Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 64 - 30. mars 2000 ÓLAVUR Í BEITI Tað hevur ikki verið nøkur long vertstíð hjá »Norð- borg« í lodnuni, men úrtøk- an hevur verið góð, verður sagt á reiðarínum Pf. Hval- nes, sum eigur »Norðborg«. Tað er serliga frysta kvenn- lodnan til japanska markn- aðin, sum hevur givið skipi- num eina góða byrjan. Higartil hevur »Norð- borg« fiskað eini 1000 tons til japansku stórfyritøkuna Hanwa, sum selur víðari til japanskar framleiðarar, og prísurin hevur ligið um 8- 10 krónur kilo fyri frystu kvennlodnuna. Kalllodnan Norðborg kemur á Klaksvík leygardagin Hósdagin landaði »Norðborg« um 700 tons av kalllodnu til ídnað í Ålesund og eini 300 tons av frystari kvennlodnu til japanska marknaðin. Leygardagin verður »Norðborg« á Klaksvík at gera klárt til svartkjaftin verður seld til ídnað, har prísurin er um 30 oyru kilo. Frysta svartkjaft til matna »Norðborg« fór á lodnu- veiði tann 6. mars og longu nú er vertstíðin fyri kvenn- lodnuni til japanska markn- aðin liðug, og farið verður tí nú at fiska svartkjaft, verður sagt á reiðarínum. Og eisini viðvíkjandi svartkjaftinum sær út til at nýggjar royndir fara at verð- a gjørdar við at frysta svart- kjaftin til matna. Samstarv er fingið við áhugaðan keypara av frysta svartkjaft- inum til matna, men reiðarí- ið hevur ikki enn tikið enda- ligu avgerðina. Tá ið vertstíðin fyri svart- kjaft er umliðin einaferð í mai, verður farið at fiska sild at skera til flak, og reiðaríið metir at hesin fiski- skapur heldur fram ári út. Viðvíkjandi søluni av kvennlodnu til japanska marknaðin, verður mett, at sama avtala verður gjørt við japansku stórfyritøkuna Hanwa komandi ár. Hósdagin var »Norð- borg« í Ålesund í Noregi og legði lodnu upp, 700 tons av kalllodnu til ídna og eini 300 tons av frystari kvenn- lodnu til japanska markn- aðin. Nýggi Norðborg kemur fyri fyrstu ferð til Klaksvíkar leygardagin Mótmæla siglingina um Leirvíksfjørð Útflutningsvinnan í Norðoyggjum líður undir, at Ternan nú siglir um Leirvíksfjørð EYÐUN KLAKSTEIN Klaksvíkar býráð og um- boð fyri vinnuna í Norð- oyggjum mótmæla nú siglingina um Leirvíks- fjørð. Í einum skrivi, sum er sent Reidari Nónfjall, stjóra á Strandferðsluni, siga umboð fyri býráðið og vinnuna, at siglingin um Leirvíksfjørð er ikki nøktandi, nú Ternan er farin at røkja siglingina, meðan Dúgvan verður umvæld. – Seinastu árini er fram- leiðslan í Norðoyggjum vaksin sera nógv, og hetta hevur sett økt krøv til samferðsluna við megin- økið, verður sagt í skrivi- num. Víst verður á, at Dúgv- an longu er vorðin ov lítil til siglingina um Leir- víksfjørð, og tí endar tað við ruðuleika, um Ternan skal sigla eftir somu ferðaætlan sum Dúgvan. – Ternan má byrja at sigla eftir nýggjar ferða- ætlan við nógv við fleiri túrum. Vit hugsa ikki um ein ella tveir túrar fleiri, men eina tvífalding av túratalinum, siga býráðið og vinnan í skrivinum. – Í øðrum lagi krevja vit, at Ternan I má setast inn á farleiðina til at flyta smærru akførini. Ætlanin er at Ternan skal røkja Leirvíks-far- leiðina alla næstu viku eisini. Føroyingar við á listastevnu EYÐUN KLAKSTEIN Fýra føroyskir listamenn