týsdagur 14. mai 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 14. mai 2002
19
Kvinnurnar hjá KÍ
góvu HB ein
veruligan avsmurning
í landskappingardyst-
inum millum liðini
sunnudagin. 9-1 var
úrslitið, og sigurin
kundi lættliga verið
uppaftur størri
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
KÍ hevur verið einaráðandi
innan kvinnufótbólt í nøkur
ár, og sunnudagin var tað
framsýningarfótbóltur
á
skránni í Gundadali. HB
mátti á heimavølli leggja
rygg til eitt sera eyðmýkj-
andi stórtap. 9-1 til gestirn-
ar úr Klaksvík, sum nú
kanska fingu hevnd fyri
ósigurin í steypakappingini
í fjør.
KÍ setti seg á dystin frá
fyrsta bríksli, og ikki gekk
long tíð, áðrenn kvinnurnar
úr Klaksvík høvdu skorað
trý mál. Síðani minkaði HB
um munin til 3-1. Tá hálv-
leikssteðgurin var, hevði KÍ
økt til 5-1.
Útiliðið slapp at spæla,
sum tað vildi, og tí lá væl
fyri hjá teimum skjótu KÍ-
kvinnunum at skora fleiri
mál. Eftir steðgin var trýst-
ið á HB málið enn størri, og
KÍ fekk eisini fýra mál
burturúr. HB spældi við
flatari verju, og tað gjørdi
KÍ sær dælt av.
HB var ógvuliga sjáldan
á hálvuni hjá KÍ, sum hevði
ovmikið av málmøguleik-
um. Í veruleikanum kundi
KÍ skora nógv fleiri mál,
enn tær gjørdu, og tær raktu
stengurnar og tvørstongina
fleiri ferðir. Harumframt
brendu tær eina rúgvu av
møguleikum, tá tær vóru
leysar við málverjanum.
KÍ vann stórt hetta viku-
skiftið, men liðið hevur
framvegis ongan venjara.
Higartil hava tær skipa fyri
taktikki og útskiftingum
sjálvar, og tað hevur gingið
væl, men spurningurin er,
hvussu leingi liðið kann
halda á uttan venjara.
HB – KÍ 1-9 (1-5)
Málskjúttar:
KÍ: Viviann Bjartalíð 3,
Rannvá
Andreasen
2,
Malena Josephsen 2, Elsa
Maria Sivertsen 1, Mariann
Joensen 1,
HB: Gunn Müller 1
VB spældi seg sunnu-
dagin í hálvfinaluna í
steypakappingini.
EB/Streymur megn-
aði ikki at gera nakað
við heimaliðið, sum
hevði yvirvág í spæli
og fleiri málmøgu-
leikar
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
VB skal møta HB í hálv-
finaluni í kappingini um
Løgmanssteypið.
Hetta
gjørdist greitt, tá vágbingar
vunnu 2-0 á EB/Streymi í
Vági sunnudagin.
Ikki meira enn ein min-
uttur var leiktur, tá dómarin
dømdi brotsspark til VB.
Robert Cieslewicz varð
feldur uttalaga í brotsteig-
inum, meðan hann vendi
ryggin til málið. Brots-
sparkið var sera óneyðugt,
tí VB-framherjin stóð ikki í
eini vandamiklari støðu júst
tá.
Pólverjin skeyt brots-
sparkið sjálvur, men Gunn-
ar á Steig bjargaði. Bólturin
datt tó útaftur til Robert, og
hesuferð sendi hann fram-
við málverjanum og í netið.
Bert ein minuttur var á
urinum, og VB hevði longu
lagt seg framum. Nógvur
vindur var í Vági henda
dagin, og EB/Streymur
hevði undanvind fyri steðg-
in. Hesum dugdu teir tó
ikki at gera sær dælt av, og
VB hevði bóltin meira.
EB/Streymur
hótti
onkuntíð í skjótálopum,
men einki spurdist burturúr
teimum hálvmøguleikum,
sum útiliðið skapti. Álopið
hjá EB/Streymi fekk ikki
serliga nógv burturúr, og
VB var vandamiklari.
Palli økir
Í seinna hálvleiki var tað
VB, sum hevði undanvind,
og hetta hevði við sær, at
bólturin fyri tað mesta var á
hálvuni hjá EB/Streymi.
Tíggju minuttir inn í
seinna hálvleik fær VB tað
seinna málið. Eitt innlegg
verður sent innfyri úr
vinstru
síðu.
