týsdagur 14. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 14. mai 2002
15
Nú er bannað at royk-
ja í øllum felagsrúm-
um umborð á føroy-
skum fiskiskipum
ROYKIPOLITIKKUR
Áki Bertholdsen
Tað gerst alsamt meiri og
meiri vanligt, at arbeiðs-
pláss fáa roykipolitikk, har
greiðar reglar verða gjørdar
fyri, hvar tað er loyvt at
roykja og helst, hvar tað
ikki er loyvt at roykja.
Og nú er roykipolitikkur
eisini settur í verk umborð
á føroyskum fiskiskipum.
Og úrslitið av tí roykipoli-
tikkinum er, sum alla aðra-
staðni, at nú verða tað teir
fiskimenn, ið roykja, sum
mugu laga seg eftir teim-
um, sum ikki roykja.
Fiskimannafelagið
og
Reiðarafelagið fylgja við
tíðini, so tá ið tey bæði
feløgini í farnu viku gjørdu
nýggjan sáttmála, er royki-
politikkurin við.
Í sáttmálanum stendur
stutt og greitt, at royking
skal vera bannað í felags-
hølum umborð.
Óli Jacobsen, formaður í
Fiskimannafelagnum, ásann-
ar, at helst verður misjavnt,
hvussu fiskimenn fara at
taka ímóti hesum.
– Men vit vita, at royking
er heilsuskaðilig. Tað hevur
altíð verið so, at teir, sum
ikki roykja, hava ligið undir
fyri teimum, sum roykja.
Men hereftir verða tað so
teir fiskimenn, sum roykja,
sum mugu laga seg eftir
teimum, sum ikki roykja.
Hann sigur, at spurning-
urin um royking avgjørt ein
ein týðandi partur av trivn-
aðinum umborð.
– Nú er ikki longur nóg
mikið at tosa um løn og um
pening. Arbeiðsfólk seta
eisini krøv til trivnaðin á
arbeiðsplásunum og tað
gera fiskimenn somuleiðis.
Og at seta bann fyri royking
í felagshølum umborð er
ein partur av hesum.
Óli Jacobsen sigur, at
roykiforboð skal fyrst og
fremst vera har tað verður
etið og sovið, tvs, at tað fyr-
st og fremst skal vera bann-
að at roykja í messuni og í
kømurunum.
Men annars er roykifor-
boð í øllum felagsrúmum.
Sostatt verður næstan neyð-
ugt at fara út á dekkið at
festa sær í.
Ein annar partur av trivn-
aðinum umborð, er larmur-
in umborð og Fiskimanna-
felagið og Reiðarafelagið
skulu samstarva fyri at fyri-
byrgja skaðar av larmi.
Í sáttmálanum, sum er
galdandi til 1. desember
næsta ár, stendur eisini, at
fiskimenn eisini skulu hava
møguleikar fyri at hoyra út-
varpið í serligum oyra-
telefonum, sum eisini eru
hoyrivernd.
Men
hesar
hoyriverndir skal hvør ein-
stakur fiskimaður sjálvur
útvega, gjalda og hava
ábyrgdina av.
Styttri túrar
Í nýggja sáttmálanum verð-
ur túralongdin eisini stytt.
Higartil hava fiskimenn
ikki krav uppá at sleppa
heim, fyrrenn túrurin hevur
vart í fýra mánaðir.
Tað er nú lækkað til 3 1/2
mánað og frá 1, januar
verður túralongdin aftur
lækkað niður í tríggjar
mánaðir.
Somuleiðis skulu trygd-
arumboð veljast umborð á
hvørjum skipi.
– Nýggi sáttmálin við
reiðararnar er eitt
dømi um at tað ber til
at semjast um loysnir
uttan buldur og brak,
sigur Óli Jacobsen,
formaður í Fiski-
mannafelagnum
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
–Vit eru væl nøgdur við
sáttmálan tí vit hava fingið
rættiliga avgerðandi mál
við í sáttmálan.
