fríggjadagur 31. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 64 - 30. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 64 - 31. mars 2000
EDVARD JOENSEN
Tað er tvístøða komin í við-
víkjandi teimum kirkjulóg-
unum, sum settar eru í gildi
í Føroyum. Tær kunnu ikki
brúkast, sum tær eru settar
í gildi, tí tær kunngerðir og
tey rundskriv, sum skulu
fylla rammurnar út, eru ikki
gjørd, sigur formaðurin í
Prestafelagnum í Føroyum,
Jákup Reinert Hansen,
sandoyarprestur.
Prestafelagið hevði aðal-
fund fyrr í vikuni. Nevndin
í felagnum var afturvald á
aðalfundinum. Í nevndini
sita Jákup Reinert Hansen,
prestur í Sandoyar presta-
gjaldi, sum er formaður.
Sonja Klein, prestur í
Suðurstreymoyar eystara
prestagjaldi, er nevndar-
limur. Uni Næs, prestur í
Fuglafjarðar prestagjaldi frá
1. apríl, er álitismaður. Og
Bergur Debes Joensen,
prestur í Suðurstreymoyar
vestara prestagjaldi, er til-
takslimur.
Jákup Reinert Hansen,
formaður í Prestafelagnum
í Føroyum, sigur, at før-
oyska felagið í grundini
bara er ein deild í danska
prestafelagnum. Soleiðis
velja føroysku prestarnir
umboð at fara á aðalfund í
danska
prestafelagnum,
sum verður í mai mánaða.
Tað plagar at vera formað-
urin, sigur Jákup Reinert
Hansen.
Á hesum aðalfundinum
verða vanlig fakfelagsmál
viðgjørd. Eitt nú lønar-
spurningar, sigur Jákup
Reinert Hansen. Fólk halda
kanska, at prestar bara við-
gera andalig mál. Men sum
rímuligt er, skal løn til eisini
hjá presti.
Dáma ikki ískoytini
Tað er soleiðis, sigur Jákup
Reinert Hansen, at staturin
vil hava lønina býtta sundur
soleiðis, at ein partur verður
Kirkjulógir uttan heimildir
Kirkjulógirnar, sum settar eru í gildi í Føroyum, kunnu ikki nýtast til fulnar, tí
rundskriv og kunngerðir mangla
føst løn, meðan ískoyti av
ymsum slagi so verða latin.
Til dømis nevnir hann bú-
staðarískoyti, sum verður
latið fyri at fáa prestar at
búgva á støðum, har annars
ringt tykist at vera at fáa teir
at støðast. Eitt sonevnt »be-
lastnings« ískoyti er eisini
upp á tal. Tað skal latast
prestum, sum hava nógv at
gera. Eitt nóg stórt presta-
gjald ella tílíkt. Og soleiðis
eru tey fleiri, sigur sands-
prestur.
Men prestunum dámar
ikki hesi ískoytini. Teir
halda, at grundlønin skal
vera so høg sum møguligt,
so tað slepst undan at býta
prestarnar upp í bólkar, har
tað kanska endar við, at teir
verða løntir eftir úrsliti á
forrætningshátt. Og tað
kann ikki vera meiningin,
heldur sandsprestur.
Tað eru 28 limir í Presta-
felagnum í Føroyum. Av
hesum eru onkrir, sum eru
útbúnir teologar, men ikki
arbeiða sum prestar.
Tað eru í løtuni 21 pesta-
størv í Føroyum, sigur
Jákup Reinart Hansen. Eitt
hálvt starv er á veg við
Havnar Kirkju, so tá verða
22 prestar í starvi.
Í løtuni verður søkt eftir
prestum á Glyvrum og í
Vestmanna, og væntandi
verður eitt starv leyst í Vági
eisini. So er tað tað, sigur
sandsprestur, hvør søkir
hesi størvini. Verða tað
prestar, sum eru í øðrum
starvi í Føroyum í løtuni,
verður aftur eitt hol har.
Annars er tað soleiðis, at
um kirkjuráðini halda, at ov
fáar umsóknir eru, kann
starvið lýsast av nýggjum.
Men er ein meirilutainnstill-
ing gjørd, hevur Kirkju-
málaráðið skyldu at fylgja
henni.
