týsdagur 14. mai 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 89 - 14. mai 2002
ATKVØÐUGREIÐSLA
Stefan í Skorini
Í dag, týsdagin, verður
gjørt av, hvør skal gerast
ársins ítróttarfólk í heimi-
num við breki. Sum kunn-
ugt er Heidi Andreasen
millum tey innstillaðu til
hesa virðislønina.
Tað er felagsskapurin
Laureus World Sports
Awards, sum skipar fyri,
og á heimasíðuni á inter-
netinum ber til hjá tær at
atkvøða fyri tí, sum tú
heldur skuldi fingið henda
heiðurin.
Mánadagin á middegi
hevði Heidi Andreasen
fingið 93,73 prosent av at-
kvøðunum á heimasíðuni.
Tó fekst ikki at vita, hvus-
su nógv fólk høvdu at-
kvøtt.
Adressan,
har
fólk
kunnu greiða atkvøðu er á
www.laureus.com/awards/
voting/.
2nd Atlantic Weekend
er av, og millum før-
oysku luttakararnar
stóð John Arni Nils-
sen seg best við sín-
um fimta plássi.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í fjør leiktu umleið 25 telv-
arar við í kappingini, og í ár
var luttakaratalið tvífalt.
Góðu virðislønirnar frá
Atlantic Airways, umframt
góð marknaðarføring, gera
sjálvsagt sítt til at luttakara-
listin er somikið vælljóð-
andi.
Føroyingurin Arild Rime-
stad skipaði fyri kapping-
ini, og hesum kom hann
væl frá. Eisini hevur hann á
eina hond fingið stuðulsav-
talur. Næsta ár er ætlanin at
kappingin skal telvast í
Føroyahúsinum. Í ár varð
telvað í Østerbro, í felags-
húsinum hjá Skakforening-
en Øbro.
Føroysku avrikini
Vinnararnir av kappingini
vórðu GM Carsten Høi og
David Bekker-Jensen við
sjey stigum av níggju møgu-
ligum.
Teimum
næstir
vórðu IM Kopylov úr Uk-
raina og Thorbjørn Bro-
mann við 6,5 stigum. Síð-
ani deildu John Arni Nils-
sen og Simon Bekker-Jen-
sen fimta pláss við 6 stig-
um.
John Arni legði væl út og
var á triðja plássi undan
næstseinasta
talvinum.
Men GM Høi bleiv bana-
maður hansara, tíverri.
John Arni reistist tó, og
vann eitt gott og stutt talv í
seinasta umfarinum. Sjálv-
ur tyktist hann vælnøgdur
við úrslit sítt, sum gav hon-
um nøkur ratingstig í sekk-
in. Hann nærkast nú 2400.
Endaliga støðan
(hjá føroyingum):
1-2 GM Høi . . . . . . . . .7
1-2 David B. Jensen . . .7
5 John Arni Nilssen .6
7 Ólavur Simonsen 5,5
7 Martin Poulsen . .5,5
7 Eyðun Nolsøe . . .5,5
13 Heini Olsen . . . . . .5
13 Hans K. Simonsen .5
13 Miriam Olsen . . . .5
32 Finnbjørn Vang . .3,5
Sum tað sæst vórðu teir
flestu føroyingar væl við í
gongdini. Ólavur var undan
seinasta talvinum á deild-
um triðja plássi, men tapti
ímóti IM Kopylov sum gav
honum eitt hóast alt flott
sjeynda pláss. Ólavur vann
sær væl av rating eftir hesa
kapping.
Eisini Martin, Eyðun og
Heini høvdu kjansir undan
seinasta talvinum, men
javnleikur millum júst Mar-
tin og Eyðun og eitt tap hjá
Heina,
steðgaði
teirra
royndum at koma í topp 5.
Martin og Eyðun telvaði
væl. Vórðu sindur sving-
andi til tíðir, men sum heild
vóru teir nøgdir við síni av-
rik.
Føroyameistarin, Hans
Kristian Simonsen, hevði
eina undir miðal kapping.
Hann fekk onga ynskibyrj-
an, og sostatt ongantíð nak-
ran møguleika at blanda
seg í toppin.
Endaliga støðan lúgva
eitt petti, tí eitt nú møtti
Heini Olsen nógv sterkari
mótstøðu
enn
Miriam,
sjálvt um tey fingu bæði
fimm stig. Men kortini skal
sigast at Miriam av álvara
er vorðin ein sterkur telvari,
og hevur nú umleið 1900 í
rating.
Tann føroyska
byrjanin?
Í talvi eru allar byrjanir
kallaðar upp eftir øllum
ymiskum, eitt nú hava vit tí
italiensku byrjanina, tí hol-
lendsku o.s.fr. Men enn er
eingin »føroysk byrjan«
(nevnast skal at IM John
Rødgaard hevur fingið ein
variant í fronsku byrjanini
uppkallaðan
eftir
sær,
»Rødgaard variation«).
