Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 14. mai 2002 25 Hesa ferð helt kappingarneytin tætt á útivølli, so tað er nevyan sannlíkt, at Molde fer at skifta málverja undan næsta dystinum NOREG Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen hevur ilt við at sleppa framat málin- um á besta liðnum í Molde. Undanfarnu ferðirnar hevur Eddie Gustafsson ikki verið serliga sannførandi. Kortini hevur svenski Molde venj- arin, Gunde Bengtsson, aftur og aftur valt at geva landsmanninum møguleik- an millum stólparnar, og tað gjørdi hann aftur sunnu- kvøldið, tá Molde var og vitjaði Bryne, har Knut Lillebakk, sum er útleigað- ur frá Molde, er málverji. Og tað er einki at ivast í, at Eddie Gustafsson aftur fer at fáa møguleikan, tá áttanda umfarið í lands- kappingini verður á skránni hóskvøldið. Í Bryne helt hann tætt, tí Molde vann 2–0. Molde skoraði longu tá tríggir minuttir vóru farnir, og tað hevði stóran týdning fyri dystargongd- ina. Málið fingu teir, tá ein av verjuspælarunum hjá Bryne royndi at leggja aftur til málverjan. Ein av álops- spælarunum kom ímillum. Seinna málið kom, tá sjey minuttir vóru eftir. Spælar- in, sum bara hevði verið fýra minuttir á vøllinum, skoraði. Hóskvøldið skal Molde spæla á heimavølli ímóti Moss. Í Noregi snúði mesta fót- bóltsprátið seg sunnukvøld- ið um, at Moss hevði megnað 2–2 á heimavølli ímóti Rosenborg. Meistara- liðið hevur ikki verið sann- førandi tað, sum er farið av hesum kappingarárinum. Í sætta umfarinum vunnu teir, og so varð roknað við, at tað skuldi ganga undan, men tað meiri enn hálv- kiksaði í Moss. Lyn er framvegis odda- lið. Hesa ferð vóru teir á Ullevål, har teir vunnu 2–1 ímóti Vålerenga, sum hóast tapið framvegis er á bronsuplássinum. Bodø/Glimt hevur gjørt norska fótbóltsheimin púra ovfarnan í vár, men nú eru teir so smátt við at koma niður á jørðina, sjálvt um teir framvegis eru á øðrum plássi. Hesa ferð høvdu teir heimavøll ímóti Viking Stavanger, sum er á fjórða plássinum. Úrslitið var málleysur javnleikur. Lillestrøm var í Kristian- sand og fór avstað aftur við øllum stigunum. Eingin ivi var um, hvat var betra liðið. Lillestrøm vann 2–0. Sta- bæk vann tepran 1–0 sigur, tá teir høvdu vitjan av Odd Grenland úr Skien. Sogndal sigursleyst Tað stendur ikki væl til hjá Sogndal, sum hevur havt fleiri føroyingar á liðnum, og sum stóð seg væl í bestu deildini í fjør. Eftir at teir hava spælt sjey dystir, bíða teir framvegis eftir fyrsta sigrinum. Teir eru niðast, og nú kann tað verða so skjótt, at hini liðini fara frá teimum, um tað ikki fer at venda í úrtøkuni. Hesa ferð sá tað tvær ferðir út sum um, at Sogn- dal skuldi fáa stig og kanska vinna. Teir vóru á odda 1–0 og 2–1 á heima- vølli ímóti Brann úr Ber- gen, men tað endaði við, at Brann vann 3–2. Dómarin hevði lagt tríggar minuttir afturat vanligu leiktíðini, og tað var í síðstu sekund- unum av eyka leiktíðini, at Brann fekk sigursmálið. At botnliðini ikki eru serliga heppin, var hetta aftur eitt dømi um. Umframt Molde–Moss sær skráin millum annað soleiðis úr hóskvøldið: Lyn–Bodø/Glimt, Lille- strøm–Vålerenga og Odd- Sogndal. Brann Bergen hevur ikki verið sannførandi, men