fríggjadagur 31. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Avvísir at talan
er um herferðir
JOHN JOHANNESSEN
Heðin Mortensen, ting-
maður Sambandsfloks-
ins, setti á tingfundinum
mikudagin, Høgna Hoy-
dal,
landsstýrismanni
munnligan fyrispuring
um fullveldisætlanina.
Heðin Mortensen vildi
hava at vita, hvussu nógv
fólk eru í starvi hjá lands-
stýrinum í sambandi við
fullveldisætlanina,
um
fólk eru sett í starv í Dan-
mark at føra herferð fyri
fullveldisætlanini, hvat
endamálið hjá landsstýri-
num er í sambandi við
Internetherðferðina. Eis-
ini spurdi tingmaðurin
landsstýrismannin í sjálv-
stýrismálum,
hvussu
nógv fullveldisætlanin
higartil hevur kostað, og
hvussu nógv fullveldis-
herðferðin frameftir fer at
kosta.
Eingin herferð
Høgni Hoydal sigur í
svari sínum til Heðin
Mortensen, at tvey fólk
eru beinleiðis í starvi hjá
landsstýrinum í sambandi
við sjálvstýrismálið.
Afturat hesum er eitt
starvsfólk keypt leyst til
at arbeiða við sjálvstýris-
málum svarandi til eitt
hálvt ársverk. Afturat hes-
Flúgva tosk á bretska marknaðin
Bretar klára ikki sjálvir at nøkta
tørvin á toski til væl umtóktu Fish
and Cips sølubúðirnar. Tí flúgva teir
føroyskan tosk úr Føroyum á bretska
maknaðin
JOHN JOHANNESSEN
Minni kvotur í Norðsjónum
og Írska havinum hava ført
til trot á toski í Bretlandi.
Hetta hevur eisini havt á-
virkan á prísin á væl kenda
enska rættinum, Fish and
Chips.
Orsakað av, at tað er
vorðið so torført at fáa fatur
á toski í Bretlandi, er prís-
urin á Fish and Chips meira
enn tvífaldaður.
Men bretar hava funnið
eina loysn á trupulleikan-
um. Teir eru, sambært blað-
num, Daily Mail, farnir at
flúgva tosk, úr Noregi, Ís-
landi, og Føroyum til Bret-
lands.
Hans Johannes á Brúgv
frá Føroya Fiskasølu sigur
seg kortini ikki vita um nak-
rar serligar nøgdir av fiski,
ið eru sendar við flogfari úr
Føroyum til Bretlands.
Hann metir heldur ikki, at
tað loysir seg at flúgva fisk
úr Føroyum á Bretska meg-
inlandið. Teinurin úr Før-
oyum til Skotlands við skipi
er nevniliga so mikið stutt-
ur, at eingin serligur munur
er á um fiskurin er sendur
við flogfari ella skipi.
um eru átta embætisfólk
á Løgmansskrivstovuni,
sum meira og minni a-
rbeiða við sjálvstýrismál-
um.
– Høgt sett kann sostatt
verða mett, at tann orka
sum hesar seinastu mán-
aðirnar er nýtt til sjálv-
stýrismál, svarar til at 5
fólk arbeiða mest sum
burturav við sjálvstýris-
málum. Herafturat kemur
so fulltíðarstarvið sum
grundlógarnevndarskriv-
ari, sigur Høgni Hoydal í
svarinum.
Høgni Hoydal sigur, at
eingin kunningarherferð
fer fram í Danmark, og
landsstýrismaðurin avvís-
ir eisini, at landsstýrið
førir internetherferð fyri
fullveldinum. Harafturí-
móti hevur landsstýrið
upplýsir um fullveldisætl-
anina á internetinum, og
talan er um sakligar upp-
lýsingar.
Høgni Hoydal upplýsir,
at í fíggjarárinum 1998
vórðu 463.000 kr nýttar
til sjálvstýrismál. Í1999
5.441.000 kr, og í ár eru
321.000 kr higartil nýttar.
- Sjálvstýrismál hava
higartil kostað 6.225.000
kr; meðan økið við árslok
fer
at
hava
kostað
10.984.000 kr hesi 3 árini
tilsamans, sigur lands-
stýrismaðurin.