Óli Jacobsen, formaður í
Fiskimannafelagum heldur,
at nýggi sáttmálin, sum nú
er gjørdur við Reiðara-
felagið um korini hjá fiski-
monnum, er eitt rættiliga
stórt framstig.
Sáttmálin gekk út 1. des.
og síðani hava partarnir
samráðst meiri og minni.
– Eg haldi, at sáttmálin,
vit hava gjørt við Reiðara-
felagið, vísir, at tað ber væl
til at røkka semjum og at
finna loysnir uttan buldur
og brak, sigur Óli Jacobsen
Hann hugsar fyrst og frem-
st um, at tað nú hevur eydn-
ast at fáa eina áseting um
eftirløn til fiskimenn við í
sáttmálan.
– Tað er eitt gjøgnumbrot
fyri fiskimenn. Prinsippið
um eftirløn til fiskimenn er
nú gjøgnumført og hóast
tað ikki fer at virka frá degi
til annan, er skjøtil settur á,
sigur Óli Jacobsen.
Fiskimaðurin fær eftirløn
fyri hvønn dag, hann er á
sjónum og skipanin kemur í
gildið 1. juli í ár.
Frá tí degi skal hvør
fiskimaður betala 10 krón-
ur um dagin inn á eina eftir-
lønarkonto og reiðarin skal
betala 15 krónur.
Frá 1. juli næsta ár og til
sáttmálin gongur út 31. des.,
skal hvør fiskimaður betala
20 krónur um dagin inn á
eina eftirlønar konto og
reiðarin betalir 27 krónur
Verður onki annað avtal-
að, skulu fiskimenn og
reiðarar í framtíðini annars
rinda hvør sína helvt av
eftirlønini.
Óli Jacobsen sigur, at nú
er eftir at finna semju við
reiðararnar um, hvussu
høgt gjaldið skal vera, men
í fyrstu syftu verður tað
helst 27 krónur um dagin til
hvønn partin.
– Ætlanin er í hvussu so
er at gera eina skipan, sum
tryggjar einum fiskimanni
eina veruliga eftirløn eftir
eitt lívsverk á sjónum.
Hann sigur eisini, at
felagið fer at arbeiða fyri at
broyta lógina, so at fiski-
menn ikki verða revsaðir í
skatti, fara teir frá við eftir-
løn áðrenn teir fylla 67 ár.
Eftir skipanini, sum nú er,
betala fólk munandi meiri í
skatti av eftirlønaruppspar-
ing, tá ið tey taka hana út,
áðrenn tey fylla 67 ár, enn
tey gera, um tey bíða til eru
fylt 67 ár. Og tað heldur Óli
Jacobsen er órímiligt fyri
fiskimenn, sum mangan
verða pensjoneraðir áðrenn
teir fylla 67.
Umframt hetta, eru aðrar,
smærri broytingar gjørdar.
Kostar 70.000 eyka
Eisini Jákup Sólstein, for-
maður í Reiðarafelagnum
er hampiliga væl nøgdur
við sáttmálan.
Hann sigur, at Afturfyri
hesa eykaútreiðsluna, verð-
ur býtisprosentið hjá mann-
ingini við teimum størri
rækjuskipunum lækkað.
Reiðarafelagið er
sinnað at toyggja
seg langt fyri at
sleppa undan verk-
falli, sigur Jákup
Sólstein, formaður í
Reiðarafelagnum
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGA
Áki Bertholdsen
Eisini Jákup Sólstein,
formaður í Reiðarafelag-
num er hampiliga væl
nøgdur við sáttmálan,
sum nú er gjørdur við
Fiskimannafelagið.
Hann sigur, at sjálv-
andi er talan um eykaút-
reiðslur, men at Reiðara-
felagið er til reiðar at
toyggja seg langt fyri at
sleppa undan verkfalli.