Man kann tí skemtandi
taka til at føroyameistarin
Hans Kristian Simonsen,
møguliga verður uppruna-
maðurin til nýggju byrjan-
ina, tann »føroyska byrjan-
in«. Í síðsta umfarinum
leikti hann nevliga soleiðis
við hvíta fólkinum: 1. Rif3
d5 2. Rig1??!!. Hann hevði
framanundan avgjørt at
telva hetta talv á ein skemt-
andi hátt. Seinni í talvinum
hoppaði sami riddari eisini
aftur og fram á g1-e2 punt-
unum.
Sjálvt um Hans Kristian
loksins vann talvið, ja so
eiga nýbyrjarar og telvarar
sum heild als ikki at læra av
hesum. Byrjanarleikirnir
hjá Hans Kristiani, kunnu á
talvmáli kallast sera ósunn-
ir og tempotap. Men við-
gangast má, at stuttligt varð
tað kortini at sjáa talvið.
Ólavur Simonsen (2208) –
Lyubov Kopylova (2219)
Atlantic Weekend (8. umfar),
12.05.2002
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.c3 Rif6
4.Be2 Ric6 5.d4 cxd4
6.cxd4 Rixe4 7.d5 (Ólavur í
eyðkendum stíli, við finnu
minni fyri aktivt spæl)
7...Fa5+
8.Ric3
Rixc3
9.bxc3 Rib8 10.0-0 Rid7
11.Re1 Rif6 [11...Fxc3 er
møguliga rætti leikurin,
men hvítur fær kortini eyka
góða tíð at útvikla seg.]
12.Fb3 Bd7 13.Rid4! Rc8
14.Bb5 Fxc3? Rxc3 (er ein-
asti leikur, sum gevur
svørtum møguliga betri
kjansir) 15.Bxd7+ Rixd7
16.Fxc3 Rxc3 17.Rib5!
Rxc1
(tað
einfalta
er
Raxc1, men Òlavur leitar
annan leik fram sum bæði
er mergjaður og vinnur for-
serað)
DIAGRAM
18.Rixd6+! Kd8 19.Rixf7+
Ke8 20.Raxc1 Kxf7 21.Rc7
Rif6 22.d6 (talvið er av-
gjørt) 22...Kg6 23.dxe7
Bxe7
24.Rexe7
Re8
25.Rxg7+ Kh6 26.h3 Re2
27.Rxb7 Rxa2 28.Rxa7
Rd2 29.g4 1-0 áðrenn Rid6
Føroyingar stóðu seg væl
John Arni Nilssen stóð seg best av føroysku telvarunum í talvkapping um vikuskiftið
Atkvøð fyri Heidi
Heidi Andreasen
hevur fingið nógvar
atkvøður á heima-
síðuni hjá Laureus
C
M
Y
K
26
Nr. 89 - 14. mai 2002
27
Við ikki sørt av trup-
ulleikum fóru mann-
ingarnar á ávíkavist
Havnarbátinum og
Páll Fanga til Scilly
oyggjarnar týsdagin
30. apríl til heims-
meistaraskapin í Gig
róðri. Í bakandi sól
róðu vit kapp móti
úti við áttati øðrum á
Scilly oyggjunum
SCILLY 2002
Solby A. Eliasen
Eftir ætlan skuldi kvinnu-
manningin ikki fara úr
Klaksvík fyrr enn týsmorg-
unin, men orsakað av verk-
fallinum gjørdu vit av at
fara longu mánakvøldið.
Og gott tað sama, tí stutt
eftir, at vit vóru komnar til
høvuðsstaðin, fingu vit boð
um, at farast skuldi úr Havn
klokkan
hálvgum
seks
morgunin eftir. RSF hevði
frætt, at vandi var fyri at
Vágoyggin fór at verða
blokerað. At hon so kortini
ikki bleiv blokerað er ein
heilt onnur søga.
Ferðin til st. Mary´s, sum
er ein av oyggjunum á
Scilly, var sera drúgv -
drúgvari enn hon átti.
Ferðaleiðarar vóru Hans
Dávid Hansen og Terje
Kjærbo, men tað var so ikki
teirra skuld, at ferðin bleiv
so drúgv. Flogið varð úr
Føroyum til Kastrup og so
víðari til London, Gatwick.
Síðani skuldu vit við
náttartoki til Penzance í
Lands End. Hetta gekk alt
upp á stás, tó so vit vóru
sera troytt, tá vit komu
hartil
umleið
klokkan
hálvgum átta morgunin
eftir. Men troystin var, at nú
vóru bert knappir tríggir
tímar við ferju eftir.
