týsdagur 14. mai 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 14. mai 2002
21
Todi Jónsson var
sjálvsagt vónbrotin
eftir javnleikin móti
Brøndby. Ikki minst
var hann harmur um
væntandi brotsspørk-
ini, sum hann sjálvur
segði vóru klokkuklár
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Høvdu føroysku umboðini
fyri fjølmiðlarnar roknað
við, at fáa frið til at tosa við
Toda Jónsson eftir dystin
hesaferð, so fóru vit í øllum
førum skeivir í hesum.
Sum ein av teimum sein-
astu kom Todi úr skiftirúm-
inum, og alt fyri eitt var
hann kringsettur av tíðinda-
fólkum, sum vildu hava at
vita, hvat hann helt um
støðurnar, sum flestu hildu
skuldi kastað brotsspark av
sær.
- Tað var brotsspark.
Eingin ivi um tað, helt før-
oyski leikarin fyri, áðrenn
hann greiddi frá, hvussu
hann upplivdi hesar støður-
nar
- Fyrru ferðina verið eg
togaður niður, so eg ikki
røkki eftir bóltinum, og
seinnu ferðina verið eg
tikin av Krogh.
Spurdur, um hann ikki
kundi roynt meira eftir
málinum, heldur enn eftir
brotssparkinum, var svarið
stutt og greitt:
- Hvussu kundi eg tað.
Eg fekk ikki runnið fyri
Krogh, sum tveitti seg
niður í føturnar á mær.
Hóast hann soleiðis helt
avgerðirnar hjá dómaran-
um vera skeivar, so vildi
hann ikki fara so langt, sum
at siga, at eitt dómaramis-
tak hevði kostað teimum
meistaraheitið.
- Nú skal eg nokk ansa
eftir, hvussu nógv eg sigi.
Eg haldi sjálvur, at Milton
er ein góður dómari, sum
eg havi stóra virðing fyri,
men sjálvandi mær dámt
betri, um hann floytaði
hasar báðar ferðirnar, var
einasta viðmerkingin til
hetta.
Heystið kostaði
Um árið sum heild, so mátti
Todi fyrst og fremst ásanna,
at nú verður tað Brøndby,
sum verður meistari.
- Teir høvdu eitt sera gott
heyst, har vit høvdu okkara
trupulleikar við skiftandi
venjarum og øðrum. Í vár
hevur støðan so verið hin
øvugta. Vit hava spælt væl,
og vunnið hópin av dystum,
men tað var so ikki nóg
mikið. Heldur ikki hóast vit
í dag vóru klárt betra liðið.
Nú avgerðin var follin.
Bæði í lands- og steypa-
kapping, var tað sjálvandi
nakað, sum fleiri fregnað-
ust um, og Todi var eisini
púrasta reiðiligur, tá hann
fekk spurningin.
- Jeg har det ad helvede
til, vóru boðini, meðan
hann síðani royndi at geva
sítt boð um, hvat leikararnir
hugsaðu nú eftir dystin.
- Sjálvandi er lagi í botni,
og tað verður kanska eisini
rópt og sparkað inni í skifti-
rúminum. Vit mistu jú
møguleikan fyri gullmerkj-
unum í dag, so tað er einki
at siga til, helt føroyski
leikarin hjá FCK.
Enn hevur FCK á pappír-
inum møguleikan at vinna
gullmerkini, men hetta
krevur helst eitt undir av
teimum heilt stóru. Í sein-
asta dystinum skal Brøndby
spæla móti Lyngby, og
vinna teir blá/gulu tann
dystin, er meistaraheitið
heima.
Lyngby hevur sum kunn-
ugt havt sínar stóru trupul-
leikar at dragast við í vár.
Felagið er farið á húsagang,
og eingin av yrkisleikarun-
um eru longur á liðnum,
sum í staðin er mannað við
áhugaleikarum, og hóast
Føroyar á sinni vunnu móti
Eysturríki, so er tað helst
ov nógv at krevja, at tað
skal verða Lyngby, sum
hjálpir FCK. Tann møgu-
leikan høvdu leyvurnar
sjálvar sunnudagin, men
hann varð misnýttur, og so
hjálpir tað lítið at iðra seg.
Stjørnuskotið hjá
FCK var í ringum
hýri, hóast hann í ár
hevur fingið sítt stóra
gjøgnumbrot, er
seldur til týskt topp
lið og er komin á
danska landsliðið’
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein – Parken
Ein av stóru profilunum hjá
FC Keypmannhavn í hesum
kappingarárinum
hevur
verið ungi Christian Poul-
sen, sum fyri einum ári
síðani var eitt ókent fót-
bóltsnavn.
Hann hevur rættiliga
gjørt vart við seg í hesum
árinum, og hann hevur
eisini fingið ein gyltan
sáttmála við týska stór-
felagið Schalke 04, har
hann
skal
spæla
eftir
summarferiuna.