vera við á eini listastevnu, sum verður hildin í Hillerød í vikuskiftinum. Talan er um eina stevnu, har 16 donsk gallarí sýna fram ymisk listarverk. Øssur Mohr er millum tey, sum sýna fram á bási- num hjá Kunstgalleriet í Slagelse. Eyðun av Reyni og Amar- iel Norðoy luttaka hjá Gall- eri Kløver, og verk hjá Mykines verða eisini við á stevnuni. Dansk Kunstemesse, sum stevnan verður kallað, er í Frederiksborghallen í Hillerød, og hon letur upp í dag kl. 17.00. Opið er eisini leygardagin og sunnudagin. Talan er um eina sera stóra stevnu, sum felagið hjá donskum listafólkum skipar fyri. Tað verða hildn- ar nakrar slíkar stevnur á hvørjum ári. Øssur Mohr er við á listastevnuni í Hillerød Vinnulívið í Norðoyggjum mótmælir siglingini um Leirvíksfjør. Mynd: Eyðun Klakstein Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Um dagarnar er avdúkað, at landsstýrið hevur brúkt ymisk tøl, nú roynt verður at greiða frá fullveldisætlanini hjá landsstýrinum. Stórur er munur er á tølunum fyri búskaparvøksturin, sum landsstýrið hevur brúkt í einum tíðinda- skrivi, og tey veruligu tølini fyri vøksturin í brutto-tjóðarúrtøkuni seinastu árini. Og vøkst- urin í tjóðarúrtøkuni hevur stóran týdning, tá vit skulu máta, hvussu búskapaurin hevur tað, og tá metingar skulu gerast fyri búskapar- gongdina komandi árini. FF-blaðið hevur kannað tøl og er komið til ta niðurstøðu, at landsstýrið fuskar við tølum - tilætlað ella av misgávum. Tað vita vit ikki enn. Í einum tíðindaskrivi hevur landsstýrið sagt, at vøksturin í brutto tjóðarúrtøkuni - BTÚ - hevur verið 9,8 prosent seinastu seks árini. Men hesin vøksturin hevur bara verið eini 5 prosent sambært teimum kanningum, sum FF-blaðið hevur latið serfrøðingar gera. Eftir øllum at døma er prísvøksturin ikki drigin frá í tølunum, sum landsstýrið kunngjørd eftir fyrsta samráðingarumfar. Greiða fekst heldur ikki á spurninginum, tá Hans Pauli Strøm spurdi Karsten Hansen um vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni á tingi miku- dagin. Karsten Hansen og Anfinn Kalsberg søgdu, at á tíðindafundi høvdu teir upplýst, at vøksturin lá um 7 prosent seinastu árini. Hvørjum skulu vit nú trúgva? Tað hevur týdning á vísa á, at fyri tað fyrsta eru seinastu árini fullkomiliga óbrúklig í øllum metingum, tí í 1993 og 1994 lá føroyska samfelagið meiri ella minni lamið og inntøkan var lítil. Men síðani hevur vøksturin verið metstórur. M.a. tí fiskiskapurin hevur verið góður, prísurin á fiski høgur og rentan lá. Tí er ábyrgdarleyst at tosa um so høgan vøkstur, sum landsstýrið ger fyri tey komandi árini. Eisini er tað burturvið at rokna inntøkur frá oljuvinnuni í einum leitingarskeiði inn í met- ingarnar. Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni hevur stóran týdning, tá longdin á eini skiftistíð skal ásetast. Er útlit fyri lítlum vøkstri, má skiftistíðin verða long og øvugt. Í meðal hava lond ein vøkstur, sum liggur um 2 prosent. Og er hann 3 prosent, er talan um góð ár. Og tí er tað einki annað enn ein hvørvisjón, tá landsstýrið tosar um ein vøkstur, sum er væl oman fyri 3 prosent. Fjølmiðlarnir hava sum heild umrøtt fullveldis- ætlanina rættiliga væl. Summir meiri og summir minni. Eisini kann eisini sigast, at fjølmiðlar hava viðgjørt summar tættir væl og virðiliga. Somuleiðis hava teir samanborið ætlanina hjá landsstýrinum við uppskotini hjá Javnaðarflokinum og Sambandsflokkinum. Men bløðini, útvarpið og sjónvarpið eiga nú at kanna eftir, um tøl hjá landsstýrinum eru røtt. Og um tilfarið í uppritunum hjá serfrøð- ingum eru rætt endurgivið í Hvítubók. Sein- astu avdúkingarnar benda á, at landsstýrið manipulerar við tølunum. Og tað er ikki í samljóð við føgur orð um greiðar linjur og at alt skal kannast og leggjast fram, so fólk hava eina haldgóða grund at taka støðu út frá. Landsstýrið mani- pulerar við tølum Oddagrein Viðmerking: Tá ið ein miðvikudagin sat frammanfyri útvarpinum og lýddi á dómin, um eg so má siga, yvir Signar á Brúnni, vóru tað nøkur ting, sum eg ikki kann lata fara aftur við borðinum. Serliga var tað Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum so avgjørdur vildi hava alt at snúgva seg um hetta eina málið – at Signar á Brúnni hevði brotið lógina og tí var noyddur at fara frá. Eg havi varhugan av, at Bjørn á Heygum hevur sett nakað í gongd, sum ongan enda átti at havt, tí sum løg- frøðingur má Bjørn á Heyg- Viðvíkjandi verkfallinum hjá Føroya Lærarafelag, vilja vit gera vart við okkara ónøgd. Sum flest øllum kunnugt nærkast fráfaring- arroyndin nú, og í ringasta føri kann henda keðiliga støða millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið gera at skrivliga fráfaringarroyndin verður útsett. Hetta kemst, sum tit helst vita av, at teir lærarar, ið eru tænastumenn, ikki kunna átaka sær at gera verkfals rakt arbeiði. Tískil vera allar uppgávurnar til skrivligu fráfaringarroyndina ikki lidnar fyrr enn verkfallið er liðugt. Páskaroyndin er avlýst vegna verkfall. Tað halda vit vera sera keðiligt. Tað er ikki serliga nógv skil á skúlanum. Nógvir næming- ar møta ikki upp í skúla um dagarnar, hetta fyri at vísa okkaru stóru ónøgd við, at vit vera hildin sum gíslar millum partarnar báðar. Vit vilja hervið siga, at Føroya Lærarafelag hevur okkara fulla stuðul í hesum máli, og at vónandi verður ein loysn á málinum heilt skjótt, tí at sum støðan er nú, er hon ótolandi fyri okk- um næmingar. Vinarliga, Framhaldsdeildin í Miðvágs-Sandavágs skúla Næmingar mótmæla verkfallinum Í seinastu viku, vórðu pro- gramnevndir settar fyri Út- varp Føroya og Sjónvarp Føroya. Fráfarni landsstýris- maðurin í mentamálum, Signar á Brúnni úr Tjóð- veldisflokkinum, setti hesar nevndirnar. Í Dimmalætting týsdagin stendur, at limirnir í pro- gramnevndunum umboða nógvar ymiskar samfelags- bólkar, og at teir eisini eru væl spjaddir um landið. Eg ivist heldur onga løtu í, at talan harafturat er um hampafólk, sum í allar mát- ar eru skikkaði til hesar Politiskar programnevndir nevndarsessir. So langt er alt í lagi. Men tá hugt verður eftir hvar hesir persónar standa politiskt, so má ásannast, at teir ikki eru so spjaddir. Í báðum nevndunum hevur Tjóðveldisflokkurin nevni- liga einsamallur meirilutan. Á tingfundi mikudagin varð upplýst, at av teimum tilsamans 14 nevndarsess- unum, verða heili 10 mann- aðir av