Heðin Mortensen hevur spurt Høgna Hoydal um
tað, hann kallar herferðir fyri fullveldinum
JAN MÜLLER
Í sambandi við grannskoð-
aðu roknskapirnar fyri al-
mennar stovnar fyri árið
1998 verður sagt, at Lands-
verkfrøðingsstovnurin hetta
árið hevði eina meirnýtslu
uppá meira enn 8 mill. kr.
Hetta hevur verið endur-
tikið í fjølmiðlunum og
hava vit vent okkum til
Landsverkfrøðingsstovnin
fyri at vita, hvussu tað ber
til, at stovnurin hevur kunn-
að sprongt ein lønarkarm
uppá umleið 47 mill. kr. við
heilum 8 mill. kr.
Frá Landsverkfrøðings-
stovninum fáa vit at vita, at
tað er Landsgrannskoðarin,
Landsgrannskoðarin
roknaði skeivt
Landsgrannskoðari roknaði sjey milliónir krónur skeivt, tá hann gjørdi upp
meirnýtsluna hjá Landsverkfrøðingsstovninum
sum hevur roknað 7 mill.
kr. skeivt.
Veruliga meirnýtslan í
lønum á sjálvari rakstrar-
játtanini er 900.000 kr.
Henda meirnýtsla er gjørd í
samráð við Vinnumálastýr-
ið.
- Tað, sum Landsgrann-
skoðarin hevur gjørt skeivt,
og hetta hevur hann síðani
váttað fyri Landsverkfrøð-
ingsstovninum, er, at hann
hevur tikið lønarútreiðslur
í sambandi við løgujáttanir
til nýgerð av vegum, havn-
um og tunnilsgerð við í
yvirlitið fyri lønarútreiðsl-
urnar í sambandi við rakst-
urin av stovninum. Og har
hoyra tær ikki heima verður
sagt frá Landsverkfrøðings-
stovninum.
Málið um grannskoðaðu
roknskapirnar hjá almenn-
um stovnum kemur ananrs
til 1. viðgerð á tingi týs-
dagin.
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 64 - 30. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 64 - 31. mars 2000
Lítlar vónir til nýggja mannin
Blokeraðu
Fíggjarmálastýrið
Skilja millum lógarbrot og politikk
Video, sjónvarp
og PlayStation
Komandi sunnudag 2. apríl
kl. 16 verða verk hjá fýra
mætum
listarmonnum
framførd: Rithøvundunum
Goethe (1749-1832) og
Schiller (1759-1805) og
tónaskøldunum
Haydn
(1732-1809) og Beethoven
(1770-1827). Allir fýra
virkaðu um somu tíð, í sama
umhvørvi og sama tíðar-
anda. Goethe og Schiller ar-
beiddu saman í Weimar,
Haydn var lærari hjá Beet-
hoven og í síni 9. Symfoni
brúkar Beethoven yrkingina
hjá Schiller »An die Freu-
de«.
Nikolas Kapnas, violin,
Stamen Stantchev, klaver
og Jens Christian Guttesen,
Mætir menn
á Meiarínum
Nú ongin sjónleikur er í húsinum, bjóð-
ar »Gríma« hølini fram til ymisk onnur
tiltøk – sum tey siga í »Grímu« »Meia-
ríið skal vera eitt livandi mentunarhús
í miðbýnum«.
cello framføra 2 klavertrio-
ir: Haydn, D-dur nr. 6 og
Beethoven, opus 3 nr. 1 í
C-moll.
Birita Mohr og Súsanna
Tórgarð lesa yrkingar hjá
Goethe og Schiller.
Tað eru tónleikararnir,
Konsertfelagið og »Gríma«
sum skipa fyri hesi konsert-
ini.
Í steðginum verður høvi
at hugna sær við einum
kaffimunni og heimabakað-
ari køku.
Atgongumerkið á 80,- kr.
fáast við dyrnar ein tíma
frammanundan
–
børn
sleppa ókeypis inn saman
við vaksnum.
DAGFINN OLSEN
Eftir at Signar á Brúnni
legði frá sær sum landsstýr-
ismaður, situr Høgni Hoy-
dal við skúlamálum. Høgni
og forkvinnan í Føroya
Lærarafelag hittust í Kross-
kasti í sjónvarpsstovuni
mikukvøldið.
Elsa Birgitta Petesen, for-
kvinna í Føroya Lærara-
felag, hevur ikki betri vónir
um eina loysn á arbeiðs-
ósemjuni, nú nýggjur mað-
ur situr við skúlamálum,
nevniliga
varaløgmaður
Høgni Hoydal.
