Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 64 - 30. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2000 Suðuroyingar fara nú at royna at leggja trýst á politikararnar fyri at fáa teir at bera skjótt at, so at suðuroyarsigl- ingin dettur nið- urfyri, ímeðan Smyril er í dokk ÁKI BERTHOLDSEN Suðuroyingar eru nú av álv- ara farnir at stúra fyri ferð- asambandinum, nú Smyril skal í dokk. Tað er bara ein góður mánaður til Smyril skal í dokk í seinasta lagi, og enn eru ongi stig tikin til at finna eitt hóskandi avloysaraskip. Tú eru suðuroyingar farn- ir at stúra fyri, at tað aftur í ár verður Dúgvan, Pride, ella okkurt annað, líka vánaligt skip, sum verður sett at røkja suðuroyar- siglingina tann góða mán- aðin, Smyril er í dokk. Kann ikki góðtakast Tvøroyrar Býráð hevði mál- ið til viðgerðar mikukvøld- ið og har var semja um, at hetta drálið hjá politikar- unum kundi ikki góðtakast longur. – Tað er nú so stutt tíð eftir til Smyril skal í dokk, uttan at nøkur sum helst stig eru tikin til at útvega eitt hóskandi avloysaraskip sig- ur Dan Nielsen, býráðsfor- maður á Tvøroyri. Hann sigur, at Strand- ferðslan er í peninganeyð og fær onki gjørt, fyrrenn hon hevur fingið meiri pening at arbeiða við. Hesin peningurin skuldi hon fáa á eykajáttanrlógini, sum er til viðgerðar í tinginum í løtuni. Men tað eru nú tríggjar vikur síðani at eykajáttar- lógin varð løgd fyri tingið, men enn røkist onki fyri, at hon verður avgreidd. Dan Nielsen sigur, at nú er tað liðið so langt út, at suðuroyingar kunnu ikki bara lata sum onki longur. –Tí er tað neyðugt, at vit nú krevja av politikarunum, at vit krevja av politikar- unum, at teir finna eina loysn á málinum. Hann sigur, at Tvøroyrar Býráð heldur, at tað er neyð- ugt, at suðuroyingar koma við einum felags kravi til politikararnar. Tí fer Tvøroyrar Býráð nú at seta seg í sambandi við hini bý og bygdaráðini í oynni um at taka málið upp í felag so at allar komm- unurnar kunnu senda løgtinginum og landsstýr- inum eitt felags krav. Sleppur ikki til kai Býráðsformaðurin á Tvør- oyri vísir á, at suðuroyingar lata sær onki annað lynda, enn at eitt skip sum er á sama støði sum Smyril, verður útvegað til suðuroy- ar ímeðan Smyril er í dokk. Hann minnir á, at fyri nøkrum árum síðani sam- tykti Tvøroyrar Býráð, at Dúgvan sleppur ikki at bryggju á Tvøroyri. – Tann samtyktin er síð- ani staðfest og hon stendur við enn. Men Dan Nielsen sigur, at hendan samtyktin skal eisini skiljast soleiðis, at onki skip, sum ikki er á sama støði sum Smyril, verður góðtikið í Suðuroy- arsiglingini, tá ið Smyril er í dokk. Hann vísur á, at nú Smyril skal i dokk, kemur hann at ligga ein part av ársins bestu ferðafólkatíð. – Tað verður heilt ómøgu- ligt hjá einum minni skipi at nøkta tørvin. – Ikki minst kann tað yvirhøvur ikki góðtakast hjá hjá vinnulívinum í Suður- oynni at fáa eitt minni skip enn Smyril, tí eitt minni skip hevur ongan møgu- leika at føra farmin, sum er at flyta til og úr oynni. Hann hugsar t.d. um útflutningin av fiski. – Tað er um reppið, at Smyril klárar kann flutning sum er, serliga um summar- ið, tá ið eisini nógv annað er at flyta. So at koma við einum minni skipi enn Smyrli, kemur ikki uppá tal, sigur Dan Nielsen. Hann ivast heldur ikki í, at hetta er avbera vánlig vánligt fyri okkara umdømi sum ferðaland. – Ferðafólk lúta á teir upplýsingar tey fáa. – Hvat fara tey so at hugsa fyri sær, tá ið tey síggja eina flotta mynd av Smyrli í tí litfagra faldar- anum, tey hava fingið, men so ena umborð á Dúgvuni, ella kanska Johonnu, tá ið tey skulu til Suðuroyar. Hann vísir á, at fyri hvønn dag sum gongur, verður tað bæði truplari og dýrari at utvega eitt hóskandi avloys- araskip, tí allarflestu skipini eru í sigling um summarið. – Tí er tað neyðugt, at politikararnir taka sær um reiggj og avgreiða eykajátt- anina til Strandferðsluna beinanvegin. Hann heldur, at støðan, sum Strandferðslan er kom- in í, er eitt skúladømi um vánaligt politiskt handalag. – Politikararnir hava vitað tað í fleiri ár, at Smyril skuldi í dokk nú. – Men sum teir bera seg at, skuldi ein trúð, at tað var komið fullkomiliga óvart á teir sigur Dan Nielsen. Suðuroyingar fara at krevja at politikarar taka sær um reiggj Vónandi lidnir í komandu viku Strandferðslan mist tað finsku ferjuna ferðslan heilt undan at taka støðu, tí nú er tað greitt, at hendan ferjan er ikki tøk longur. