Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 89 - 14. mai 2002 Nr. 89 - 14. mai 2002 9 MÓTI Vilmund Jacobsen Leygardagin, 4. mai, skip- aði Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu fyri mótasýning uttanfyri mat- vøruhandilin, Brotið, í Sal- tangará. Hetta er triðja árið á rað, at hetta tiltak er á skránni, og hvørja ferð hev- ur undirtøkan verið líka góð. Miðjað verður eftir, at sýningin er fyrsta viku- skiftið í mai, og soleiðis var eisini hesaferð. Eins og í fjør og fyrraári, vóru nógv fólk og sóu framsýningina hendan leygardagin. Veðrið var av tí besta, og tað er neyðugt, tá ið eitt slíkt tiltak verður fyriskipað uttandura. Í fjør undirhelt Trølla- pætur; í ár undirhildu væl- umtóktu »Vit eru glað« við sangum av fløguni, sum tey hava givið út. Tey sungu fleiri sangir eftir, at sjálv sýningin var liðug. Eisini avbygdafólk Tað eru ikki bara fólk úr Eysturoynni og nærum- hvørvinum annars, sum plaga at vitja hesa árligu mótasýningina hjá Handils- miðdeplinum, men eisini fólk úr eitt nú Klaksvík og Vágunum. – Men nú verkfall er, og nógv fólk ikki hætta sær so væl millum oyggjarnar, trúgvi eg ikki, at hesi fólk- ini vóru á framsýningini í ár. Tey høvdu heldur ongan møguleika at fáa bilarnar við sær um fjørðin og heim- aftur. Seinnapartin hendan dagin vóru tó nógv fólk inni á gólvinum, sum vit ikki kendu, siga tey, sum eiga handlarnar, sum vóru við í tiltakinum. Handlarnir, sum sýndu fram klæðir, vóru Jallur, Shop-In og Deild C. Handilsmiðdepilin hevði langan leygardag, og tí vóru handlarnir opnir til kl. 17.00. – Mótasýningin hevði stóra ávirkan, tí nógv fleiri fólk enn vanligt var inni á gólvinum hendan dagin, og klæðini seldu væl, siga tey í Saltangará. Góvu avboð Ætlandi skuldu fleiri hand- lar verða við í mótasýning- ini, men sum skilst, gekst ikki so væl hjá øllum at fáa fólk at ganga fyri seg, og tí góvu nakrir handlar, sum annars skuldu verð við, av- boð. Úr Saltangará verður sagt, at millum tey vitjandi hendan seinnapartin var eitt nú ein danskur bindiklubb- ur við 10 konum, sum vóru á útferð í Føroyum. Mótaframsýning í Saltangará Fríða saman við eini fittari smágentu. Judith, Simona og Elsa í mótaklæðum til børn. Hetta er triðja árið á rað, at Handilsmiðdepilin í Runavíkar Kommunu skipar fyri mótasýning undir opnum himli. Leygarkvøldið fór seinasta undanum- farið til Ársins Song- rødd 2002 av bakka- stokki í Vestmanna. Tveir finalistar vóru funnir afturat øllum hinum, so nú er bert eftir at gleða seg til finaluna í Havn ÁRSINS SONGRØDD Ragnhild Ellingsgaard Eini 500 fólk nýttu leygarkvøldið høvi til at fregnast um, hvør mundi fara avstað við sigrinum í Vestmanna. 8 sangumfør vóru á skránni, og tilsamans 14 luttakarar skuldu seta sín dám á kappingina. Frá fyrireikarunum frætta vit, at hýrurin í Vestmanna var av tí allar- besta. Hetta var fyrstu ferð í langa tíð, at nakað tiltak var á skránni har á stað- num, so fólk tóku glað ímóti hesum tilboðnum. Eisini fleiri fólk komu aðrastaðnis frá, og var gott lív í øllum kvøldi- num. 6 duettir vóru á skránni, meðan tveir einstaklingar vildu royna seg. Og tað vóru júst einstaklingarnir, ið ruku avstað við sigri- num. Ása Kathy Dam og Alice Simonsen gjørdust ávíkavíst nummar 1 og nummar 2 í kappingini. Tær báðar fara sostatt víð- ari til finaluna, sum verð- ur