leygardagur 11. mai 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 88 - 11. mai 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Eg var um at kvalast í
drekkamunninum mána-
kvøldið í síðstu viku. Eg
hevði kókað vatnið,
bryggjað eina kannu av
te, og sett meg væl til
rættis at hyggja eftir Degi
og Viku. Eg helt alt
standa væl til; flokkurin,
sum eg helt við, stóð
sterkt í veljarakanningini,
sum Fregnir júst høvdu
gjørt, og valið skuldi vera
dagin eftir.
Fyrst umrøddi SVF
veljararkanningina í
Fregnum, hetta uttan at
nakar politikari slapp
framat skíggjanum, júst
sum siður er kvøldið
áðrenn val. Síðani settu
sjónvarpstøkningarnir
yvir til Katrina Petersen.
Hon var stødd í Vest-
manna, fullkomiliga live,
á staðnum via satelitt og
jeg skal gi' dig. Katrin
greiddi frá, at kapp-
róðrarbátarnir vóru farnir
at venja aftur, og at í
Vestmanna høvdu tey
fingið eitt nýtt kapp-
róðrarneyst.
Longu tá byrjaði eg at
seta drekkamunnin so
smátt í hálsin, eg visti
væl, at størsta valagnið
hjá sambandsflokkinum í
Norðurstreymoy var, at
høvuðskandidaturin
Bárður Nielsen hevði
staðið fyri at gera nýtt
kappróðrarneyst í Vest-
manna. Hendan umtala av
hansara verkætlan tyktist
nokkso ódámlig dagin
fyri valið.
Eg sat longu tá og
hugsaði, um tað mundi
vera onkur í sambands-
flokkinum, sum hevði
lokkað Katrina til Vest-
mannar, ella um tað var
onkur av hinum sum ruku
fyri Bárður.
Men eg var ikki skelk-
aður, Katrin kundi jú ikki
vita, at hetta var valagn
hjá sambandsflokkinum.
Hon visti ikki, at Bárður
Nielsen hevði nakað við
kappróðrarneystið at gera.
Valstríðið hjá andstøðuni
hevði verið stak ódámligt,
og hetta var tí ikki annað
enn enn eitt ódámligt og
ófantaligt innslag.
Eg harkaði eitt sindur,
bannaði eftir sambands-
flokkinum og fekk mær
uppí munnin av heita
drekkanum, men tað
skuldi eg ongantíð havt
gjørt - tí í somu løtu trein
Bárður Nielsen fram á
skíggjan - Bárður Nielsen
toppkandidatur í einum tí
tættasta valøkinum í
landinum Norðurstreymoy
- Bárður Nielsen ungt
stjørnuskot í sambands-
flokkinum dagin áðrenn
valið, í einari langari
reklamusending goldin av
mínum sjónvarpsgjaldi.
Eg hostaði og harkaði
og fekk at enda drekka-
munnin uppá pláss. Fyrst
gjørdist eg illur, men
sissaðist skjótt aftur,
onkur góð frágreiðing
mátti vera.
Men eingin frágreiðing,
tyktist nøktandi, innslagið
var í sær sjálvum ikki
serliga aktuelt, tað kundi
líka so væl havt verðið
sent nakrar dagar seinni.
Innslagið gav stutt og gott
einum valevni eyka stig
dagin fyri valið, har er
eingin frágreiðing, sum
kann rættvísgera slíkt.
Heldur ikki tann at SVF
høvdu leigað ein bil fyri
100.000 kr. og ongantíð
brúkt hann, tað eru nógv
onnur live-innsløg sum
kunnu gerast, sum einki
hava við valið at gera.
So eftir at hava hugsað
um hetta gjørdist eg aftur
illur, og hugsaði at næstu
ferð eg møtti einum
sjónvarpsfólki so fekk
hesin skeld. Hetta hendi
dagin eftir, eitt neyðars
sjónvarpsfólk royndi at
verja seg við, at SVF
metti, at hetta var eitt
ítróttarinnslag og at tað tí
varð mett, at tað ikki var
reklama fyri Bárð.