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strand- ferðsluni, sigur, at tað var so seint sum í fyrradagin, at endaligu boðini komu frá finska reiðaranum um, at Alandia ikki var tøk longur. Hann sigur, at hetta var sera harmiligt, tí skipið var næstan sum skræddara- seymað til endamálið. Men nú er so onki at gera hjá Strandferðsluni, uttan at føla seg fyri eftir øðrum skipum. Og tað ger Strandferðslan eisini, sigur Magnus Magn- ussen. Men hann viðgongur, at tað verður trupult at finna eina vælhóskandi skip, tí tað er ikki so nógv til av teimum á marknaðinum. – Í øllum førum verður tað ringt at finna eitt skip, sum er so væl hóskandi sum Alandia var, leggur hann afturat. Virka ikki Í øllum førum sigur hann Smyril skal í dokk í seinasta lagi í juni mánað. – Tað er ongin bøn hesu- ferð, so tá mugu vit hava funnið eina loysn, antin so ella so. Tað, sum skal gerast við Smyril, fer at taka einar fimm, seks vikur. Eitt nú hava tey, sum hava siglt við Smyrli í seinastuni, varnast, at hann rullar verri enn hann plagdi Tað kemur av, at stabilisatorarnir virka ikki. Teir eru farnir at leka olju, og fyri ikki at dálka skipið ov illa, verða teir tí bara brúktir, tá ið veðrið er ringt. – Hetta, og mangt annað, er slíkt, sum skuldi verið fingið frá hondini, og sum vit mugu bíða við til hann er farin í dokk, Magnus Magnussen Alandia var sum skræddaraseymað til Suðuroyarsiglingina ÁKI BERTHOLDSEN Tað er nú greitt, at tað verð- ur í hvussu so er ikki tann finska ferjan Alandia, sum fer at loysa Smyril av í suð- uroyarsiglingini, tá ið hann fer í dokk í seinasta lagi í juni mánaða í ár. Tað er langt síðani at Strandferðslan vísti á A- landiu sum tað besta avloys- araskipið hjá Smyrli. Og síðani hevur ferjan staðið Strandferðsluni í boði. Men tað hevur alla tíðina verið greitt, at finski reið- arin skuldi hava skipið aft- ur í summar, tí tá skuldi tað í sigling. Strandferðslan hevur tó ikki kunnað tikið støðu til leigumálið, tí ongin pening- ur var tøkur at leiga skip fyri. Og nú sleppur Strand- ÁKI BERTHOLDSEN Tað verður í hvussu so er ikki fyrrenn í næstu viku, at fíggjarnevndin verður liðug at viðgera uppskot- ið til eykajáttanarlóg, sum varð løgd fyri tingið fyrst í mars mánaði. Ein partur av hesum uppskotinum er at játta Strandferðsluni meiri pening, so at hon m.a. kann útvega eitt hóskandi skip til Suðuroyarsigling- ina ímeðan Smyril er í dokk. Fíggjarnevndin hevur havt málið til viðgerðar á fleiri fundum og Bjarni Djurholm formaður í nevndini, sigur, at við- gerðin gongur sína gongd. Men hann sigur, at hó- ast fíggjarnevndin arbeið- ir hampiliga skjótt, kann tað ikki væntast, at hon verður liðug fyrrenn í næstu viku. Hann sigur, at higartil hevur nevndin havt ymisk fólk á fundi at hoyra teirra sjónarmið, eitt nú lands- stýrisfólk. So enn er nevndin ikki farin undir sjálva viðgerð- ina av teimum einstøku greinunum. Hann vónar, at tað verður liðugt mikudagin í komandu viku, um onki óvæntað stingur seg upp. Hann sigur, at enn eru ongar ábendingar um, at tað fer at vera nøkur serlig ósemja um niðurstøðuna hjá fíggjarnevndini og at hetta verður nakað trupult puslispæl at fáa at ganga upp. Men hann sigur eis- ini, at tað er heldur onki, sum bendir á, at útreiðsl- unar fara at verða hækk- aður meiri enn tað, sum stendur í uppskotinum. – Smyril er lívsæðrin hjá suðuroyingum og vit fara ikki at góðtaka, at hon verður kvett í fimm, seks vikur í summar, sigur Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri ÓLAVUR Í BEITI Tað var Katrin Dahl Jak- obsen sum setti fíggjar- málaráðharranum 5 spurn- ingar viðvíkjandi útisigl- andi sjómonnum, og vildi Katrin Dahl Jakobsen m.a. hava at vita um skattlig við- urskifti hjá útisiglandi sjó- monnum og eisini vildi hon hava at vita, um landsstýris- maðurin fór at virka fyri, at hesir sjómenn verða rættvíst viðfarnar. Í