Tað hevur vigað rættiliga
nógv, sigur hann.
Og okkara grundsjón-
armið er eisini, at mann-
ingarnar skulu trívast væl
umborð, men sjálvsagt er
tað ein millumvegur.
Útreiðslur koma ongan-
tíð væl við, serliga hjá
skipum, sum hava tað
tungt frammaundan, ikki
minst rækjuskipunum.
Hann sigur, at afturfyri
tær eykaútreiðslur ið
standast av sáttmálanum,
er tískil ein serlig skipan
gjørd fyri tey stóru
rækjuskipini, so at tey
ikki fáa eykaútreiðslur av
sáttmálanum.
Tað
er
gjørt við at lækka býtis-
prosentið eitt lítið sindur.
Jákup Sólstein sigur, at
hjá einum vanligum línu-
báti fer sáttmálin at kosta
einar 65.000 krónur um
árið tilsamans.
Hjá einum partrolara
kostar hann helvtina,
men hjá einum trolara
við nógvum fólki, kostar
tað meir.
– So tilsamans er ikki
talan um tær stóru broyt-
ingarnar, sigur Jákup
Sólstein.
Hinvegin vísir hann
eisini á, at fiskimenn
hava havt rættiga góða
inntøku seinastu árini.
Ber til at semjast
uttan buldur og brak
Nú mugu fiskimenn
út á dekkið at festa sær í
Eftir nýggja sáttmálanum
ímillum Fiskimannafelag-
ið og Reiðarafelagið mugu
teir fiskimenn, sum
roykja, nú boyggja seg fyri
teimum, sum ikki roykja
Nýggi sáttmálin við reiðararnar er eitt gjøgnumbrot fyri fiski-
menn, sigur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum
Kostar 65.000
krónur um árið
– Vit halda, at manningarnar skulu hava tað gott
umborð, men tað skal sjálvsagt finnast ein millumvegur,
sigur formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein
15
14
Nr. 89 - 14. mai 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Statoil
afturgongd
Úrslitið
hjá
Statoil
fyrsta ársfjórðing í ár
var tríggjar mia. norsk-
ar krónur, og tað var 1,3
mia. krónur minni enn í
sama
ársfjórðingi
í
2001.
Statoil sigur, at um-
setningurin fyrsta árs-
fjórðing var 54,8 mia.
krónur ímóti 50,8 mia.
krónur
tríggjar
teir
fyrstu mánaðarnar í
fjør. Felagið sigur, at
framleiðslan hevur ver-
ið 9 prosent størri í ár
enn í fjør, men at prís-
irnir hava verið lægri.
At kalla øll meirfram-
leiðslan hevur verið á
pallum í útlondum, tí á
norska landgrunninum
hevur Statoil bundið
seg til at avmarka
framleiðsluna.
Fiskimenn
missa
arbeiðið
Hagtøl hjá donsku hag-
stovuni vísa, at danskir
fiskimenn eru í størri
vanda fyri at gerast
arbeiðsleysir enn fólk,
sum arbeiða á landi.
Ein
uppgerð
fyri
gongdina tað seinasta
hálva árið vísir, at av
teimum, sum mannaðu
donsku fiskiskipini í
november í fjør, vóru
4,7 prosent arbeiðsleys
í apríl. Ein annar bólk-
ur, sum eisini tykist
serliga ótryggur á ar-
beiðsmarknaðinum, eru
tað, sum arbeiða á gist-
ingarhúsum og mat-
stovum.
Flyta bilar
Fyrrverandi stjórin í
danska
reiðarínum
Easy Line, norðmaður-
in Tom Bringsværd,
hevur nú stovnað reiða-
ríið Scandinavian Car
Carriers. Felagið rekur
átta skip, ið sum navnið
sigur flyta bilar. Peng-
arnir í nýggja reiðarí-
num
eru
yvirhøvur
norskir, og nøkur av
teimum átta skipunum
sigla undir norskum
flaggi.