Sovorðið møsn, eg veit
um trøllvaksin fólk sum
hava atkvøtt fyri Bárði
bara orsakað av kapp-
róðrarneystinum, so SVF
skuldi skammað seg.
Kappróður, politikkur
og fjórða statsmaktin
Niels Uni Dami skrivar
HUGLEIÐINGAR
Ása undir Kletti
Hetta dragandi, lokkandi
gandakenda orðið, sum
sæst í bløðunum við
jøvnum millumbilum.
Hetta orðið, sum knappliga
fær so ómetaliga stóran
týdning.
"Móttøka verður millum
15.00 og 17.00 fyri
samstarvsfeløgum,
viðskiftafólki, vinum og
øðrum". Inni á
elektroniska kalendaranum
stendur gandaorðið og
blunkar. Gott at verða
mintur á eitt so álvarsligt
mál. So snildisliga er
skipað fyri, at kalendarin
aftur og aftur sigur "Minst
til móttøku í dag". Snilt,
Snilt. Dugi ikki at ímynda
mær, at bíðað verður so
leingi, so kalendarin av
sínum eintingum skiftir
boðskap: "Tú mundi
gloymt móttøkuna". Ikki,
tá tað snýr seg um
gandaorðið. Hugsi eina
løtu um, hvørji tey eru,
sum koma undir hesa so
vælsignaðu kategori og so
trúliga møta, tá kalendarin
kallar.
Besti Armani ella Boss
klædningurin verður
kekkaður kvøldið fyri.
Hondseymaðu Gucci
skógvarnir verða pussaðir,
og skjúrtan er nýstrokin og
so broyskin sum eitt
nýbakað rundstykki frá
Frants, so har er eingin
trupulleiki. Slipsið verður
valt við nógvum umhugsni
- fleiri verða tikin fram og
løgd á bringuna, áðrenn
tað sera týðandi
slipsastigið verður tikið.
Jú, tað bleiv tað gull/bláa
ríputa silkislipsið frá
Cardin hesaferð.
Umráðandi er ikki at møta
í sama slipsi sum til
seinastu móttøku. Og ikki
at gloyma Calvin Klein
boksarashortsini. Jú, tey
eru eisini nýstrokin! Alt er
sum tað eigur at vera.
Stóð og eygleiddi eitt
slíkt tiltak nú ein dagin.
Átti kanska at verið farin
inn sjálv - eg var eisini eitt
slag av samstarvsfelaga, og
mín sann, um eg ikki eisini
var fyrrverandi granni og
skyldfólk hjá ánaranum.
Kriteriini vóru so avgjørt í
lagi, men hinvegin, so helt
eg ikki, at mínir sóljugulu
Viking gummistivlar (teir
til gott) og fjøsuta, dálkaða
joggingsettið, eg var í
henda fríggjadagin, hevði
ordiliga gjørt seg millum
allar hasar øgiliga fínu og
hugfarsligu garparnar, sum
tyrptust heilt út í tún. Nei,
nei. Tað fór aldri at ganga.
Grundaði eisini djúpt
um, hvar konurnar og
børnini hjá øllum hesum
álvarsligu, skundmiklu
yvirfrakkakløddu
monnunum vóru. Kom
heilt skjótt til eina logiska
niðurstøðu. Tær vóru
sjálvandi í SMS, eftir at
tær høvdu heintað tey
smáu í vøggustovum/
barnagørðum/skúlum!
Fríggjadagur var, (hvussu
ber tað til, at móttøkur
altíð eru fríggjadagar?) og
hvat var meira praktiskt,
enn at gera alt um eina
leið? Konan fór til handils
at gera tað heilt stóra
fríggjadagsinnkeypið við
børnunum, og garpurin, ja,
hann fór til móttøku.
Ein lítlan tíma aftaná
hava tey hitst aftur á
parkeringsøkinum. At øll
hillin við Smarties fór út
eftir gólvinum, og at
dreingirnir skutu til máls
við víndrúum, so eitt heilt
víndrúutyssi endaði á
høvdinum á einari eldri
konu, og at tann 5 ára
gamla dótturin ikki vildi
sleppa einari eskju við
MARS og til seinast setti
seg á eskjuna, tað eru jú
bara slíkt, ið kann henda,
tá ein er til handils. Einki
at tosa um. Tað hendir alla
tíðina. Á ja. Í næstu viku
er kanska aftur ein
móttøka. Livst so spyrst.
