týsdagur 14. mai 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 89 - 14. mai 2002
Nr. 89 - 14. mai 2002
29
Innleiðandi róðrarnir
Klokkan eitt leygardagin
skuldi innleiðandi róðurin
hjá kvinnunum byrja, men
á Scilly verður føroysk
presisheit nýtt, so klokkan
mundi vera nærri hálvgum
tvey, áðrenn flaggið fór
niður. Og hóast ávaringina
um startin, sum vit høvdu
fingið kvøldið fyri, so var
starturin hjá okkum syndar-
ligur. Vit lógu úti við eina
bátslongd aftan fyri teir
fremstu bátarnar og haraft-
ur at fløktust árarnar við
árarnar hjá bátinum, sum lá
við síðuna av okkum. So
faktiskt róðu vit ikki tey
fyrstu fimm seks tøkini,
men so kom ferð á. Upp á
stutta tíð róðu vit okkum
frá einum triðaftasta plássi
fram millum tríati teir
fremstu bátarnar. Men so
kom stígur í, kreftirnar
byrjaðu at ganga undan.
Men vit hingu í og endaðu
á einum 26 plássi, bert tveir
bátar frá B bólkinum. Hetta
hevði við sær, at vit skuldu
rógva fyrsta finaluróðurin í
C bólkinum.
So vóru tað menninir,
sum stóðu fyri tørni. Teir
lógu betri fyri í startinum,
men tá teir tóku fyrsta tak-
ið, brotnaði annar pinnurin,
sum árin liggur í. ( Gig´s
hava ikki tollar, sum teir
føroysku bátarnir, men
tveir pinnar, sum halda
árini). Tað var tollurin hjá
Skarphéðinn, sum brotnaði,
men hann bar skjótt at og
ikki mundu tað vera meir
enn tvey tøk, so hevði hann
skift tollin út og fekk róð
saman við hinum. Men
uttan iva fingu teir allir ein
hvøkk. Menninir lógu væl
fyri allan vegin inn eftir,
men teir komu í ein ógvus-
ligan aldudal. Aldurnar
stavaðu frá teim mongu
áskoðarabátunum, sum alla
tíðina sigla framvið. Teir
eru sera naskir, hesir bát-
arnir. Teir fylgja teim
fremstu bátunum, og leggja
líka í um teir krossa feltið,
og harvið geva teim aftaru
bátunum stórar trupulleik-
ar. Menninir á Kerens
endaðu eisini í C bólkinum.
Teir róðrarnir skuldu rógv-
ast seinni um dagin. Tein-
urin tá var 2.000 metrar.
Finaluróðrarnir
Ikki kann sigast, at vit vóru
heilt nøgdar við at vera í C
bólkinum, tí málið hjá okk-
um var at koma í B bólkin
beinanvegin, men tað gekk
ikki. Og vit vóru sera vón-
brotnar av hesum, serliga
orsakað av startinum. Men
róðurin í C bólkinum gekk
bara heilt væl. Vit vunnu
róðurin og sluppu sostatt
upp í B bólkin, sum skuldi
rógva annan finaluróðurin
sunnumorgunin
klokkan
hálvgum ellivu.
Hjá monnunum eydnað-
ist tað tíverri ikki at koma
upp í B bólkin. Teir endaðu
á einum fjórða plássi, so
teir skuldu rógva annan
finaluróðurin aftur í C
bólkinum. Og harvið var
greitt, at teir ikki kundu fáa
eitt endaligt úrslit í A
bólkinum.
Tað vóru nøkur sera
troytt róðrarfólk, sum tørn-
aðu inn á hotellinum hetta
leygarkvøld. Tey høvdu róð
5. 000 metrar kapp tilsam-
ans hvør henda dagin, og
tað er púra óvanligt. So tað
var onki at siga til at fólk
vóru nokk so moyr.
Sunnumorgunin var so
byrjað at rógva hjá kvinn-
unum klokkan hálvgum
ellivu. Og ikki gekk so væl
hjá
kvinnunum
heldur
hesuferð. Vit lógu á einum
fjórða og fimta plássi longi,
men at enda komu vit so
mikið væl aftur, at vit rætti-
liga blandaðu okkum upp í
kappingina um at vinna B
bólkin. Tríggir bátar komu
so at siga stavn um stavn
inn um málstrikuna. Og
fólk søgdu aftaná, at hesin
róðurin hevði verið tann
mest spennandi hjá kvinn-
unum. Men tá úrslitið kom,
var greitt, at vit blivu
nummar trý, og náddu so-
statt ikki at flyta upp í A
bólkin.
Hjá monnunum gekk tað
eitt sindur betri henda dag-
in, men teir náddu kortini
heldur ikki at flyta upp í B
bólkin. Hesuferð blivu teir
nummar trý. Teir lógu væl
fyri í róðrinum og kappað-
ust alla tíðina við teir
fremstu bátarnar, men end-
aðu sum sagt á triðja pláss-
inum, so nú ráddi um hjá
teimum at fáa eina so góða
endaliga plasering í C bólk-
inum sum gjørligt.