nú gongur væl. INTER-TOTO Stefan í Skorini Toftamenn skulu møta sveisiska liðnum St. Gallen í fyrsta umfari í Inter-Toto Cup. Lutakastið var fyri nøkrum vikum síðani í býnum Nyon, men tá var framvegis ikki greitt, hvat mótstøðuliðið hjá B68 var, tí landskappingarnar í Evropa vóru ikki lidnar. Nú liggur tað so fast, at B68 fer at møta St. Gallen úr Sveis. Heimasíðan hjá B68 upplýsir, at sveisiska liðið endaði sum nummar seks í landskappingini, og tað gav atgongd til evrope- isku kappingina. Fyrri dysturin verður í Sveis leygardagin 22. juni, og seinni dysturin verður leiktur á Svangaskarði 29. juni. St. Gallen hevur fingið nøkur heilt góð úrslit í UEFA-Cup. Fyri hálvum øðrum ári síðani sendi St. Gallen enska liðið Chelsea úr kappingini. Nakrir kend- ir leikarar hava havt sína gongd í St. Gallen. Nevnast kunnu Marco Tardelli, sum skoraði í HM finaluni í 1982. Hann spældi við St. Gallen frá 1987 til 1989. Eisini Ivan Zamorano úr Kili spældi við St. Gallen síðst í nítiárunum. Felagið St. Gallen er úr einum býi við sama navni, sum hevur 70.000 íbúgvar. Jákup Mikkelsen hevur framvegis ilt við at vinna sær fast sæti á besta liðnum hjá Molde Mynd: Álvur Haraldsen Jákup sleppur ikki framat B68 møtir St. Gallen B68 skal møta sveisiska liðnum St. Gallen í Inter Toto Cup. Í fjør spældi B68 móti Lokeren í somu kappingini, her Marcello roynir seg 25 24 Nr. 89 - 14. mai 2002 Niðurflytarin B71 hevur fult stigatal, nú tveir dystir eru leiktir í landskappingini. Leygardagin vunnu sandoyingar 2-0 á HB heima á Sandi FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Ikki kann sigast annað enn at B71 er komið væl frá byrjan, nú tveir dystir eru leiktir í landskappgingini í 2. deild. Í fyrsta dystinum vann liðið á heimavølli móti NSÍ við trimum málum móti ongum, og leygardagin vann B71 2-0 á HB. Nakrar av gomlu kempunum hjá B71 fara enn í gulu troyggjuna, tá B71 spælir, og leygardagin fekk Ib Mohr Olsen tað eina málið í dystinum. Tað var móti endanum av fyrra hálvleiki, tá hann setti høvdið á eitt hornaspark, tá hann var staddur í málteiginum. Málverjin hevði ongan møguleika at bjarga. Í fyrra hálvleiki vóru fáir veruligir málmøguleikar, og spælið var ikki so gott. Dysturin fór mest fram á miðvøllinum, har liðini stríddust um at fáa yvirvág. Perla av máli Eftir steðgin fekk B71 alt meira yvirtakið í dystinum og skapti fleiri málmøguleikar enn útiliðið, sum hevði ilt við at fáa nakað veruligt álopsspæl í lag. Valdemar Novicki í málinum hevði tí lítið at gera. B71 fekk seinna málið miðskeiðis í seinna hálvleiki, og hetta málið fara fólk at minnast leingi heima á Sandi. Eitt høgt innlegg verður sent úr vinstru síðu. Jónsvein Thomsen er staddur miðskeiðis í brotsteiginum, og hann langar til fyrstu ferð, áðrenn bólturin er komin niður í vøllin. Bólturin fer beina leið upp í hornið, og málverjin hevði ongan møguleika at taka skotið. HB misti eftir hetta trúnna uppá, at tað skuldi eydnast at fáa nakað við aftur av Sandi, og móti endanum av dystinum vórðu tveir mans riknir av vøllinum. Eftir eitt fríspark vóru Slawomir Radziemski hjá B71 og Høgni Joensen hjá HB áfastir. Dómarin ivaðist ikki og sendi teir báðar av