í Badmintonhøllini í Havn tann 29. juni. Seinastu finalistarnir funnir Fyrsta summarstevn- an í landinum nærk- ast av álvara, og fyri- reikingarnar til Norð- oyastevnuna eru nú rættiliga farnar í gongd í Klaksvík STEVNUR Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Í Klaksvík eru fólk longu farin at tosa um, hvussu veðrið man fara at skikka sær teir dagarnar, tá stevnan verður. Seinasta ár var tað ikki so galið, okkurt árið hevur tað verið heilt gott, meðan tað okkurt árið hevur verið regn og enntá eisini kavi. Hesum ráða vit tó ikki yvir, men mugu bert læra okkum at taka tað, sum tað kemur. Men hóast vit ikki ráða yvir veðrinum, so hava vit hóast alt okkurt at siga aðrastaðni. Í farnu viku skipaði Norðoya Frítíðar Ítrótta- felag fyri einum fundi í Bý- ráðshøllini, har Norðoya- stevnan 2002 var á skránni. Her varð tosað aftur og fram um øll tey viðurskifti, ið nú einaferð stinga seg upp, tá stevna er, umframt at norðoyastevnuskráin eis- ini skuldi fyllast. Stór uttandura konsert Norðoya Frítíðar Ítrótta- felag hevur 27 feløg sum limir, men hesi møttu tó ikki øll upp til fundin. Tí varð endaliga norðoya- stevnuskráin heldur ikki fastløgd á fundinum. Tó kom fram, at inni- haldið í Norðoyastevnuni í ár væntandi ikki fer at skilj- ast nógv burtur úr undan- farnu árum. Á skránni verður millum annað tivoli við hoppiborg- um, listaframsýningar og eisini ein stór uttandura konsert, sum nýggja tón- leikafelagið Sjey00 skipar fyri. Eingin uttandura konsert hevur verið í Klaksvík í fleiri ár, so hetta verður uttan iva spennandi. Nevndin í NFÍ fer nú at arbeiða víðari við øllum teimum uppskotunum, sum komu fram á fundinum, og væntandi verður endaliga skráin klár um heilt stutta tíð. Norðoyastevnan í ár fell- ur á tann 1. og 2. juni. NFÍ fyrireikar Norðoyastevnuna Beinta og Marna smæddust ikki burtur. Tað hevur ljóðað, at minni fiskur hevur verið á føroyska marknaðinum í seinastuni, tí heldur minni er at fáa og tí, at nógvar sølur hava verið uttan- lands, men Jason Johannesen heldur ikki, at hetta er nak- ar stórvegis trupul- leiki hjá Fiskavirk- ing í Saltangará sum er. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Einasti bátur, sum landar til Fiskavirking í Saltang- ará hesa vikuna, verður helst snellubáturin, Bár- an, sum hevur boðað frá landing fríggjamorgunin. Hvussu nógv teir hava inni, nú teir koma inn at landa, er ikki greitt. At eingin onnur land- ing hevur verið hesa vikuna, merkir tó ikki, at turt gólv hevur verið á virkinum. Eitt sløð av fiski lá niðurfyri mánamorgunin, og mánadagin keypti virkið 120.000 pund av upsa frá Havhesti og Grælingi, sum landaðu hjá P/F Beta. Týsdagin keypti virkið eisini 130.000 pund frá Sardis og Topas, sum nú eru heimahoyrandi í Vágunum og eita Draga- sund og Akranes. Teir landaðu á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, haðani hendan myndin er. Aftrat hesum hevur Fiskavirking í Saltangará keypt eini 40.000 pund av fiski aðrastaðni. Frídagar Ein frídagur er hesa vikuna, sum er Kristi Himmalsferðardagur, men Jason Johannesen heldur, at tey høvdu fing- ið nóg mikið av fiski, um tey eisini skuldi arbeitt hendan dagin eisini. Tað hevur ljóðað, at minni fiskur hevur verið á marknaðinum í seinast- uni, eitt nú tí, at heldur minni er at fáa og tí, at nógvar sølur hava verið