týsdagur 14. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 89 - 14. mai 2002
Nr. 89 - 14. mai 2002
7
Arbeitt verður av
øllum alvi til at gera
tinghúsið klárt til
fyrsta tingfundin eftir
valið, sum verður í
morgin
TINGHÚSIÐ
Turið Kjølbro
Nýggja
tingmanningin
kemur saman í einum
nýggjum
tinghúsum
í
morgin. Umvælingin og
umbyggingin, sum hava
verið í húsinum seinasta
árið, eru um at verða lidnar.
– Okkurt smávegis vantar
at gera liðugt, men hóast
tað, verður tingfundur í
húsinum mikudagin. Glas
og rekkverk millum áhoyr-
araplássini og tingsalin er
ikki komið, og heldur ikki
eru benkurnir, sum áhoyr-
ararnir skulu sita á, komnir.
Tí verða stólar brúktir í
fyrstu syftu. Tingmanning-
in brúkar gomlu stólarnir í
fyrstuni. Nýggir verða bí-
lagdir seinni, sigur Súsanna
Danielsen, stjóri á løgtings-
skrivstovuni.
Fyribils
verður
inn-
gongdin til tinghúsið tann
gamla, men hendan verður
seinni blendað og nýggj
verður ístaðin ímóti bygn-
inginum, sum verður tikin
uppí tinghúsið. Hetta verð-
ur liðugt til ólavsøku. Ar-
beiðið at gera síðubygning-
in lidnan heldur fram.
Stjórin á løgtingsskriv-
stovuni er væl nøgdur við
úrslitið, hóast hon ikki dylir
fyri, at henni hevði betur
dámað, at nýggj tinghús
vórðu bygd eins og ætlað
upprunaliga.
– Hóast húsini eru um-
bygd, eru tey ov lítil. Tað er
bara pláss fyri 20 áhoyrar-
um til dømis. Men tá ið nú
valt varð at varðveita tey
gomlu húsini, haldi eg, at
væl er fingið burturúr, og
ljóðviðurskiftini eru ógvu-
liga góð, sigur Súsanna
Danielsen.
Seinasta árið hava ting-
fólk hildið til í útvarpshøll-
ini, og verða nógvir ting-
fundir í næstum, verða teir
hildnir í útvarpshøllini
aftur, tí enn eiga handverk-
arar og málarar nakrar upp-
gávur á láni í umbygda
tinghúsinum.
Tað er Heidi Poulsen,
arkitektur, sum hevur end-
urskapað tinghúsið. Hon og
Karl
Jacob
Danielsen,
byggifrøðingur, vunnu í
1999 kappingina um at
tekna eini nýggj tinghús. Tá
ið politisku myndugleik-
arnir heldur valdu at varð-
veita gomlu húsini og um-
væla og umbyggja tey, fekk
Heidi Poulsen hesa upp-
gávuna.
Tinghúsið er upprunaliga
frá 1856 og verður sostatt
150 ár í ár. Í tí sambandi
verður hátíðarhald á ólav-
søku, tá ið nógvir gestir
uttanlands koma á vitjan.
Størri broytingar hava so
verið gjørdar í tinghúsinum
í 1907 og í 1977. Umvæl-
ingin og umbyggingin eru
væl lagdar til rættis. Arkit-
ekturin hevur kunnað seg
við gomul skjøl og tekning-
ar av húsinum fyri at finna
fram til, hvussu húsini
skulu endurnýggjast. Salur-
in er ljóst gráur, sum er
upprunaliturin frá 1856.
Bitarnir uppi undir loftin-
um eru hvítir eins og áður.
Eitt av krøvunum til nýggja
salin hevur verður meiri
pláss. Tí er ein veggur tikin
niður, og tingsalurin vendir
nú oman eftir ímóti ting-
húsvøllinum. Opið er upp í
tróðrið, so gomlu bjálkarnir
eisini koma til sjóndar.
Gongst sum Óli
Holm, landsstýris-
maður í skúlamálum,
og Elsa Birgitta P.