Prestagarðarnir
Í Danmark er tað soleiðis,
at kirkjuráðini eiga presta-
garðarnar og kunnu so gera
við teir, sum tey halda vera
fyri neyðini. Í Føroyum eru
prestagarðarnir statsogn.
Tað merkir millum annað í
praksis, at so at siga alt, sum
inni stendur, er pivatogn hjá
presti. Til dømis skrivstovu-
útgerðin, hann nýtir í sínum
arbeiði.
Tað munnu vera fáar al-
mennar skrivstovur í dag,
har starvsfólkið sjálvt legg-
ur innbúgv og maskinur til,
sigur sandoyarprestur, Ják-
up Reinert Hansen, formað-
ur í Prestafelagnum í Før-
oyum.
Men í hansara egna føri
er tað soleiðis, at staturin
eigur eina brandboks at
goyma kikjubøkurnar í og
eina kopimaskinu. Alt ann-
að á skrivstovuni eigur hann
sjálvur. Teldur og aðrar
hentleikar, sum prestarnir
brúka til arbeiðis, eiga teir
privat. Við onkrum heilt ein-
støkum undantaki, sigur
Jákup Reinert Hansen.
Tað hevur ikki verið
heimild í kirkjulógunum,
sum galdandi hava verið í
Føroyum, at kirkjuráðini
hava havt loyvi til at brúkt
pengar upp á prestagarðar-
nar. Men tað er tað nú,
nýggju lógirnar eru settar í
gildi. Tó mangla enn tær
kunngerðirnar og tey rund-
skrivini, sum skulu geva
kroppinum lív. Tað vil siga,
fáa lógirnar at virka.
Arbeitt verður í løtuni við
at yvirtaka fólkakirkjuna,
sigur Jákup Reinert Hansen.
Ein nevnd er sett at arbeiða
við hesum málinum, og
nevndarformaðurin væntar
at nevndin hevur eitthvørt
úrslit longu í summar.
Kunnað varð um hetta
málið á aðalfundinum hjá
Prestafelagnum í Føroyum.
Tilbúgvingarætlanir
Eitt annað øki, prestarnir
eru við í, eru tær tilbúgv-
ingarætlanir, sum skipaðar
verða kring landið.
Fyrr var tað so, sigur
Jákup Reinert Hansen, at
ein ætlan var fyri alt landið.
Men nú eru tær skipaðar
lokalt, sigur sandoyarprest-
ur.
Sjálvur hevur hann verið
við á onkrum fundi, sum
sýslumaðurin hevur skipað
fyri. Og hann metir, at tað
er neyðugt, at millum annað
prestur er við í eini slíkari
tænastu, tá kreppustøður
stinga seg upp.
Tað eru nógv fólk, bæði
offur, avvarðandi og ikki
minst bjargingarfólk, sum
hava brúk fyi kreppuhjálp,
tá okkurt ógvusligt hendir,
sigur Jákup Reinert Hansen,
prestur.
Sálarfrøðingar og onnur
geva góða hjálp. Men ofta
vilja fólk eisini koma inn á
tað andaliga í slíkum førum.
Og har er prestur upplagdur
at hjálpa.
Tað er ikki tí. Í føroying-
inum liggur, at tað verður
ikki tosað so nógv um slík
ting. Hetta er nakað, ein
heldur inni við seg sjálvan.
Men tað er skeivt, sigur
sandoyarprestur. Tí tað
kann skaða sálina almikið,
at ein bara tekur inn í seg
sjálvan. Tað er harðliga brúk
fyri at lasta av eisini.
Jákup Reinert Hansen
sigur, at prestarnir fáa út-
búgving til slíkar umstøður
á pastoralseminarinum í
samband við teologútbúgv-
ingina. Eisini hava føroysku
prestarnir seinnu árini havt
fleiri skeið, har teir hava
viðgjørt hesi evni. Tað er
danski presturin og psyko-
terapeuturin, Bent Falk,
sum hevur hildið hesi skeið-
ini, sigur Jákup Reinert
Hansen, formaður í føroy-
ska Prestafelagnum.
Í Føroyum eru prestagarðarnir statsogn. Tað merkir millum annað í praksis, at so at siga alt, sum inni stendur, er
pivatogn hjá presti. Til dømis skrivstovuútgerðin, hann nýtir í sínum arbeiði.