svarinum, sigur Karsten Hansen m.a., at tað her snýr seg um hálendskt móður- felag, sum stovnar eitt dótturfelag, smápartafelag, í Føroyum, t.v.s., at hálend- ska móðurfelagið eigur all- an partapeningin í føroyska dótturfelagnum. Hálendska felagið eigur fleiri skip, sum verða nýtt í frálandsvinnuni sum hjálpiskip hjá m.a. boripallum í Norðsjónum. Hálendska felagið leigar so hesi skip til føroyska felagið Manningin siglir ikki við »føroyskum skipi« – men við útlendskum skipi, tí at skipið verður ikki nýtt til tey endamál, sum eru treytin fyri at rokna tey sum skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, men verða leigað út aftur til annað hálendskt felag, svarar fíggjarmálaráðharrin millum annað Katrini Dahl Jakobsen upp á sokallaðar bare-boat treytir, sum merkir, at før- oyska felagið leigar skipini uttan manning, og mannar so sjálvt skipini, einamest við føroyingum. – Um søgan endaði her, so var áskoðan skattavalds- ins, at skipini vóru fevnd av reglunum sum sigur, at skipini verða javnmett við skip, skrásett í Føroyum, og at føroysk manning tí var fult skattskyldug, og útlend- ingar avmarkað skattskyld- ugir av hýruni umborð. Hetta var fyrsta tulkingin, og skal viðmerkjast, at hetta er áður enn serreglurnar í §§ 25a og 25b í skattalógini komu inn í myndina. Afturborið 28% – Til og við 1997 var so støðan tann, at manningin varð skattað eftir reglunum í skattalógini, og reiðarin, sum er føroyska dóttur- felagið, fekk afturborið 28% av hýruni samb. § 63a í skattalógini. – Tann 1. januar 1998 koma reglurnar í §§ 25a og 25b í gildi, og nú verður munur á, um manningin er við einum skipi, sum verður javnmett við skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, ella er við einum útlend- skum skipi. Um manningin er við einum útlendskum skipi, er hon fevnd av regl- unum í § 25b og er munandi lagaligari skattað, enn um hon er við einum skipi, sum verður javnmett við skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, og har manningin verður skattað samb. regl- unum í § 25a í skattalógini, t.v.s, at teir verða skattaðir av 85% av bruttohýruni. – Harafturat er so støðan tann, at um tað ikki snýr seg um skip, sum verður javn- mett við skip, skrásett í Føroyum, so eigur reiðaríið, t.v.s. felagið í Føroyum, ikki rætt til afturberingina upp á 28% av bruttohýruni samb. § 63a. Støðan ein onnur – Seinri kemur undan kavi, at í veruleikanum eru skip- ini fyrst bare-boat leigað til føroyska felagið fyri eitt ávíst áramál, vanliga fýra ár, men so leigar føroyska fel- agið skipini út aftur upp á sokallaðar timecharter treytir til eitt annað dótt- urfelag hjá hesum fyrra hálendska móðurfelagnum, t.v.s. til eitt systurfelag fyri júst sama áramál, sum før- oyska felagið hevði leigað skipið til Føroyar. Tá so- leiðis er, og tá § 2, 1. stk. j) í skattalógini setir sum treyt fyri, at skipið, sum er bare- boat leigað til føroyska felagið, kann verða javn- mett við skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, skal tað nýtast til ferðafólka og/ ella farmaflutning. – Nú er støðan ein onnur, tí nú siglir manningin ikki við »føroyskum skipi«, men við útlendskum skipi, tí at skipið verður ikki nýtt til tey endamál, sum eru treytin fyri at rokna tey sum skip, skrásett við heimstaði í Før- oyum, men verða leigað út aftur til annað hálendskt fel- ag, og skulu teir tí skattast eftir reglunum í § 25b, har frádráttirnir í inntøkuni eru munandi størri enn tey 15%, sum eru galdandi fyri mann- ing á føroyskum skipi. – Skattavaldið kannar sjálvsagt viðurskiftini í sambandi við, um skipið verður nýtt til ferðafólka og/ ella farmaflutning, nágreini- liga, og verður niðurstøðan tann, at ásannast má, at so er ikki, og tí eigur mann- ingin at verða skattað sam- bært § 25b í skattalógini, og skal reiðaríið ikki hava aft- urbering av parti av skatti- num. Harumframt hendir so eisini tað, at eingin heimild er at skatta útlendska mann- ing umborð á hesum skip- um, svarar Karsten Hansen millum annað Katrini Dahl Jakobsen. Karstin Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur svarað fyrispurningi há Katrini Dahl Jakobsen