uttanlands, men Jason heldur ikki, at hetta er nakar stórvegis trupul- leiki hjá Fiskavirking í Saltangará sum er. – Vit hava arbeitt hvønn dag hesa vikuna, og vit vænta, at okkurt verður at gera í komandi viku eisini, sigur hann. Jason Johannesen sig- ur, at frídagarnir mitt í viku órógva arbeiði nak- að, tí neyðugt er at starta uppaftur hvørja ferð. – Men soleiðis er tað nú einaferð hesa tíðina av árinum, tá ið nógvir ein- stakir frídagar eru, leggur hann aftrat. Eingin landing, men fiskur kortini Turboline 2000 er í fyrsta lagi bygd til at standa uppi á landi. Hon egnir 28 stampar í 3,5 tímar, og tá eru 320 húkar í hvørjum stampinum. – Nýggja skipanin hevur við sær, at nú kann ein maður einsamallur taka sær av egningini til fleiri útróðrarbátar, sigur føroyski umboðs- maðurin, Høgni W. Høgnesen á Toftum. FISKIREIÐSKAPUR Vilmund Jacobsen Ein nýggj og framkomin egningamaskina, Turboline 2000, er nú bygd á Averøy í Noregi. Felagið aftanfyri hesa nýskapandi maskinu eitur Bjørshol Mekaniske AS og maðurin aftanfyri fyritøkuna, er hin sami, sum í síni tíð gjørdi fyrsta Triplex-nótahálaran, sum hvør nótabátur hevur havt síðan miðskeiðis í sekstiár- unum. Hetta er eisini sami maður, sum í síni tíð gjørdi nótaleggjaran. Høgni W. Høgnesen, sum umboðar Turboline 2000 í Føroyum, sigur, at umrøddi norðmaðurin hevur arbeitt við egningamaskinuni í eini 20 ár, og síðan 1996 er hon royndarkoyrd. – Nú er so fyrsta skipan- in, sum er egningamaskina, stampar og spæl, seld til Tróndheim, og Bjørshol hevur fingið fleiri aðrar bí- leggingar. Høgni sigur, at maskinan og spælið rigga væl, og í Tróndheimi eru tríggir út- róðrarbátar um eina mask- inu. – Norðmenn eru sera áhugaðir í hesi nýggju skipanini, sum hevur nógvar fyrimunir, og teir halda, at línan fiskar líka væl sum onnur lína, hóast húkurin, sum verður nevndur ein j-húkur, er longri enn vanligt, og eitt reytt klips er ovast á velinum á húkinum. Egnir skjótt Tað, tú kanska fyrst leggur til merkis við nýggju egn- ingamaskinuni, er, at hon egnir uppí stamp. Línu- spælið, sum er ein partur av skipanini, dregur eisini uppí stamp. Turboline 2000 er í fyrsta lagi bygd til at standa uppi á landi. Hon egnir 28 stampar í 3,5 tímar, og tá eru 320 húkar í hvørjum stampinum. – Hetta merkir, at ein maskina kann nøkta tørvin hjá fleiri smærri útróðrar- bátum við einum manni uppi á landi, sigur Høgni. Hann vísir á, at eitt hugskot við maskinuni er, at útróðr- armenn kunnu taka seg saman og stovna eitt felag, sum eigur egningamaskin- una og línuspølini. – Felagið útvegar so bát- unum egndar línur í stampi og línuspæl, so teir, ið eiga bátarnar, ikki nýtast at hugsa um tann ofta so tunga partin, sum egningin er. Høgni sigur, at sjálv egn- ingin fer fram á tann hátt, at velið á húkinum, sum er spískað, fer ígjøgnum agn- ið og síðan inn í klipsið, sum er í endanum á teymi- num. Teymurin er alla tíð- ina festur í línuryggin við nevnda klipsi í endanum. Tað er bara húkurin, sum verður loystur frá línuni, tá ið drigið verður. – Maskinan egnir væl, sigur umboðsmaðurin og vísir á, at húkurin fer tvær ferðir ígjøgnum skræðuna, og triðju ferð festir agn- haldið seg eisini niður í skræðuna. Sergjørdir stampar Hann sigur, at stamparnir eru sergjørdir til hesa skip- an við fleiri rúmum, sum hvørt sær kunnu skiftast út, um