Petersen, forkvinna í
Føroya Lærarafelag,
vænta og vóna, verður
málið um savnsrøkt-
ina innan fólkaskúlan
loyst
SAVNSRØKTIN
Turið Kjølbro
Evsta mark at avgreiða
málið um savnsrøktina er í
morgin, mikudag tann 15.
mai.
– Eg havi góðar vónir
um, at vit koma fram til
eina semju, sigur Óli Holm,
landsstýrismaður,
sum
kortini ikki vil siga nakað
nærri um, hvussu tinging-
arnar ganga ella hvør semj-
an verður.
Eisini Elsa Birgitta P.
Petersen, forkvinna í Før-
oya Lærarafelag, hevði
góðar vónir undan triðja
samráðingarfundinum
mánadagin, sum hon metti
fór at verða avgerandi fyri,
um tað fer at røkka ella
støkka í málinum.
Føroya Lærarafelag hev-
ur fleiri ferðir gjørt vart
við, at tað ikki slakar í
spurninginum um samsýn-
ing til limirnar. Kommun-
urnar varða av skúlunum og
tískil eru tað kommunurn-
ar, sum sambært einum
áliti, ið er gjørt um málið,
sum
eiga
fíggjarligu
ábyrgdina av savnsrøktini.
Beint eftir páskir komu
Føroya Lærarafelag og
Mentamálastýrið ásamt um
at fara undir tingingar sam-
an við Kommunusamskip-
an Føroya og Fíggjarmála-
stýrið um at fáa skipað við-
urskifti á savnsrøktini í
fólkaskúlanum. Loysnin,
sum miðað verður eftir at
náa fram til, skal koma í
gildi frá komandi skúlaári.
Eru tingingarnar ikki lidnar
til ásetta dag og eingin
semja í eygsjón, verður
støðan eins og áðrenn semj-
una frá 2. apríl. Tað vil siga,
at Føroya Lærarafelag fer
at nokta limum sínum at
virka sum próvdómarar til
skrivligu fráfaringarroynd-
irnar í fólkaskúlanum í
summar. Somuleiðis fer
blokadan av savnsrøktini at
standa við. Tað merkir, at
lærarar
framvegis
ikki
sleppa at røkja serstovur og
amboð. Avleiðingarnar av
hesum eru, at nógvar ser-
stovur nú í langa tíð hava
verið ónýtiligar og næm-
ingar hava tískil ikki fingið
frálæru í fleiri lærugrein-
um.
Føroya Kommunufelag
er ikki við í tingingunum.
Finna hinir partarnir fram
til eina semju, merkir tað,
at á nøkrum skúlum í land-
inum fáa lærarar samsýn-
ing fyri at røkja serstovur
og amboð, meðan á øðrum
skúlum
verður
støðan
óbroytt. Forkvinnan í Før-
oya Lærarafelag heldur tað
verða ógvuliga óheppið fyri
nógvar limir.
– Tað, sum er umráðandi
nú, er at finna fram til eina
semju millum partarnar,
sum nú tingast. Eg tori ikki
at meta um, um hitt komm-
unufelagið fer at taka undir
við tí, vit kunnu semjast
um, sigur Óli Holm.
Spurningurin er so, um
semja fæst í lag. Myndug-
leikarnir vita, at eingin
undirvísing verður í teim
handaligu lærugreinunum,
til málið er loyst.
Tinghúsið klárt í morgin
Heidi Poulsen, arkitekturin, hevur staðið fyri umvælingini og umbyggingini av tinghúsinum
mynd: Jens Kristian Vang
Samráðast framvegis
Málið um savnsrøktina skal sambært semju verða avgreitt í morgin í seinasta lagi
Enn er nevnd ikki
sett at endurskoða
og dagføra før-
oysku læraraskúla-
útbúgvingina
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
– Vit eru um at verða
liðug við at orða ar-
beiðssetningin, nevndin
skal arbeiða eftir, og tá
ið hann er liðugur, verð-
ur nevndin sett, sigur Óli
Holm, landsstýrismaður.