Bólturin
sleppur at ferðast millum
vinir á fíggindar tvørtur
ígjøgnum brotsteigin, har
Palli
Augustinussen
er
staddur. Hann langar til, og
Gunnar hevur ongan møgu-
leika at bjarga.Verjan hjá
útiliðnum stóð heldur still í
hesum málinum.
EB/Streymur hótti sjáld-
an málið hjá VB eftir steðg-
in, og heimaliðið hevði so
gott sum fult tamarhald á
dystinum.
Beint eftir málið til 2-0
framdi venjarin hjá VB
tvær
útskiftingar,
sum
høvdu til endamáls at spara
leikarar. Hann tók Robert
Cieslewicz og Jón Gærdbo
út, og inn á vøllin komu
Birgir Jørgensen og Tórur
Holm.
Predrag Zivkovic sat á
beinkinum allan dystin
vegna skaða í knænum, og
Jón Pauli Olsen varð eisini
spardur. Hann fekk nakrar
fáar minuttir á vøllinum, tá
hann kom inn fyri Gisla
Sveinbjørnsson.
VB – EB/Streymur
2-0 (1-0)
1-0: Robert Cieslewicz
2-0: Palli Augustinussen
VB: Bjarni Johansen –
Eyðun Jacobsen, Magni
Jacobsen,
Michael
í
Lágabø – Gisli Svein-
bjørnsson, Palli Augustin-
ussen, Slobodan Madzar,
Jón Gærdbo, Mortan úr
Hørg – Robert Cieslewicz,
Nenad Zivanovic
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen,
Knút Vesturtún, Kristian
Carlsson, Alfred Joensen –
Marni Djurhuus, Jákup
Martin Joensen, Ronnie
Samuelsen
–
Andrzej
Pacek, Sorin Anghel, Hans
Pauli Samuelsen
Kvinnur: HB – KÍ 9-1 (5-1)
Einvegis ferðsla
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Mánadagin skuldi kapp-
ingarnevndin hjá FSF
gera av, nær dystirnir,
sum eru avlýstir, skulu
leikast. FSF hevur ikki
megnað at halda kapp-
ingarskipanina í steypa-
kappingini og í 2. og 3.
deild vegna verkfallið.
FSF
skuldi
áseta
nýggjar leikdagar til
dystirnar í hálvfinaluni í
kappingini um Løg-
manssteypið millum HB
og VB, og samstundis
verða leikdagar ásettir
til dystirnar í 2. og 3.
deild, sum ikki hava ver-
ið leiktir vegna verkfall-
ið.
Hetta
vikuskiftið
skuldi Sumba spæla í
Havn móti B36, og VB
skuldi vestur í Vágarnar,
men hesir dystirnir í 2.
deild vóru av ongum
vegna
verkfall.
Hjá
kvinnunum skuldi liðið
hjá B36 suður til Vágs,
men hesin dysturin er
eisini útsettur.
Verkfallið er komið
ógvuliga dátt við hjá
FSF
og
feløgunum.
Vónandi fæst ein endi á
hesum skjótt.
Fleiri avlýsingar
VB – EB/Streymur 2-0 (1-0)
Vágbingar í hálvfinaluna
Marni Djurhuus hjá EB/Streymi hevur bóltin, meðan Jón
Pauli Olsen roynir at fáa fatur á honum. Aftanfyri standa
Ronnie Samuelsen og Tórur Holm
Mynd: Dagfinn Olsen
VB var sterkari í dystinum
móti EB/Streymi. Heimaliðið
skapti fleiri málmøguleikar
og skal nú møta HB í
hálvfinaluni
Mynd: Dagfinn Olsen
19
18
Nr. 89 - 14. mai 2002
Tað er framvegis púra
opið, um tað skulu
vera toftamenn ella
teir í Runavík, sum
skulu í steypafinaluna
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Um tað verður B68, ella
um tað verður NSÍ, sum
skal spæla fótbólt ólav-
søkudag, er á ongan hátt
avgjørt. Fyrra umfarið í
hálvfinaluni
ímillum
grannafeløgini á Skála-
fjørðinum endaði málleyst.
Tað var týðuligt, at talan
var um grannauppgerð, og
tað var týðuligt, at talan var
um fyrra dystin av tveim-
um. Líkindini vóru einki at
rópa hurrá fyri. Tað mundi
vera ein partur av frá-
greiðingini til, at spælið
ikki var gott, men bara ein
partur.