tjóðveldisfólkum. - Neyvan man hetta vera av tilvild! Fullveldisdemokrati Landsstýrið ætlar um ikki so langa tíð at hava fólka- atkvøðu um ríkisrættarligu viðurskiftini. Einki er at ivast í, at fjølmiðlarnir í tí sambandi fara at spæla ein avgerðandi leiklut. Tí má tað sigast at vera sera ódám- ligt, at Tjóðveldisflokkurin nú roynir at ”seta seg á fjøl- miðlarnar”, fyri á tann hátt at tryggja, at tað sum har verður sagt, er til teirra fyri- mun. Men hetta verður helst sum so mangt annað her á landi. Tað verður tosað um tað í eina tíð, og so er alt gloymt, - og nevndirnar kunnu fara til arbeiðis. Helgi Abrahamsen Meira politiskt enn løgfrøðisligt um vita, at tað ber ikki til at byggja eina framtíð við at ignorera fortíðina. Nei, so einfalt er tað ikki. Og hjá dómsvaldinum hevur tað al- tíð verið kutyma at rætta seg eftir tí, sum er farið fram frammanundan. Sjálvandi skulu vit ikki bera í bøtuflaka við nøkr- um, sum ikki er lógligt, men er hetta málið ikki meira politiskt enn løgfrøðisligt. Bjørn á Heygum hevði dámt best, um hann ongan tjóðveldismann sá í lands- stýrinum. Hugsið tykkum um nú Signar á Brúnni hevði sløkt sjónvarpskíggj- an á Ólavsøku. Tað hevði verið eitt ramaskríggj yvir alt Føroya land. Hugsið tykkum um øll hesi høgt løntu ráðgevarar og embæt- isfólk eisini høvdu fingið sekkin. Eingin logikkur Nei, her skuldi finnast ein syndabukkur, og allir fugl- firðingar vita, at Signar er ein stak skikkiligur maður og hevur góð evni, men hetta er ikki fyrstu ferð, hann er lumpaður. Eg vóni, at Hergeir Niel- sen fær góð kort á hondina av tí, sum Bjørn á Heygum er farin út í. Og eg tori siga, at um Bjørn á Heygum heldur hetta verða eitt groft lógarbrot – næstan sum at stjala – at Signar á Brúnni tekur pening frá øllum Før- oya fólki, og gevur øllum Føroya fólki hann aftur í hesum føri ein lýsandi skíggja, so tori eg siga, at tað er eingin logikkur í hesi somu heimastýris-skipan- arlóg sum Bjørn á Heygum sjálvur hevur skrivað – tað stendur rimmar fast. Hans J. Hansen Mætir listamenn á Meiarínum Nú ongin sjónleikur er í húsinum, bjóðar »Gríma« hølini fram til ymisk onnur tiltøk – sum tey siga í »Grímu« »Meiaríið skal vera eitt livandi mentunarhús í miðbýnum« Komandi sunnudag 2. apríl kl. 16 verða verk hjá fýra mætum listarmonnum framførd: Rithøvundunum Goethe (1749-1832) og Schiller (1759-1805) og tónaskøldunum Haydn (1732-1809) og Beethoven (1770-1827). Allir fýra virkaðu um somu tíð, í sama umhvørvi og sama tíðar- anda. Goethe og Schiller ar- beiddu saman í Weimar, Haydn var lærari hjá Beet- hoven og í síni 9. Symfoni brúkar Beethoven yrkingina hjá Schiller »An die Freu- de«. Nikolas Kapnas, violin, Stamen Stantchev, klaver og Jens Christian Guttesen, cello framføra 2 klavertrio- ir: Haydn, D-dur nr. 6 og Beethoven, opus 3 nr. 1 í C-moll. Birita Mohr og Súsanna Tórgarð lesa yrkingar hjá Goethe og Schiller. Tað eru tónleikararnir, Konsertfelagið og »Gríma« sum skipa fyri hesi konsert- ini. Í steðginum verður høvi at hugna sær við einum kaffimunni og heimabakað- ari køku. Atgongumerkið á 80,- kr. fáast við dyrnar ein tíma frammanundan – børn sleppa ókeypis inn saman við vaksnum.