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 13
VIKA 13
1 Runaway Bride
1 Runaway Bride
2 EDtv
2 EDtv
3 Lokkeduen
3 Lokkeduen
4
4 Kærlighed ved f
rlighed ved første hik
rste hik
5
5 Når godtfolk kommer til byen
r godtfolk kommer til byen
6 Eyes W
6 Eyes Wide Shut
ide Shut
7 Infer
7 Inferno
no
8 Familie T
8 Familie Terapi
erapi
9 W
9 Wild W
ild Wild W
ild West
est
10 Bleeder
10 Bleeder
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
She's all that
The Blair Witch Project
Argjaskótar stovnað bjargingarfelag
Sjey ungir mans á Argjum, hava stovnað eitt bjargingarfelag, sum hevur fingið
navnið BjArgir. Felagið er farið til verka og hóast menninir eru sera ungir, so
halda teir kortini, at teir kunnu rætta eina hjálpandi hond tá á stendur. Fyri at
vera til reiðar, hava teir allir tikið fult fyrstuyhjálparskeið hjá Reyða Krossi
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri umleið trimum mánað-
um síðani stovnaðu sjey
knassar á Argjum sítt egna
bjargingarfelag. BjArgir eit-
ur felagið, og gløggi lesarin
hevur longu sæð orðaspælið
hjá hesum unglingunum.
Tí talan man vera um tað
bjargingarfelagið í landin-
um, sum hevur lægsta mið-
alaldurin. Yngsti maðurin er
16 og tann elsti verður 21
ár um ikki so langa tíð.
Men dirvinum bagir einki
og sjálvir halda teir ikki, at
teir eru ov ungir til bjarg-
ingararbeiði.
Væl útbúnir
Ungu monnunum er hjálp-
ararbeiði ikki fremmant.
Teir hava allir verði skótar
og av tí, at teir nú eru ov
gamlir til tað, vildu teir
fegnir í holt við okkurt ann-
að.
Bárður Højgaard, tals-
maður hjá nýggja bjarging-
arliðnum sigur, at nógv av
tí teir teir hava tikist við hjá
skótunum minnir um bjarg-
ingararbeiði og tí eru teir
rættuliga væl fyri.
– Vit hava m. a. sigi nógv
hjá skótunum og so hava vit
sjálvandi eisini góðan kunn-
leika til fyrstuhjálp frá skót-
unum.
Men er tað nóg mikið. Er
tað ikki eitt sindur næsa-
djarvt av so ungum monn-
um, at bjóða seg fram til
bjargingararbeiði?
– Tað halda vit ikki, tí vit
hava, allir sjey, tikið fyrstu-
hjálparskeiðið hjá Reyða
Krossi. Grundskeið, víðkað
skeið og sálarliga fyrstu-
hjálp. Tí eru vit rættuliga
væl fyri í so máta. Aldurin
hevur ikki so nógv at siga.
Hinvegin kundi ein sagt, at
tað er gott at fáa ung fólk
upp í bjargingararbeiði, í-
staðin fyri at lata tey eldru
taka sær av tí. Tí tað eru
fyrimunir við at hava yngri
fólk við. Tey eru t. d. lættari
á beinunum og tað kann
vera ein fyrimunur, tá leitað
verður í haganum, sigur
Bárður Højgaard.
Útgerð fáast til vegað
Tað er ikki bara sum at siga
tað, at byrja nýtt bjarging-
arfelag. Nógv skal fáast til
vega av útgerð og klæðum,
og tað er ikki kostnaðar-
leyst. Minni enn so.
Tað eru ungu menninir
greiðir yvir, og tí hava teir
eisini sett sær sum mál, at
byrja í smáum at útvega.
BjArgir skal ikki setast í
skuld fyri at fáa útgerðina
og tí ætla bjargingarmenn-
inir at savna pening til út-
gerðina.
– Vit skulu í fyrsta umfari
hava klæðir, ryggsekkir,
fyrstuhjálparútgerð og børu
og til tað skulu vit hava fat-
ur á umleið 30 túsund krón-
ur.
Hvussu kemur hesin pen-
ingur til høldar?
– Vit ætla okkum at gera
ein sponsoreraðan »hike«
av Selatrað til Syðradals,
tann longsta vegin. Talan er
um ein tein, sum er 120 kil-
ometur, og fáa vit t. d. fólk
at gjalda eina krónu fyri kil-
ometurin, so eru 120 krónur
í kassanum frá hvørjum.
