týsdagur 14. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 89 - 14. mai 2002
Nr. 89 - 14. mai 2002
5
Í dag letur PE Kolo-
nial, sum annars
eisini heldur til í
Stoffalág í Havn, upp
eina deild á Argjum
HANDILSLÍV
Ingrid Bjarnastein
– Handilin er tann sami,
sum handilin í Stoffalág,
sigur Petur Eirik Djurhuus,
sum er leiðari á teimum
báðum handlunum.
– Har verður sama tæn-
asta og sama søla. Handilin
er ein Samkeyp handil, og
fara tí øll Samkeyp-til-
boðini eisini at vera gald-
andi á Argjum.
Spurdur um grundarlag
er fyri at lata ein handil upp
á Argjum, sigur Petur Eirik
ja. Hann greiðir frá, at nú
meðan gjørt hevur verið
klárt til handilin skal lata
upp, hava fleiri fólk verið
inni á gólvinum, og sagt, at
tey gleða seg til handilin
letur upp. Sum er, so er
bara ein Samkeyp handil í
Havn, og nú verða sostatt
tveir.
– Soleiðis fáa vit eisini
nøktað tørvin betri, sigur
Petur Eirik Djurhuus. –
Fleiri fólk av Argjum koma
til Stoffalág at keypa, og
tað er eitt sindur langt. Nú
kunnu
kundarnir
í
Vesturbýnum fara út á
Argjar, tí tað er væl styttri
enn at fara allan vegin inn í
Eysturbýin.
Lagt verður fyri við
einum Samkeypstilboði, og
í morgin sodavatnssmakki-
royndir, og kaffi og kara-
mellur. Handilin hevur opið
gerandisdagar frá 8 – 19, og
leygardagar frá 9 – 14
leygardag.
Argjafólk fáa handil
PE Kolonial letur nú upp deild á Argjum, har Argjabúðin fyrr
var
Mynd: Finnur Justinussen
LØGREGLUTÍðINDI
Ingrid Bjarnastein
Fimm mans eru nú ákærdir
fyri neyðtøku og annan
kynsligan ágang á føroyska
kvinnu í samband við ein
jólafrokost í Fredriksberg.
Í hesum málinum vóru
annars 11 mans skuldsettir
fyri neyðtøku, men ákæru-
valdið hevur ikki enn
avgjørt, hvat skal henda við
teimum
seinastu
seks
monnunum. Henda avgerð
verður ikki tikin fyrr enn
málið er liðugt. Væntað
verður, at eini 16 vitni
verða avhoyrd, og fer
rættarmálið at varða eini
fýra dagar í rættinum í
Fredriksberg.
Ákærdir fyri neyðtøku
av føroyskari kvinnu
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Leygardagin varð ein ungur
maður, ákærdur fyri skila-
leysa koyring á Kaldbaks-
vegnum. Hann hevði ov
nógva ferð, og gjørdi eina
yvirháling.
Viðkomandi
hevur kanska havt skund,
men óheppin var hann, tí
bilurin, sum kom koyrandi
ímóti var ein politibilur.
Hann varð máldur til at
hava koyrt 135 km/t, og
verður tí ákærdur fyri at
hava koyrt skilaleyst og ov
skjótt.
Ein annar var tikin við
Norðskálatunnilin, eisini
leygardagin.
Hann
var
máldur til at hava koyrt 129
km/t, og verður tí lagdur
upp
til
frádøming
av
koyrikortinum.
Ákærdur fyri skilaleysa koyring
Umborð á týska
seglskipinum,
Gorch Fock, sum er
á veg til Føroya,
hendi ein vanlukka
sunnukvøldið, sum
hevði við sær, at ein
maður lat lív
ÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Íslendska blaðið Vísir,
visti mánamorgunin at
siga, at ein maður var
sunnukvøldið dottin úr
mastrini á týska segl-
skipinum, Gorch Fock.
Klokkan 23.30 sunnu-
kvøldið, fekk íslendska
bjargingartænastan boð
um, at ein maður var
dottin úr mastrini niður
á dekkið á Gorch Fock,
og at maðurin hevði
fingið álvarsligan skaða.
Boð vóru send eftir
tyrlu. Skipið var tá 83
míl sunnanfirði Horna-
fjørð. Góðar tveir tímar
seinni staðfesti læknin
umborð á seglskipinum
fyri bjargingartænastuni
í Íslandi, at maðurin var
deyður. Tyrlan kom eftir
deyða manninum og
flutti hann til lands.