Seinnapartin klokkan eitt
korter til trý fór so tann
endaliga finalan hjá kvinn-
unum í gongd. Og her
hendi nakað keðiligt, sum
fekk panikk í. Vit fingu ikki
fatur á boyuni í tí fasta
startinum. Vit gjørdu vart
við hetta til dómarabátin
við at rætta hondina upp,
men hann koyrdi kortini
flaggið upp, og so var bara
at fáa bátin at liggja beinan,
áðrenn flaggið fór niður
aftur. Og tað gekk bara ein
lítil løta, so fór flaggið nið-
ur. Vit vóru slettis ikki
frammarlaga í róðrinum í
fyrstuni, men byrjaði at
koma okkum so við og við.
Vit endaðu nummar tvey.
Aftan á róðurin søgdu allar,
at tað var í berum illsinni,
at vit komu aftur, tí at
kreftir vóru ongar eftir teir
seinastu fimm hundrað
metrarnar.
Menninir endaðu sum
nummar trý í C bólkinum.
Samanlagt eitt 27. pláss av
81 bátum.
Vit høvdu ein bát, sum
stimaði við okkum, so at vit
fingu høvi til at síggja
róðrarnar. Og ein av monn-
unum, sum var við, segði
við okkum, at vit skuldu
bara vera glaðar fyri annað
plássið, tí um vit vunnu B
bólkin, so høvdu vit heilt
sikkurt verðið diskvalifis-
eraðar, orsakað av, at vit
ikki høvdu fatur í start-
boyuni. Men av tí at vit ikki
vunnu, so sluppu vit við
skrekkinum. Ein heldur
løgin hugburður eftir okk-
ara meining.
Men sum ein av teim
lokalu har um leiðir segði:
»This is Scilly – anything
can happen«.
Harbourside Hotel
Eftir róðrarnar sunnudagin
bjóðaði høvuðsstuðulin ein
bita á hotellinum, sum vit
búðu á.
Vit búðu á Harbourside
Hotel, sum stutt sagt liggur
á keiini á St. Mary´s. Har
vóru, umframt føroyingarn-
ar, umboð fyri The Faroese
Partnership og onnur, sum
hava tilknýti til oljufeløgini
aðrastaðnis frá. Maturin var
avbera góður og folk hugn-
aðu sær óført. Tá fólk
høvdu fingið sær omaná,
slógu vit ring og dansaðu
føroyskan dans, meðan
Burtur á heiði og Veturin
kom við kulda og kava,
rungaðu inni í matstovuni á
hotellinum.
Annars er at siga um
hotellið, sum vit búðu á, at
vit búðu einastandandi væl.
Vit høvdu alt hotellið fyri
okkum sjálvi og starvsfólk-
ini vóru framúr blíð og
fryntlig. Tey hjálptu okkum
nógv og vóru altíð til reiðar
at svara, um vit høvdu
onkran spurning.
Um veðrið er at siga, at
tað var sól allar dagarnar.
Onkran dagin var lotið kalt,
men eitt er heilt vist, og tað
er, at nógvar føroyskar nas-
ar blivu sólbrendar hesa
vikuna, meðan vit vóru á
Scilly.
Heimferðin
Mánadagin
06.05.02
klokkan hálvgum fimm
seinnapartin sigldi ferjan,
The Scillonian okkum aftur
inn á fastlandið. Og nú
byrjaði drúgva heimferðin.
Men hon gekk bara heilt
væl, og týsdagin stóðu vit
øll aftur í øllum góðum á
føroyskari jørð. Glað og
væl nøgd, men so avbera
troytt, við minnum fyri
lívið
í
varveitslu.
Í
Kollfjaradali varð takkað
fyri ein góðan túr og so
skiltust
leiðirnar
hjá
manningunum,
sum
á
Scilly
vóru
sum
eitt
umboðandi Føroyar, men
sum nú í summar fara at
berjast í hvør sínum felagið
fyri at endurvinna Føroya-
meistaraheitini frá 2001.
Kappróður á Scilly 2002
Frøin var stór, tá kvinnurnar
høvdu vunnið seg upp í B
bólkin
Framhald av síðu 27
»Fótbóltsskúla-venjari«
Er hetta ikki júst nakað fyri teg?
...sigur tú ja, verður tú ein snøggan dýnujakka heitari!!
Fótbóltssamband Føroya ætlar at skipað fyri fótbóltsskúlum aftur í ár.
Hetta er eitt sosialt tiltak,har børn úr øllum landinum í aldrinum 8–14 ár møtast til tveir upplivingar-ríkar dag-
ar, og er hetta ein líka stór uppliving fyri venjararnar.