Christian
Poulsen
er
eisini komin á danska
landsliðið og er millum
kosnu spælararnir, sum
skulu umboða Danmark í
HM-endaspælinum, sum
byrjar síðst í mai mánaði.
Einki gull
Hóast tað hevur gingið
strúkandi hjá miðvallar-
spælarunum í ár, var hann
keddur um støðuna, tá hann
kom av vøllinum sunnu-
dagin.
– Hetta er eitt stórt vón-
brot. Sjálvandi hevur tað
gingið væl hjá mær í ár,
men júst nú eri eg bara
keddur um, at vit ikki
vunnu dystin í dag, segði
Christian Poulsen.
– Vit spæla ikki okkara
besta dyst í dag, men vit
eru tað betra liðið og høvdu
uppborið sigurin. Margi-
nalarnir eru ímóti okkum,
vit verða snýttir fyri tvey
brotsspørk, og nú mugu vit
ásanna, at vit vinna einki
gull í ár, segði hann.
Stjórin í FCK,
Flemming Øster-
gaard, royndi at
halda høvdinum
høgt, men vónbrot-
ið um mista meist-
araheitið var tó
kortini sjónligt
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Tað var ein sjónliga vón-
brotin Flemming Øster-
gaard, sum eftir dystin í
Parkini spákaði millum
tíðindafólkini. Vanliga
so fyrikomandi FCK-
stjórin royndi kanska at
látast at halda høvdinum
høgt, men hann var tó
sera fáorðaður, tá vit
spurdu, hvussu hann
kendi tað, nú liðið innan
fýra dagar hevur tapt at
kalla tveir finaludystir.
- Í dag kennist hetta
eitt sindur løgið. Vit
spæla ein góðan fót-
bóltsdyst, har vit eru
nógv betra liðið, men
sjálvandi er tað keðiligt
at tapa. Vit mugu tó
royna at hyggja positivt
upp á tað, og sum sagt,
so haldi eg, at vit kunnu
vera ernir av avrikinum í
dag.
Spurdur, um hann ikki
eisini er errin um, at
FCK hóast alt megnaði
at toga somikið væl inn
á Brøndby, eftir at
munurin eitt skifti hevði
verið heili stig, fekk
stjórin ikki meira enn
ypt øksl, so vónbrotið
var sjónligt.
- Sjálvandi er tað eis-
ini nakað, sum vit kunnu
fegnast um. Vit mugu
sum sagt royna at hugsa
positivt, og so líta fram-
eftir, var einasta við-
merkingin til hetta.
Og tá vit at enda
spurdu,
hvørt
hann
kanska ætlaði at styrkja
um liðið, til tess at røkka
einum enn betri úrslitið
komandi árið, var ein-
asta svarið, at tað máttu
vit tosa við venjaran um.
Lítið at siga
Tað var óvanliga fámæltur Flemming Østergaard, sum
gekk millum tíðindafólkini
Eingin ivi
Todi var umgyrdur av
tíðindafólkum, so skjótt sum
hann kom úr skiftirúminum,
og samrøðuevnini vóru
sjálvsagt tey bæði
brotsspørkini, sum hann
kendi seg snýttan fyri
Eitt keðiligt farvæl
– Hetta er eitt stórt vónbrot. Sjálvandi hevur tað gingið væl
hjá mær í ár, men júst nú eri eg bara keddur um, at vit ikki
vunnu dystin í dag, segði Christian Poulsen
21
20
Nr. 89 - 14. mai 2002
Nú er tað greitt, at
danin Henrik Larsen
verður venjari hjá
føroyska A-lands-
liðnum komandi
árini
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Fótbóltssambandið boðaði
fjølmiðlum til tíðindafund
mánadagin klokkan 12.30,
har nýggi landsliðsvenjarin
varð avdúkaður.
Hvørki formaðurin ella
skrivarin í FSF vilja vátta,
at talan er um Henrik
Larsen, men fyrrverandi
danski
landsliðsvenjarin
var við flogfarinum hjá
Atlantic Airways úr Kast-
rup til Vágarnar mána-
morgunin. Fyri honum stóð
formaðurin í landsliðs-
nevndini, Jens Erik Magn-
ussen. Teir sluppu sær av-
stað beinanvegin.
Henrik
Larsen
hevur
spælt 39 dystir fyri danska
A-landsliðið.
Hansara
størsta avrik var, tá hann
gjørdist toppskjútti hjá
Danmark í EM-endaspæl-
inum í Svøríki í 1992.
Hann skeyt fleiri avgerandi
mál fyri liðið, sum so sera
óvæntað gjørdist Evropa-
meistari.
