Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 14. mai 2002 23 eina góða gjøgnumbrots- roynd, tá hann eftir góðum hálvum tíma endaði álop við at smekka til flatt innfyri, men Krogh fekk tó tamarhald á. Hetta var eisini seinasta royndin hjá Toda í dystinum. Sjónliga troyttur varð hann skiftur av vøllinum, og ístaðin sendi venjarin ein úthvíldan Peter Møller. Og tað var eisini um reppið, at Brøndby- Møller avgjørdi ímóti gamla felagi sínum. Fyrst stútaði hann beint framvið, tá Zuma legði innfyri, og nakað seinni var hann í góðari støðu, tá hann smekkaði til upp um, tá hann kanska heldur skuldi lagt bóltin til Peter Christ- iansen, sum var komin framvið. Slíkir møguleikar eiga og mugu ikki misnýtast í fótbólti, og alt endaði eisini við, at Brøndby revsaði hvítu leyvurnar. Vandin tóktist annars at vera hæs- aður av eini álopsroynd hjá teimum gulu, tá Mykland heldur sløsut legði bóltin út í vinstru. Trupulleikin var bara, at har var eingin FCK-leikari, og tá Mads Jørgensen við fullari ferð smekkaði til, hevði Rune Pedersen í FCK-málinum ikki ein livandi møguleika. Bólturin fleyg lágt við beinari kós móti handara stólpa, og meðan teir gulu nú fegnaðust, kundu FCK- leikararnir ikki annað enn iðra seg. Restina av dystinum royndu teir á heimaliðnum aftur at trýsta, men nærm- asta teir komu einum møguleika, var tá Lønstrup sendi fríspark úr 20 metrum væl uppum. Løtu seinni hevði dómarin bríkslað fyri seinastu ferð. Teir gulu hálsfevndust, tað sama gjørdu áskoðararnir. Teir hvítu sóu hinvegin út á sama hátt, sum teir gjørdu hósdagin. Kanska eisini við betri orsøk hesaferð, tí har var eingin ivi um, at hendan dagin var FCK betra liðið. Teir megnaðu tó ikki at gera sær dælt av møguleik- unum, og tað kostaði í seinasta enda, tá Brøndby fekk javnað. Men tað er einki at ivast í, at hevði floytan ljóðað, tá føroysku beinini vórðu tikin, kundi úrslitið verið eitt heilt annað. Eitt 2-0 mál til FCK við bara 10 minuttum eftir, hevði eftir øllum at døma avgjørt dyst- in, men soleiðis var bara ikki. Dysturin í tølum FCK-Brøndby 1-1 (1-0) 1-0: Bora Zivkovic, 36. 1-1: Mads Jørgensen, 89. Áskoðarar: 40.186 FCK: Magnus Kihlstedt – Peter Christiansen, Martin Albrechtsen, Bora Zivko- vic, Tomas Antonelius – Thomas Røll Larsen, Erik Mykland, Christian Poul- sen, Christian Lønstrup – Todi Jónsson, Sibusiso Zuma Brøndby: Mogens Krogh – Auri Skarbalius, Per Niel- sen, Krister Nordin, Allan Olesen – Thomas Lindrup, Mattias Jonsson, Allav Ravn, Mads Jørgensen – Peter Madsen, Ruben Bagger Todi í gull- dystinum Hevði bóltin: 44 Góðar avleveringar: 16 Misti bóltin: 11 Skot móti málinum: 3 Gjørdi fríspørk: 1 Fekk fríspørk: 4 Vann takklingar: 3 Tapti takklingar: 3 Vann loftdystir: 7 Tapti loftdystir: 5 Tað tíðina, sum hann var á vøllinum, var Todi ein støðug hóttan. Her royir hann at vinna seg framvið Auri Skarbalius Merkið átti sjálvandi eisini sítt pláss í Parkini, har fleiri føroyskir áskoðarar eisini vóru vitni til gulldystin, sum Brøndby at enda vann 23 22 Nr. 89 - 14. mai 2002 Heilt fram til 89. minutt hevði FCK takið á arvafíggind- anum, men Mads Jørgensen oyðilegði gullrómin, tá hann smekkaði bóltin í meskarnar. Fyri Toda Jónsson, sum kendi seg snýttan fyri tvey brotsspørk, mundi tapið vera ein sera beiskur biti at svølgja FÓTBÓLTUR Jákup Mørk - Parkin Straffe!! Ikki ein hin ein- asta av teimm 40.186 áskoðarunum á danska tjóðarleikvøllinum var í iva. Tað mundu mongu sjónvarpshyggjararnir í bæði donskum og føroysk- um heimum heldur ikki gera. Todi Jónsson var júst feldur, tá hann eftir at hava snýtt tveir av teimum gulu, dróg framvið Mogens Krogh, men Kim Milton Nielsen mundi vera einasti maðurin, sum ikki sá mis- gerðina, og tá hann sam- stundis er maðurin við avgerðini, so helt spælið fram. Hevði floytan hjá dómar- anum boðað frá, at talan var um brotsspark, er ógvuliga sannlíkt, at Todi var stóra hetjan í Parkini. Eitt mál tá hevði eftir øllum at døma avgjørt dystin, og sam- stund-is flutt FCK eitt stórt fet nærri DM-gullinum, sum liðið vann í fjør. Ístaðin gjørdist dagsins maður Mads Jørgensen, tá hann stutt fyri leiklok smekkaði til, tá Erik Mykland heldur sløsut mis- tók seg í verjuni, og so fekk FCK bert tvey silvurmerki upp á fýra dagar, sum kanska kundu verið teir størstu í søgu felagsins. Funnu stórspælið Alt var annars riggað til, so talan kundi gerast um ein dag av teimum heilt stóru hjá FCK