Vit síggast! (Til móttøku).
Móttøka
Inni á elektroniska kalendaranum stendur gandaorðið og blunkar. Gott at
verða mintur á eitt so álvarsligt mál. So snildisliga er skipað fyri, at
kalendarin aftur og aftur sigur "Minst til móttøku í dag"
eftir manga góða roynd at
hjálpa tí ávegis. Bæði eitt
og annað er roynt. Og tað
lítla hvíta lambið í
túninum, sum stetlar úr
kassanum og aftur í kass-
an, tað hevur sum hús, er
nú tað síðsta og einasta, av
sínum systkinaflokki.
Men tó er tað sjáldsamt,
at hava havt tvær ær, við
trimum lombum hvør. Ein
onnur hevði tvey lomb. Ein
tvílemba, ella tvølba, sum
sagt verður í Suðuroynni.
Sostatt var talan um
tríggjar ær og átta lomb.
Stressa av
Og tað er greitt, at her er
nakað, sum upptekur
Ingeborg og familjuna.
Hetta er ein heilt annar
pallur, annar leiklutur, enn
fólk flest kenna hana í.
Her er tað ikki fakfe-
lagsleiðarin. Her er tað ein
kvinna, ið tekur sær av
dunnum, gæs og lombum.
Lombum, ið veruliga hava
brúk fyri kønum hondum.
Og Ingeborg og Andru
greiða frá. Og greitt er, at
tey vita hvat tey tosa um
og fáast við.
Lítla hvíta lambið, sum
stetlar í túninum er alskið,
nú tað er við at koma fyri
seg. Og svarta heimalamb-
ið heldur seg ikki aftur.
Handan netið gongur
dunnan væl nøgd við sín-
um mongu ungum. Hon
hevur goymt teir so væl
undir vøkstri av grasi og
bløðum, so vónleyst er at
telja teir.
Her er lív og gróður.
Longur uppi, nakað oman
fyri húsini, gongur hin
ærin, ið hevur trý lomb, ið
klára seg væl.
Nakað longur niðri
gongur hin, sum hevur
mist tvey. Hon jarmar, og
hvíta lambið svarar so
spakligt. Men fara til
mammuna kann tað ikki, tí
hon er ikki før fyri at taka
sær av tí.
Annar leiklutur
Sólin skínur, lív er í garð-
inum og úti á vegnum
steðga fólk at forvitnast og
fregnast. Prátið gongur.
Og øll fegnast um, at í
hvussu er eitt lamb er eftir,
tá tað nú einaferð var so
óheppið, at øll trý hjá einu
ærini ikki komu fyri seg.
Jú, her hava tey tikið
orðini til sín. Ein skal fáast
við okkurt heilt annað.
Hava ítriv. Okkurt, ið ein
tímur at fáast við.
Tá stressar ein av!
Tíð er at takka fyri seg,
takka fyri prátið. Og hóast
ikki heilt einki varð prátað
um politikk og verkfall, so
var tað lembingin og djóra-
lívið, landbúnaðurin, ið átti
hesa løtuna.
Hesa løtuna, har leik-
tjaldið ikki var tað, sum
flest øll kenna, tá talan er
um Ingeborg Vinther.
Leiktjaldið var ikki Hotel
Hafnia, ikki verkfallsforð-
ingar og verkfallsvaktir.
Ikki ein fakfelagsformað-
ur, ið verjir sjónarmið hjá
teimum tímaløntu.
Her var leiklutirn ein
annar. At verja og hjálpa,
nú lembingin er í hæddini,
og so mangir vandar lúra
hjá teim fýrbeintu, ið
síggja dagsins ljós fyri
fyrstu ferð.
Framhald av forsíðuni
Sosialurin Nr. 88 - 11. mai 2002
3
LISTASAVNARI
Turið Kjølbro
Í tronganum niðarlaga á Ting-
húsvegnum í Havn standa eini
fittlig reyð hús við urtagarði.
