Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 89 - 14. mai 2002 Nr. 89 - 14. mai 2002 13 Fyri fyrstu ferð síðan einaferð í áttatiárun- um verða hús bygd á Langasandi. Ein út- stykking, sum um- fatar 13 grundstykki, er gjørd, og fyrsta húsið er komið upp at standa KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Langasandi: Haldarsvíkar Kommuna stykkjar út á Langasandi. 13 grund- stykki eru í ætlanini, og fyrsta húsið er reist. Poul Grunnveit, borg- arstjóri í Haldarvíkar Kommunu, sigur, at sein- asta húsið varð bygt á Langasandi einaferð í áttatiárunum. Haldarsvíkar Komuna gjørdi eina útstykking fyri nøkrum árum síðan, men har varð ongantíð nakað bygt, sigur borgarstjórin. Útstykkingin, sum nú verður bygt á, er eitt sindur víðkað, sigur Poul Grunn- veit. Orsøkin er, sigur hann, at tann, sum nú hevur reist, vildi sleppa at byggja á ávísum stað, sum tá ikki var umfatað av útstykkingini. Umframt tað húsið, sum í dag er reist, er eitt stykkið planerað, eitt er grivið út, umframt eitt, sum er um- biðið. Umframt sethúsabygg- ingina verður eisini eitt spælipláss gjørt á økinum, sigur borgarstjórin. Tríggjar bygdir eru í Haldarvsíkar Kommunu. Haldarsvík, Tjørnuvík og Langasandur. Umframt út- stykkingina á Langasandi, eru eini fimm grundstykki tøk í Haldarsvík, sigur borgarstjórin Í Tjørnuvík er einki grundstykki tøkt í løtuni. Men áhugi tykist vera, og arbeitt verður við einihvørji loysn, sigur Poul Grunn- veit, borgarstjóri. Trupulleikin í Tjørnuvík er tann, sigur hann, at har er so lítið byggilendi. Tað, sum er, er góður bøur, og teir hava líkasum hildið seg eitt sindur aftur við at taka tann góða bøin til byggi- lendi. Poul Grunnveit, borg- arstjóri í Haldarsvíkar Kommunu, sigur, at nýggj byggisamtykt er ávegis í Haldarsvík. Væntandi fer hon at verða klár og fram- løgd í ár. Eitt øki verður lagt av til sethúsabygging oman fyri bygdina í Vík, sigur hann. Annars hevur Hald- arsvíkar Kommuna loyst skúlatrupulleikan, sum kommunan, eins og flest allar kommunur í land- inum, kom í av nýggju fólkaskúlalógini. Haldarsvíkar Kommuna keypti húsini á Bø til skúlabrúks. Poul Grunnveit sigur, at saman við gamla skúlanum í Vík nøkta tey húsini nú tørvin. sum er. Í gamla skúla eru tvær skúlastovur, meðan eins skúlastova umframt ser- stovur eru á Bø. Í mið- hæddini eru ein vanlig skúlastova og ein teldu- stova, meðan smíðstova og ein stova til natúr og tøkni er í kjallaranum. Tað ganga umleið 25 børn úr Haldars- vík og av Langasandi í Skúla í Vík, og tríggir lærarar eru. Ein er tó í hálv- tíðarstarvi. Í Tjørnuvík er eisini skúli, har eini fimm børn ganga hjá einum lærara, upplýsir borgarstjórin. Poul Grunnveit sigur, at tá farið varð í skúla á Bø, stóðu húsini kommununi í umleið 800.000,- til 900.000,- krónum við keypi og innrætting. Tey byggja aftur á Langasandi Valið er av og sam- gongan fingin í lag. Men hvør verður polititikkur teirra? Eisini er stóra verk- ætlanin Nordatlantisk Kulturfestival komin upp undir land og lagt verður fyri fríggjadagin 17. mei við fernisering. TÍÐINDASKRIV Pallborðsfundur um fram- tíð Føroya. Týskvøldið 14. mei verður pallborðsfundur kl. 19 ella beint eftir døg- verðan hetta kvøldið, sum er ræstur fiskur við garna- tálg. Hesu ferð sita fólk við