Tey flestu skipini hjá
Scandinavian
Car
Carriers sigla fyri suð-
urkoreansku bilverk-
smiðjuna
Hyundai,
meðan
onnur
flyta
brúktar bilar til lond í
Afrika og í Eystur-
evropa. Tom Bring-
sværd sigur, at hann
eisini umhugsar at fara
undir at flyta brúktar
bilar úr Danmark til á-
hugaðar keyparar aðra-
staðni.
Úr Norðurlondum:
Spara nógv
Beint ímóti vallyftun-
um hjá stjórnarflokk-
unum hava kommunur-
nar í Danmark boðað
frá, at tær fara at spara
munandi í útreiðslun-
um til barnaansing,
barnaskúlan
og
tey
eldru.
Formaðurin í danska
kommunufelagnum
KL,
vinstramaðurin
Ejgil W. Rasmussen,
sigur, at kommunurnar
noyðast at spara umleið
450 mió. krónur í ár, og
hann væntar, at tær
noyðast at spara uppaft-
ur meiri næsta ár, held-
ur stjórnin fast um tann
politikkin, sum hon
hevur boðað frá.
Formaðurin í KL
sigur, at kommunurnar
hava ikki møgleika at
spara, uttan at tað rakar
tænastustøðið, og at tað
serliga verða børnini og
tey eldru, sum koma at
kenna sviðan av spar-
ingunum. Fleiri komm-
unur hava eisini sagt, at
tær verða noyddar at
siga fólk úr starvi sum
lið í sparingunum.
Til Noregs
Politiski andstøðuleið-
arin í Myanmar, Aung
San Suu Kyi, hevur
boðað frá, at hon ætlar
sær til Noregs at vitja.
Suu Kyi varð herfyri
latin leys, eftir at hon
hevði sitið í húsavarð-
haldi. Í samrøðu við
eina japanska sjón-
varpsstøð í síðstu viku
segði hon, at hon ætlar
sær at fara til Noregs at
takka fyri tann stuðul,
sum hon hevur fingið
haðani. Aung San Suu
Kyi fekk fyri nøkrum
árum síðani Nobel-
friðarheiðurslønina.
Smáir
flokkar
betri
Ein kanning í Svøríki
vísir, at børnini í teim-
um smáu skúlaflokk-
unum fáa meiri burtur
úr frálæruni enn børn,
sum ganga í stórum
flokkum.
Kanningin
vísir eisini, at veikir
næmingar fáa meiri
burturúr, verða teir
fluttir í teir smærru
flokkarnar. Kanningin
er gjørd á 16 skúlum í
og uttan um Stockholm
og hevur givið svensku
politikarunum nakað at
hugsa
um,
skrivar
Dagens Nyheter.
Ísraelsmenn siga seg
hava prógv fyri, at
felagsskapir í
Saudiarabia stuðla
avvarandi hjá
palestinskum sjálv-
morðsbumbumonn-
um
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Í einari 85 síður drúgvari
frágreiðing, sum fregnar-
tænastan hjá ísraelska her-
inum hevur skrivað, stend-
ur, at avvarandi hjá pale-
stinskum
sjálvmorðs-
bumbumonnum fáa fíggjar-
ligan stuðul frá einum fe-
lagsskapi,
sum
saudi-
arabiski innanríkisráðharr-
in stendur á odda fyri.
Ísraelski ráðharrin Limor
Levnat, sum hevur verið
við í kanningararbeiðinum,
sigur, at Saudiarabia noyð-
ist at gera av, um landið
skal teljast millum teirra,
sum virka fyri friði og
ímóti yvirgangi. Ráðharrin
segði, at ísraelska stjórnin
roknar lond sum Jordan,
Egyptaland og Marokko
millum teirra, sum virka
fyri friði, meðan Irak, Iran
og Sýrialand teljast millum
tey stríðshugaðu. Spurn-
ingurin er so, hvørjum
bólki Saudiarabia er í,
segði ísraelski ráðharrin.