Seinastu tvey árini
hevur nevndin í Føroya
Lærarafelag
regluliga
sóknast eftir, hvat verður
av ætlaðu dagføringini
av læraraskúlalógini utt-
an at fingið nøktandi
svar.
Spurdur um, hví tað
tekur so drúgva tíð at
seta nevnd og skriva ar-
beiðssetning, sigur Óli
Holm, at grundin er, at
fleiri partar eru inni í
málinum.
– Bæði lærara- og
pedagogútbúgvingin
skulu fevnast av arbeið-
inum. Nógvir mátar eru
at endurskoða útbúgv-
ingarnar og gera lógir til
tær, annaðhvørt eina
felags lóg, tvær ymiskar
lógir, rammulóg og so
framvegis. Stórt sæð eru
partarnir samdir um,
hvussu farast skal fram,
sigur Óli Holm, sum
ikki vil avdúka nakað
um arbeiðssetningin.
Føroyska
læraraút-
búgvingin er frá 1980.
Ymsar dagføringar eru
gjørdar, men bera vit ta
føroysku útbúgvingina
saman við teim norður-
lendsku, er okkara væl
afturúrsigld.
Okkara
grannalond dagføra og
endurskoða fólkaskúla-
lærararútbúgvingarlógir
við jøvnum millumbili,
eitt nú hava okkara
næstu
grannalond
endurskoðað útbúgving-
ina tvær reisur seinastu
20 árini.
Fólkaskúlalógin
er
hinvegin broytt, onkrar
broytingar komu í 1992
og ein grundleggjandi
nýggj lóg í 1998 og aftur
broytingar í 1999, men
læraraútbúgvingarlógin
fylgir ikki við. Læru-
greinir, sum eru kravdar
sambært nýggju fólka-
skúlalógini, eru ikki enn
undirvísingarevni á Før-
oya Læraraskúla. Tískil
er úrslitið, at nýútbúnir
lærarar ikki megna at
undirvísa
sambært
nýggju krøvunum.
Dagføring
tekur tíð
Vegastrekkið av Gøtu-
eiði oman á
Skipaneskrossin
verður liðugt í
summar, sigur lands-
verkfrøðingurin
VEGAGERÐ
Edvard Joensen
Skipanes: Vegurin oman
av Gøtueiði verður liðugur
til at taka í nýtslu seint í
summar ella í heyst, sigur
landsverkfrøðingurin.
Peningur er settur av til at
gera vegin lidnan, sigur
Oyvindur Brimnes, lands-
verkfrøðingur. Ein millión
varð sett av á fíggjalógini,
meðan ein eykajáttan upp á
tvær milliónir og eitt-
hundraðoghálvtrýsstúsund
krónur seinni varð latin.
Skotið er ígjgønum á
Gøtueiði, og vegurin er
breiðkaður
allan
vegin
oman á Skipaneskrossin,
sum nú verður gjørdur til
rundkoyring,
upplýsir
landsverkfrøðingurin.
Innanvert bygdina Undir
Gøtueiði er lagt tilfar til
breiðking fram við veg-
num. Hetta er avlopstilfar
frá vegagerðini oman av
Gøtueiði, sigur landsverk-
frøðingurin.
Gjørt er ikki endaliga av
enn, sigur Oyvindur Brim-
nes, hvar tann vegurin
endaliga skal leggjast, so
enn verður ikki meira gjørt
har, sigur hann.
Í løtuni verður arbeitt á
vegnum har inni. Talan er
um at gera klárt at asfaltera
alt vegastrekkið frá Oynd-
arfjarðarvegnum Millum
Fjarða og út á Skipanes.
Tikið verður nú omanav,
greiðir landsverkfrøðingur-
in frá. Meðan tað verður
gjørt, eru asfaltmenninir í
Leirvíkatunlinum, har as-
falterað verður. Eisini hava
teir verið norðuri á Eiðis-
vegnum og lagt slitlag
oman á vegin millum
Svínaír og Ljósá.