Uttanifrá hevur tú ikki varhugan
av, at her býr ein av teim stóru
listasavnarunum í Føroyum. Men
tú ert ikki komin longur enn inn
í durin, tá ið listarverk eftir
okkara elstu og størstu listafólk
møta tær. Vit hava heitt á Sofus
Olsen um at greiða okkum frá
sínum stóra áhuga fyri føroyskari
list.
- Hvat tað er, sum mær dámar,
dugi eg illa at greiða frá. Heldur
vil eg siga, at eg havi eyga fyri
góðari list, sigur Sofus Olsen,
sum er útbúgvin cand. polit. og
sum í nógv ár arbeiddi í Føroya
Banka í Havn sum grannskoðari.
Frá miðskeiðis í sekstiárunum
og í eini tjúgu ár sat Sofus Olsen
í nevndini í Listafelagnum. Hesi
árini var hann við til at keypa
fleiri av málningunum, sum í dag
prýða Listaskálan. Av sínum
eintingum hevur hann eisini
skipað fyri listaframsýningum
uttanlands við føroyskari list.
Tann fyrsta í 1971, tá ið listar-
verk eftir Jack Kampmann,
Ingálv av Reyni, William
Heinesen, Zacharis Heinesen,
Steffan Danielsen, Hans Hansen,
Poul Horsdal og Elinborg Lützen
fóru til fleiri býir í Skotlandi,
Ornoyggjarnar og Hetlands.
Teir tríggir stóru
Fyrsta málningin keypti Sofus
Olsen fyrst í sekstiárunum á
framsýning í kommunuskúlanum
í Havn. Ein málning av eini
ungari kvinnu, sum Ingálvur av
Reyni hevur málað í 1961.
Síðani hevur hann keypt rættiliga
nógvar málningar eftir Ingálv,
málningar frá teim fyrstu
árunum, Ingálvur málaði, men
eisini nógvir nýggjari málningar
eru í savninum. Eisini eigur hann
nógvar tekningar eftir Ingálv.
Hóast Sofus Olsen treyðugt vil
siga okkum, hvør fremsti før-
oyski listamálarin er eftir hansara
tykki, er skilligt, at Ingálvur er
millum teirra.
- Mær dámar Ingálv bæði sum
menniskja og sum málara. Hann
er eitt fantastista gott menniskja,
sum eg hitti av og á. Nakrir fáir
listamenn í Havn og ein í Kirkju-
bø eru millum teirra, mær dámar
best í dag. Um vit nakrantíð fáa
so stórar listamenn innan mynd-
listina aftur sum Mikines, Ingálv
av Reyni og Janus Kamban, fer
tíðin at vísa, sigur Sofus Olsen.
Fleiri málningar og vatnlits-
myndir hjá Mikines eru í stovun-
um hjá Sofusi. Onkran teirra
hevur hann keypt úr deyðsbúgvi
í Danmark fyri nógvum árum
síðani. Tann fyrsta málningin av
Mikines, sum Sofus Olsen
ognaði sær, keypti hann mið-
skeiðis í sekstiárunum. Hann
hevði hoyrt um málningin og at
viðkomandi, ið átti hann, ikki
vildi hava hann hangandi heima
við hús, tí myndaevnið var so
myrkt og dapurt. Jú, tað var
gaman í at keypa málningin, og
inni í einu stovuni hongur hesin
stóri málningurin. Av einum
líkfylgi, sum fer niðan eina
høvd.
Ein tann vakrasta kvinnu-
myndin er eitt tað fyrsta, ið møtir
tær í stóru stovuni. Hana hevur
Jack Kampmann málað seint í
fimtiárunum av konu sínu í
heitum litum. Í gongini stendur
lítið bronsuhøvd av gentubarni,
sum Fritjof Joensen hevur gjørt
seint í sekstiárunum. Á veggin-
um hongur skurðmynd av ára-
báti, sum Janus Kamban hevur
gjørt, og inni í stovuni eru
nógvar tekningar og ein stand-
mynd eftir Janus. Ein skitsu-
mynd, sum Ruth Smith hevur
gjørt, eigur Sofus Olsen eisini,
vatnlitsmynd av Williami
Heinesen umframt málningar av
Poul Horsdal, Steffan Danielsen,
Bent Restorff, Hans Hansen,
Zacharias Heinesen, Gunnar
Nicolajsen, Frimod Joensen og
tekning eftir Hans Jákup
Glerfoss.