okkurt rúm brotnar. – Maskinan egnir trý øgn í hvørt rúmið, síðan leggur hon pappír omanyvir agnið og egnir aftur trý øgn í næsta rúm. Pláss er fyri 450 húkum í hvørjum stampi. Stamparnir eru bygdir so- leiðis, at teir kunnu setast niður yvir hvønn annan. Høgni vísir á, at nýggja maskinan er eisini ein agn- skerimaskina. – Hon egnir makrel,sild og høgguslokk. Makrelurin verður kloyvdur í hálva longd og settur niður í rúm. Tú kanst sjálvur velja, hvussu stórt agnið skal verða. Annars roknar mask- inan sjálv út, hvussu nógv øgn fáast burtur úr hvørjum makreli, sild ella høggu- slokki. Umboðsmaðurin sigur, at einasti lasturin við hesi maskinu, er, at hon ikki kann egna gággu. – Hinvegin egnir hon ógvuliga væl makrel, sild og høgguslokk. Teir útróðr- armenn, sum egna við trakt, vita, hvussu tilvildarlig tann egningin er. Annars kann henda nýggja skipanin als ikki samanberast við traktina, tí hetta er ein sjálvvirkandi skipan, bæði hvat viðvíkur egning og draging. Reinur línuryggur Høgni sigur, at egninga- maskinan syrgir sjálv fyri, at húkarnir eru í lagi. Er onkur húkur boygdur, verð- ur hann skiftur út, og er okkurt klips vánaligt, verð- ur tað lopið um. – Tí er egningin so nær 100% í lagi, sum hon kann vera, leggur hann aftrat. Undir draging verður húkurin tikin úr klipsinum og fer í ein kassa fyri seg. Somuleiðis fara línuryggur og teymur ígjøgnum eina bust og verða reinsað, áðr- enn ryggur og teymar verða kveylað niður í stampin. – Tað, at húkur og agn ikki liggja saman við línu- ni, ger eisini, at línan held- ur seg reinari og ikki luktar av gomlum agni, sigur Høgni W. Høgnesen, sum eigur ein film, ið útróðrar- menn, sum hava áhuga fyri hesi nýggju skipan, kunnu síggja. Ein maður egnir til fleiri útróðrarbátar Og soleiðis sær línuspælið út. Ryggur og teymar verða kveylað niður í stamp, og húkarnir fara í ein kassa fyri seg. Soleiðis sær framkomna egningamaskinan út. Við hesi maskinu kann ein einsamallur maður egna til fleiri bátar. Hon egnir væl. Húkúrin fer tvær ferðir ígjøgnum skræðuna, og triðju ferð festir agnhaldið seg eisini niður í skræðuna. NÝBYGNINGAR Vilmund Jacobsen Nýggju trolbátarnir hjá Kjartani Joensen og Os- mundi Justinussen, Norð- leivur og Fríðborg, sum eru bygdir í Íslandi, koma til Føroya hesa vikuna. Tá ið vit frættu úr Ís- landi mánadagin, visti Kjartan ikki, um teir loystu næstu náttina ella dagin eftir. – Manningarnar, sum skulu føra bátarnar heim, eru her yviri, og vit koma í hvussu er heim hesa vikuna, segði Kjartan. Norðleivur og Fríðborg fara báðir úr Íslandi í senn og koma til Leirvík- ar í senn. Spurdur, um nakað verður fyriskipað í Leir- vík í samband við kom- muna, sigur Kjartan, at ætlanin er ikki at gera nakað serligt burtur úr. – Hetta eru ikki so stórir pakkar, sum hann tekur til. Norðleivur og Fríðborg eru bygdir á Ósey á Havna- fjørðinum. Skrokkarnir eru bygdir í Póllandi. Skipini eru 19,40 met- rar long og 5 metrar breið. Maskinurnar eru 425 hk. Nýbyningarnir koma í fiskiflotan fyri Norðleiv hjá Kjartani Joensen og Raðhamar hjá Osmundi Justinussen. Báðir hava loyvi at fiska á landleið- ini um sumrarnar og lúka tær treytir, sum her eru galdandi. – Tíðin var komin at skifta trolbátarnar út, sig- ur Kjartan Joensen, sum eigur Norðleiv. Norðleivur og Fríð- borg koma í vikuni C M Y K 9 8