Grannauppgerðir
eru ofta órudduligar. Henda
var einki undantak í so
máta. Bólturin var nógv í
luftini, og tað vóru nógvar
langar sendingar og nógvar
sera lítið neyvar sendingar.
Málmøguleikarnir vóru
ikki so nógvir. NSÍ rakti
eina ferð í stólpan, og einar
tvær ferðir beindi B68
málverjin langskotsroynd-
um til horna. Anders Ny-
gaard hjá B68 var tríggjar
ferðir spældur leysur fyri
NSÍ málinum, men Jens
Martin Knudsen er fram-
vegis ein brandur millum
stólparnar, og ikki minst tá
talan er um ein ímóti einum
støðum er hann stinnur. Tað
prógvaði hann tær ferðir-
nar, sum B68 miðfram-
herjin kom leysur í brots-
teiginum.
At
málmøguleikarnir
ikki vóru so nógvir var ein
staðfesting av tí veruleik-
anum, at tað var ikki í
hesum dystinum, at avgerð-
in skuldi fella um, um tað
skal verða NSÍ ella B68,
sum skal spæla finaluna.
Bæði liðini vóru stutt sagt
meiri upptikin av ikki at
tapa, enn tey vóru av at
spæla álopsspæl og harvið
til upplagdar málmøguleik-
ar.
Tað verður í seinnu hálv-
finaluni, at avgerðin skal
fella. Nær tann dysturin
skal spælast var ikki av-
gjørt, tá blaðið fór til prent-
ingar, men tað er eingin
orsøk at skunda sær so
leingi, sum HB og VB ikki
hava spælt fyrru hálvfinal-
una.
B68 kann kanska metast
sum lítil favorittur, tí teir
eiga heimavøll. Men NSÍ
hevur stórar møguleikar.
Um tað eydnast teimum at
skora eitt mál, so skal B68
skora tvær ferðir og ikki
bara eina ferð. Um tað fer
at standa á jøvnum í mál-
um, so verða tað málini, ið
eru skorað á útivølli, sum
fara at verða avgerandi.
Landsliðsmenn sóu
reytt
Tveir av mest eyðsýndu
spælarunum í føroyskum
fótbólti tey seinastu árini
vóru miðdepil fyri tí, sum
ikki hevur við fótbólts-
spælið at gera. Fróði Benja-
minsen hjá B68 varð rikin
av vøllinum síðst í 1. hálv-
leiki, og tíðliga í 2. hálv-
leiki sá Pól Thorsteinsson
hjá NSÍ reytt.
At reyða kortið var tvær
ferðir á lofti, og at gula
kortið eisini varð víst,
kundi boðað frá, at talan
var um tætta og ófantaliga
grannauppgerð.
Soleiðis
var tað yvirhøvur ikki.
Spælið var á ongan hátt
ófantaligt, og taklingarnar
vóru ongantíð ljótar.
Spuringurin um linjuna
hjá dómaranum verður
altíð aktuellur, tá tveir
spælarar verða riknir av
vøllinum. Ikki minst tá
talan er um lítið ófantaliga
uppgerð. Okkum er ikki
kunnugt, um nakar dóm-
araeygleiðari var í Runavík.
Men undir øllum umstøð-
um kunnu støðurnar, sum
bóru reyðu kortini við sær
– tað var ivaleyst fyri at
hevna seg – nýtast á fund-
um og skeiðum fyri dómar-
um. Eitt eru reglurnar, og
eitt annað er tulkingin av
teimum og kenslan fyri,
hvussu tað er neyðugt at
stýra og fáa tað at glíða so
væl, sum tað á nakran hátt
ber til.
Undir øllum umstøðum
er tað ein veruleiki, at Fróði
Benjaminsen verður ikki á
B68 liðnum, tá teir á
Svangaskarði annan hvítu-
sunnudag fáa vitjan av
EB/Streymi.
Pól Thor-
steinsson fer ivaleyst at
halda hvítusunnu í heim-
bygdini Vági. Men hann
sleppur ikki upp í part, tá
NSÍ 2. hvítusunnudag fer at
spæla ímóti VB.
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Arn-
finn Langgaard, Jónstein
Petersen – Ian Højgaard,
Helgi L. Petersen, Sjúrður
Jacobsen, Gert Langgaard
– Óli Hansen, Sonni L.