Alskurin er serliga til føroyska
list, men treyðugt so, eru navn-
framir danskir listamenn ímill-
um, eitt nú John Olsen og Palle
From, og einstøk listarverk,
málað av listafólki í Ornoyggjun-
um.
Nútíðarlist er minsti parturin í
savninum hjá Sofusi Olsen. Ein-
stakir eru kortini, eitt nú stein-
prent eftir Marius Olsen og
Tórbjørn Olsen, og vatnlits-
myndir eftir Amariel Norðoy,
Trónd Patursson og aðrar.
Vánalig arbeiðskor
Frægasta myndlistin í Føroyum
er í Havn og Kirkjubø. Tað, sum
kemur aðra staðni frá, hevur ikki
eins listarligt virði, heldur Sofus
Olsen.
- Og her eru Listaskálin og
Norðurlandahúsið. Eg fari á allar
listaframsýningar, kortini sjáldan
á tær, sum eru í Smiðjuni í
Lítluvík. Har eru helst amatørar,
og støðið á teimum framsýning-
unum er sum oftast lágt. Hin-
vegin er eingin grund hjá mær at
keypa fleiri málningar, tá eg ikki
havi pláss fyri teimum, hóast tað
eru fleiri eg kundi hugsað mær.
Spurdur, hvat hann heldur um
umstøðurnar hjá skapandi lista-
fólki, sigur Sofus Olsen, at hølis-
viðurskifini hjá teimum eru út av
lagi vánalig.
- Listafólkini, sum halda til í
miðbýnum í Havn til dømis, vita
ikki, nær tey verða blakað út.
Hetta eru millum frægastu lista-
fólk, vit eiga í dag. Tórshavnar
býráð átti at hjálpt teimum til
sømilig arbeiðskor, skapt nøkt-
andi karmar ella bygt atelier,
sum listafólkini kundu leigað
fyri bíligan penga, sigur Sofus
Olsen, sum kortini ikki hevur
vónir um, at tey, ið sita í býráð-
num í løtuni, fara at gera nakað
munagott fyri listina.
- Havnar kommuna sýgur skatt
úr øllum Føroyum, og átti tí at
tikið sær betur av listafólkunum,
sum her eru. Myndlistin er tann
mest týðandi listagreinin, sum
meiri enn nøkur onnur setir
høvuðsstaðnum á heimskortið. Í
sjálvum sær átti tað at verið ein
grund til at stuðlað myndlistini
betur.
Starvslønir til listafólk kunnu
gerast ein koddi, heldur Sofus
Olsen.
- Eingin sigur, at starvslønir
føra til betri list. Tær kunnu líka
so væl føra til kvantitet heldur
enn kvalitet. Sjálvsagt ynskja
listafólk sær pengar, tað er
menniskjansligt. Upp ímóti 150
bøkur og rit koma út á hvørjum
ári, og alt verður stuðlað við
almennum pengum. Tveir trið-
- Nonnegaard keypti meiri enn nakar annar føroyska list og hann gjørdi, at aðrir stovnar eisini fóru at keypa. Frá
at lata kongligt danskt porsilen sum gávulutir, læt bankin bara føroysk listarverk sum gávu til ymisk høvi, og tað
var siðvenja, líka til kreppan kom, sigur Sofus Olsen
Mynd: Finnur Justinussen
Havi eyga fyri
góðari list
- Tað var eitt nú Nonnegaard, sum gjørdi,
at eg fekk áhuga fyri list. Hann hevði sum
fáur skil fyri góðari list. Eg ivist í, um
føroysk list hevði verið á so høgum støði,
um Nonnegaard ikki var komin til Føroyar
og fór undir at keypa føroysk list. Kona mín
var hollur ráðgevi, eisini hon hevði eyga
fyri góðari list, sigur Sofus Olsen,
listasavnari
Framhald á síðu 5
C
M
Y
K
27
26