pallborðið, sum hava verið uppi í orðaskiftinum og havt sína hugsan um po- litisku viðurskiftini heima. Sjúrður Skaale, Virgar Dalsgaard og Flóvin Eidesgaard. Sjúrður er væl kendur í politikki heima, serstakliga við blaðnum Fregnir. Eisini er hann skrivari hjá Torbjørn Jacob- sen. Virgar er lærari og hevur í mong ár fylgt við og verið uppi í orðaskiftinum um føroyskan politikk. Javnaðarmaður um ein háls og er á sambandsvong- inum. Flóvin er ungur mað- ur og væl kendur millum lesandi fólki. Hann er eisini javnaðarmaður, men á sjálvsstýrisvonginum. Ætlanin er at fáa eina mynd av politisku støðuni, nú løgtingsvalið er av. Eitt er hvør skipar samgongu - tað vita vit nú - og eitt er mið og mál teirra. Men hvørji mál er átroðkandi at fáa loyst og hvussu eru búskaparligu útlitini? Er nýggja samgongan brynjað at taka upp á seg at loysa málini og laga búskaparligu gongdina, so at sum fræg- ast fæst burturúr? Og sjálv- andi skal tátturin um ríkis- felagsskapin takast upp, men eisini spurningurin um Føroyar og EU. Stórur partur av ríkinum er uppi í EU. Áhugin millum føroy- ingar niðri fyri politikki og gongdini heima er góður. Tó munna mong kenna seg vera áskoðarar til ein leik, sum tey ikki kunna vera við í, tí tey hava valt at vera útisetar. Men lat tað so vera sagt, at hjá mongum hevur einki verið at valt ímillum, tí fóru tey heiman. Gott og væl hálvtannað- hundrað fólk vóru saman- komin til valfuundin fyri valið. Fundurin var góður, men heldur linligur. Val- kvøldið komu minst líka nógv fólk inn á gólvið at lurta eftir valsendingum og hugna sær nakrar tímar. Stóra mentanrtiltakið úr barkastokki Í eitt ár hava tey trý ment- anarhúsini í Keypmanna- havn: Jónshús, Grøn- lendska Húsið og Føroya- húsið, fyrireika eina ment- anarstevnu, sum verður 23. til 26. mei. Hetta hevur verið sagt frá í bløðunum og eisini í útvarpinum. Nú er skráin komin út og heimasíðan mest sum full- fíggjað. Hon eitur www.nordatlant.dk. Har finnur ein skránna og alt tað, sum hendir her á leið um tað mundið. Av føroyskum tilfari skal serstakliga nevnast: Kabarett, sum Eyðun Jóhannesen skipar fyri 23. mei við fimm føroyskum sjónleikarum, Vísusangur og føroyskur dansur við Hanus Jóhansen og Fótatraðk. Klassiksur sangur við Ernst Dalsgarð. Kórsangur við Húsakór- inum, Mpiri kórinum og Kallakórinum Lítla Bókmentakvøld við Jógvan Isaksen og Hanusi kamban Føroyskt bátasmíð við Hanus Jensen, handverk við Henning Thomsen og Nicolinu Beder. Bátaróður við Tvørábátinum og tveimum bátum úr Neystin- um. Postverkið hevur stóra frímerkjaframsýning Listin er longri enn so, men verður tað ov drúgført her. Vón okkara er at fólk bæði landsmenn og danir hyggja framvið og fáa eitt sindur burtur úr hesum stóra tiltaki. Listaframsýning á Bryggen - Norðurbryggjuni Hóast bygningurin ikki er liðugur, men enn stendur tómur, er hann væl egnaður til framsýningar. Longu fríggjadagin 17. mei kl. 16 letur listaframsýningin hjá mentanarstevnuni upp harúti, Strandgade 100 C. Føroysku listafólkini eru Amariel Norðoy, Vígdis Petersen og Hanne Bjarta- líð. Harafturat eru trý ís- lendsk og tvey grønlendsk listafólk við. Undir ferni- seringini verðu leskiligur pinnamatur, tónleikur og røða. Øll eru væl komin til bæði ferniseringina fríggja- dagin 