Upphæddin í sær sjálvum
er tá ikki so stór, men hon
munar væl í kassanum hjá
okkum, sigur Bárður.
Hann er greiður yvir, at
tað neyvan fer at eydnast
teimum at fáa allar 30 tús-
und krónurnar í einum til-
taki, og tí hava teir eisini
hugsað um møguleikan at
søkja um stuðul.
Gott tiltak
Hóast tað er eitt bjargingar-
felag í Havn og eisini er
vælútgjørd brandstøð, so
hevur bjargingarfelagið hin-
umegin Sandá verið BjArg-
ir ein góður stuðul, sigur
Bárður.
– Vit hava fingið góðan
moralskan stuðul frá teim-
um í fyrireikingunum og tað
hevur givið okkum dirvið
til at halda á, sigur hann.
Jógvan Jensen, sum starv-
ast hjá tilbúgvingarverkætl-
anini sigur, at tað sjálvandi
er at frøast um, at ungfólk
vilja sleppa upp í bjarging-
ararbeiði.
Hann vísir á, at tað er tað
sjálvbodna arbeiðið, sum er
beinagrindin í øllum bjarg-
ingararbeiði, og tí er tað ser-
liga gleðiligt, at fleiri leggj-
ast til.
– Teir hava tosað við okk-
um og vit hava roynt at ráð-
givið teimum eftir førimuni,
sigur Jógvan Jensen.
Spurdur um miðalaldurin
í nýggja bjargingarfelagn-
um ikki er í so lágur, sigur
hann, at aldurin ikki nýtist
verða nøkur forðing.
– Eingin sigur, at teir
skulu verða í meldrinum frá
byrjan, men tá teir eru við,
læra teir samstundis eisini
hvussu tað arbeiði fer fram.
Vit hava greitt teimum frá
nøkrum praktiskum tingum
viðvíkjandi tilbúgving og
tað er ætlað sum ein hjálp
so teir koma í gongd. Sum
sagt, so er tað gott við sjálv-
bodnari arbeiðsmegi, sum
er beinagrindin í bjarging-
ararbeiði yvirhøvur, sigur
Jógvan Jensen.
Nýggja bjargingarfelagið
heldur til í kirkjuni á Argj-
um, har skótarnir eisini
halda til, og har venja teir
eisini, tað sum til ber at
venja innandura.
Teir hittast í kirkju- og
missiónshúsinum á Argjum
hvørt týskvøld klokkan
19.30.
Sjey »gamlir« skótar á
Argjum hava stovnað
bjargingarfelagið BjArgir.
Her síggjast fýra av stovn-
arunum í nýggja felagn-
um, sum er farið til verka
Mynd: Jens Kr. Vang
Landsbankin skal halda
fingrarnar burtur
Nevndin í Føroya Banka Finnur seg ikki í, at Landsbanki Føroya fær heimild
til, t. d. at vera bankasamband fyri kommunurnar, tí tað er at vera kappingar-
neyti hjá peningastovnunum. Hetta passar ikki saman við leiklutinum hjá Land-
sbankanum eftirlitsstovnur hjá peningastovnunum, stendur í frágreiðingini frá
nevndini til aðalfundin
SVEINUR TRÓNDARSON
Føroya Banki hevði aðal-
fund í gjár har roknskapurin
varð lagdur fram og góð-
kendur.
Úrslitið var enn einaferð
eitt sera stórt avlop og sam-
an við avlopunum undan-
farnu árini hevur bankin
vunnið sær eina sera stóra
eginogn upp á knappliga 1,1
milliard krónur.
Men tað vóru ikki bara
vøkur orð, sum vórðu at
hoyra á aðalfundinum í gjár.
Nevndin hevur sítt at
finnast at, og á fleiri økjum
er hon beinleiðis ósamd við
eigara
sínum,
Føroya
Landsstýri.
Tann øvugta verð
Í sambandi við, at Lands-
bankin hevur arbeitt við eini
ætlan um loysn av komm-
unuskuldini, sigur nevndin
í Føroya Banka, at teir halda
tað verða púra burturvið, at
kommunuskuldin verður
fíggjað við útlendskum kap-
itali.