Lítlar vónir til Høgna
– Har mugu vit siga, at har
er vitanin lítil og lítil vón er
til mannin,um hann ikki
broytir hugburð, sigur Elsa
Birgitta Petersen, sum eisini
sigur seg hava skilt á starvs-
feløgum, at henda áskoðan
er galdandi teirra millum.
– Hann hevði ikki rætti-
liga skil fyri tí, ið tað snýr
seg um. Hann tosaði um at
vevja saman og tað er júst
tað, ið vit ikki gera. Vit rea-
gera bert uppá nakað, sum
løgtingið skuldi havt gjørt
fyri trimum árum síðani,
sigur Elsa Birgitta Petersen.
Holumanshugburður
– Í okkara yvirlýsing, ið er
send út, siga vit, at eitt er at
Signar fór frá orsakað av
sjónvarpsmálinum,
men
fyri forstáilsið er tað óhepp-
ið hjá okkum, at hann fór.
At hann so ikki gjørdi nakað
ítøkiligt og nærum var
handlingslammaður, kenna
vit ikki orsøkirnar til. Vit
skilja heldur ikki, hví teir
ikki taka fólkaskúladeildina
hjá Undirvísingarstýrinum
við, tí her hava tey royndir-
nar og vitanina. Vit høvdu
kunnað strekt okkum og
hava eisini boðið fram bæði
2 og 3 ár. Vit høvdu kunnað
loyst ein trupulleika, sum
løgtingið sjálvt er orsøk til.
Men í tinginum verður einki
gjørt, uttan víst til at fara
aftur til gomlu lógina, sigur
Elsa Birgitta Petersen, ið
metir hatta vera løgnan
holumanshugburð.
Fáa stuðul
Elsa Birgitta er glað fyri
stuðulin, ið hini fakfeløgini
hava víst Føroya Lærara-
felag. Hetta hendi á fundi
mikudagin.
– Vit fingu dyggan stuðul.
Bæði frá teim almennu og
teimum privatu. Tað al-
menna er líkasum nærri
okkum, men tey privatu
vóru eisini við og tað má
eg siga, at tað var fantast-
iskt, sigur ein fegin for-
kvinna í Lærarafelagnum.
Í gjár klokkan 15 fóru
feløgini á fund við Høgna
Hoydal, har tey handaðu
honum skriv. Elsa Birgitta
Petersen fekk tó ikki lut-
tikið, tí Føroya Lærarafelag
tók í gjár ímóti sekreteri-
num fyri norðurlendsku
samskipanini fyri skúlar,
pedagogar og lærarar.
Føroya Lærarafelag hev-
ur fingið stuðul frá feløgum
í norðurlondum. Um hini
føroysku fakfeløgini fara at
seta nøkur tiltøk í verk, veit
forkvinnan í Føroya Lær-
arafelag einki um.
Bíða spent eftir
semingsmonnunum
Í gjár fyrrapartin hevði Før-
oya Lærarafelag einki hoyrt
frá
semingsmonnunum,
men tey væntaðu at frætta
einaferð seinnapartin.
Elsa Birgitta Petesen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, hevur ikki betri vónir
um eina loysn á arbeiðsósemjuni, nú nýggjur maður situr við skúlamálum,
nevniliga varaløgmaður Høgni Hoydal.
– Har
mugu vit
siga, at
har er
vitanin
lítil og
lítil vón er
til mann-
in, um
hann ikki
broytir
hugburð,
sigur Elsa
Birgitta
Petersen
um Høgna
Hoydal, ið
nú umsit-
ur skúla-
mál
Øll byrjan er trupul, men nú eru ongar umberingar longur. Vit mugu stramma
upp, metir formaðurin í landsstýrismálanevndini, Edmund Joensen, nú Signar
á Brúnni hevur sagt seg úr landsstýrissessinum
DAGFINN OLSEN
Mikudagin fekk Barnadeildin á Landssjúkrahúsi-
num nýggja útgerð. Talan er um sjónvarp, video
og PlayStation, sum Kiwanisklubbin Rósan hevur
latið. Forkvinnan í Rósuni, Katrin Isfeldt, handaði
Oddmari Færø, yvirlækna, útgerðina.
Bogi Reinert Lydersen kemur nógv á Barna-
deildina til viðgerðar. Mamma hansara heitti á
Rósuna um at lata sjónvarp til børnini at stytta sær
stundir við.
Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum hevur ikki
fíggjarumstøður at útvega slíka eykaútgerð og
fegnast tey tí um gávuna. Rósan eisini hevur áður
latið til børnini á Landssjúkrahúsinum.
Rósan fær pening til vega við bingospæli, skavi-
spølum og lutaseðlasølu.
Útgerðin, sum Rósan nú hevur latið kostar eini
10.000 krónur og er keypt frá Damor á Argjum
Kiwanisklubbin Rósan hevur latiðBarnadeildini á Landssjúkrahúsinum gávu
Mynd: Jens Kristian Vang
Aftur í gjár gjørdu næm-
ingar í framhaldsdeild-
um vart við sína ónøgd,
nú lærarar hava verið í
arbeiðssteðgi í 3 vikur. Í
gjár syrgdu næmingarnir
fyri, at Karsten Hansen
og onnur í Fíggjarmála-
stýrinum sluppu ikki
innar og til verka.
Tiltøkini
uttanfyri
Undirvísingar-
og
Mentamálastýrið fyrra-
dagin høvdu við sær, at
fólkini har fóru ikki til
verka, fyrr enn eftir døg-
urða. M.a. sluppu bil-
mekanikarar tí ikki til
roynd fyrradagin
- do -
Mynd: Jens Kristian Vang
DAGFINN OLSEN
Edmund Joensen, formaður
í landsstýrismálanevndini,
dugir ikki at síggja ítøkilig
dømi um, at aðrir landsstýr-
ismenn eru slopnir ov lætt,
nú Signar á Brúnni mátti
siga landsstýrissessin frá
sær.
– Málið við Signari á
Brúnni var í landsstýris-
málanevndini
seinasta
heyst. Hetta er eitt ev teim-
um málum, har ein útreiðsla
er hildin og játtan ikki fyri-
liggur. Tað er so greitt. Eftir
starvsskipanini, skal tað
sendast beinleiðis til løg-
tingsgrannskoðararnar, tað
er púra greitt, sigur Edmund
Joensen.
– Tað serliga við málinum
er, at landsstýrismaðurin
fyrst hevur verið í fíggjar-
nevndini og fingið avslag.
Fíggjarnevndin biður hann
senda málið til løgtingið.
Hetta ger hann ikki, fyrr enn
hann langt síðani hevur út-
goldið peningin úr peninga-
renslinum. Tá ger hann be-
víst ímóti skipanini og veit,
at játtan fyriliggur ikki,
metir Edmund Joensen.
Tað er einki í tínum huga-
heimi sum sigur, at tá Sign-
ar er rokin, so áttu onnur
eisini at farið?
– Eg kann ikki peika
nakran út, men vit síggja á
landsroknskapinum, at farið
er um mark og tað eigur ikki
at henda. Men um eykajátt-
an fyriliggur, so er tað lóg-
ligt og tað má skiljast ímill-
um, metir Edmund Joensen.
Tað eru nógv onnur mál.
Lat okkum nevna Helenu
Dam á Neystabø og sjúkra-
húsleiðaran ella landstýrið
og leigumálið við Fiski-
málastýrið, hvussu við tí?
– Nú má skiljast ímillum
politikk
og
lógarbrot.
Landsstýrismálanevndin
hevur bert at gera við, um
framd eru lógarbrot. Um
landsstýrið t.d. semist um
at leiga ov dýrt, kann
nevndin einki gera við.
Borgarin má velja politik-
arar, ið føra skilagóðan poli-
tikk, sigur Edmund Joen-
sen.
– Øll byrjan er trupul,
men eftir at stýrisskipanar-
lógin og landsstýrisábyrgd-
in kom í 1996, er so nógv
broytt.Men nú eru ongar
umberingar longur. Vit eru
komin í nýggja skipan og
tað má fáa fylgjur, tá brot
eru sjónlig.Tað má stramm-
ast upp. Annars skapar ein
skeiva siðvenju, sigur Ed-
mund Joensen, ið spentur
bíðar eftir viðgerðini í tingi-
num
týsdagin,
har
landsroknskapurin og onnur
slík viðurskifti koma fyri.
- Tað verður spennandi at
fylgja við, kanska kemur
ymiskt undan kavi, sigur
Edmund Joensen.
Mynd: Jón Ingi Ejdesgaard