17. mei og til fyrilesturin um føroyska, íslendska og grønlendska list, sum verður á Bryggen týskvøldið 21. mei kl. 19. Tá fer vegna føroyska part- in Kinna Poulsen listsøgu- kvinna at greiða frá. Hetta kvøldið syngur bæði okk- ara stóra Húsakór og vísu- sangarin Stanley Samuel- sen harúti. Hósdagin 23. mei kl. 16 verður mentanarstevnan sett á Kongens Nytorv við kórsangi, trummudansi og føroyskum dansi. Vígdis Finnbogadóttir fer at røða. Av torginum verður dansað og kvøðið oman í Huset í Magsstræde, Rådhusstræde 13, til reseptiónina. Har stendur Hansu Jensen longu og smíðar eitt fýra- mannafar og á 1. hædd er frímerkja-framsýningin. Nikolina Beder og Henning Thomsen farin til verka. Føroyskt øl fæst við diskin og uppi í matstovuni fara tey m. a. at hava kjálkafisk og kalva á matkortinum. Dyrnar eru opnar. Væl komin innar. Fyri fystu ferð í eini 20 ár verður bygt á Langasandi. Av 13 grundstykkjum eru framvegis níggju tøk, sigur bygdarráðsformaðurin Mynd: Edvard Joensen Úr Føroyahúsinum í Keypmannahavn: Politikkur og list TÍÐINDASKRIV Glað, móð og full av upp- livingum komu fyri stuttum 44 børn í land av Norrønu. Bólkurin Ung Stjørnuskot er heimaftur komin eftir eina á allan hátt væleydn- aða konsertferð til Dan- markar. Ung stjørnuskot er eitt rúmtiskt kór og orkestur, sum hoyrir til Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla og Tórshavnar Musikk- skúla. Tey hava tey seinastu tvey árini javnan havt fram- førslur m.a. í Norðurlanda- húsinum, tá ið jólatræið í Havn varð tendrað, á kvøldskúlaframsýningum, í SMS, á jazzfestivalinum og í Sjónvarpi Føroya. Eisini vunnu tey POP-TOP kapp- ingina í Grasagarði ár 2001. Fýra tónleikalærarar – Sigrið Sivertsen, Bo Is- holm, Jónleif Jensen og Katja Volovelskaja – eru knýttir at Ungum Stjørnu- skotum. Túrurin gekk fyrst til Sønderrisskolen í Esbjert, har tær donsku vertsfamilj- urnar og fyrireikararnir bjóðaðu vælkomin. Sønd- errisskolens Kor og Es- bjerg Kulturskoles Ung- domsymfoniorkester vitj- aðu í Føroyum í fjør summ- ar, og høvdu sum tøkk fyri tað gestablídni, teimum var víst í Føroyum, boðið Ung- um Stjørnuskotum á vitjan í Esbjerg. Tey musikalsku hæddar- punktini á ferðini vóru konsertirnar í Legolandi, í Esbjerg Musikhús, á Sønderris-skúlanum og Sønderho Kirke á Fanø. Har høvdu Ung Stjørnuskot sera væleydnaðar fram- førslur við eini skrá, ið røkkur frá Beatles, Back- street Boys og Celine Dion til føroyskar sangir og amerikanskar gospel-sang ir. Ágóðin av einum slíkum túri er ómetaligur. Umframt ta musikalsku menningina, sum týðiliga merkist hjá bæði sangarum og tónleik- arum, verða nýggj vina- bond knýtt til javnaldrar og familjur í Danmark. Síná- millum eru børnini komin hvørjum øðrum nærri, og teirra sjálvsálit er eisini økt við at uppliva, at tað, sum tey duga, verður virðismett av øðrum. Uttan hjálp frá einum stórum og virknum bólki av foreldrum og stuðli frá fleiri almennum og privat- um sponsorum hevði henda ferðin neyvan verið gjørlig. Stóra tøkk, øll tit, sum hava hjálpt til við at gjøgnum- føra hetta tiltakið. Konsertin »Ung Stjørnu- skot á ferð 2002« kann upp- livast eina ferð enn miku- dagin 15. mai kl. 19.00 í Kommunuskúlaskálanum (auluni). Ókeypis atgongd. Ung stjørnuskot á Danmarkarferð C M Y K 13 12