Fyri at hetta tiltak skal framhaldandi eydnast væl, so krevst at vit fáa nokk av venjarum og lýsa vit tí eftir
venjarum til fylgjandi skúlar:
28.06.02
kl. 13.00 – 18.00
og
29.06.02
kl. 10.00 – 15.00
í Tórshavn
28.06.02
kl. 13.00 – 18.00
og
29.06.02
kl. 10.00 – 15.00
í Vági
28.06.02
kl. 13.00 – 18.00
og
29.06.02
kl. 10.00 – 15.00
í Vágum
28.06.02
kl. 13.00 – 18.00
og
29.06.02
kl. 10.00 – 15.00
í Klaksvík
05.07.02
kl. 13.00 – 18.00
og
06.07.02
kl. 10.00 – 15.00
á Toftum
Treytir fyri at tilmelda er, at tú hevur tikið minst eitt venjara-grundskeið ella at tú hevur hollar royndir innan
venjara-yrki, og at tú ert fylt/fyltur 16 ár.
Freistin at tilmelda er 15.mei 2002,hetta kann gerast við at senda niðanfyri standandi tilmeldingarlepa til FSF,
Postrúm 3028, FO-110 Tórshavn, ella at faxa lepan til fax nr. 319079.
✂
TILMELDINGARLISTI
Til Føroya Fótbóltsskúla 2002
Navn: ________________________________________________
Aldur: ___________________________
Bústaður: _____________________________________________
Tlf.: _____________________________
Lokið skeið/royndir: ___________________________________
Ynski at vera venjari á fótbóltsskúlanum í/á:
Tórshavn ❏
Toftum
❏
Klaksvík
❏
Vágur
❏
Vágar
❏
Ynski at venja aldursbólk:
8–10 ár
❏
10–12 ár ❏
12–14 ár ❏
Sendast/faxast í seinasta lagi 15. mei 2002, til:
Fótbóltssamband Føroya • Postrúm 3028 • 110 Tórshavn • Telefax: 319079 • e-postur: gudrid@football.fo
Starvsfólk
til barnagarðin í Hvalvík
Hvalvíkar kommuna byggir ein nýggjan barna-
garð í Hvalvík, har pláss verður fyri 45 børnum í
aldrinum 0-7 ár. Ætlanin er, at stovnurin letur
upp 01.oktober 2002,tó við fyrivarni fyri møgu-
ligum seinkingum. Í hesum sambandi verður
søkt eftir starvsfólki.
Leiðari
Høvuðsuppgávur:
• At hava leiðsluna og ábyrgdina av stovninum
• At samskipa arbeiðið á stovninum
• At skapa trivnað á stovninum
Vit sóknast eftir persóni, ið:
• Kann ganga á odda og dugir væl at fyrisita/leiða
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar,
foreldur og myndugleikar
• Er opin fyri nýhugsan
Útbúgving/royndir:
• Námsfrøðiliga útbúgving
Royndir innan leiðslu og umsiting kunnu vera ein
fyrimunur.
Lønar- og setanarviðurskifti:
Eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Starvsfólk:
Eisini verður søkt eftir pedagogum hjálparfólkum.
Vit sóknast eftir persónum, ið:
• Eru fleksiblir
• Hava opið sinni
• Taka støði í barninum
• Taka barnið í álvara
• Leggja stóran dent á eitt gott samstarv við
foreldur og samstarvsfelagar.
Lønar- og setanarviðurskifti:
Eru sambært sáttmálan millum Føroya Pedagog-
felag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum seinkingum,
og verða størvini sett frá hesum degi.
Meir fæst at vita við at venda sær til kommunu-
skrivstovuna, telefon 422350.
Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir skulu vera Hvalvíkar
Kommunu, 430 Hvalvík, í hendi í seinasta lagi 24.
mai.
Hvalvíkar kommuna
Søkt verður eftir
fólki til tangaskipið
»Bergina«
Søkt verður eftir dugnaligum og royndum mot-
ormonnum dekkarum (fulltiknum matrósum) til
tangaskipið »Bergina«.
Min. krøv til umsøkjarar:
• Drúgvar royndir
• Góðkenda læknakanning (bláa bókin)
• STCW-góðkent trygdar-/ og brandskeið
• Kunna skandinaviskt og enskt mál
• Dekkararnir skulu verða egnaðir til kagtænastu
Áhugaði biðjast vinarliga senda skrivliga umsókn
til:
SP/F Bergshav
Niels Finsensgøta 23 · Box 1252
FO-110 Tórshavn · Tlf. 318531 · Fax 319369
Bilur við til sølu
Citroën Xantia Diesel til sølu
Tlf. 213376 ella 447071
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
GER KVETTIÐ!
Fyrstafloks seyðahegn
50 m X 90 cm
6 tráða
Einans kr. 375,-
Yvir og undirtráður 3mm
Millumtráður 2,5mm
Meskavídd
B. 15cm H. 14cm til H. 22cm
Galvanisering 240 g/m2
Fa. H.J. Michelsen
tlf. 314414 - 263707
Fólk søkist
Tvær royndar konur søkjast til reingerðing.
Ring 283924.
Vaskarí & reingerðing
C
M
Y
K
29
28