hendan dagin. Longu ein tíma undan dystinum var Parkin meira enn hálvsett, og tá dómarin klokkan 15.00 bríkslaði dystin ígongd, vóru tríggjar av teimum fýra tribunum hvíttklæddar. Undantakið var endin hjá Brøndby- viðhaldsfólkunum, sum sjálvandi var gulur og bláur. Jú, áskoðararnir høvdu sanniliga gjørt seg til, og nú vóru tað leikararnir á teim- um báðum liðunum, sum skuldu gera av, hvønn veg gullið skuldi fara. Fyrstu góðu løtuna bendi alt eisini á, at áskoðararnir skuldu fáa ein dyst av teimum heilt stóru. Leikar- arnir góvu veruliga alt, sum teir høvdu í sær. Nær- dystirnir vóru nógvir og harðir, og tá dómarin í mest møguligan mun royndi at halda spælinum gangandi, gjørdist intensiteturin í dystinum øðiligur. Brøndby hevði heilt tíðliga í dyst- inum góða orsøk til at kenna seg snýttar fyri brotssparki, men tað var tó FCK, sum hevði fyrsta møguleikan, tá Todi Jóns- son snittaði eitt innlegg til Bora Zivkovic, sum tó ikki fekk veruligt skot á. Júst hesir báðir vóru eisini einastu broytingarnir í hópinum í mun til sunnu- dagin. Sum roknað varð við, so slapp Todi hesaferð at byrja millum teir fyrstu ellivu, og Bora Zivkovic var nú í miðverjuni fyri Bo Svensson, sum var gliðin fullkomuliga úr hópinum eftir tapið í steypafinaluni. Og tað var eisini Bora Zivkovic, sum var uppá spæl, tá FCK fekk lagt seg á odda. Upprunin til málið var eitt hornaspark, sum Todi og Zuma fingu við at leggja trýst á Brøndby-verj- una. Í fyrstu atløgu spurdist einki burturúr hornaspark- inum, men í aðru atløgu slapp Peter Christiansen oman at baklinjuni, og flata innleggið frá honum varð beint í netið av Bora Zivk- kovic. Undan hesum hevði Brøndby kanska vunnið sær eitt lítið yvirtak, men málið tóktist veruliga at geva liðnum íblástur. Á sentrala miðvøllinum funnu Christian Poulsen og Erik Mykland rætta stevið, soleiðis at bóltarnir í eini javnari rútmu vórðu spjaddir kring vøllin. Áskoðararnir frøddust, sum vera man, og sungu "vi ligger nummer et". Og tað var júst soleiðis sum FCK spældi hesa løtuna. Sum besta lið í Danmark. Brotsspørkini Sum nevnt, so hevði Brøndby í fyrra hálvleiki havt onkra støðu, har teir vildu hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men at floytan tagdi í báð- um førum. Kendu Brøndby leikararnir seg snýttar av dómaranum, so mundi tað tó vera lítið av miklum móti viðferðini, sum Todi fekk tvær reisur í seinna hálv- leiki. Fyrru ferðina var, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Zuma legði bólt- in millum tveir verjuleik- arar hjá Brøndby, og so helt Todi avstað. Krister Nordin megnaði als ikki at fylgja við føroyska leikaranum, og sá seg tí noyddan at toga hann niður. Uppl.agt brots- spark, men floytan tagdi. Tað gjørdi hon eisini, tá Todi lítla løtu seinni aftur var upp á spæl. Hesa ferð kom bólturin úr høgru. Todi snýtti í fyrsta umfarinum tveir verjuleikarar, við at traðka upp um bóltin, og so helt hann móti málinum. Mogens Krogh kom út og niður, og tá Todi prikaði bóltin fram við málverjan- um, vórðu beini tikin undan honum. Eftir dystin helt dómarin fast um, at Todi rann inn í liggjandi mál- verjan, og tað kann væl vera, at føroyski leikarin fór eftir brotssparkinum, men kortini var talan um slíka støðu, sum í 99 av 100 førum kastar brotsspark av sær. Onkursvegna gjørdi hon tað bara ikki hesaferð. Vórðu revsaðir Sum seinni hálvleikur leið, so tóktist ein sigur til heimaliðið at gerast alt meira sannlíkur. Teir vóru nógv tað vandamiklari liðið, og umframt bæði "brotsspørkini" sum teir áttu, so var talan um fleiri aðrar heilt naskar royndir, men mál kom einki. Kanska var orsøk at ótt- ast, tá svenski málverji teirra, Magnus Kihlstedt, brádliga mátti skiftast út. Hann fekk ein skaða í lærið, og tí mátti ungi Rune Pedersen brádliga á vøllin. Men heldur ikki hetta tóktist skelka FCK, sum framvegis stevndi beina leið móti DM-gullinum. Einasti Brøndby leikarin, sum hótti eitt sindur móti hesum var Peter Madsen, sum í tveimm førum var heilt nær við at skora, men sum í báðum førum mátti síggja bóltin ferðast fram- við stólparótini høgru- megin. Í hinum endanum royndu Todi og Zuma alla tíðina at hótta, og Todi hevði enn Gullið fór Todi trýr ikki tí, sum hendir. Hann er júst feldur av Brøndby málverjanum, men floytan hjá dómaranum tagnar Eins og liðfelagarnir var Zuma vónbrotin eftir dystin. Her tykist hann hugsa, hvat tað var, sum gekk so galið í dag C M Y K 22