Ferjan sigldi ikki
Men hvat? Ferjan hevði
havt trupulleikar kvøldið
fyri, og sigldi ikki aftur
tann dagin. Hon siglir bert
eina ferð um dagin. So vit
máttu flúgva yvir til oyggj-
arnar. Flúgvararnir taka
ikki nógv fólk. Onkrir tóku
einans átta, meðan aðrir
tóku upp til sekstan. Eisini
spældi viðførið ein stóran
leiklut. Um tað vigaði ov
nógv, so tók flúgvarin færri
fólk.
Vit vórðu biðin um at
fara umborð á ferjuna at
bíða eftir nærri boðum. Tað
tók langa tíð, men tey av-
bera fryntligu og hjálpsomu
starvsfólkini gjørdu alt tað
tey kundu fyri at bera so
skjótt at sum møguligt.
Flúgvitúrurin tók einans
tjúgu minuttir, men sum
sagt, so var tað sera drúgt at
bíða. Tað komst av at ferða-
fólkini, sum skuldu havt
verið við ferjuni, máttu
bíða eftir plássum í flúgvar-
unum. Og óivað vóru fleiri
eyka flogfør sett inn henda
dagin.
Tá øll langt um leingi
vóru komin upp á pláss, var
farið at hyggja eftir bátin-
um, sum rógvast skuldi í.
Hetta slagið av bátum verð-
ur kallað gig. Og The Faro-
ese Partnership hevði stuðl-
að eina nýggja gig til eitt
róðrarfelag á st. Mary´s,
sum
eitur
Mewagissey
Rowing Club. Kerens eitur
hon. So spenningurin at
síggja hetta snøgga far var
stórur. Og flott var hon.
Stóð á einum flata, sum
eitur Holgates Green. Farið
varð beinanvegin at venja
og tað gekk so hampuligt,
men vit skuldu tó líka venja
okkum við tann nýggja
bátin. Eisini tók veðrið
fleiri av okkum á bóli. Ald-
urnar vóru sera stórar, nógv
størri enn tað man er vanur
við at venja í her á klettun-
um, so illa gekk tann fyrsta
dagin. Serliga hjá kvinnu-
manningini. Men dagin
eftir var betri og tá vandu
vit eisini tvær ferðir. Ringa
veðrið hevði eisini við sær,
at rógvararnir mistu nógv
tøk, tí vit ikki eru von við at
skula hyggja út á árina alla
tíðina. Í Føroyum er tað
nógva staðni nærum bann-
lýst at hyggja út úr bátin-
um, meðan róð verður.
Vit fóru so eisini ein lítl-
an venjingartúr fríggja-
morgunin, áðrenn farið
varð á eina útferð til tvær
av hinum oyggjunum: St.
Martin´s og Tresco. Á
Tresco vóru vit og vitjaðu
ein vakran hava, sum eitur
Abbey Garden. Ein eina-
standandi vakur havi, við
alskyns blómum og trøum.
Hann líktist nógv einum
tropiskum hava við teim
mongu pálmunum. Haðani
gekk so leiðin til st.
Martin´s, sum er ein onnur
vøkur oyggj har um leiðir.
Fríggjakvøldið vóru so
tvær kappingar, Veteran´s
Race og Truro Trophy
Race. Ta fyrru kappingina
høvdu vit ikki møguleika til
at síggja, men vóru øll og
hugdu at tí seinna. Róð
varð frá St. Agnes til St.
Mary´s, sami teinurin, sum
tann innleiðandi róðurin
hjá okkum fór at vera dagin
eftir. Umleið 3.000 metrar.
Her fingu vit ein lítlan for-
smakk upp á startin, sum í
øllum førum ikki kann
sametast við tann føroyska.
Í staðin fyri startskotið,
sum nýtt verður í Føroyum,
nýta tey á Scilly bert eitt
flagg, sum verður koyrt upp
fyri at vísa, at nú verður tað
skjótt, og sum síðani verður
koyrt niður, sum boð til
bátarnar, at nú skulu tit
rógva. Og tá flaggið fór
niður hetta fríggjakvøldið,
er tað synd at siga at
bátarnir lógu eftir einari
linju. Nei! Onkrir vóru
meira enn eina bátslongd
aftanfyri.
Tá bátarnir vóru komnir
inn um málstrikuna, var
greitt at ein av teim lokalu
bátunum vann. Idas æt
hann. Føroyingarnir fóru
vælhýrdir aftur á hotellið
og nýttu restina av kvøld-
inum til at slappa av í og
fyrireika seg til stóru av-
bjóðingina dagin eftir.
World Pilot Gig Championships á Scilly
Spenningur var í róðrinum um at vinna B bólkin hjá kvinnunum
Ben Arabo, stjóri í Amerada
Hess í Føroyum var niðri á
Scilly og hugdi at róðrunum
Framhald á síðu 28
27