Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

heimurin er so stórur, at tú røkkur ikki út allastaðni, men hví ikki eisini brúka okkum sum ambassadørar fyri okkara heimland við at lata okkum vera við til at kunna um Føroyar? Við hesum sipar Aimi til, at tað hevði kunnað verið hent hjá henni og øðrum føroyingum, sum eru fast- búgvandi í øðrum londum, og har Ferðaráðið kanska ikki røkkur, at givið eina hjálpandi hond, tá umræður at fáa fleiri útlendingar til Føroya at ferðast. -Eg havi skilt at settur er nýggjur ferðavinnustjóri heima, og hetta kundi so verið eitt av hugskotum hjá honum at arbeiða við sigur Aimé, sum heldur, at føroy- ingar sum hon, sum búgva og arbeiða í einum øðrum landi og harvið kenna ment- anina og fólkið, kunnu vera góðir ambassadørar fyri Føroyar. Tað einasta teim- um nýtist eru brosjurur og Aimé Thomsen her á olympiska stadion í Athen, har fyrstu leikirnir í nýggjari tíð vórðu hildnir í 1896. Í ár 2004 fer Athen aftur at hýsa olympisku leikunum. Mynd jan kunnandi tilfar um Føroyar. Hetta kann so vera eitt íkast til tað meira miðvísa og skipaða arbeiði, sum annars verður gjørt fyri at selja Føroyar sum ferðamanna- land. Aimé sigur seg annars vilja ganga føroyingum, sum koma til Grikkalands at ferðast, til handa og hjálpa teimum við einum og hvørjum. Tað er altíð hugaligt at fáa føroyingar á vitjan sigur tann unga strandakvinnan, sum í dag er vorðin ein part- ur av tí fjølbroyttu býar- myndini í forna og forvitn- isliga milliónabýnum At- hen. 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 64 - 30. mars 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2000 S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Boðað verður til ársaðalfundar í S/F TRYGGINGARFELAGNUM FØROYAR fríggjadagin 14. apríl 2000 kl 17.00 á Hotel Føroyum, Tórshavn, við hesi dagsskrá: 1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í 1999 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu avlop sambært roknskapinum verður nýtt, sí § 29, stk. 3, í viðtøkum felagsins 3. Val av grannskoðarum 4. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera 5. Ymiskt Grannskoðaði árskoknskapurin og ársfrágreiðingin liggja frammi á skrivstovu felagsins á Kongabrúnni. Beint aftaná ársaðalfundin verður Eykaaðalfundur á sama stað við hesi dagsskrá: 1. Val av 3 nevndarlimum, sí § 22, stk. 2 og § 31, stk. 4 í viðtøkum felagsins. Allir felagsins tryggingartakarar eru limir í felagnum og hava rætt til at møta á aðalfundunum, men skulu í seinasta lagi 5 dagar frammanundan skrivliga boða høvuðsskrivstovu felagsins frá luttøku. Tórshavn, tann 27. mars 2000 Nevndin Ársaðalfundur JAN MÜLLER Føroyar eru ein so lítil blettur á heimskortinum, at fá fólk úti í stóru verð geva sær fær um hetta lítla oyggjalandið í Atlantshavi. Á heimskortinum hjá skúla- børnum eitt nú í grikska høvuðsstaðnum Athen eru Føroyar als ikki avmerktar. Hetta hevur givið Aimé Thomsen av Strondum nak- að væl av arbeiði, sum hon tó er sera fegin um. Bú- sitandi og gift í Grikkalandi og í dagliga yrki sínum sum lærarinna kemur hon í sam- band við mong fólk, skúla- næmingar og foreldur og næstringar teirra. Og hon sær tað sum eina heilt nát- túrliga uppgávu at kunna tey um Føroyar. -Fólk eru so forvitin at vita, hvaðani er komi, og tá eg greiði teimum frá, hvar Føroyar liggja, so kennast flestu teirra ikki við Føroyar í fyrstu syftu. Men tey, sum koma eftir, hvar og hvat Føroyar eru, siga við ein munn: fótbóltslandsliðið. Aimé Thomsen váttar hervið tað, sum føroysk fjølmiðlafólk á kunningar- ferð til fleiri lond í Meðal- havinum máttu sanna aftur og aftur: at tey flestu fólk tú hitti hava ongantíð hoyrt um Føroyar fyrr - og flestu teirra, sum kennast við oyggjarnar, gera tað frá tí føroyska fótbóltslandsliðn- um. Bæði í Grikkalandi og í Ísrael kenna fólk Føroyar frá fótbóltinum, tí hetta eru lond, sum vit hava spælt móti. Og fyri ítróttaráhugað er tað sjálvandi eisini sig- urin á