Petersen
B68: Mikhal ??? – Jan
Petersen, Hans Fróði Han-
sen, Messias Perreira, John
Heri Dam – Jann Ingi
Petersen, Oleif Joensen,
Fróði
Benjaminsen
–
Arnold Joensen, Anders
Nygaard, Øssur Hansen
Helgi L. Petersen og hinir í
NSÍ máttu taka til takkar við
einum málleysum javnleiki
móti B68 í fyrru hálvfinaluni
í steypakappingini. Tveir
landsliðsleikarar, Fróði
Benjaminsen hjá B68 og Pól
Thorsteinsson hjá NSÍ, vórðu
riknir av vøllinum og hava
leikbann til næsta
landskappingardyst
Mynd: Álvur Haraldsen
Eingin ivi var um,
hvør rætti sigurs-
harrin var í
grannauppgerðini
millum LÍF og ÍF.
Leirvíkingar høvdu
fult tamarhald á
dystinum og vunnu
ein greiðan 3-0
sigur
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
LÍF tapti síðsta viku-
skiftið 3-0 móti FS Vág-
um, men hesuferð var
tað 3-0 til leirvíkingar,
tá ÍF var á vitjan.
Fuglfirðingar
høvdu
óivað sjálvsálitið í lagi
undan dystinum eftir 8-1
sigurin á KÍ seinasta
vikuskiftið, men útiliðið
kom skjótt niðuraftur á
jørðina.
"Høj at flyve, dybt at
falde" sigur orðatakið,
og tað kunnu fuglfirð-
ingar taka undir við.
LÍF legði hart út og
longu eftir umleið 90
sekund hevði heimaliðið
bóltin í netinum. Tað var
Bárður Heinason, sum
fekk fótin á bóltin inni í
málteiginum eftir horna-
spark.
Hetta málið tók luftina
úr ballónini hjá ÍF, sum
ongantíð kom fyri seg
eftir at hava fingið
hendan frammaná longu
í øðrum minutti.
Beint undan hálv-
leikssteðginum fekk LÍF
enn eitt mál. Hesuferð
var tað Johnhard Høgne-
sen, sum var málskjútti.
Ein langur bóltur varð
sendur afturum ÍF verj-
una. Jonhard eltir bóltin
saman við einum verju-
leikara, og málverjin
kemur út ímóti. Staddur
beint uttanfyri brots-
teigin fær Jonhard fótin
á bóltin, sum fer í netið.
2-0 var støðan við
steðgin, og øll vóru
samd um, at hetta var
fult uppiborið.
LÍF økir
Eftir stegðin helt LÍF á,
har teir sleptu. Leirvík-
ingar skaptu nógv fleiri
málmøguleikar, meðan
ÍF als ikki kundi liva
upp til tey átta málini,
sum teir fingu seinasta
vikuskiftið.
Móti
endanum
av
dystinum fekk LÍF enn
eitt mál. Petur Sjúrðar-
berg fór ígjøgnum í
høgru, og hann fær eina
sending av miðvøllin-
um, samstundis sum
verjan hjá ÍF roynir at
fanga hann í rangstøðu,
men tað eydnast ikki.
Petur er so leysur við
málverjanum, og hann
lyfti uppum til endaliga
úrslitið 3-0.
ÍF hevði sum heild
lítið av bjóða uppá og
líktist als ikki einum
liði, sum hevur ætlanir
um at flyta upp í ár. ÍF
hevði bara eitt skot á
málið hjá LÍF, og bara
eitt hornaspark fall í
teirra lut. LÍF-leikarar-
nir vóru hinvegin nógv
svangari og grammir í
nærdystum.
LÍF reisti seg sostatt
aftur eftir 3-0 tapið á
heimavølli
móti
FS
Vágum seinasta viku-
skiftið.
Hetta
gevur
teimum óivað mót til at
vera við í oddastríðnum
í ár.
Næsta vikuskiftið skal
ÍF spæla ímóti B36 í
Fuglafirði, og LÍF fer til
Klaksvíkar.
LÍF – ÍF 3-0 (2-0)
1-0: Bárður Heinason
2-0: Jonhard Høgnesen
3-0: Petur Sjúrðarberg
2. deild: LÍF – ÍF 3-0 (2-0)
LÍF vann á
grannunum
Hvørgin parturin
vildi tapa
C
M
Y
K
18