Datt úr mastur
og doyði
LØGREGLAN
Ingrid Bjarnastein
Á politistøðini í Havn gera
teir vart við, at teir liggja
inni við eini rúgvu av
tingum, sum fólk hava mist
burtur. Onkur hevur so
funnið hetta og er komin á
støðina við tí. Hetta hevur
havt við sær, at nú liggur
hópin av burturmistum
tingum á støðini í Havn,
sum løgreglan helst vil
sleppa av við. Millum
annað kann nevnast, at har
liggja 24 fartelefonir, trý
fototól, 2 mappur, 128
lyklatyssi, 7 ur, 25 brillur
og mangt annað. Um tú ert
ein av teimum, ið hevur
mist okkurt burtur, kanst tú
seta teg í samband við
politistøðina
í
Havn.
Møguliga teir liggja inni
við lutinum, ið tú saknar.
Umborð á týska seglskipinum, Gorch Fock, hendi
sunnukvøldið eitt óhapp, sum hevði við sær, at ein
maður doyði
Nógv burturmist og funnið
LØGREGLUTÍÐINDI
Leygarkvøldið fekk politi-
støðin í Havn fráboðan um,
at ein maður stóð og spark-
aði og bankaði uppá hurð-
ina á Gamla Apotekið, har
løgtingsmenn sótu í sam-
ráðingum. Hesin maður var
ónøgdur um okkurt, og var
komin at gera vart við sína
ónøgd við at órógva løg-
tingsmenninar.
Leygarkvøldið vóru tveir
mans farnir til hendurs
uttanfyri tingshúsið. Teir
verða dømdir fyri brot á
politiviðtøkuna, sum sigur,
at tú skalt ikki elva til ampa
ella ófrið. Annar av monn-
unum var fullur, og varð tí
tikin inn á politistøðina at
sova rúsin av sær.
Sunnudagin hevði ein
fullur maður lagt seg inn í
sólsentrið í miðbýnum at
sova. Løgreglan kom á
staðið, og rendi hann út
aftur. Hetta kemur onkun-
tíð fyri, sigur vakthavandi á
politistøðini, tí í sólmið-
støðini er jú bæði heitt og
turt
Somuleiðis sunnudagin,
varð húsaófriður í Havnini.
Har var tað ein maður, ið
hevði gjørt ov nógv um seg.
Ófriður á Gamla Apoteki
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Fríggjadagin vórðu tveir
mans farnir til hendur í
Klaksvík. Har var annar
sligin og sparkaður, og
annars fingið onkrar smá-
snuddir. Og leygarnáttina
var vátt komið í reiðrið
ímillum tveir aðrar, har
annar so er vorðin skall-
aður og hevur brotið nøs-
ina.
Annars
hevur
verið
friðarligt í Klaksvík um
vikuskiftið. Fleiri paragraff
13 kanningar hava verið
gjørdar, og higartil vísir tað
seg, at bilarnir eru í góðum
standi, verður sagt av
politistøðini í Klaksvík.
Sligin og sparkaður
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Leygarmorgunin um hálv-
gum seks tíðina var ein
bilur farin útav omanfyri
Eggvirkið á Velbastað. Tá
politiið kom á staðið var
ongin har, men tað vísti
seg, at bilurin var stolin úr
J. Dahlsgøtu úti í Hornabø í
Havn.
Politiið veit ikki, hvør
gerningsmaðurin er, men
tey, ið áttu bilin fáa bót, tí
tey høvdu latið lyklarnar
standa í bilinum, og hetta
hava tey jú ikki loyvi til.
Ein bilur var eisini stolin
av ferjuleguni í Klaksvík.
Men nú ongar ferjur sigla,
so er gerningsmaðurin ikki
sloppin so langt við bilin-
um, tí hann var funnin aftur
á oljukaiini í Ánunum.
Politiið í Klaksvík veit ikki
at siga, hvør gernings-
maðurin er.
Í Skálabotni var eitt lítið
ferðsluóhapp seinnapartin
fríggjadagin. Mistanki er
um
rúsdrekka
koyring,
verður sagt av politistøðini
í Runavík. Ongin per-
sónsskaði var, men tann, ið
koyrdi bilin, hevði ikki
førararætt.
Stolin bilur útav við Eggvirkið
C
M
Y
K
5
4
Bøgøta 15 • Tel. 314811 • Fax 314877
Drós
parfumarí
Ger vakurleika til veruleika
Nú er Merete frá Clinique aftur í Parfumarí
Drós við góðum ráðum um húðrøkt og make-up
Ring og fá ókeypis tíð til serkøna ráðgeving, frá
13.05-18.05
100 % uparfumeret.
Eg vil við hesum takka hjartaliga fyri tann dygga
stuðul eysturoyingar góðu flokkinum og mær
persónliga við valið 30. apríl
Vinarliga
Andrias Petersen
Hjartalig takka vit 8 valevni javnaðarfloksins í
Eysturoy fyri tann dygga stuðul, sum tit vístu
flokkinum og okkum persónliga við valið 30. apríl
William Max Hansen
Sunnleiv Højgaard
Sylverius Jacobsen
Artur Johansen
Randi í Jógvansstovu
Katrin Jønsson
Andrias Petersen
Dan R. Petersen