Runavíkar Kommuna
ger í løtuni útbygging
í Glyvra Skúla og
nýggja bryggju í
Saltangará
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Runavík: Bygt verður upp
í Glyvra skúla, og nýtt
havnarlag verður gjørt í
Saltangará.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri í Runavíkar
Kommunu, sigur, at bygd
verður ein stova aftur at
skúlanum á Glyvrum. Brúk
er fyri fleiri hølum, men
valt er at gera hetta fyrst,
sigur hann.
Ein stova verður bygd
upp í skúlan, har bókasavn-
ið væntandi flytir, og so
verður verandi bókasavn
tikið til skúlastovu.
Kostnaðurin fyri hesa
uppíbyggingina fer vænt-
andi at liggja um eina
knappa millión, sigur borg-
arstjórin.
Runavíkar Kommuna er
annars við í ætlanunum um
at byggja ein stóran felags-
skúla til framhaldsdeild-
irnar í Eysturoy, og fyri-
reikingarnar til ta verkætl-
anina halda fram, sigur
Rodmundur Nielsen.
Av øðrum, sum komm-
unan er í ferð við í løtuni, er
at nevna nýggja havnar-
lagið norðan fyri verandi
havnaøki í Saltangará.
Undir posthúsinum er
gjørd nýggj bryggja, sum
verður tikin í brúk fyrsta
dagin, sigur borgarstjórin.
Partur av gamla havnar-
lagnum varð lagt av til
oljuútgeðrarhavn,
men
hóast ikki er líkt til nakra
oljuvinnu í summar, sigur
Rodmundur Nielsen, at
ríkiligt er at brúka nýggja
havnarlagið
til
kortini,
hóast oljuhavnin eisini
verður brúkt.
Tann útbyggingin, sum
nú er gjørd, fer sambært
tilboðnum at kosta 12,3
milliónir krónur, upplýsir
borgarstjórin í Runavíkar
Kommunu.
Skúli og havnarlag
Nú verður liðugt
Bygt verður upp í Glyvra
skúla fyri umleið eina milión
Mynd: Edvard Joensen
Nýggja havnarlagið í Saltangará verður tikið í nýtslu fyrsta dagin
Mynd: Edvard Joensen
Vegurin av Gøtueiði oman á Skipaneskrossin verður liðugur seint í summar. Krossurin verður
gjørdur til rundkoyring
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
www.ivan.fo
VW Polo
1,9TD
km. 120.000, árg. mai 1996
75.000,-
Nissan Sunny
km. 197.000, árg. jan. 1987
11.000,-
Mazda 323
1,3 4h
km. 211.000, árg.mars 1989
32.000,-
Mazda 323
1,5 4h
km. 130.000, árg. apr. 1997
75.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi Stc. 5H
km. 83.000, árg. juni 1999
140.000,-
Citroen Xsara
1,6i stc
km. 23.000, árg. aug. 2000
129.000,-
Citroen Xsara
1,9TD 5H
km. 83.000, árg. des. 1998
120.000,-
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Mitsubishi Lancer
1,5 GLXi 5h
km. 118.000, árg. juni 1992
50.000,-
Fiat Tipo 5H
km. 109.000, árg. mai 1989
26.000,-
Hyundai Accent 1,3
LS 5H
km. 65.000, árg. feb. 1999
75.000,-
Ford Sierra 2,0i CLX
4h
km. 110.000, árg. nov. 1991
45.000,-
Peugeot 306
1,9D 4H
km. 150.000, árg. apr. 1995
80.000,-
Seat Cordoba 1,9SDi
STC. 5h
km. 35.500, árg. aug. 1999
115.000,-
Ford Escort STC.
VAN
km. 95.500, árg. mars 1997
53.000,-
sýnaður 12'01
sýnaður 11'01
sýnaður 01'02