Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fremsti danski fót- bóltsdómarin viður- kendi eftir dystin, at hann hevði gjørt eitt mistak, tá hann ikki dømdi brotsspark til FCK FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein – Parken Stóra samtaluevnið eftir avgerandi dystin millum FC Keypmannahavn og Brøndby sunnudagin var, um Todi Jónsson var snýtt- ur fyri eitt ella tvey brots- spørk, tá felag hansara eftir øllum sólarmerkjum spældi av við møguleikan at vinna gull í ár. Brøndby helt seg eisini eiga tvey brotsspørk í dyst- inum, men brotsspørkini, sum Todi átti, tóktust verða púra opinlýst. – Tað er ein gøla, at hann ikki dømir brotsspark, segði ein óvanliga bersøgin Todi eftir dystin. Tvær ferðir Støðurnar, tá Todi varð rendur um koll í brotsteig- inum, fingu stóran týdning fyri úrslitið, og dómarin í dystinum hevði eisini ov mikið við at svara fyri seg eftir dystin. Allir teir donsku fjøl- miðlarnir vildu vita, hví hann ikki dømdi brotsspark til FCK. Eftir at Kim Milton Niel- sen, sum verður mettur sum ein tann fremsti dómarin í heiminum, hevði hvílt seg eina løtu í skiftirúminum, stillaði hann berføttur upp til nasku spurningarnar frá pressufólkunum. Hann var kaldur, men royndi sum frægast at svara fyri seg. Har var brotsspark Danska sjónvarpsrásin TV3 vísti danska dómaranum støðurnar á einum skíggja, og tá mátti Milton viður- kenna, at hann hevði gjørt eitt mistak. Todi Jónsson var í fyrru støðunum togaður ógvus- liga í troyggjuna, tá hann var komin leysur í brots- teiginum, og hann fór um koll. – Eg sá ikki støðuna soleiðis í dystinum. Nú síggi eg, hvussu verju- spælarin heldur í troyggjuni hjá Todi, og so má siga, at har kundi eg dømt brots- spark, segði Kim Milton Nielsen. – Tað gongur skjótt fyri seg í dystinum, og eg skal at taka røttu avgerðinar eftir lítlari løtu. Vit dóm- arar eru menniskju, og vit gera eisini mistøk. Málverjin ásannaði Í seinnu støðuni fintaði Todi seg leysan í brots- teiginum, men var feldur av málverjanum hjá Brøndby. Frásøgumenninir hjá TV3 vóru á gosi, tá Todi helst fyri aðru ferð í dystinum var snýttur fyri brotsspark, men dómarin hevði aðra fatan – eisini eftir dystin. – Har er ikki brotsspark. Todi sparkar sjálvur inn í armin hjá Mogens Krogh, so hann hevur sjálvur skyldina av hasum, segði Milton um tað støðuna, Men hann helt, at oftast verður dømt brotsspark í slíkum støðum. Málverjin hjá Brøndby var heitur um oyruni, tá Todi fór um koll, og hann skilti ikki, hví dómarin ikki dømdi brotsspark. – Eg eri spentur at síggja hasa støðuna á skíggjanum og hoyra frágreiðingina hjá Milton, tí eg raki beinini hjá Toda, og tí kundi hann lættliga havt dømt brots- spark, segði málverjin hjá Brøndby, Mogens Krogh, tá hann fór í skiftirúmið eftir dystin. Nógv umtala Mánamorgunin viðgjørdu øll tey donsku bløðini brotssparksstøðurnar, og Kim Milton Nielsen og Todi Jónsson vóru høvuðs- persónar í hesi viðgerð. Myndirnar av Toda, sum verður feldur í brotsteigin- um hjá Brøndby, vóru at síggja bæði í sjónvarpi og í bløðunum, og tey høvdu næstan hug til at skugga fyri vakra sigursmálinum, sum Mads Jørgensen skeyt seint í dystinum. Todi segði við donskum fjølmiðlarnar, at hann altíð hevði havt stóra virðing fyri Milton, men at hann helt lítið um avrikið hjá dómaranum í hesum dyst- inum. Todi helt sjálvur, at talan var um tvey púra greið brotsspørk. Nr. 89 • týsdagur • 14. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo – Todi spældi væl í dag. Hann er rætti- liga við at koma fyri seg aftur, og eg vænti mær nógv av honum í heyst, segði venjarin hjá FCK eftir gull- dystin FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein – Parken Venjarin hjá FC Keyp- mannhavn er ein góðs- ligur svii, og hóast hann helt, at hansara lið átti tvey brotsspørk í stór- dystinum sunnudagin, so var hann fattur sum altíð. – Dómararnir hava tað trupult í slíkum dystum, tá alt gongur so skjótt fyri seg, og so kann tað henda, at teir ikki síggja alt. Brøndby átti kanska eitt brotspørk, men eing- in ivi var um, at vit áttu tvey púra greið brots- spørk, segði Hans Backe eftir dystin. Todi á toppinum Venjarin hjá FC Keyp- mannhavn lat í steypa- finaluni hósdagin før- oyska álopsmannin sita á beinkinum megin- partin av tíðini, men sunnudagin var Todi við frá byrjan og spældi í meira enn 80 minuttir. – Todi spældi væl í dag. Hann er rættiliga við at koma fyri seg aftur og kemur meira og meira við í spælið hjá okkum. Um hann verður frískur, so verður hann bara betri komandi tíð- ina. Eg vænti mær nógv av honum í heyst, segði Hans Backe. – Todi hevur havt fleiri skaðar, sum hava órógvað hann, men nú er hann endiliga við at koma á tað støðið, sum vit vita, at hann kann spæla á. Beiskt tap Hans Backe var keddur um javnleikin móti Brøndby, sum hevði við sær, at FCK má lata danmarksmeistaraheitið frá sær til sín argasta kappingarneyta. – Vit spældu ein góð- an dyst ímóti Brøndby. Vit høvdu fult tamarhald á dystinum so at siga allatíðina, og vit skaptu nógvar kjansir. Tí er tað beiskt, at vit missa sigurin í seinastu løtu. – Eg eri væl nøgdur við spælið hjá okkum, men sjálvandi er tað eitt stórt vónbrot, at vit ikki vinna dystin. – Vit vóru 10 stig aftan fyri Brøndby, tá vit byrjaðu upp á seinastu 13 dystinar. Vit hava ikki tapt í vár, so vit skaptu spenning í kapp- ingini, men hetta kennist framvegis sum eitt stórt vónbrot júst nú, segði Hans Backe. Venjarin hjá FCK: – Todi verður bara betri Dómarin viðurkendi eftir dystin: – Todi átti brotsspark – Todi hevur havt fleiri skaðar, sum hava órógvað hann, men nú er hann endiliga við at koma á tað støðið, sum vit vita, at hann kann spæla á, segði Hans Backe – Tað gongur skjótt fyri seg í dystinum, og eg skal taka røttu avgerðinar eftir lítlari løtu. Vit dómarar eru menniskju, og vit gera eisini mistøk, segði Kim Milton Nielsen eftir dystin, tá hann var kringsettur av fjølmiðlafólki Mynd: Jonhard Hammer 17 16 Nr. 89 - 14. mai 2002 ÁTAK Tíðindaskriv Frá oktober til desember 2001 kannaði Arbeiðs- eftirlitið umleið 40 virkir og arbeiðspláss runt um í Føroyum. Endamálið við kann- ingini var at kannað eftir um hjálmar blivu brúktir, har hetta er krav sambært reglum eftir arbeiðsum- hvørvislógini. Av hesum kannaðu ar- beiðsplássum blivu eini 27 mál send til Fútan, við áheitan um at reisa ákæru fyri brot á galdandi regl- ur. Smbrt. kunngerð nr. 136 um reglur fyri byggi- pláss og líknandi ar- beiðspláss, dagf. 4. sept. 1995, byrjar Arbeiðs- eftirlitið í mai mánaði eitt átak móti vandanum fyri arbeiðsskaða, tá ar- beitt verður høgt uppi, og har vandi er tilstaðar at detta niður. Tiltøk skulu setast í verk, tá arbeitt verður í hæddini, t.v.s. har fallið er meira enn 2 metur. Har serligur vandi er niðri- undir, kann talan verða um minni fall enn 2 met- rar. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at neyðug til- tøk eru tilstaðar at útføra arbeiðið á tryggan hátt, og tann arbeiðandi skal syrgja fyri, at trygdartil- tøkini verða fylgd. Brot á oman fyri nevn- du kunngerð verða beind til Fútan, sum tekur støðu til um ákæra skal reisast. Tann ákærdi kann vænta sær bót, sum Fútin ásetur við sektaruppskoti. Verð- ur bótin ikki goldin, end- ar málið í rættinum. – Fyri aðrar vinnur enn oljuvinnuna UPPIHALDSLOYVI Tíðindaskriv Fyri at stytta um avgreið- slutíðina at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi, er gjørd avtala við Udlænd- ingestyrelsen. Arbeiðs- gevari, sum ynskir at seta útlending í starv, kann lata inn arbeiðsgevara- váttan til Føroya Land- fúta, sum síðani sendir Føroya Landsstýri hana til ummælis. Ummælið frá Føroya Landsstýri verður um Føroya Landfúta sent til Udlændingestyrelsen. Ud- lændingestyrelsen, sum móttekur sjálva umsókn- ina frá ambassadu ella konsuláti, kann so bein- anvegin taka avgerð í málinum. Henda avtala broytir ikki ásettu manna- gongdum í oljuvinnuni. Alt vikuskiftið hava samgongusamráðing- ar verið á Gamla Apoteki. Stemningur- in hevur verið góður, men nógv er at fáa upp á pláss. POLITIKKUR Heri á Rógvi Á Gamla Apoteki hevur alt vikuskiftið verið nógv virk- semi. Teir fýra flokkarnir, Tjóðveldisflokkurin, Fólka- flokkurin, Sjálvstýrisflokk- urin og Javnaðarflokkurin, samráðast í hesum døgum um at skipa samgongu. Um úrslit spyrst burturúr, so verður tann nógv umtal- aða breiða samgongan til veruleika. Teir fýra flokkar- nir eiga í alt 23 av teimum 32 tingmonnunum á Føroya Løgtingið. Tvey umboð fyri hvønn flokk hava luttikið á fund- unum, meðan hini umboð- ini fyri flokkarnar hava hildið seg tætt hjá. Búskapur og blokkur Anfinn Kallsberg, løg- maður, sigur, at teir sunnu- dagin hava samráðst um búskaparliga partin og tann ríkisrættarliga partin. Á øðrum økjum eru partarnir komnir rættiliga langt ávegis at finna eina semju. Anfinn Kallsberg ásannar, at tað er á tí ríkisrættarliga økinum, at partarnir standa longst frá hvørjum øðrum, og hetta hevur eisini merkt samráðingarnar. Løgmaður boðaði frá, at teir nú høvdu okkurt meira konkret at taka støðu til. Eftir hvat skilst hevur tað gingið glíðandi við flestu økjunum fyriuttan búskap- arliga partin og ríkisrættar- ligu støðuna, har partarnir standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum. Serliga skuldi tað vera støddin á blokkinum, sum hevur verið til umrøðu innanhýsis í fleiri flokkum, og har er líkt til, at onkur flokkur verður noyddur at geva seg rættiliga nógv. Mikudagurin Fyrsti tingfundurin við nýggja Løgtinginum verður mikudagin. Ikki bara fáa tingmenn ein nýggjan ting- sal, men teir skulu eisini velja sær ein tingformann. Her kann støðan gerast nakað serligt, tí andstøðan við Javnaðarflokkinum, Sam- bandsflokkinum og Mið- flokkinum hevur – í øllum førum enn – eina avtalu, sum sigur, at teir standa saman í tingbólki til val av nevndum og val av tingfor- manni, um Anfinn Kalls- berg ger av at fara í tingið við einari samgongu við sekstan tinglimum. Hetta ger so tað, at løg- maður hevur eitt ávíst tíðar- trýst á sær. Sunnukvøldið segði Anfinn Kallsberg, at hann helst vildi hava sam- ráðingarnar lidnar til ta tíð, men hannhevði ikki sett sær nakra tíðarfreist. Hann hevði heldur ikki gjørt av, um hann fór at kalla aðrar flokkar til samráðingar, um hendan samráðingarroynd- in miseydnast. Truplar samráðingar Tað nógva av tíðini undir samráðingunum fer við at bíða og dúgliga verður eisini prátað um leyst og fast. Á myndini er kampur um gomlu sofurnar hjá Verkmannafylkingini, ið Javnaðarflokkurin fyri tað nógva nýtir. Mynd: Finnur Justinussen. Javnaðarflokkurin var væl mannaður á Gamla Apoteki, meðan samráðingarnar hildu á. Enn er óvist, hvør endin verður á samráðingunum. Mynd: Finnur Justinussen. Arbeiðseftirlitið kannar byggipláss Broytt mannagongd fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvir Lesið -tað loysir seg C M Y K 16