Henrik fór undir yrkis-
leið sína í Lyngby síðst í
áttatiárunum. Hann spældi
síðani við Pisa í Italia frá
1990 til 1992. Eftir EM-
endaspælið legði hann leið-
ina til Aston Villa í Eng-
landi. Upphaldið var tó ikki
langt, tí longu sama árið
skifti hann aftur felag,
hesuferð til Waldof Mann-
heim. Her spældi hann frá
1993 til 1994. Síðani fór
hann aftur til Lyngby, har
hann spældi í tvey ár. Í
1996 fór hann til FC
København,
har
hann
seinni gjørdist hjálparvenj-
ari.
Seinastu tíðina hevur
Henrik Larsen verið venjari
hjá Ølstykke í donsku 2.
deild. Tað verður sostatt
Henrik »Store« Larsen,
sum hann eisini verður
nevndur, ið skal taka sær av
føroyska landsliðnum kom-
andi tíðina.
Meira verður at frætta um
nýggja landsliðsvenjaran í
blaðnum í morgin.
Henrik Larsen nýggjur landsliðsvenjari
KÍ vann á útivølli
móti NSÍ, eftir at
klaksvíkingar taptu
heili 8-1 móti ÍF
fyri viku síðani.
Sigurin var uppi-
borin, og Olgar
Danielsen var aftur
á blettinum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
KÍ vann heldur óvæntað
á NSÍ í Runavík leygar-
dagin. Eftir at KÍ tapti 8-
1 móti ÍF í seinastu viku,
hevði eingin væntað sær
nakað serligt frá teim-
um. Men tað eydnaðist
klaksvíkingum at vinna
2-0, og sigurin var uppi-
borin.
Tað var Olgar Daniel-
sen, sum legði KÍ á odda
eftir fimtan minuttir í
fyrra hálvleiki. Leon
Bjartalíð legði innfyri úr
høgru síðu, og bólturin
datt fyri føturnar á
Helmari Lassen, sum tó
ikki fekk skot á. Bóltur-
in datt heldur tilvildar-
liga til tann gamla mál-
revin Olgar Danielsen,
og hann fekk bóltin
framvið málverjanum til
1-0.
Tá tíggju minuttir
vóru eftir av fyrra hálv-
leiki eydnaðist tað KÍ at
økja um leiðsluna. Leon
Bjartalíð fekk bóltin á
miðvøllinum, og hann
rak oman móti málinum.
Úr 30 metra fjarstøðu
royndi hann seg við
langskoti, sum endaði í
málinum. Eitt sera vak-
urt mál verður sagt úr
Runavík.
KÍ-spælararnir vildu
fegnir hava eyðmýkj-
andi tapið í Fuglafirði av
herðunum, og tí kemp-
aðu teir sera væl allan
dystin. NSÍ fekk tó
eisini nakrar málmøgu-
leikar í sín lut, men hesir
vórðu allir brendir. Tað
nærmasta, sum NSÍ kom
einum máli, var tá
bólturin brast í stongina.
KÍ hevði hinvegin tvær
royndi á træverkið.
Farnir at venja
Tá KÍ tapti í Fuglafirði
hevði liðið ikki vant
nakað serligt, men farnu
vikuna hava leikararnir á
2. liði verið til venjingar,
og tað hevur givið úrslit.
Kurt Mørkøre hevur
átikið sær venjingina av
2. deild umframt besta
liðnum hjá felagnum, og
nú tykist sum skil er
komið
á
karmarnar
kring 2. deild hjá KÍ.
NSÍ hevur einki stig
eftir dystir, og tað hevur
heldur ikki eydnast at
fingið nakað mál hesar
180 minuttirnar. Kom-
andi vikuskiftið tekur KÍ
ímóti LÍF í sínum fyrsta
heimadysti, meðan NSÍ
skal til Vágs.
NSÍ – KÍ 0-2 (0-2)
1-0: Olgar Danielsen
2-0: Leon Bjartalíð
2. deild: NSÍ – KÍ 0-2 (0-2)
KÍ fekk
endurreisn
Henrik Larsen skal vera nýggjur landsliðsvenjari. Hetta varð
avdúkað á tíðindafundi mánadagin á middegi
Mynd: Álvur Haraldsen
Henrik Larsen var
toppskjútti hjá danska
landsliðnum, tá
Danmark vann EM í
1992
C
M
Y
K
20
6 kg turr klæðir
600-1600 snúningar
prísur fyrr 6.295,-
Nú 5.595,-
Hvítvørur til føroyska húsarhaldið
Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460
Vaskimaskina
prísur fyrr 9.995,-
Nú 8.995,-
6 kg turr klæðir
600-1600 snúningar
Tíðarstýring 1-24 tímar
Orkuklassi A
Vaskievni A
Centrifugeringsevni A
Hvítvørur til føroyska
húsarhaldið
Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460
Vaskimaskina