Eysturíki á sinni, sum hevur fest Føroyar í minnið. Tríggir føroyingar Tá ferðalagið við føroysk- um fjølmiðlafólki nú um dagarnar var á kunningar- ferð til fleiri Meðalhavslond gekk leiðin eisini til Grikkalands, har føroyski ferðaleiðarin, Sámal Blá- hamar frá ferðamanna- stovuni Toru Tourist hevði borið so í bandi, at 31 ára gamla Aimé Thomsen av Strondum stóð fyri før- oysku fjølmiðlafólkunum, tá ferðamannaskipið Azur legði at bryggju í grikska havnabýnum Pireus. Aimé er bert ein av trim- um føroyingum, sum hevur fingið so stóran tokka til Grikkland og fólkið har, at hon er vorðin fastbúgvandi. Hon er gift einum grikka og býr í dag í Athen, har hon undirvísir børnum og ungum serstakliga í ensk- um máli. Umframt hana býr ein føroysk kvinna á Rhodos og ein á Kreta. Aimi tók læraraútbúgving í Havn í 1993. Ein av henn- ara floksfeløgum kendi eina føroysku kvinnu, sum varð í norðurgrikska býnum Ka- valla. Hon fekk tá at vita, at møguleiki var at undirvísa har í eitt ár, og vóru tær tvær, sum fóru til Grikka- lands at undirvísa. Hin var Elna Skylv Hansen, sum nú er í Tanzania. Tær báðar arbeiddu og búðu saman hetta fyrsta árið. Tá Aimé hevði verið har í tvey ár ivaðist hon í at fara heim- aftur, men tá var tað, at hon fekk starv í Athen. Hon fann mann sín og hevur síðani verið fastbúgvandi í Athen. -Mær dámar sera væl grikkar, og sum støðan er nú havi eg einki ímóti at verða verandi her, sigur ein sera fryntlig og avgjørd Aimé, sum kortini vitjar heima á Strondum á hvørj- um sumri. Hon roynir ann- ars at fylgja við í tí, sum hendir heima, við at lesa bløðini, ið hon javnan fær sendandi. Aimé dámar eisini væl sítt arbeiði. Hon hevur nógv at gera sum lærarinna á einum privatskúla í býnum. Skúlabørnini í Grikkalandi hava frí tríggjar mánaðir um summarið orsakað av tí nógva hitanum. Har kann blíva upp í 40 hitastig. Hetta ger sjálvandi, at tey hava úr at gera um veturin, og tá hevur Aimé eisini nógvar eykatímar við teimum. -Fá kenna nakað til Før- oyar her við undantaki av fótbóltslandsliðnum. Tá eg vísi teimum myndir úr Før- oyum eru tey heilt bergtikin av náttúruni, og her ikki minst teimum sterku litu- num. Grikkar til Føroya Aimé heldur sjálv, at Grikkaland er eitt sera gott land hjá føroyingum at vitja, tí har er heitt, har er bíligt, og har er nógv at uppliva og síggja. Men hon heldur eisini, at Føroyar áttu at verið eitt gott pláss hjá nógvum grikkum at vitja. Og roynir hon eisini eftir førimuni at virka sum am- bassadørur fyri Føroyar. -Tað er sjálvandi rættiliga dýrt at koma til Føroya, men eg haldi nógvir grikkar høvdu valt at ferðast til Før- oya og Ísland, um teir vistu meira um hesi londini sigur Aimé, sum heldur, at Før- oyar og her ikki minst Ferðaráð Føroya eigur at gera meira fyri at kunna um Føroyar sum ferðamanna- land. -Eg veit væl, at hetta er lættari sagt enn gjørt, tí Aimé Thomsen av Strondum vil fegin gera Føroyar kendar í Grikkalandi. Hon bjóðar seg fram at vera ambassadørur fyri Føroyar sum ferðamannaland. Her er hon stødd á Akropolis, uttan iva mest vitjaða ferðamálið í Grikkalandi. Mynd jan Aimé Thomsen av Strondum og nú búsitandi í Athen í Grikkalandi: Fótbólturin ger Føroyar kendar Hon hevur búð í Grikkalandi seinastu sjey árini og heldur, at fótbóltslandsliðið er tað, sum ger Føroyar mest kendar. Men hon vil fegin eisini vera við til at gera Føroyar kendar, soleiðis at fleiri ferðafólk kunnu koma til Føroya. Tað henni tørvar er tilfar um Føroyar og heldur hon, at tað kann vera eitt hugskot hjá føroyskum ferðavinnumyndugleik- um at brúka fastbúgvandi føroyingar í øðrum londum sum ambassadørar fyri Føroyar. Fríggjakvøldi› 31. mars í Badmintonhøllini í Tórshavn Leygarkvøldi› 1. apríl í Ítróttarhøllini í Runavík Tey kendu hittini hjá Moirae, Terja og Føstufressum, Frændum, Ey›un Nolsøe Band og Ey›un & Terja ver›a spæld. Kl. 23.00-03.45 • Kr. 100,- Terji Rasmussen og Ey›un Nolsøe Sosialurin - 311820 HITT KONSERT OG DANSUR