Fregnartænasta hjá ís-
raelska herinum sigur, at
avvarandi hjá palestinskum
sjálvmorðsbumbumonnum
hava fingið 33.000 ameri-
kanskar dollarar. Sagt verð-
ur, at meginparturin ella
25.000 dollarar koma úr
Irak, 5.300 dollarar eru úr
Saudiarabia,
Sameindu
Arabisku
Emiratini
og
Qatar rinda 500 dollarar í
part, og at enda fáa tey
avvarandi 2.000 dollarar frá
teimum palestinsku sjálv-
stýrismyndugleikunum,
sigur ísraelska fregnartæn-
astan.
Prógvini siga ísraels-
menn seg hava funnið undir
hernaðarátakinum á Vestara
Áarbakka í síðsta mánað.
Bretsku myndugleik-
arnir siga, at herverk
var kanska orsøkin til
tokvanlukkuna uttan
fyri London seinasta
fríggjadag
BRETLAND
Árni Joensen
Myndugleikarnir,
sum
kanna tokvanlukkuna norð-
an fyri London seinasta
fríggjadag, søgdu í einari
fyribilsfrágreiðing í gjár, at
vanlukkan møguliga stóðst
av herverki.
Í frágreiðingini stóð, at
skrúvurnar í einum spor-
skifti vóru tiknar úr, so-
leiðis at sporskiftið lá leyst,
tá tokið við 150 kilometra
ferð kom norður eftir jarn-
breytini við Potters Bar 19
kilometrar
norðan
fyri
London.
Myndugleikarnir funnu
skrúvurnar stutt frá sjálvum
sporskiftinum. Í frágreið-
ingini stóð, at trýstið á tað
leysa sporskiftið gjørdist ov
stórt, soleiðis at skiftið fór
av lagi við tí úrsliti, at tann
aftasti tokvognurin fór á
skeiva breyt.
Vanlukkan kravdi sjey
mannalív, og umleið 70
fólk fingu skaða. Sambært
myndugleikunum
hava
fleiri teirra fingið varandi
mein.
Fyribils eru myndug-
leikarnir komnir til ta
niðurstøðu, at annaðhvørt
var talan um herverk, ella
hava eftirlitsmenn hjá jarn-
breytarfelagnum gloymt at
skrúva sporskiftið fast.
Sagt verður, at menn hjá
jarnbreytarfelagnum Rail-
track arbeiddu upp á breyt-
ina við Potters Bar fyri
hálvari aðru viku síðani.
Menninir arbeiða ikki hjá
Railtrack, men hjá einum
felagi, sum var biðið um at
kanna jarnbreytina.
Railtrack kom undir al-
ment eftirlit fyri einum ári
síðani eftir fleiri mistøk og
brek, og Stephen Byers,
samferðslumálaráðharri er
undir stórum trýsti eftir
vanlukkuna fríggjadagin.
Samstundis vísa kanningar,
at nógvir bretar kenna seg
ótryggar, tá teir ferðast í
toki, hóast bæði jarnbreyta-
feløg og politikarar hava
roynt at sannføra fólk um,
at tokferðslan er trygg.
Eygleiðarar í London
siga, at tilburðurin við Pott-
ers Bar ger tað trupult at
sannføra fólk um, at tey
trygt kunnu ferðast á
bretska jarnbreytarkervin-
um.
Herverk kanska orsøk
til tokvanlukku
Saudiarabia stuðlar
bumbumonnum
Sambært
einari fyribils-
frágreiðing fór
eitt tok út av
jarnbreytini
norðan fyri
London
seinasta
fríggjadag, tí
onkur hevði
tikið skrúvur-
nar úr einum
sporskifti
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14