Landsbankin hevur sam-
an við Unibank Danmark
gjørt eina ætlan um umfígg-
ing av skuldini hjá komm-
ununum, og tað, sum eftir
øllum at døma liggur í kort-
unum er, at tað skal stovnast
eitt kommunalt kreditfelag.
Hetta er ikki ókent aðra-
staðni, men tað pilkar av
álvara við virkisøki hjá før-
oysku peningastovnunum
og tryggingarfeløgunum.
Tað, sum eftir øllum at
døma gongur nevndini í
Føroya Banka ov nær er, at
tað politiskt er eitt ynski
um, at kommunurnar skulu
takast frá bankunum so at
siga.
Føroysku lániveitararnir
vórðu als ikki spurdir, tá
uppskotið
um
nýggja
kommunuavtalu vóru gjørd,
og tað heldur nevndin vera
løgið.
Bankin heldur, at teir
framhaldandi eru best førir
fyri at veita kommununum
eina lagaliga fígging, og
gongur tí beint móti met-
ingunum hjá løgmanni og
Landsbankanum.
Hesir partar meta, at ring-
ast stæddu kommunurnar
fara at hava ilt við at fáa
eina líkinda fíggin, um ikki
allar kommunurnar vera
saman um tað.
Trupul tvístøða
Nevndin í Føroya Banka
heldur tað eisini vera ser-
stakliga óheppið, at lands-
bankin, sum hevur boðið
sær til, at hava eftirlit við
føroyska
gjaldførinum,
samstundis fer út um land-
oddarnar eftir peningi til
kommunuskuldina.
–
Føroyska
gjaldføri
stendur at bresta sum er og
kortini ætlar landsbankin,
um hann fær sín vilja, at
oysa enn meiri pening inn í
búskapin.
Tað, sum býr í uppskot-
inum er eftir øllum at døma
eitt politiskt ynski at gera
ein kommunalan lánistovn,
soleiðis, at landsbankin
kann hava eftirlit við
kommunalu lánunum.
Kommunurnar hava í
nógv harrans ár verið trúgv-
ir kundar hjá føroysku pen-
ingastovnunum og hóast
myndugleikarnir hava havt
eftirlit við lánunum hjá
kommununum, so hevur
hetta eftirlit eftir øllum at
døma ikki verið nóg gott.
Hjá føroysku peninga-
stovnunum merkir broyt-
ingin, at teir skulu í bein-
leiðis kapping við lands-
bankan um almennu kund-
arnar og tað heldur nevndin
ikki er rættvíst.
– Er politiskt ynski um,
at vit skulu hava ein pen-
ingastovn afturat, so biðja
vit um, at kappingin fer
fram á jøvnum føti. Tað ber
í sær, at landsbankin má
gjalda sínar útreiðslur burt-
ur av einum bruttovinningi,
sum er vunnin í fríari kapp-
ing, at hann ikki kann mót-
rokna rentutap og útreiðslur
í rentuni hjá innlánarum, at
eingin við lóg verður forð-
aður í frítt at velja peninga-
stovn, og at landsbankin má
rinda skatt eins og pening-
astovnarnir.
Upplýsingarskylda
Nevndin í Føroya Banka
ger eisini vart við, at tað er
sera óheppið, at samstundis,
sum landsbankin fær møgu-
leika at kappast við pen-
ingastovnarnar, so verður
eisini álagt teimum óav-
markað upplýsingarskylda.
Hetta halda teir kann ikki
vera rætti vegurin at fara, tí
talan er um, at peninga-
stovnarnir skulu lata einum
kappingarneyta tilvildarlig-
ar viðvæmar upplýsingar.
Tí heldur nevndin í Før-
oya Banka, at landsstýrið
eigur at staðfesta, hvat tað
vil við landsbankanum.
Skal hann vera lands-
banki, so er hansara upp-
gáva at vera peningastovnur
hjá peningastovnunum. Og
skal hann røkja henda leik-
lut í trúvirði, ber ikki til, at
hann samstundis vil reka
handilsligt bankavirksemi í
beinleiðis kapping við priv-
atu peningastovnarnar.
– Skal landbankin vera banki hjá peningastovnunum, so
skal hann ikki samstundis kappast við okkum, sigur nevnd-
in í Føroya Banka í frágreiðing síni til aðalfundin