, alt
møguligt sovorðið, sigur hann.
Familjan er í Klaksvík
Rúni greiðir víðari frá, at bio-
logiska famlijan fyri hann, eru
nøkur nýggj vinfólk, sum hann
skal læra at kenna. Hann hevur
bara eina familju, og hon er úr
Klaksvík, eingin ivi er um tað.
- Tey vita, hvar tey hava meg,
so eg vænti ikki, at tey eru
bangin fyri at missa meg, ella
eru ótrygg við støðuna á nakran
hátt, sigur hann. Til spurningin,
um hann er bangin fyri at verða
skuffaður, svarar hann nei.
- Eg vænti mær einki. Vit hava
ymiska mentan og tílíkt. Korea
er jú langt vekk. Men eg havi
einki at missa sum so. Eg havi
familju og eg havi vinir. Eg kann
bara finna enn meiri eftir hetta,
sigur hann.
- Eg kenni meg sjálvan betur,
og havi sæð hvussu leikandi lívið
kann verða, tá tað bjóðar tað
mest óvæntaða. Tað er ein upp-
living í sjálvum sær. Umheim-
urin tekur takksamur ímóti enn
einum smíli, og vit spáka út úr tí
blómandi urtagarðinum langt
vekk frá Korea og Klaksvík.
Sosialurin Nr. 88 - 11. mai 2002
5
ingar av hesum áttu ongantíð at
verðið prentað. Hevur listin ikki
ein marknað, er ringt at halda
henni uppi.
Moralska skyldu
Prátið kemur inn á Nonnegaard
Petersen, sum var stjóri í Føroya
Banka í fimti- og sekstiárunum.
- Tað var tann tíð, tá ið Føroya
Banki við stjóranum Nonnegaard
gav føroyskari list ein veldugan
íblástur, tá bankin ikki bara
keypti til sín sjálvs, men eisini
nýtti listarverk sum gávur. Man
kann siga, at uttan at taka
munnin ov fullan, at bankin við
stjóranum átti størsta partin av
heiðrinum av, at føroysk list í
fimti- og sekstiárunum fótaði
sær. Hvat list viðvíkir hevur
leiðslan í bankanum í dag og í
fleiri ár verið so turrgeld. Tað
mesta hon kann svinga seg upp
til, er at keypa eina karikatur-
tekning hjá Óla Petersen. Við-
víkjandi hinum peningastovn-
unum í høvuðsstaðnum er støðan
lítið mætari. Og so eiga vit ikki
at gloyma, at hesir báðir stovnar-
nir ongantíð gloyma at reypa av,
hvussu nógvar pengar teir vinna
og eiga. So orsøkin til, at
peningastovnarnir eru so pírnir
og turrgeldir, er ikki peninga-
neyð. Eitt annað slag av
peningastovni er komið her til
lands fyri einum tveimum árum
síðani. Ein málningur, eitt
meistaraverk var til sølu herfyri.
Listaskálin vildi fegin ogna sær
málningin, bæði tí teir manglaðu
hann, men eisini fyri at forða, at
hann fór av landinum. Eg átók
mær at finna føroyskan sponsor.
Fór til Kaupting og tosaði við
stjóran. Hann segði seg ikki
kunnað svara uppá standandi fót,
men eg skuldi frætta ein av
fyrstu døgunum. Men hvør ikki
lat hoyra frá sær, var hesin
stjórin. Hann kennir kanska ikki
orðatakið: eitt orð er eitt orð, ein
maður ein maður.
At peningastovnar og aðrir
stovnar ikki eru farnir at keypa
list aftur, nú vit eru komin úr
kreppuni, er tí, at rætti maðurin
manglar, heldur Sofus Olsen.
- Sparikassin hevur keypt
nakað, men eg ivist í, um
núverandi stjórin í Føroya Banka
hevur keypt eitt tað einasta
listarverk. Moralskt hava pen-
ingastovnarnir og aðrir stovnar,
bæði almennir og privatir, eina
skyldu at keypa list. Eg ivist í,
um føroysk list var á so høgum
støði, um Nonnegaard ongantíð
var komin. Men meiri umráðandi
enn stuðul er marknaðurin, sigur
Sofus Olsen, sum persónliga
kendi Nonnegaard væl.
- Tað var Nonnegaard, sum
gjørdi, at eg fekk áhuga fyri list.
Nonnegaard hevði sum fáur skil
fyri góðari list. Í bankanum var
longu tá ørgrynna av góðari
føroyskari list og vit tosaðu nógv
um list. Nonnegaard, Hanus við
Høgadalsá og eg settu í felag
pengar inn á eina konto regluliga
og tá ið nóg mikið var, keyptu vit
listarverk og býttu tey ímillum
okkum. Hetta var so ein máti at
stimbra ein eftirspurning. Og vit
keyptu bara góða list, sum var
frammi í tíðini, sigur Sofus
Olsen at enda í viðtali.
- Myndlistin er tann mest týðandi
listagreinin, sum meiri enn nøkur
onnur setir høvuðsstaðnum á
heimskortið. Í sjálvum sær átti tað
at verið ein grund til at stuðlað
myndlistini betur, sigur Sofus Olsen,
sum peikar á fyrsta málningin,
hann keypti fyrst í sekstiárunum
Mynd: Finnur Justinussen
Framhald av síðu 3
C
M
Y
K
29
28