vøllinum. Tá vóru bara heilt fáir minuttir eftir at spæla. Radziemski er nýggjur verjuleikari hjá B71, og hann er úr Póllandi. B71 hevur til hetta kappingarárið fingið nýggjan venjara. Hann er 29 ára gamal og eitur Tom Saintfit. Tom er úr Belgia og hevur fyrr spælt við KÍ og TB í stutta tíð fyri nøkrum árum síðani, men í dag kann hann ikki spæla fótbólt vegna skaða. Nýggi venjarin hevur sostatt fingið eina góða byrjan sum venjari hjá B71 í 2. deild. Eftir tveir heimadystir hevur liðið fult stigatal, og málverjin hevur enn einki mál latið inn. Komandi vikuskiftið skal B71 til Sumba, men spurningurin er, um tann dysturin verður leiktur vegna verkfallið. HB skal á heimavølli spæla ímóti FS Vágum. B71 – HB 2-0 (1-0) 1-0: Ib Mohr Olsen 2-0: Jónsvein Thomsen Hóast sigurin var tepur, hevði B68 tamarhald á støðuni allatíðina. Líkindini vóru ógvuliga ring við kolandi stormi, og hetta darvaði spælinum almikið FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini B68 vann hetta vikuskiftið 2-1 móti kvinnuliðnum hjá GÍ. Dysturin varð leiktur sunnudagin í nógvum vindi, og ringa veðrið hevði við sær, at lítið av fótbólts- spæli var at síggja. B68 legði hart út og fekk eisini mál heilt tíðliga í dystinum. B68 royndi seg við skoti móti málinum, sum ein verjuleikari fekk vart fyri, men Mariann Isaksen var fyrst á tí leysa bóltinum og beindi hann í netið. Bert fimm minuttir vórðu leiktir, tá hetta málið varð skotið, men undan hesum hevði B68 eisini havt ein góðan málmøgu- leika, tá Maibritt Olsen gjørdist leys við málverjan- um, sum tó bjargaði. B68 hevði tamarhald á dystinum allatíðina og skapti fleiri málmøguleik- ar. Toftakvinnur øktu eisini um leiðsluna, tá tíggju minuttir vóru eftir at fyrra hálvleiki. Irdi Hansen royndi seg við einum lang- skoti, sum málverjin bara hálvbjargaði. Maibritt Olsen var skjót á bóltinum og skoraði. Henda støðan helt sær heilt til seinastu minuttirn- ar. Tá fekk GÍ fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Hansa Mikkelsen skeyt frí- sparkið uppum múrin og beinleiðis í málið. Eitt sera væl skotið fríspark verður sagt av Toftum. Sigurin hjá B68 var tó ongantíð í vanda, og heimaliðið vann ein uppi- bornan sigur. B68 – GÍ 2-1 (2-0) 1-0: Mariann Isaksen 2-0: Maibritt Olsen 2-1: Hansa Mikkelsen 2. deild: B71 – HB 2-0 (1-0) B71 hevur fult stigatal Ib Mohr Olsen fekk fyrsta málið í 2-0 sigrinum á HB heima á Sandi leygardagin. B71 hevur fult stigatal eftir tveir dystir Savnsmynd: Álvur Haraldsen 30 fólk vórðu tikin á støðina eftir stórdystin sunnudagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Nakað av roki stóðst av fótbóltsdystinum í danska høvuðsstaðnum sunnudag- in. Sum vant, so eru summi, sum heldur vilja nýta slíkt høvi til at gera um seg, heldur enn at njóta góða fótbóltsspælið, og so- leiðis varð eisini sunnudag- in. Hóast løgreglan hevði til- kallað hópin av fólki, sum stóðu á varhaldi uttan fyri Parkina, so slapst ikki undan einstøkum hending- um, og í alt vórðu eini 30 fólk tikin av løgregluni. Ótangarnir Kvinnur: B68 – GÍ 2-1 (2-0) B68 vann tepurt á grannum Í alt vórðu eini 30 tikin av løgregluni, sum var sera væl mannað hendan dagin C M Y K 24